Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-14, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. mars 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 51 - 14. mars 2002 Nr. 51 - 14. mars 2002 7 Bussurin, sum fyrr í vetur feyk út av vegnum á Kambsdali, verður nú koyrdur burtur. Eigarin hevur bílagt sær nýggjan buss SAMFERÐSLA Edvard Joensen Søldarfirði: Bussurin, sum feyk út av á Kambsdali, fekk stóran skaða. Men síðan er eisini herverk framt móti honum, so hann í dag einki virði hevur yvirhøvur. Hann verður nú burturbeindur. Jóan Petur Langgaard í Søldarfirði, sum eigur bussin, sigur, at hann er so mikið gamal, at hann er farin um pensiónsaldurin hjá Strandferðsluni kortini. Bussurin er frá 1986 og kann tí ikki nýtast til fólkaflutning fyri Bygda- leiðir sambært nýggju reglunum, sum komnar eru í samband við útlisi- teringina av koyringini. Jóan Petur Langgaard hevur biðið um ein nýggjan buss, sum væntandi verður latin einaferð í summar. Tað er busur av øðrum merki og við væl betri stabiliteti enn hann, sum nú verður burt- urbeindur. Nakað annað er, sigur eigarin, at bussurin hevur verið fyri so mikið nógvum óhappum, at tað átti næstan at verðið skrivað søga um hann. Ikki færri enn tríggjar ferðir er hann fokin. Eina ferð er hann farin út av, orsakað av hálku, ákoyrdur er hann, eins og hann eisini hevur verið fyri øðrum álvarsligum óhappum. Bussurin var sera ringur at koyra í vindi, sigur Jóan Petur Langgaard. Hann kundi finna upp á at lætta sær á, so hann misti takið í vegnum, og so var einki at gera. Tvær ferðir er hann fokin út av vegnum á Kambsdali. Eisini er hann einaferð farin út av vegnum har inni orsakað av hálku. Men sjálvt í túninum í Søldarfirði er hann fokin, greiðir Jóan Petur Lang- gaard frá. Bussurin lætti sær á, snaraði út á vegin og koppaði, soleiðis at hann stongdi vegin og legði alla ferðslu lavna. Bussurin, sum er týskur, hevur sera góðan motor, letur eigarin at. Hann hevur havt bussin standandi eina tíð í teirri vón, at onkur kanska var áhugaður í onkrum eykalutum, sum kundu verðið seldir úr honum. Men tað røkist einki fyri tí, og nú bussurin eisini hevur verið fyri herveri um vikuskiftið, har mestum allir rútar eru soraðir, er einki annað at gera enn at forkoma hon- um, sigur Jóan Petur Lang- gaard. Bussurin burturkoyrdur Bussurin, sum hevur staðið eina tíð í Søldarfirði, var um vikuskiftið offur fyri herverki, sum gjørdi av við at kalla alt glas í honum Mynd: Edvard Joensen Jákup Suni Joensen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin í Norðurstreymoy, er ikki á valevnislist- anum, sum gjørdur varð til løgtingsvalið á uppstillingar- fundinum týskvøldið UPPSTILLING Edvard Joensen Jákup Suni Joensen, løg- tingsmaður fyri Fólka- flokkin í Norðurstreymoy, verður ikki at síggja í tinginum komandi val- skeið. Hann stillar ikki uppaftur. Jákup Suni Joensen, sum býr á Signabø, sigur, at hann satsar meira upp á býráðið í Havn enn upp á landspolitikk. Hann varð fyrst valdi býrðáðslimur í Havn við seinasta kommunuval. At- kvøðutalið, hann tá fekk, svarar til meira enn helvt- ina av øllum atkvøðum í Kollafirði. – Slíkt gevur ábyrgd, og eg kenni eina stóra skyldu mótvegis kollfirðingum, sigur hann. Og greitt er, at hallarmálið í Kollafirði liggur sera frammarlaga í sinninum. Hann sigur at hann metir ikki, at tað at vera býráðs- politikari í Havn, samsvarar við at vera løgtingsmaður fyri Norðurstreymoy. At sita sum formaður í Havnarnevndini er eisini rættiliga krevjandi arbeiði, sigur Jákup Suni Joensen. Umframt teir vanligu, politisku nevndarfundirnar, eru rættiliga nógvir aðrir fundir, eitt nú við kundar hjá Tórshavnar Havn, har hann luttekur. Hann metir sjálvur, at tað man vera minst ein um vikuna ella so. Hann sigur, at hann metir stutt og greitt ikki, at arbeiðsorkan røkkur til eisini at vera tingmaður, tí hann vil gera sítt arbeiði til lítar. Og umframt at vera býráðslimur í Havn, livir hann av at vera snikkari. Hann eigur saman við einum øðrum byggivirkið Bul á Signabø, og har er arbeiðið so nógv, at hann ikki metir, at hann klárar meira enn tað og býráðið. Tað eigur ikki at koma óvart á nakran koritni, at Jákup Suni Joensen ikki stillar upp, metir han sjálv- ur. Tí