týsdagur 21. august 1928síða 2
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
A —
Samarbejde, som kommer til at
resulterer í Fremskridt paa Fær-
(Fortsættes).
Skúlaviðurskifti.
I.
hundrad år hava
Í mong
Førovingar livað sítt egið liv á
hesum útskerum, gjøgnum øld-
ir burturstongdir frá úlheim-
inum, burturgloymdir, livandi
meiri í forntíðini enn í nútíð
og framtíð. Tær stóru vekjandi
rørslur, ið gingið hava um flest
oll lond í Europa hava flest allar
her á landi mest sum sýnt seg
í hamsjón, tær hava verið ov
langt burtur, tann hugsunnar-
háttur, ið hevur ligið undir
teimum, hevur tókst fólkinum
fremmandur, og tí óviðkomandi,
lívið hevur eins og staðið í stað,
og fólkið hevur so leitað til
forntidina og í henni funnið
teir andaliga gripir, id hava
givið lívinum virði.
Men eisini í Foroyum kom
tann stund, tá órógvandi rorsl-
ur úr útheiminum brutu inn yvir
landið; nýggir siðir, nýggjur hugs-
unnarháttur kveiktur av nyggjum
vinnukorum. Forovar vóru ikki
longur eitt land har nógmikið
var at takast við fyri hvonn
landið
fór at kennast ov lítið, fólkið
tann, ið vildi arbeiða,
ov nógv, og leitað málli verða
>
úteftir fyri at finna nýggjar
vinnurásir.
verið
Henda brovtan hevur
londum og einaferð
>
í ollum
mátti hon eisini koma her. Tað
var bert tað óvandaliga her í
Foroyum, at her kom hon so
knappliga og ógvisliga, alt tað
ísenn, ið aðrastaðni hevur vunnið
sær fram gjøgnum fleiri hundrað
ár. Ei undur i, um mangt her
mátti fara fyri skeyt og mangt
kom upp í ein hurluvasa, ið nú
er ringt at fáa aftur í gott
skil.
Fólkið var óbúgvið til hesa
knappligu og umfatandi broytan.
Tað brellaðist eftir ollum nýggj-
um, góðum ella ringum, hvussu
tað nú var, og søpladi burtur
gamlar ognir, ið nú kennst saknur
í, at ikki vóru tær væl varð-
veittar og íslaðin fyri at verða
burturkastaðar, = umbottar og
gjørdar til at hóska til ta
nýggju tíð.
Tí ikki er tað so, at alt gam-
alt er burturkastandi og ollum
nýggjum er eftirfarandi. Dygd-
argóður framburður hevur røtur
5
sínar í einari gróðradyggari
forntíð, men einum er at ansa
sær fyri: ikki at gloyma nútíð
og framtíð fyri tíðina, ið farin
er. Mannaættin hastar fram-
eftir, fyri hvorja old, ið fer, við
størri og størri tråan og fram-
fysni, og ikki man longur
bata at vilja standa uttanfyri og
lata lívið skola sær framvið.
Skúlaviðurskiftini i Foroyum
eru tíverri nógv ov talandi
dømi um, hvussu torfort tað er
sreiða flokjuna.
at royna at
3
,
Men flokjan má verða greidd.
Vit liva í eini tíð, tá lívsstríðið
harðnar í hvorjum. Allastaðni
ég ov nógv fólk, allastaðni bjóða
nóvg fleiri seg fram til arbeiðis,
enn tørvur er á. Ringt er at
sleppa at livas verri at
sleppa at liva undir toluligum
korum. Og verður tað so, sum
verða má: tað er ikki nóg
mikið at hava arbeiðishug, men
bert tann dugandi, tann ið um-
framt arbeidishug og virklevni
hevur vilun og góðan kunnleika,
kann vænta sær at vinna fram
í verðini, um hann ikki er so
staddur, at peningur, ið for-
fedrar hansara hava vunnið,
hjálpir honum tl vinnukor,
ið hann annars ikki hevur
gávur lil at røkja so væl sum
onkur annar, ið ongan arvaðan
pening ella múgvandi slekt
hevur at bera seg fram.
