Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-14, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. mars 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 51 - 14. mars 2002 Nr. 51 - 14. mars 2002 9 –Samfelagsliga mugu og noyðast vit at fylgja við og vera virkin í tí, sum hendir rundan um okkum og hjá okkum sjálvum. Mentanarimperialism an er so ágangandi um allan heim, og tí er umráðandi, ikki minst hjá smátjóðum, at hava ein virknan mentunarpolitikk. Tí hevur tað skund, at útinnandi listin í Føroyum fær betri kor, sigur Eyðun Johannesen, leikstjóri MENTUNARÁLITIÐ Turið Kjølbro –Verða tilmælini í mentun- arálitinum fylgd og pengar játtaðir, fáa vit eitt blóm- andi og litríkt listarligt um- hvørvi og mentunarlív. 24 mió. krónur til skapandi list er als ikki nógv. Skulu lista- fólk sleppa at geva seg av fullum huga til listina, er tað fulla tíð og ikki eftir vanliga arbeiðstíð. Heðin Brú og Martin Joensen verða altíð tiknir fram, tá ið tosað verður um kor hjá listafólkum. Teir gjørdu eitt stórt arbeiði, men teir vóru eisini slóðbrótarar og ný- skapandi, og vit mugu koma víðari. –Men tað hevur skund at veita útinnandi listini betri virkiskor. Samfelagsliga mugu og noyðast vit at fylgja við og vera virkin í tí, sum hendir rundan um okkum og hjá okkum. Vit mugu ikki liggja í kjalar- vørrinum á tí sum hendir. Mentanarimperialisman er so ágangandi um allan heim. Umráðandi er tí, ikki minst hjá smátjóðum, at hava ein virknan mentunar- politikk. Vit skulu ikki úti- hýsa tí, sum kemur uttani- frá, men vit mugu hava nakað at standa ímóti við, sigur Eyðun Johannesen. Hetta sigur Eyðun Jo- hannesen, leikstjóri, sum var millum áhoyrararnar undir aðalorðaskiftinum um mentan í løgtinginum týsdagin. –Tað er søguligt og av- gjørt eitt framstig, at evnið skapandi list er komið inn um tinggátt, at tingfólk taka evnið upp á tungu og at ein viðgerð er farin í gongd, sum vónandi kann føra til ein dialog. Eisini er tað positivt, at tingfólk vísa, at evnið er tvørpolitiskt. Í mentunarálitinum kemur týðiliga fram, hvat er ment- an og list, og longu á fyrstu síðu verður sagt, at álitið miðsavnar seg um skapandi og útinnandi list. Tí er tað ógvuliga spell, at tingfólk vevja spurningar um ment- an upp í ein peruvelling, og blanda tingini saman. Tingið spegilsmynd Spurdur um tað eru tekin um, at tingfólk ikki geva sær far um, hvat skapandi list er og ikki, svarar Eyðun Johannesen. –Eitt løgting er ein spegilsmynd av samfelag- num. Sokallaða rindalism- an stakk nevið fram fleiri ferðir undir orðaskiftinum við spurningum um, hvat er mentan og fínmentan. At tingfólk ikki hava lisið mentunarálitið er ógvuliga ósakligt. Og um tað er við vilja, at tingfólk velja at brúka tíðina uppá annað enn tað, sum stendur í áliti- num, ella um tað er tí, tey ikki hava sett seg inn í evn- ið, veit eg ikki, men tað er í øllum við til at skapa spjað- ing og tað gruggar málið. –Vit kundu ynskt, at ting- fólk vóru meiri opin yvir fyri list og tí, sum rørir seg innan list og mentan. Listin vendir sær til nútímans- samfelagið, har tað snýr seg um hava eitt vakið sinni og at umstilla seg skjótt til broytingar í tíðini vit liva í. Í einum slíkum samfelag verður dentur lagdur á før- leika mótvegis fyrr, tá ið áherðsla varð løgd á ar- beiðsmegi. Førleiki krevur skapandi fólk á øllum økj- um. Listin appelerar til hugflog og tær kreativu síðurnar og eru tí eitt neyð- ugt amboð í nútímanssam- felagnum. Uttan list steðgar samfelagið upp. –Verður tosað um ment- an, verður sipað til tað góða og gamla. Sjálvandi skulu vit varðveita ta gomlu mentanina, men ikki varð- veita bara fyri at varðveita. Tað er ikki