mikudagur 13. mars 2002síða 26
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 50 - 13. mars 2002 • 37
37
36 • Nr. 50 - 13. mars 2002
Ein hin best umtókta før-
oyska bókin í nýggjari tíð
er nú eisini tøk á Inter-
netinum. Pappírs-útgávan
av Skipalistanum hevur,
síðani hon kom fyrstu ferð,
verið ein av best umtóktu
føroysku bókunum, og nú
ber eisini til at leita fram
stórar partar av rúgvus-
mikla tilfarinum í Skipa-
listanum á internetinum.
Í bókini eru hentar og
álítandi upplýsingar um øll
før í føroyska flotanum
umframt aðrar upplýsingar
um tað, ið viðvíkur sjógvi
og sjóvinnu yvirhøvur. Og
so eru sjálvandi eisini
vælkendi
myndprýddi
skipalistin, føroyskur álma-
nakki og streymkort partar
av Skipalistanum.
Eitt av aðalmálunum hjá
Skipalistanum er at veita
álítandi og dagførdar upp-
lýsingar
um
føroysku
høvuðsvinnuna. Eitt mið-
víst arbeiði verður gjørt at
dagføra bókina á hvørjum
ári og at tryggja at alt er so
rætt og eftirfarandi sum
yvirhøvur til ber.
Men tað er tó ein royndur
lutur, at føroyski skipa-
flotin broytist støðugt. Skip
fara og onnur koma til
landið, meðan aftur onnur
fara á aðrar hendur.
Tað er tí ein náttúrlig
menning av Skipalistanum,
at dagførdar upplýsingar
um skip og bátar í føroyska
flotanum nú verða at finna
á www.skipalistin.fo
Heimsíðan
er
skipað
soleiðis, at til ber at leita
skjótt og lætt eftir upp-
lýsingum um øll før størri
enn 5 bruttotons. Internet-
loysnin gevur hópin av
ymiskum leitimøguleikum,
og tað er einfalt og høgligt
at finna tey skipini, ið lúka
júst tíni leitikrøv.
Vanlig leiting
Sum heitið kanska bendir á,
so er »vanliga leitingin«
fyri tey, ið vita nokkso væl,
hvørjum leitað verður eftir.
Her ber til at leita eftir
einum ella fleiri av hesum 6
møguleikunum:
- Skipanavn,
- Heimstaður,
- Skipaslag,
- Smíðiár,
- Longd og
- Bruttotons
Síðani ber til at trýsta á
tað skipið, ið tú ynskir. Nú
kemur fram nýggj mynd,
har allar upplýsingar um
hetta skipið koma fram við
tilhoyrandi
litmynd
av
skipinum. Tað ber nú eisini
til at trýsta á einstøku
tupplýsingarnar, ið koma
fram sum úrslit av leiting-
ini. Trýstir tú á, eitt nú
»Útgerðarmann«, so koma
øll skipini fram, sum hava
henda sama útgerðarmann.
Dømi um leitiúrslit
frá vanligari leiting
Víðkað leiting
Víðkaðu leitimøguleikarnir
geva enn fleiri møguleikar
at finna júst tað, ið leitað
verður eftir. Hetta kann
vera sera hent, um brúkarin
hevur
onkran
serligan
áhuga ella ynskir at finna
eitt ella fleiri skip við
onkrum ávísum eyðkenn-
um. Um leitað verður undir,
t.d. heimstaði og maskinu,
ber til at síggja júst hvørji
skip heimahoyrandi í, eitt
nú Klaksvík, hava eitt ávíst
maskinslag ella eina ávísa
maskinorku.
Tað ber eisini til at síggja
hvørji línuskip eru í Før-
oyum, ella bara hvørji av
hesum hoyra heima á
Tvøroyri, hava Grenaa-
maskinu við millum 500 og
800 hestum, eru millum 25
og 30 metrar til longdar og
eru bygd millum 1970 og
1980.
Við øðrum orðum ber til
at skipa sær leitingina júst
soleiðis ein ynskir.
Tú fært 14 ymiskar leiti-
møguleikar,
og
teldan
gevur júst tað svarið, tú
sóknast eftir.
Undir
»Ymiskt«
er
føroyskur
álmanakki,
streymkort og streymtalvur
at finna. Undir »Slóðir«
finnast hópur av áhuga-
verdum heimasíðum, sum
so ella so eru viðkomandi
hjá teimum, ið hava áhuga
fyri sjóvinnu og tí, ið har til
hoyrir.
Á www.skipalistin.fo ber
eisini til at bíleggja Skipa-
listin 2000, 2001 og 2002.
Hetta er hent hjá teimum,
sum ikki longu hava ognað
sær allar Skipalistarnar í
røðini.
Eisini ber til at skráseta
teldupostadressu sína hjá
Skipalistanum. Tey, ið gera
hetta, fara at fáa ymiskar
tíðindastubbar
umframt
dagføringar
av
Skipa-
listanum so skjótt, sum
hesar verða skrásettar.
Tað er eyðsæð, at Skipa-
listin á netinum verður eitt
hent amboð hjá teimum, ið
ynskja feskastu upplýsing-
arnar um føroyska flotan,
og sum ynskja at finna
fram til hesar upplýsingar
skjótt og lætt.
Skipalistin á netinum er
at finna á:
www.skipalistin.fo
WWW.SKIPALISTIN.FO
Skipalistin nú eisini á internetinum
SKIPALISTIN hentur at hava - bæði sum bók og nú eisini á netinum
C
M
Y
K
36
- Vit vilja skapa for-
treytir hjá okkara
sjófólki at vera við í
menningini á landi
innan kunningar-
tøkni, sigur
TeleTænastan
TØKNI
Vilmund Jacobsen
Hóast TeleTænastan er ein
ung fyritøka, hevur hon
ment seg nógv innan fylgi-
sveinatænastur til okkara
sjófólk. Tá ið talan er um
fylgisveinasamrøður, situr
TeleTænastan í dag á 90-
95% av føroyska markn-
aðinum.
Sjófólk og menning
- Eitt av okkara endamálum
er er at skapa fortreytir hjá
sjófólki okkara, so hesir
eisini kunnu fáa lut í
menningini á landi innan
kunningartøkni. Her hugsa
vit eitt nú um internet
samband, teldupost skip-
anir, dataflutning og sam-
skipan av fiskiflotanum,
sigur Billy Hansen, stjóri á
TeleTænastuni.
SkipsSosialurin
Hann
vísir
á,
at
TeleTænastan kann bjóða
føroyskum skipum eina
teldupost adressu, soleiðis
at teir gjøgnum hana kunnu
fáa SkipsSosialin.
- Hetta verður gjørt við
einum programmi, sum
verður instalerað umborð.
Eitt ávist tíðarskeið á
degnum syrgir programmið
so fyri, at postkassin verður
kannaður, so greiða fæst á,
um teldupostur er komin,
sigur Billy Hansen á
TeleTænastuni.
TeleTænastan hevur
ment seg nógv
TeleTænastan kann bjóða føroyskum
skipum teldupost adressu, soleiðis at teir
gjøgnum hana kunnu fáa SkipsSosialin