Tað vilja altíð vera stak-
menni, ið hava so frammihjá
góðar virkisgávur, at tey kunnu
vinna sær fram til virki, har
kunnu
evnir teirra til fullnar
koma til gagns. Men tað verða
altíð få. Og ikki er tað longur
so, at tað í einum landi bert
ræður um, at teir ið styra, hava
so miklan kunnleika, at teir við
skili kunnu leggja rásirnar, ið
fylgdar skulu verða; uttan so
er, at fólkið sum heild hevur
nóg miklan almennan kunnleika,
verður tað ómoguligt at halda
vinnulívinum so væl á fótum, at
livandi verður í landinum.
Tí einki land kann soleiðis
sum nú er vorðið rokna bert
við sjálvum sær. Eingin vinnu-
grein, so einfald hon enn
kann vera, — sleppir undan kapp-
Vit Foroy-
kenna tað eina mest í
ring aðrastaðni frá.
ingar
fiskiskapi okkara.
Allastaðni í útheiminum ar-
heiða ídnir og dugandi menn við
miklum kunnleika uppá at
leggja vinnulivid í tær best
DM
hóskandi rásir, og í ollum ment-
hava tey fyri
aðum londum
langtsíðani skilt, at tað ið um-
ræður fyri at skapa framburð í
landinum, er at búgva ta ungu
slektina við meiri og meiri kunn-
leika.
Her verða tað skúlarnir ið
skulu leggja stoðið. Samfelagið
noyðist at skipa soleiðis fyri,
at hvort mannkyn í landinum
frá barnaárunum fær loyvi al
vinna sær kunnleika, hvor eftir
sínum gávum og ikki eftir
ráðum. Og í ollum mentaðum
londum skipar samfelagið so-
leiðis fyri skúlum sínum, al
teir verða gjørdir betri og betri
og at tað verður gjørt teimum,
ið hava góð lærieyni lætt at fúa
tann kunnleika, ið teimum
stendst hugur á.
Her má verða byrjað við
barnaskúlanum. Hann ergrund-
in undir ollum, har verður
framtíðin skapað, har fær hin
unga slektin kjølfestu til lívs-
ferð sína, antin hon nú verður
á deyðavatni ella á streyma-
sjógvi millum boðar og sker.
Og eins og tað kreyst meiri
kunnleiki og dugnaskapur til at
stýra har, sum nógv skip tyrp-
ast í tronga, so má so hvort
sum mannamúgvan økist og
kappingin = landanna millum
í ollum lutum veksur í stórum,
verða ansað væl eftir, at tann
uppvaksandi slektin verður út-
búgvað á besta hátt til lívsins
kappastríð,
Tað er væl eingin í Foroyum
sum er sloppin undan at kenna
svidan av leim ringu vinnu-
viðurskiflum, sum vil nú hava
ligið undir síðan veraldarbar-
dagin kom at enda. Sjálvandi
eru orsakir har uppi í, sum
eingin hevur kunnað rátt yvir,
men blindur er tann, id ikki
sær, at ein høvudsorsøkin til, al
her hjá okkum so heilt avlag-
aðist alt
vit sakna kunnugleika og tað
vinnulfv, er tann, at
framfýsni, ið holl og mentað
vilan skal lítið
kynstri til at hava vinning í slík-
gevur. rað
um líðum, sum teimum, ið vóru
í leim seinastu árum, herstríðið
var, men tå alt ber ímóti, tá ein
í virki sínum um allan heimin
hevur menn ið kappast við ein
biligari
um at gera betri og
arbeiði, tá mugu dugandi og
kunnugir menn til fyri at føra
verkið fram til gott úrslit.
Og tað eru slíkum tíðum vit
koma at koma at rokna við
her eftir. Ti ræður lað um, at
eisini vit royna at búgva okk-
um til kappingar, og at vit fyrst
og fremst royna at búgva ta
uppvaksandi slekt við góðum
kunnleika, so hon kann koma
at standa væl í kappastríðinum
við onnur fólk. Tað id tå
mestur torvur er á, er kunnug-
leiki. Og skal hann fåast so
víða sum gjorligt er, tá mugu
skúlaviðurskiftini vera góð og
væl fyriskipað.
Richard Long.
Føroyatigindi'.
