Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-14, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. mars 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 51 - 14. mars 2002 Nr. 51 - 14. mars 2002 5 Føringar fáa nú høvi til at uppliva okkara heimskenda danska Grand Prix-luttakara á heimavølli TÓNLEIKUR Ragnhild Ellingsgaard 05. apríl verður skipað fyri tveimum forkunnugum konsertum í Norðurlanda- húsinum í sambandi við fløguútgávuna hjá 12 ára gamla Brandi Enni. Ein heilt serligur gestur á konsertunum verður Pætur við Keldu, sum ikki hevur verið heima í Føroyum, síðan hann luttók í tí danska Melodi Grand Prix- num. Stórt tiltak Nógv rok hevur verið um 12 ára gamla Brand Enni hesa seinastu tíðina. Tann 5. apríl gevur hann eina fløgu út, sum hann hevur framleitt saman við teim fremstu tónleikanøvnunum í Føroyum, og eisini er hann í farin í holt við at framleiða eitt sjónbanda- lag, sum skal verða liðugt til fløguútgávuna. Í sama sambandi skipar Brandur so eisini fyri tveimum konsertum í Norðurlandahúsinum sjálv- an útgávudagin, har Pætur við Keldu eisini kemur at framføra nøkur løg á pall- inum. Heim at hvíla seg Ætlanin er, at Pætur saman við Eyðuni Nolsøe skal byrja konsertina fríggja- kvøldið 5. apríl. Enn er ikki nøkur endalig skrá løgd fyri konsertina, so teir hava ikki avgjørt, hvørji løg, teir koma at spæla. - Men “Som En Drøm” verður uttan iva á skránni, sigur Pætur skemtandi. Pætur sigur annars, at hann sær fram til at koma heim aftur til Føroya. Eftir ætlan kemur hann heim eitt sindur áðrenn sjálva kon- sertina, og ætlar hann at steðga í Føroyum í nakrar dagar. - Alt hevur verið eitt sindur rokaligt eftir lut- tøkuna í Grand Prixnum, men nú byrjar gerandis- dagurin so spakuliga aftur. Tó verður tað deiligt at sleppa heim at hvíla seg eitt sindur, greiðir Pætur frá. Ikki stjørna Pætur flennir bara, tá hann verður spurdur, um hann væntar at verða móttikin sum ein stjørna, nú hann kemur heim aftur á klett- arnar. - Nei, tað haldi eg ikki, man kann siga. Føringar eru øðrvísi enn danir; í Føroyum veitst tú, hvar tú hevur fólk, og fólk síggja teg fyri tað, tú ert, heldur enn fyri tað, tú gert, sigur Pætur. Annars hevur hann fingið fleiri rósandi orð á vegnum, síðani sangur hansara endaði millum 5 teir bestu í Grand Prixnum. - Onkur hevur steðgað mær á gøtuni, og sagt, at mín sangur skuldi vunnið, og eg havi eisini fingið okkurt herðaklappið frá fólki innan donsku tón- leikavinnuna. So nú er bara at royna at fáa sum frægast burtur úr, greiðir Pætur frá. Nýggjan tónleikabólk Pætur arbeiðir til dagligt á insulinverksmiðjuni Novo Nordisk, har hann kannar insulini, áðrenn tað fer út av verksmiðjuni. Men í frítíðini fæst hann mest við tónleik. - Fyri summi kann ar- beiðið tykjast rættiliga keðiligt, tá eg ikki geri so nógv kropsligt arbeiðið, meðan eg eri til arbeiðis. Men hetta ger samstundis, at eg havi orku til at brúka alla frítíðina uppá tón- leikin, sigur Pætur. Í løtuni venur hann nógv saman við Eyðuni Nolsøe og Petur Hans Niclasen, sum báðir, eins og Pætur, eru úr Klaksvík. - Vit hava spælt nógv saman í síðstuni, og kom- andi fríggjakvøld skulu vit undirhalda á einum sokall- aðum café-kvøldi í Før- ingahúsinum. Hetta at spæla saman við øðrum er ikki nakað, ið Pætur er vanur við, tá hann sum oftast hevur verið so at siga einsamallur um tón- leikin. - At skula spæla saman við øðrum er avgjørt ein stór avbjóðing fyri meg persónliga, sigur hann. - Nú skal eg knappliga laga meg eftir teimum, meðan vit spæla. Men hóast tað er krevjandi, so er tað eisini stuttligt, greiðir Pætur frá. Tá Pætur ikki spælir, skrivar hann tilfar, sum teir tríggir so arbeiða víðari við. - Vit arbeiða mest við rock/poppi, sum fer yvir í eitt sindur av jazz. Vit eru allir øgiliga ymiskir, men tað ger tað bara enn stuttligari at spæla saman, sigur Pætur. Klaksvík á heimskortið Sum vit tosa, koma vit eisini inn á Jákup Mikk- elsen og Toda Jónsson, sum báðir hava gjørt Føroyar og Klaksvíkina kendar í Danmark. Eg spyrji Pætur, um hann ikki kennir, at hann eisini kundi gjørt tað sama, men han flennir bara. - Jú, tað hevði sjálvandi verið stuttligt. Eyðun