mikudagur 13. mars 2002síða 31
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 50 - 13. mars 2002
FIMLEIKUR
Ragnhild Ellingsgaard
Klaksvík, Sosalurin:
Framsýningin
byrjaði
klokkan 15.30, men longu
áðrenn hetta var høllin full-
sett. Tá Klaksvíkar Horn-
orkestur hevði spælt inn-
marsjin, varð farið eftir
meir stólum, men heldur
ikki hetta var nóg mikið.
Fólk stóðu í báðum endum
av høllini, eins væl og øll
sitiplássini vóru upptikin.
200 luttakarar
Klaksvíkar Fimleikafelag
hevði yvir 200 luttakarar
við á framsýningini, sum
vardi í góðar tveir tímar.
Hesir luttakarar vóru børn
heilt úr fyrsta flokki upp til
tilkomnar kvinnur.
Framsýningin
innihelt
mangt og havt. Luttararnir
vístu millum annað føroy-
skan dans, nýmótans dans
og eisini lop av ymsum
slag.
Allar
framsýningarnar
gingu skjótt og væl, og sóu
fólk úrslitið av fleiri mán-
aðum við venjingum.
Eisini venjararnir sloppu
framat. Í einum av steðgu-
num komu allir venjararnir
inn á gólvið íklødd ymiskt
stuttlig klæðir, og tey upp-
traðkaðu við øllum møgu-
ligum. Eitt skemtiligt inn-
slag, sum fekk alla høllina
at flenna.
Dansihugni
Siður er, at eitt gestalið er
við á hvørjari framsýning,
og so var eisini hesuferð.
Eitt kvøld um vikuna
hittast nøkur tilkomin pør í
Klaksvík til fólkadans, og
kallað hesi fólk seg Dansi-
hugni. Á framsýningini
framførdu tey ymisk dansi-
spøl, og var hetta sera
hugnaligt at síggja.
Silvi á vitjan
Framsýningin endaði við,
at allir luttakararnir komu
út á gólvið saman við Silva,
har tey gjørdu eitt sindur av
felags fimleiki.
Eftir hetta fingu øll børn-
ini høvi til at heilsa uppá
Silva, og hetta dámdu teim-
um bara heilt væl.
Fimleikaframsýning í Klaksvík
Kvinnurnar vístu, at
føroyskur dansur hóskar seg
eisini til fimleik.
Mynd: Blitz Foto
Gestaliðið hesuferð var
Dansihugni, sum framførdi
ymisk dansispøl.
Mynd: Blitz Foto
Flott var at síggja úrslitið av
fleiri mánaðum við
venjingum
Mynd: Blitz Foto
Høllin var fullsett,
tá Klaksvíkar Fimleikafelag sunnudagin
fór undir sína fjórðu fimleikaframsýning,
síðan felagið varð endurstovnað.
C
M
Y
K
24
16
Nr. 50 - 13. mars 2002
17
Kallkyn
Vágsbotnur
Tel. 31 62 06
Meginfelag Áhugaleikara Føroya
Aðalfundur
verður leygardagin 13. apríl 2002 kl.
10.00 í Áarstovu í Sjónleikarhúsinum í
Havn
Dagsskrá sambært lógini
Nevndin
Fornminnisfelagið
í Nes kommunu
heldur ársaðalfund í gamla prestagarðinum á Nesi
23. mars 2002 kl. 13.30. Skrá sambært lóg felagsins.
Nevndin
TOLL OG SKATT
pdf
Frá
Havnar
Handverkarafelag /
Eftirlønargrunninum
Ársaðalfundurin verður mikudagin 27. mars kl. 1900
á Hotel Hafnia.
Skrá samb. § 25 í lógini:
1. Val av orðstýrara
2. Frágreiðing frá farna árinum
3. Roknskapur til góðkenningar
4. Innkomin mál/lógarbroytingar
5. Val av nevnd
6. Val av tveimum grannskoðarum
7. Ymiskt
Aftaná aðalfundin verður aðalfundur í Eftirlønar-
grunninum við hesi skrá:
A. Val av orðstýrara
B. Frágreiðing frá nevndini um virki grunnsins í
farna árið
C. Framløga og góðkenning av roknskapi og
fíggjarstøðu
D. Støða verður tikin til,hvat gerast skal við møgu-
ligt avlop ella hall
E. Val av nevndarlimum
F. Val av grannskoðara
G. Møgulig mál frá nevnd/limum
(Uppskot er um, at aðrir enn limir í Havnar
Handverkarafelag kunnu gerast limir í Eftir-
lønargrunninum)
Havnar Handverkarafelag/Eftirlønargrunnurin
25
Toll- og Skattstova Føroya
Stýrið
Sjálvuppgávan 2001
Sjálvuppgávan fyri árið 2001 skal vera Økisskrivstovunum
hjá Toll- og Skattstovuni í hendi í seinasta lagi
fríggjadagin, hin 15. mars 2002.
Roknskaparskyldug hava tó aðrar freistir.
Argir, 12. mars 2002
Toll- og Skattstova Føroya, Stýrið