Sprakin er hann, so mikið er
vist, blaðstýrarin á lí biksvarta
afturhaldsblaðnum >Forovatíð-
munur er á, hvat
blaðið
javnaðarrorsluna (I
indi«. Ti
tydning ið hevði fyri
Foroyum,
táið »akademikarin« var frá-
staddur og nú, hann er aftur-
komin. Ievdi Herluf Thomsen
framvegis kunna bræska í lí
lagi, hann nu er í, nøkur ár
aftrat, so vil »Føroyatidindi«
hava gjørt almikið gagn í Suðr-
oynni, tí tá vera allir Suður-
oyingar fylktir um sigursmerki
javnaðarmanna.
Tað vísir seg allíð, at meiri
ið afturhaldsblød royna at leypa
ósemju ímillum hitt fátæka
folkið, tess meiri fylkist lað í
semju, og búgvir seg tilat rudda
burtur alt tað, ið spjuða kann
arbeiðarafjøldina.
Blaðstýrarin á »Føroyatidindi«
heldur nógv um báðar javnaðar-
menningar, ið komnir eru inn á
ting. Mjåkliga kínur hann
Dam, ti hann ikki hevði væl-
brævid við tann fyrsta dagin,
og nú tekst hann við klandurs-
málið, ið nevnist: »Flagsagen«,
Her vil hann eins og lagsbr6dur
hansara, — amtmadurin, geva
javnaðarmonnum, serstakliga
mær, skyld fyri, at flaggmálið
er vorðið eitt mál, ið tingid
kom at taka sær av. Tó skal
blaðstýrarin — harra — Thomsen
ikki vera ov harmur um, al
málið varð beint í nevnd, tí tað
kann aldri koma at tarna ting-
arbeidimum, um ein 3-manna
neynd fær hetta málið til gransk-
ingar, so tingid einaferð fyri
allar, við góðum grundum kann
mótmæla slíkum lógtreytum, ið
bert hava til endamáls í ti
stóra, eins og >Forovatlíðindia í
tí smáa, at:æla ósemju millum
menniskjur.
Eisini kann eg lata bladstyrar-
in á »Føroyatidindi« vita, al
lagsbróður hansara amtmaður
Olrik enn ikki hevur kunna
víst á, at henda lógtreytin um
flaggmålid er galdandi í For-
oyum, — kanska at hann í hesum,
sum í ødrum málum, stydjar
seg lil »Forudsætninger«
men so leingi einki meira er
komið frá lagsbróðuri blaðstýr-
arn — »Føroyatidandi«s, harra
Olrikki, ið dróg okkum javn-
aðarmen inn í flaggkeglið, ið
kann prógva, at teir hava rætt,
juridiskan rætt, til at skapa
ósemju millum fólk, ja, so
skulu gudarnir vita hvonn rætt,
ið hitt foroyska politiid hevði
til al
styrissins um, at leir ikki høvdu
»upplysa« nevnd byar-
loyvi at flagga vid norskum
flaggi.
Til blaðstýrarin á »Føroya-
og siga, at ikki
tíðindi< skal
skal hann gremja seg um tað
ið eg havi sagt í flaggsakini á
tingi. Tíðin vil vísa, at vit í
(í málinum, eins og í ollum
oðrum málum, eru javnaðar-
menn, ið ikki kunnu nýtast til
kastikleppar. Hevdi amtmaðurin
ikki drigið okkum inn í keglið,
so stóðu vit uttanfyri; men væl
kann henda, at »best man vera
sum era
M. S. Viðstein.
A. C. Evensens
Stavingarbók.
Nú um dagarnar kom ein
ungur lærari, ið eg havi haft
sum næming í Foroyskum í
Læraraskúlanum, til mín og helt
fyri við meg, at eg í A. GC. Even-
sens Stavingarbók, sum eg av
nýggjum havi búgvið til prent-
ingar, ikki havi fylgt somu
í
reglum fyri sundurskiljan av orð-
um, sum eg læri næmingarnar
í læraraskúlanum.
tætt er tað — tå lítið er lad,
ið avbroytir — og orsøkin er
tann, at so leingi eg ikki veil,
hvussu mangir, ið halda við mær
oghvorjarsundurskiljingarreglur,
ið endaliga ásettur verða, havi eg
ikki viljað broytt ta sundurskiljan,
ið A. C. Evensen nýtti í lesi-
hókum sínum, id eru so væl úr
hondum greiddar, at tað er at
undrast á, at hetta verk hevur
heppnast so væl, so stutt á leið
sum foroyskt skriftmål tå var
komið.
