Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-13, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. mars 2002síða 25

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 • Nr. 50 - 13. mars 2002 Nr. 50 - 13. mars 2002 • 35 Leggja einki í góðskuna Norskir fiskimenn leggja ikki petti í góðsku, lógir og regulverk. Toskatorvurnar savn- ast nú uttanfyri Lofoten. Í farnu viku kannaðu myndugleikarnir gódskuna á fiskinum, sum bátarnir komu til lands við. Eftir tveimum døgum bleiv fiskur fyri minst 100.000 krónur mettur sum ikki brúkandi til mannaføði. Fiskamóttøkurnar vátta tað myndug- leikarnir vísa á. Vanligt er at nakrir bátar, serliga garnabátar, lata rotnan fisk til fiska- keypararnar. Keypararnir tora ikki at avvísa bátarnar tí teir eru bangnir fyri at batarnir ikki koma aftur. Tikin fyri toskasvik Russiski trolarin "Zvesda Karelija" er sambært russiskum fjølmiðlum tikin við meir enn 250 tonsum av ólógligari veiðu. Í lastini fann vaktartænastan tosk, hýsu, kalva og steinbít. Báturin sum kallaðist "Tromsland" meðan hann var undir norskum flaggi má hava verid fullur av ólógligu veiðuni. Sambært Roger Knudsen, ið er nevndarformaður í Finnbåt og kennir "Zvesda Karelija", so veit hann ikki um han skal trúgva tíðind- unum. Hann vísir á, at báturin ikki er skrásettur til at taka meir enn 220 tons. Málið verður í russiskum fjølmiðlum mett sum sera álvarslig, tí báturin eisini luttekur í royndarfiskiskapi, og ein royndarstøð í Arkhangelsk skal hava verið við í snýtinum. Røkke fekk enn eina milliard Kjell Inge Røkke kann fegnast um seinastu flytingina hann fekk á kontoina hjá Norway Seafoods frá American Seafoods. Upphæddin var uppá góða milliard føroyskar krónur. Pengarnir koma aftaná at American Seafoods bleiv umskipað sum felag. American Seafoods er felagið, sum Røkke bygdi upp í Seaatlle seinast í áttatiárunum, og sum legði lunnar undir hansara milliardogn. Ein lógarbroyting í USA fyri nøkrum árum síðani noyddi Kjell Inge Røkke at selja meginpartin av partabrøvunum í American Seafoods, tí hann ikki er amerikanskur ríkisborgari. Útfluttu fyri góðar tvær milliardir í februar Norðmenn útfluttu í februar fyri 2,4 milliardir norskar krónur í fiskavørum. Hetta er ein afturgongd uppá 13,7 prosent samanborið við februar í 2001. Men útflutningurin er tann sami sum í januar í ár. Størsti keyparin av norskum fiskavørum er Russland, sum í januar keypti fiskavørur frá norðmonnum fyri 243 milliónir norskar krónur. Hetta er ein øking uppá 75 prosent samanborið við februar 2001. Ludvigsen til Kili Norski fiskimálaráðharrin Svein Ludvigsen skal í komandi viku vitja í Kili. Vitjanin til Kili vísir, at Kili og Noreg eru í gongd við byggja upp eitt tætt fiskivinnusamstarv. Skipasmiðjur í Kili hava í fleiri ár bygt trolarar fyri norskar reiðarar, men serliga er tað innan aling at londini hava økt samstarvið. Norskir alirisar keypa upp fyritøkur í Kili. Svein Ludvigsen skal millum annað luttaka á fiskivinnuframsýningini AquaSur har ikki færri enn 20 norskir framsýnarar luttaka. Útflutt fyri knappar fimm milliardir Norðmenn útfluttu í januar og februar fyri knappar fimm milliardir norskar krónur. Tann neyva upphæddin er 4,8 milliardir. Hetta er ein afturgongd uppá 440 milliónir krónur samanborið við sama tíðarskeið í 2001. Størst afturgongd var til ES og Japan. Útflutningurin til hesar keypararnar minkaði við 400 milliónum og 250 milliónum. Fryst sild í menning Noreg útflutti munandi meir av frystari sild í februar í ár samanborið við februar 2001. Mongdin økti við 18 prosentum til umleið 50.000 tons. Virði økti við 