rætt at siga, at nýggj mentan og list bara er provokerandi og vendur alt á høvdið. Tann skapandi listin setur fokus á tað, sum hendir í samfelagnum og speglar tað soleiðis, at vit kunnu síggja tað minni vanabundið. Hon ger, at vit kunnu taka støðu til tær broytingar, sum henda, og virkar við til, at tær ikki bara fara fram og so koma vit hálsandi aftaná. Ógrundaður ótti Formaðurin í mentunar- nevndini í løgtinginum hevur síðani mentunarálitið varð almannakunngjørt fleiri ferðir sett spurnartek- in við, hvat mentan og list eru, og hvør mentan skal fáa pengar og ikki. –Hann tosaði bara aftur og fram, og tað var týðiligt, at hann ikki hevur sett seg inn í tað, sum tað veruliga snýr seg um. Eg eri spentur at vita, hvat hann heldur og meinar um mentan og list, tá ið hann hevur lisið álitið. Undir aðalorðaskiftinum vórðu spurningar reistir, um áhugaleiklistin verður við sviðusoð, um yrkisleik- listin fær teir karmar, lagt verður upp til í mentunar- álitinum. –Óttin er ógrundaður, men tað bilar ikki, um hann kemur fram. Áhugaleiklist- in og yrkisleiklistin hava brúk fyri hvør aðrari, tí tær stuðla upp undir hvørja aðra. Krøvini til áhugaleik- in eru størri enn fyri 20 ár- um síðani, ikki bara tí at vit hava yrkisleik, men orsak- að av filmsmentanini og sjónvarpinum. Tað krevur, at áhugaleikurin fylgir við og setur krøv til áhugaleik- in. Áhugaleikur skal vera góður, um fólk skulu tíma at hyggja. Ikki gloymast Aðalorðaskiftið um mentan er farið aftur um bak, og spurningurin er so, hvussu stóra rúmd mentunarálitið fær í valstríðnum og hvussu stóran dent komandi lands- stýrið og løgting fara at leggja í álitið. –Vónandi verður tað ikki gloymt, men verður tikið í álvara. Eingin forðing eigur at vera fyri, at álitið verður tikið fram eftir valið. Har liggur ein uppgáva hjá listafólkum at síggja til, at tað ikki verður gloymt. Tað liggur ikki til listafólk at ar- beiða mentunarpolitiskt, men vit mugu og eiga í ein dialog við politikarar, so- leiðis at løgting tekur málið uppaftur. Dialogurin eigur at skilja ímillum almenna mentan og skapandi list, sigur Eyðun Johannesen, sum leggur afturat. –Ein hugburðsbroyting er farin fram innan tinggátt, bara tað at evnið verður viðgjørt og ikki blankt av- víst, men tann gamli hug- burðurin livir enn, har spurningar verða settir við, um tað er rætt at krevja pengar fyri listarlig avrik. Eg havi vónir um, at tað verður lættari at sannføra eitt komandi løgting um týdningin av, at listin fær betri virkiskor, sigur Eyðun Johannesen at enda í við- tali. Bert fá tingfólk høvdu ómakað sær at lesa mentunarálitið, Mentan og menning, og nøkur, sum høvdu lisið tað, valdu at brúka orkuna og tíðina uppá tað, sum ikki stendur í mentunarálitinum MENTANARÁLITIÐ Turið Kjølbro Høvdu vit væntað eitt sak- ligt og gevandi aðalorða- skifti um mest saknaða álit- ið seinastu árini, fóru vit skeiv. Bert fá tingfólk høvdu ómakað sær at lesa mentunarálitið, og nøkur, sum høvdu lisið tað, valdu at brúka orkuna og tíðina uppá tað, sum ikki stendur í álitinum. Uttan mun til, um henda vikan er endabrestur- in á eini tingsetu ella ikki, um tingfólk eru ovbyrjað ella ikki, er tað átaluvert, at tingfólk og framsøgufólk fyri flokkarnar ikki geva sær tíð at seta seg inn í mál- ið. Ikki lesa álitið, sum er bæði lætt, skjótt og spenn- andi at lesa. Av tí sama var eingin broddur í orðaskifti- num, og hvaðani skal hann koma, kann man spyrja, tá ið tingsalurin var hálvtóm- ur og flokkar í løtum als eingi umboð høvdu. Uttan- umtos sum so ofta, og tú hoyrir hesar slitnu frasurnar aftur og aftur, sum leita aftur í farnar tíðir. Heldur enn at viðgera tað, sum stendur í