og Petur Hans eru eisini úr Klaksvík, so tað hevði verið deiligt, um vit fingu sett saman ein klaksvíks- bólk, sum gjørdist kendur í Danmark, sigur hann skemtandi. - Men hetta er bara ein dreymur; latið okkum bara bíða og so síggja, hvat alt endar við. Brandur góð evni Í løtuni gleðir Pætur seg bara til at koma heim. - Eg eri sera spentur uppá konsertina í Norðurlanda- húsinum. Og ikki minst til at uppliva Brandur, sum eg haldi hevur ótrúliga góð evni í sær. Hóast nógv rok hevur verið um hann ta seinastu tíðina, so virkar hann øgiliga búgvin og róligur. Hann hevur tað rætta perspektivi, og hvílur í sær sjálvum. So hann kann uttan iva koma heilt langt innan tónleikavinn- una, sigur Pætur við Keldu at enda. Pætur við Keldu í Norðurlandahúsinum Pætur við Keldu hevur nógv jørn í eldinum Mentanargrunnur grunnur Landsins hevur nú tikið av- gerðirnar um, hvør skal fáa starvslønirn- ar í ár. Tilsamans eru 20 starvslønir latnar við ymsum tíðar- avmarkingum STARVSLØNIR Ingrid Bjarnastein Mentanargrunnurin kann játta eina starvsløn upp til trý ár. Tvær starvslønir eru galdandi eitt ár, og eisini ber til at lata starvsløn niður í ein mánað. Tríára starvslønina fekk Teitur Árnason Dahl, ið fæst við filmlist. Ein starvsløn svarar til eina læraraløn í fólkaskúlanum á lønarstigi 21, stig 1. Hetta eru umleið 18.000 krónur um mánað- in. Í fjør fekk Alexandur Kristiansen úr Fuglafirði 3 ára starvslønina hjá Ment- anargrunninum. Tær báðar starvslønirnar áljóðandi eitt ár, fingu Sunnleif Rasmussen og Carl Johan Jensen. Edward Fuglø, Katrin Ottarsdóttir, Jóanes Nielsen og Oddfríð- ur Rasmussen fingu øll játt- að starvsløn í eitt hálv ár í part. Tilsamans játtaði Mentanargrunnur Landsins 20 fólkum starvsløn. – Hinar starvslønirnar, ið eru latnar, svinga allar frá fýra til tveir mánaðar, sigur Rói Patursson, formaður í Mentanargrunninum. – Næstan allar listagrein- ir eru umboðaðar. Tað verið seg tónleikur, sjónleikur, listafólk, rithøvundar og so framvegis. Torførar avgerðir Støðið er tikið í umsókn- unum, sum Mentanar- grunnurin hevur fingið frá teimum ymsu listarfólkun- um. Allar umsóknirnar skulu lúka ávísar treytir, ið settar verða. Tilsamans vóru 63 umsóknir, og sigur Rói Patursson, at tað hevur verið ógvuliga torført at avgera, hvør skuldi fáa starsvløn, tí verkætlanirnar vóru nógvar og eisini vóru tær spennandi. – Vit hava kjakast og vent hvørji tí einastu umsókn, men tá man er avmarkaður fíggjarliga sum vit, so kunnu øll ikki fáa tað tey ynskja. Tað hevur verið eitt størri arbeiðið at fáa hetta gjørt, og tað hevur heldur ikki verið lætt. Men vit hava altso verið noyddir at sálda frá. Peningur verður játtaður Mentanargrunni Landsins á fíggjarløgtingslógini. Nevndin umsitur sjálvstøð- ugt játtanina, og ger sjálv av, hvussu nógvar starvs- lønir verða latnar um árið. Peningurin verður við- gjørdur á hvørjum árið í løgtinginum, og ætlanin er, at hetta skal koma at virka á henda hátt framyvir. – Vit hava ikki almanna- kunngjørt, hvør fekk hvat fyrr enn nú í hesi vikuni, sigur Rói Patursson. – Hetta kemst av, at tey, sum hava sent okkum um- sókn fáa øll bræv um, hvørt starvsløn er teimum játtað ella noktað. Vit vildu tí tryggjað okkum, at tey høvdu fingið brævið áðr- enn vit fóru út alment við úrslitinum. Størsta starvslønin til filmslist Sunnleiv Rasmussen, tónleikari, fekk játtað eitt ára starvsløn frá Mentanargrunni Landsins Rói Patursson sigur, at tað hevur verið ein trupul avgerð at velja, hvør skal fáa starvsløn, tí verkætlanirnar vóru nógvar og spennandi Carl Johan Jensen fekk játtað eitt ára starvsløn C M Y K 5 4 Fótbóltur 2002 - serútgáva í litum frá Sosialinum Aftur í ár gera vit eitt fótbóltsblað, har vit royna at leiða lesaran eitt sindur meira afturum leiktjøldini enn vanligt. Tosað verður við leikarar, venjarar og leiðarar, sum hvør í sínum lagi hava givið til kennar sínar hugsanir og ynski. Fyritøkur og onnur, ið ynskja at lýsa í hesari serútgávu, eru vælkomin at venda sær til okkara fyri at fáa nærri upplýsingar. Deadline fyri at fáa lýsingar inn er 20. mars. Ringið til Sosialin 311820, og tosið við: Anju Weihe Marknaðardeildin anja@sosialurin.fo