47 prosentum til 6,26 norskar krónur pr. kilo. Tað er serliga russiski marknaðurin sum nú keypir frysta sild frá norðmonnum. Mongdin til Russland økti við 178 prosentum samanborid við februar 2001. Ukraina keypti 32 prosent meir sild frá norðmonnum í februar í ár. Meir klippfiskur til Dominikanska Lýðveldið Norski útflutningurin av klippfiski av upsa til Dominikanska Lýðveldið økti í februar í ár við 50 prosentum til 30 milliónir krónir, samanborið við februar í 2001. Fyri bæði januar og februar útflutti norðmenn 140 prosent meir enn sama tíðarskeið í 2001. Samlaði norski útflutningurin av klippfiski av upsa í januar-februar økti við 16 pro- sentum til 220 milliónir norskar krónir samanborið við sama tíðarskeið í fjørð. Alitoskur fyri 44 kr kilo Sambært norsku hagtíðindunum vórðu 20 kilo av alitoski útflutt til ES fyri 44,33 norskar krónur í januar í ár. Hetta er umleið 20 krónur meir enn ein fær fyri feskan villan tosk. Norðmenn rokna við at tað verða framleidd umleið 1.500 tons av alitoski í 2002 í norsku alibrúkunum. Góður fiskiskapur - fá arbeiðsleys Lofotposten skrivar at arbeiðsloysi í Lofoten hevur verið óvanliga lítið í januar og febru- ar í ár. Høvuðsorsøkin tikist at vera góður fiskiskapur og væl av fiski á flakavirkjunum. C M Y K 35 Kunnu skjóta 674 sildrekar Norskir myndugleikar hava fastsett kvotuna fyri hvalaveiðuna í ár. Fyri at kunna skjóta hval noyðast norðmenn at prógva at teir hava luttikið í hvalaveiðu í minst eitt av teimum seks farnu árunum. Í 2002 sleppa norsku hvalaveiðuskipini at skjóta 674 hval. Hvala- veiðan byrjar 13. mei og endar 31. august. Øll skip sum skjóta hval skulu hava ein eyg- leiðara umborð. Fekk 630.000 í bót Reiðaríið hjá bolivianska skipinum "New Baltic" hevur fingið eina bót uppá 630.000 norskar krónur aftaná at skipið umlastaði 400 tons av lodnu í norskum øki í Barentshavi- num. Hendingin fór fram tann 3. mars í ár tá norska vaktartænastan kannaði skipið aftaná at tey høvdu illgruna um at bolivianska skipið fekk lodnu frá einum russiskum trolara "Murman II". "New Baltic" hevur ikki neyðug loyvir til at umskipa ella fiska í norskum øki. Papírfiskar fyri 23 milliardir Í 2001 vóru fýra fyritøkur, sum eru virknar innan fiski- og alivinnu, skrásettar á virðis- brævamarknaðinum í Oslo. Hesar fyritøkurnar høvdu í 2001 ein umsetning uppá 23 milliardir norskar krónir. Í ár koma tvær fiskivinnufyritøkur afturat á Oslo Børs, tað eru Lerøy Seafood Group og Cermaq. Frammanundan eru Pan Fish, Fjord Seafood, Dom- stein og Stolt Sea Farm skrásettar, skrivar IntraFish. Útjaðarin vil inn í ES Nordland fylke í Noregi er nú heimsins størsti ali-landslutur, skrivar Lofotposten. Nú ynskja fleiri av alarunum at Noreg enn einaferð skal søkja um limaskap í ES. Á aðal- fundinum hjá alarunum í Nordland í farnu viku vóru fleiri av røðarunum inni á spurn- inginum um limaskap í ES. Alararnir vóna serliga at tað skal gerast lættari at selja norsk- an alilaks til ES-marknaðin, og so vóna teir at rentan skal lækka. Gott Lofotfiske Várróðurin, ella Lofotfiske, í norður-Noregi hevur verið óvanliga góður í ár. Tølini higartil vísa at fiskiskapurin ikki hevur verið betri síðani 1996. Nú óttast fiskimenn at ein langur steðgur í fiskiskapinum í samband við páskini kann oyðileggja samlaðu úr- tøkuna av "lofotfiske". Stórar ætlanir fyri toskaaling Regnor Pedersen í Sør-Varanger í Finnmark hevur fingið norsk ríkfólk til at seta pengar í eina stóra aliætlan í Sør-Varanger. Hesin parturin av Noregi hevur higartil ikki serliga nógv alibrúk, men eftir at royndar hava víst at aling av toski letur seg