álitinum, velja tingfólk at vísa til ymiskt annað, og ikki so sjáldan komu spurningar til lands- stýrismannin við menta- málum, sum bóru boð um, at tingfólk ikki høvdu lisið álitið. Pínligt, og týðilig tekin um, at hugburðurin hjá flestum tingfólki um, hvørjar umstøður okkara listafólk eiga at hava, ikki er fluttur eitt vet seinastu árini. Og tað er mikið spell, nú vit fyri fyrstu ferð nakrantíð hava eitt grundar- lag at tosa út frá. Eitt sera ítøkiligt álit við tilmælum og kostnaðarmetingum, sum eru varlig og avgjørt rímilig. Hví tingfólk í størri mun velja at síggja forðingar heldur enn møguleikar, kemst ivaleyst av, at vit tosa um list og mentan. Snúði orðaskiftið seg um vinnu, asfalt ella betong, høvdu ivaleyst fleiri ómakað sær at sett seg inn í málið. Og tú kanst ikki lata vera við at spyrja, hví summi høvdu lisið álitið og summi ikki. Áhugi og vantandi áhugi fyri evninum, er uttan iva svarið. Framsøgufólkini fyri Tjóðveldisflokkin og Javn- aðarflokkin, Signar á Brún- ni og Katrin Dahl Jakobsen, umframt onnur umboð fyri hesar flokkar, eru millum tey fáu, sum hava sett seg inn í málið og sum síggja tann stóra týdningin í, at listafólk hava góð virkis- kor. At pengar til list ikki eru ein útreiðsla, men ein íløga fyri samfelagið. At pengarnir geva seg fleiri ferðir aftur. Bæði vístu tey á dygdir og møguleikar í álitinum, men vóru kortini samd um, at álitið kemur dekan ov seint í hesum val- skeiðnum. Og tað er spurn- ingurin, vit kunnu seta eftir eitt slíkt orðaskifti. Varð tað betur farið, um tað bíðaði til eftir valið. Samd kunnu øll verða um, at tað átti at verðið komið fyrr. Varð tað komið fyrr, høvdu vit kan- ska fingið eitt betri orða- skifti og so høvdu tingfólk ikki borið seg undan við slíkum undanførslum, vit hoyrdu aftur og aftur undir orðaskiftinum. Hinvegin kunnu vit spyrja, um vit hava nakra trygd fyri tí, tá ið hugburðurin hjá flestu tingfólkum til list og kor hjá listafólkum framvegis hoyrir eini farnari tíð til. Deytt orðaskifti um list Skund at veita útinnandi listini betri virkiskor –Listafólk mugu síggja til, at mentunarálitið ikki verður gloymt, men verður tikið fram aftur eftir valið, sigur Eyðun Johannesen, leikstjóri Náttúrukreftirnar geva tær eina kenslu av, hvussu lítil tú ert, og hvussu stórur skaparin er. GRÆKARISMESSA Vilmund Jacobsen Jákup Hansen á Glyvrum, sum helt grækarismessu- røðuna í Saltangará, 12. mars, legði fyri við at endurgeva eina týðing eftir Tummas N. Djurhuus: Hann helt, at tað man vera fáur føroyingur, sum ikki slotar eftir at hoyra tjøldrini láta, tá ið grækarismessa er komin. –Vit vilja so fegin hava vár- ið at koma. Veturin virkar altíð so langur, men longu nú kunnu vit gleðast um, at dagurin er longdur, og ljós- ari tíð liggur fyri framman. Jákup segði, at tað undrar okkum mangan, hvussu tað ber til, at fuglurin kemur aftur ár eftir ár, men her hevur hann valt sítt heim; tað er her, hann vil ala komandi ættarliðið upp. Fuglurin er góður við okk- ara land, følir seg heima her og er við til at ríka okkara vøkru náttúru. –Eg dugi illa at ímynda mær eitt summar við ong- um fuglasangi. Vit, sum bú- leikast her við fjørðin, kunnu gleðast yvir eitt sera ríkt og fjølbroytt fuglalív, sum er við til at ríka okkara gerandisdag. Jákup minti á, at tjaldrið kemur á grækarismessu og á krossmessu, siga vit, at tjaldrið hevur fult reiður, 3 egg. –So, tíðin har ímillum fer til at finna sær ein maka og pláss til at byggja sær reið- ur. Sum oftast er tað á vølli við nøkrum smásteinum í. Men veðurlagið hjá okkum er skiftandi, og tí kann nógv knoss vera av at halda kavan burtur, tá ið verping- in er byrjað. Ikki kann far- ast undir