Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-14, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. mars 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 51 - 14. mars 2002 Nr. 51 - 14. mars 2002 3 12. februar 2002 komu deyðsboðini av Finni Ol- sen, fyrrverandi húsavørði í Norðurlandahúsinum. Finnur varð bert 66 ára gamal, nú hann doyði. Finnur kom í starv í Norðurlandahúsinum í 1987, og starvaðist har til í fjør, tá hann gjørdi av at leggja frá sær. Hann var væl kendur og væl um- tóktur – bæði av teimum, sum vitjaðu í húsinum og av okkum starvsfeløgum. Øll, sum hava havt til- knýti til Norðurlandahús- ið hava góð minnir um Finn. Hann dugdi væl at taka ímóti fólki, og dugdi sera væl at vísa øllum til rættis. Hann tók sær tíð at tosa við fólk, var fryntlig- ur, trúðfastur, hevði myndugleika, men kundi eisini vera bersøgin og hittinorðaður um somu tíð. Finnur hevði góð evni til at skipa fyri, frá tí tiltøk vórðu sett á skránna, til tey vórðu framd. Hann dugdi væl at leggja alt til rættis, og at samansjóða alt frá handverki til mentunarliga innihaldið í tiltøkunum, sum ofta kundu verða dag um dag. Hann var góður við Norð- urlandahúsið, sum um tað var hansara egna, og starvið fylti nógv í hans- ara lívi, tey árini, hann ar- beiddi har. Finnur var útbúgvin snikkari, men hevði stór- an áhuga fyri tí mentunar- liga, sum starv hansara í Norðurlandahúsinum bar í sær. Hann hevði serlig evni til at loysa tær mongu ymisku uppgávurnar, sum tey sera ymisku tiltøkini í Norðurlandahúsinum kravdu. Starvsfólkið í Norður- landahúsinum hevur sakn- að Finnur, síðan hann legði frá sær í fjør. Hann gleddi seg til at njóta tíð- ina sum pensjónistur, men honum untist bert eitt ár í hesum parti av lívskeiði hansara. Hann gjørdist ál- varsliga sjúkur, og nú vórðu boð eftir honum. Familjan hevur hevur mist ein góðan mann, pápa, verpápa og abba, og vit í Norðurlandahúsinum vilja sýna okkara stóru samkenslu við tykkum. Finnur. Takk fyri góð minnir. Stjóri og starvsfólk í Norðurlandahúsinum. MINNINGARORÐ UM FINNUR OLSEN Kaupthing Føroyar hevði í fjør eitt yvir- skot áljóðandi 1 mió krónur. Stjórin fegnast um gongd- ina ÁRSROKNSKAPUR Heri á Rógvi Í ársroknskapinum fyri Kaupthin Føroyar stend- ur at lesa, at fyritøkan fyri árið 2001 hevði eitt yvirskot áljóðandi 1,013 mió kr. Hetta fegnast stjórin í Kaupthing, Peter Holm, eisini um. Nevnd- in góðkendi saman við aðalfundinum roknskap- in hin 6. februar. –Vit eru enn eitt rætti- liga nýtt felag. Í londum rundanum okkum er tað vanligt, at nýstovnaði feløg hava eitt tveysifrað millióna undirskot eftir so stutta livitíð. So vit eru ógvuliga fegnir, sigur Peter Holm. Tað var 1. mars 2001, at virksemið hjá Kaup- thing Føroyar formliga fór ígongd. Tá kastaðu Føroya Sparikassi og Kaupthing Bank saman í Kaupthing Føroyar, Før- oya Virðisbrævamarkn- aður. Frammanundan hevði Kaupthing Bank virkað í Føroyum, men roynt varð heldur at virk- að eftir hesum nýggja leistinum. Virksemið hjá Kaupthing Føroyar snýr seg fyrst og fremst um virðisbrøv, t.e. keyp og søla, ráðgeving og ognar- røkt. –Hóast serliga parta- brævamarknaðirnir sum heild royndust svikaligir í 2001, var talan um ein lutfallsliga stóran vøkst- ur í virðisbrævaíløgum gjøgnum Kaupthing Før- oyar farna árið. Við ser- ligu umstøðunum í huga er hetta nøktandi. 