gera, er Finnmark við at koma á alikortið. Ætlanin hjá Regnor Pedersen umfatar bæði eina vanliga alistøð fyri tosk, og eina smoltstøð. Støðin skal geva 50 arbeiðspláss. Tað er fyritøkan Sponfish við adressu í Oslo sum hevur søkt um aliloyvi. Fær fyritøkan tey loyvini hon hevur søkt um, rokna tey við at kunna framleiða umleið 4000 tons av fiski til matna um árið, skrivar blaðið Finnmarken. ILA hóttir Vestur-Noreg Fimm alibrúk í Vestur-Noregi eru higartil í ár skrásett viðs ILA-smittu. Hetta eru sera vánalig tíðindir fyri norska alivinnu. Orsøkin er at ILA serliga hevur góð gróðrarlíkindi tá tað gerst heitari í sjónum, og í løtuni er sjógvurin uttanfyri vesturstrond Noregs sera kaldur. Trý alibrúk í Sogn og Fjordane, eitt í Møre og Romsdal og tað seinasta liggur í Trøndelag hava í ár funnið ILA-raktan laks. Norskir myndugleikar óttast nú eina umfat- andi spjaðing av ILA-sjúkuni tá sjógvurin gerst heitari móti vári og summri. Myndug- leikarnir hava sett tiltøk í verk, og umhugsa at nokta nøkrum alarum at seta út smolt í ár. ILA skal útruddast í Maine Amerikansku landbúnaðarmyndugleikarnir (USDA) hava góðkent eina kreppuætlan fyri alivinnuna í Maine, ið er meint rakt av ILA. Fíggjarligi smeiturin fyri vinnuna hóttir grundarlagið fyri alla vinnuna. Fram til nýggjár blivu ein millión fiskar tiknir í Cobscook Bay har meir enn 60 prosent av alistøðunum eru. Hetta hjálpti ikki, og hendan seinasta mánaðin er restin av fiskinum tiknir. Seinastu vikurnar eru meir enn 1,5 milliónir fiskar tiknir. Roknað verður við at fiskur aftur verður settur út á alistøðunum um einar tveir mánaðir. Men alistøðirnar sleppa ikki at liggja so tættar í framtíðini, skrivar IntraFish.no. 34 Vit kunnu bjóða reiðaríum, bátaeigarum og øðrum áhugaðum ráðgeving, vegleiðing og tekniska hjálp og avgreiðslu innan: Vit kunnu bjóða Nýbygging: Umbygging: Umvæling: Skipasýniskrøv: Klassakrøv: Myndugleikakrøv: Skipasmiðjur/ -verkstøð: Reiðaríir og báta- eigarar: projektfyrireiking · detailprojektering · kostnaðarmeting · eftirlit · klassatekningar · fyribils stabilitetsútrokningar · arbeiðstekningar · sáttmálatilevning · outlinespesifikatión · detailspesifikatión · útbjóðingartilfar · skrokkdata · systemtekningar · innheintan av tilboðum · endaligar útrokningar v.m. detailprojektering · kostnaðarmeting · eftirlit · klassatekningar · arbeiðstekningar · sáttmálaavgreiðsla · detailspesifikatión · útbjóðing · systemtekningar · innheintan av tilboðum · endaligar útrokningar v.m. eftirkanning · útbjóðing · avtalugrundarlag · innheintan av tilboðum · kostnaðarmeting · eftirlit v.m. stabilitetsútrokningar · skrokkuppmáting · tonnagumáling · innflagging · ljóðmáting · mynstringarrullur · tekningar v.m. tekningar · SOPEP-rullur · innflagging v.m. reinleikakrøv · kapasitetsplanir v.m. arbeiðstekningar · góðskuskipanir · rakstrareffektivisering v.m. eftirlit · komponentinnkeyp · viðlíkahaldsskipanir · góðskuskipanir spf Sjótek er stovnað 1992 sum ráðgevandi skipsverk- frøðingafyritøka.Endamálið er at veita ráðgeving og vegleiðing innan skipasmíð, bæði tá ið tað snýr seg um nýbygging, umbygging og umvæling.Við meira enn 30 ára royndum innan økið á bæði føroyskum og útlendskum skipasmiðjum hava vit hollan kunnleika til nýbygging, umbygging og umvæling.Vit hava royndir við nýbygging av meira enn 50 skipum umframt royndir við umbygging og umvæling av hópin av skipum. Faroe Islands spf. Sjótek ráðgevandi skips- og maskinverkfrøðingar Leitisvegur,625 Glyvrar Tel 44 79 42 · Fax 44 94 01 Mobil 21 79 42 Boks 4,490 Strendur Tel 44 71 63 · Fax 44 94 00 Mobil 21 41 81 team85