at verma beinan- vegin, tí ungarnir skulu koma í senn. So, her mugu aðrir hættir til. Jákup segði seg hava sæð við egnum eygum tjaldur staðið og flaksað uppi yvir reiðrinum fyri at halda kav- anum burtur, tí eitt egg var eftir at verpa. –Sum oftast upprennur tann dagur, at tríggir fittir ungar koma. Síðan fer tjaldrið at uppdraga og syrgja fyri, at matur er til ungarnar hvønn dag, til allir ungarnir eru floygdir; tá eru vit komin út á sum- marið. Út um garðarnar Í huganum fór Jákup síðan ein túr út um garðarnar ein góðan summardag. –Komin stutt niðan frá, renna vit okkum í fyrsta tjaldrið, sum letur sítt “klipp, klipp” fyri at siga, at her heldur tað til og vil ikki verða órógvað. Síðan ganga vit eitt sindur longur og seta okkum á ein stein at rinda møðina. Vit hava bert sitið eina løtu, tá ið spógvin við sínum vakra sangi fer á flog. Hann heldur kanska, at vit eru heldur nøsk. Tá ið vit so reisast aftur, leypur ein hara og heldur í brekku- na. Seyðurin, sum liggur á bóli, hvøkkur við, men sær, at eingin vandi er á ferð, leggur seg aftur at jótra. Nú fara vit yvir at eini á, standa og slota eina løtu. Áir hevur sítt at siga – vakurt áartutl. Vit spyrja okkum sjálvi, hvaðani áin kemur, og hvaðani hon fer. Soleiðis kunnu vit standa og gleðast og føla, at hetta er balsam fyri sálina. Jákup heldur nú aftur í brekkuna, hoyrir mýrusníp- una, tjaldrið, spógvan sam- an við smáfuglunum syngja so vakurt. Men alt angar ikki av friði; eitt tjaldur er farið at jagstra eina kráku, sum helst hevur verið ov nær reiðrinum. Ein likka, sum sveimar eitt sindur ov- ari, heldur eyguni eftir, hvussu leikur fer - og nú flýgur ein villdunna av reiðrinum, 4 egg. –Soleiðis kunnu vit halda fram. Nógvir av okkara fuglum liva so spjatt um allan hagan. Tó eru nakrar sokallaðar “koloniir”, t.d. likkan og ternan, sum oftast halda til í flokki, meðan másin, skatan og annar heiðafuglur eru meira spjødd. Jákup helt, at her man vera gott at vera hjá fugli- num, tí grágásin er farin at støðast og veksa í tali, og eisini er meira av villdunnu at síggja. –Tá ið vit so eru komin niðan á og standa og hyggja útyvir fjørðin, kunnu vit ikki annað enn gleðast yvir okkara stórslignu náttúru og takka Skaparanum fyri landið, hann hevur givið okkum. Røðarin vísti á, at allir dagar eru ikki sum hesin, sum hann hevði greitt frá. –Eisini kunnu vit renna okkum í ein illveðursdag, men hann kann eisini vera sera vakur og stórsligin. Tú kanst vera á fjøllunum og lurta eftir fjalladuni ella ganga fram at einum fossi og lurta eftir fossaduni. Tú kanst eisini fara oman móti sjónum at hyggja at brimi- num og hoyra brimdunið. Hetta er nakað, tú ikki kanst seta orð á, men bara uppliva. Jákup Hansen segði, at tá ið náttúrukreftirnar gera um seg, tá fært tú eina ken- slu av, hvussu lítil tú ert, og hvussu stórur Skaparin er. Eftir grækarismessuhald- ið í Saltangará, har ungfólk ríkaðu løtuna við hornatón- leiki saman við sangi frá teimum, sum komin vóru at lýða á, bjóðaði Runavíkar býráð til ábit í býráðshús- unum. Grækarismessuhald í Saltangará: Tjaldur flaksaði yvir reiðrinum og helt kavan burtur Nú strýkur vár um heimlands vøll: Við lýkkutámi millum fjøll; Nú fánar fonn, og grasið grør, nú vaknar aftur heimlandsjørð. Hoyr vestanlot og veingjasús og vakurt flytifuglabrús, nú tjaldur, lógv við lát og gleim úr suðurlondum venda heim. Røðan hjá Jákupi Hansen á grækarismessuhaldinum í Saltangará var vøkur og merkt av, at maðurin hevur stóran als til náttúruna. Líkindini vóru einki serlig, og hevði tú ikki latið teg í eftir veðrinum, var gott at sleppa inn í hitan í býráðshúsunum, har býráðið bjóðaði til ábit. C M Y K 9 8