hann hevur verið rætiliga nógv í farloyvi frá tinginum seinnu tíðina. Næsti maður á listanum, Ingi Olsen, hevur sitið á tingi ímeðan. Jákup Suni fer úr landspolitikki Jákup Suni Joensen stillar ikki upp aftur til løgtingsvalið Mynd: Jens Kristian Vang Fólkaflokkurin er liðugur við upp- stillingina í Norður- streymoy. Sitandi løgtingsmaðurin stillar ikki upp VALEVNISLISTI Fólkaflokkurin stillar fýra mans upp til løgtingsvalið í Norðurstreymoy. Løgtingsmaður floksins í valdøminum seinasta valskeiðið, Jákup Suni Joensen á Signabø, stillar ikki uppaftur. Teir fýra, sum upp- stillaðir eru til komandi løgtingsval fyri Fólka- flokkin í Norðurstreymoy, eru: Ingi Olsen, Vestmanna Niels Pedersen, Vestmanna William á Vollanum, Kollafirði og Heðin Zachariassen, Streymnesi. Norðurstreymoyar Fólka- floksfelag hevur fingið nýggja nevnd við seks limum. Í nýggju nevndini sita: Øssur Christiansen, Vestmanna Billa Madsen, Kvívík Jóan Jacob Andreasen, Kollafirði Høgni Lómstein, Hósvík Torkil Olsen, Hvalvík og Gullak Hansen, Tjørnuvík ej Fólkaflokslistin í Norðurstreymoy Útibarnagarðurin, sum Runavíkar Kommuna hevur latið upp í Æðuvík, eitur Víkin. Tað ber boð um tyggleika, segði leiðarin, tá móttøka var í Æðuvík á græk- arismessu í samband við, at barnagarðurin er tikin í nýtslu BARNAVEITSLA Orð og myndir: Edvard Joensen Æðuvík: Móttøka var í nýggja útibarnagarðinum í Æðuvík á grækarismessu. Barnagarðurin hevur fingið navnið Víkin. Og í Æðuvík flaggaðu tey. Ikki bara fyri tjøldrunum hendan kalda grækarismessudagin, men eisini fyri teimum smáu gestunum, tey dagliga hava í bygdini um dagarnar. Tey hava ovmikð at gera, børnini í útibarnagarðinum hjá Runavíkar Kommunu. Tey hava frætt, at í dag koma tey vaksnu at vitja. Omma kemur, og helst er Abbi eisini við. Og tey fara at syngja. Og fá saft og karamellur. Jú, hetta verður dagur í viku hjá hesum smáu. Og tað var skjótt, at tað var, sum tað plagar at vera við slík høvi. So nógv stór vóru komin, at illa bar til at fá eyga á tey smáu. Sum hjá Per Jákup Mikali á sinni, tá boðið varð kaffi og smá- køkur ella karamellu. Har trokaði alt móti átinum fram, og skjótt stóð hvør við sínum koppi. Men tey smáu dugdu eis- ini. Tey hildu seg til saft- gløsini, og karamellurnar gingu rímila gkjótt undan. Hóast hann ikki fer at verða verandi í Æðuvík, útibaragarðurin, so hava tey í bygdini tikið sera væl í móti honum, segði borgar- stjórin, Rodmundur Niel- sen, tá hann beyð væl- komin. Eisini formaðurin í Sosialu nevnd Runavíkar Býráðs, Maria Lamhauge, helt røðu, har hon beyð starvsfólki og brúkarum vælkomnum. Hon segði, at hesin barnagarðurin verður ikki verðandi í Æðuvík, men verður fluttur til Lambar har gamli skúlin verður bygdur um og út til útibarnagarðin. Eisini vísti hon á, at nýggi barnaarðurin við Toftavatn, væntandi verður liðugur næsta ár, og tá vera rættiliga nógv barnagarðs- pláss í kommununi. – Hóast ynskiligt kundi verið at fingið útibarnagarð bæði í Æðuvík og Lamba, verður tað nokk ikki í fyrsta umfari, segði formaðurin í Sosialu nevnd. Leiðarin á útibarnagarð- inum í Æðuvík, Kára Løk- in, avdúkaði síðan navnið á baragarðinum. Hann skal eita Víkin. Navnið hava tey valt, tí víkin er nakað trygt, sum ein kann leggja seg inn á at kroka, tá illveður er. Her er stilt, og her fæst hvíld. Eisini varð hildið, at hetta var eitt passandi navn júst í Runavíkar Kommunu, her so nógvar víkir eru. Og hóast útibarnagarðurin verður fluttur úr Æðuvík, fer hann at liggja tætt at aðrari vík kortini. Nevni- liga Lambavík. Men tað var kortini ikki bara saft og karamellur at fáa, tí børnini sluppu eisini at syngja. Og ommur og abbar og øll hin sluppu at syngja við. Og Kári Sverrisson slapp at spæla upp á guitar. Og so sungu børnini um at telja stjørnur og um lítla fitta lambamæið, eins og tey sungu um eitt spógva- reiður, tey vistu um. Og Pætur, sum fór til gongu út á vatnið. Hann dugdu tey eisini at syngja um. Og summir dreingir dugdu at syngja burtur úr NSÍ sanginum og róptu kamp- róp, tá teir vóru lidnir. Teir verða onkuntíð raskir. Tað er trygt í Víkini Pláss er fyri 25 børnum í útibaragarðinum, sum fyribils heldur til í Missiónshúsinum í Æðuvík Kára Løkin, leiðari, avdúkaði navnið á barnagarðinum C M Y K 7 6