31. desember 2001 umsat Kaupthing Føroyar virð- isbrævaíløgur fyri við- skiftafólk fyri eitt virði á umleið 1,1 mia. kr. Stør- sti parturin av hesum viðisbrævaíløgum, og samstundis eisini størsti parturin av vøkstrinum í farna árinum, eru íløgur í donsk stats- og real- kredittlánsbrøv, skrivar Kaupthing m.a. í ársfrá- greiðingini. Grækarismessudag varð "Ársins herða- klapp" handað á øðr- um sinni. Leikpallur Føroya letur herða- klappið, sum er pen- ingaupphædd áljóð- andi 6000 krónur, ið er ætlaðaðar, sum ískoyti til ferð í út- heimin at hyggja eftir sjónleiki HERÐAKLAPP Ingrid Bjarnastein Hans Tórgarð er 32 ára gamal, og kenna vit hann mest frá Grímu. Hann bæði skrivar og spælir sjónleik, og er hann nú á veg uttan- lands við leikinum Mac- beth, saman við øðrum sjónleikarum. Herðaklappið var latið Hans Tórgarð fyri leiklist- arligt fjølbroytni, kreativi- tet og framúr góð leiklistar- lig avrik. Grundgevingin var soljóðandi: " Hans Tórgarð hevur hó- ast ungur av árum og stutta starvstíð, fingið merkisvert nógv frá hondini, sum kar- akterleikari, leikritaskrivari og leikstjóri. Hann er íverk- setarin, sum gevur øðrum sjónleikarum íblástur, sam- stundis sum hann í leiklut- um sínum megnar at geva áskoðaranum upplivingar, sum víðka um sjónarringin hjá tí einstaka, fær hann at flyta mørk og skilja marg- falnu litbrigdini í menniskj- asligum samskifti. Hans Tórgarð læsir seg ikki fast- an í ávísari leiklistagrein, men er fjølbroyttur í evnis- vali. Hann tekur listarligu uppgávurnar í álvara og út- innir tær eins hegnisliga, antin framførslan er fyri børnum ella tilkomnum áskoðarum. Fjølbroyhtni sermerkir eisini hansara virksemi, tá ið hann skrivar leikir, setir upp og framfør- ir, bæði í einmansleiki og saman við øðrum sjónleik- arum. Hansara íkast til leik- listina gevur vón um fram- haldandi menning innan sjónleikavirksemið í Føroy- um." Leikpallur Føroya sigur, at herðaklappið kann verða latið einstaklingi ella felag, sum á ein hvønn hátt hevur skarað framúr í farna árið á leiklistarliga økinum. Ein nevnd við tveimum limum fyri Leikpall Føroya og ein- um limi úr Føroya Blað- mannafelag er sett fyri at avgera, hvør skal fáa heið- urin av ársins herðaklappi. Herðaklappið varð latið fyri fyrstu ferð í fjør. Tá var tað Lina Larsen, sum fekk hesa fyrstu føroysku sjón- leikaviðurkenning nakran- tíð. Brot úr virksemi Hans Tórgarðs – 1986: Fyrstu fer á palli í heimbygdini Kvívík – 1990: Fyrstu fer á palli í Havn. Gríma: "7. boð – stjal eitt sindur minni" Eftir Dario Fo – 21 ára gamal gjørdi hann pallmynd til sjónleikin "Kraddarin", fekk seinni leiklut í leikinum – 1991: Gøtusjónleikurin "Gandaferðin" – 1992: Høvuðsleiklutin í íslendska leikinum "Ferðin til heimsin enda" – 1992: Barnasjónleikurin "Hurlivasi í Lítluvík" – 1992: Tveymansleikurin "Liva tikarar í Kongo", leikur um AIDS saman við Hilmar Joensen – 1993: "Glataðu spælimenninir" eftir William Heinesen, hevði leiklutin sum Orfeus – 1993: Høvuðsleiklutin í sjónleikinum "Royndin" – spælir Nólsoyar Páll – 1994: Russiski leikurin "Góða Jelena" – 1995: fór Hans til Finlands at fáa sær sjónleikara- útbúgving – 1996: "Eldførið" – 1998: Leikstjórnað "Rumbul í húsi" – 1999: Prógv frá sjónleikaraskúla í Helsinki – 2000: "Móður Sjeystjørna" eftir William Heinesen – 2000: Høvuðsleiklutin í "Krypilin úr Inishman" – 2000: Umsetti og framførdi einmansleikin "Ónd- skapurin" – 2001: "Eitur nakað land Week-end?" eftir Jóanis Nielsen – 2001: Hans og Súsanna Tórgarð skrivaðu leikin "Fótur í hosu", sum Hans leikstjórnaði – 2002: "Macbeth", har Hans spælir Macbeth sjálvur Hans Tórgarð fekk herðaklappið Hans Tórgarð fekk "Ársins herðaklapp" frá Leikpalli Føroya, Grækarismessudag Kaupthing gott ársúrslti Kaupthing Føroyar hevði eitt yvir um milliónina í 2001. C M Y K 3 2