Á. C.
reglur, at sundur skal
skilt millum rót (ordaslovn) og
ending, t d. bátur, úlv-ur,
kon-a, tunn-a, fisk-in, blýggj-ið
o. fr. Men hann letur sagn-
orðini í tåtid broyta av og skilir
t. d.: spæld-i, vild-i o. s. fr.
Tann, ið vil læra onnur
føroyskt mál, sleppir óivað ikki
undan mállæruni, og tá ið ein
so bendir orðini og setir dømini
greidliga upp fyri næmingunum,
so verður tað av sær sjålvum,
at ein yvirhøvur altíð fer at taka
rót (orðastovn) fyri seg og end-
ing fyri seg.
Og eg havi tí altíð í Læraraskúl-
anum skilt sundur vil-di, skul-di
0. s. fr., lí -di er jú tålfdarend-
ingin (eins og -ti, -Oi og -aði)
og hetta er óivað tann greidlig-
hevur tær
verða
Evensen
asta sundurskiljan, tí so er bert
ein reglan: orðastovnur fyri seg
og ending fyri seg.
Eg helt tað ikki vera neyð-
ugt í hesi åtgåvu av Stavingar-
bókini at broyta sundurskilj-
ingina, tí flest oll born fara ikki
at læra at:stavseta málið skrift-
liga, fyrrenn tey hava lært at
slava og so kann jú lærarin
altíð, tú tad verður, læra tey at
býta orðini sundur á lagalig-
asta hátt. Tað eru væl held-
ur ikki líggju sagnorð í alt við
di í tálíð í Stavingarbókini.
Kitt annað er, um born ikki
eiga at: skriva orð av so skjótt
ley fara at lesa, men lað krevur
stavingarbøkur sum prentaðar
eru við skriviskrift, og tað bar
ikki til hesa ferð.
Meðan eg hefti meg við sund-
urskiljing er tað eitt annað, ið eg
gjarna vil nevna: orð sum enda
við -liga verða aloftast skeivt
sundurbýtt: td. harðl-iga fyri
harð-liga, ti endingin er -liga
og eigur at verða skrivað fyri
seg sjálva.
Vónandi fúa vil skjótt åseltar
fastar reglur fyri hvorjar sund-
urskiljingarreglur børnini skulu
læra í skúlanum, og hugsi seg
at ikki finnst snøggari regla
enn henda: orðastovnur fyri seg
og ending fyri seg.
Richard Long.
íslandsliskeriet.
(Teleyram til „Feroya Social-Demckrat').
Reykjavík, 16.—-8. —1928.
Den samlede Sildefangst indtil
11. August: Vestfjordene 1300
Tøndersaltet, 109500 Hektoliter til
Fabrikation, Siglufjord og Øfjord
10,700 saltet og 10,000 krydret,
Siglufjord 82,000 til Fabrikation,
Øtjord 93,000, Østfjordene 3000
saltet, ialt; 15,000 saltet, 10,000
krydret og 281,500 til Fabrika-
tion.
Fontenay.
| |
Ur Føroyum.
| |
Tórshavn.
„Merkantil Konsu-
lent“.
Løgtingsins figgjarnevnd sigur
frå, at ætlanin er at fåa i lag,
at útneyndur verður maður,
sum handilskonur umboðsmað-
ur (»merkantil Konsulent«) fyri
Føroyar — fyri tað fyrsta í tvey
år.
Greiniligari = hesum umboði
viðvíkjandi fæst við at venda
sær til figgjarnevndina innan
10. september í ár.
Landstingsmand
Effersøe,
der i den danske Rigsdag har
staaet indenfor Venstre, er af
dette valgt til anden Sted-
fortræder for Venstres 8 Ting-
valgte Medlemmer af Lands-
tinget.
„Knerrur“ aftur-
komin.
Sunnudagin kom »Knørrur«
heim av gronlandsferð, við 51,000
tøskum.
Jarðahvalurin.
Hlin standandi spurningurin
um jarðahvalin, var havdur til
umrødu á Løgtingi seinasta
fríggjadug.
Tað eru líkindi til, at tað í
ár, kemur skil á óskilið við
jarðahvalinum.
Orðaskiftið í hesum máli
kemur í næsta blað,
5: