Sosialurinarkiv
Sosialurin 1928-09-18, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. september 1928síða 4

‹ fyrra síða allar 4 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

FENG ÚR 0 Sn søkin má takast sum hin fyrsta fullfíggjaða roynd og tiltak inn á eina nyggja leið, sum fiski- menn seta stórar vónir til. Her er tó skipa fyri at royndin skal standa tryggjað hjá einstaklingi, stati og løgtingi og harvið taka allar góðar kreftir við. Hin veiðandi, sum eigararnir av forum skulu vera medvitandi, medansvarsberandi í hvussu gongdin er í stórum og smáum. Hetta hevur sín ómetaliga tydn- ing fyri útloysanina av ollum ágrýtni. Og tað treingir til her á landi, hvar stillstandur og deyðamerki tykist at vera hin versti vansi og bogi. Henda søk er ein fiskimanna sek. Ion liggur í løgtingsins hondum og hevur tað tá and- svarið. Jarðamóðurin í Lorvík. 2. viðgerð). J. H. Poulsen greiddi frå um- sóknini frá Lorvíkskingum um at fáa jarðamóður. Helt hann og nevndin ikki vera torvur á til tess. Neyndar uppskotið var tí at svara Lorvíkskingum at málið varð niðurlagt fyri í ár. Nevndin hevur hildið seg kunna forsvara, at sela fram hetta uppskot, tí vit halda ikki, at tað kann verða Lorvíkar bygd il nakran skaða, um teir bíða fyri fyrst. M. S. Viðstein: Vit javnaðar- menn hava eins og hinir ting- limirnir gjørt okkum kunnugar við uppskotið frá neyndini. Vit hava ikki hildið okkum kunna forsvara, at skjóta hetta mál út, sum ávíst, til næsta árs. Tað er nógv, ið talar fyri, at jarða- móður verður ásett í Leirvík. Bygdin er stór, og ikki sleppst altíð so væl út við bát, um tað treingir, og Leirvíksfjall er ikki altid so tespuligt um at fara. Vit hava ti loyvt okkum at framseta broytingaruppskot um at ganga Leirvikar kommunu til mølis, og skipa soleidis fyri, at jarðamóður verður ásett í Leirvík. Vit hava eisini tað treysti til hetta mål, at tað ikki á nakran hátt vil verða til skaða fyri landið. Effersøe fanst at, at uppskot- ið ikki var á donskum, og vildi hava tingið at avgera mark fyri málnýtsluni. Ein mátti hava eina avgerð og so halda seg til hana. Míinisteriið skilti ikki Føroyskt — tað kundi ein ið hvussu var rokna við. J. H. Poulsen umbar seg við, at teir hovdu ikki ætlað sakini til ministeriið. Hann skuldi ann- ars siga, at hann hevði tíkið ta stóðu, at hann vildi skriva alt á Donskum, ið fór niður. Viðstéin: Vit javnaðarmenn halda okkum til formannsins frásogn, at hann vildi týða um neyðugt var. Tí skrivaðu vit, sum fall okkum best. Debess var sinnaður fyri broytingaruppskotinum. A. Samuelsen gleddist yvir, al menn høvdu so vorðnan ans fyri valdomi sínum. Men helt hann kortini vid neyndaruppskotinum. M. Samuelsen segði seg altíð at taka »forbehold« til undir- skrift, tå målid var Føroyskt, og var ikki fyri broylingarupp- skotinum, ti hann helt, eins og ficiri, ið talað høvdu, at sam- bandið við hinar bygdirnar kom at verða so gott, at eingin torvur fór at vera hjá Leirvíks- kingum til eina særliga jarða- móður. Bæði Fuglafjorður og Gøtu høvdu jarðamóður. Ut av hesi søk spanst ein langur ordadråltur um málið, um hvussu jarðamóðurin var til beins, um hvor vítt ein kundi lala um mannalív í vága í hes- um sambandi o. s. fr. Eitt talandi dømi um ment- unnarstigið hjá okkara nútíðar parlamentarikarum! Táið málið ein dag seinri kom til avgerðar fall broyting- aruppskotið. Nevndaruppskotið fall eisini. Tað vóru ov fáir fyri ti. „Expropriatión“ av jerð til veg í Vági. J. H. Poulsen greiddi frå mål- inum og neyndarálitinum. Málið var komið inn á ting vegna ósemju ímillum sóknarstyrið í Vági og keypmann Weihe. Or- søkin var, at keypmaður harri Jaspur Hjelm vildi hava ein veg til sína lendis- og lossubrúgv, men henda jorð, ið nýtast skuldi til veg, var ogn hjá áðurneynda keypmanni Weihe. Weihe var ikki sintur til at lata hesa jorð av hondum, hvorki til sóknar- stýrið ella til Jaspur á Loðhamri. Sóknarstýrið hevði so latið hesa jørð »expropriernd«, so at alt kundi ganga Jaspuri á Lød- hamri eftir vild. Men partarnir hava tó ikki komið ásamt um hetta, ið gjørt er, og hevur so verið heitt á tingið um at av- gera spurningin. Skjøl fylgja við frá sóknarfútanum og syslu- manni. Nevndin hevur hildið, at henda søk betur er hóskandi til eina »forliks-mægling«, og hevur Jó tí selt uppskot um: 1) Tinget anmoder Amtman- den om at foretage en For- ligsmægling mellem Parterne i ovennævnte Sag. 2) Kan ikke Forlig opnaas, overdrager Tinget Sagen til Amtmandens Afgørelse, Mælti til, at tingid samtykti hetta uppskot. Tað fyriliggur eisini eitt broytingaruppskot frå javnaðarmonnum. M. S. Viðstein: Vit hava, sum tingmonnum kunnugt, framsett broytingaruppskot til nevndar- uppskotið. Atvoldin til, at vit framseta broytingaruppskot, er ikki tann, at vit hava verið á ástaðnum og kannað viðurskift- ini, soleiðis at vit kenna sakina betri til botns enn hin kommu- nala nevndin, ið hevur haft hesa sak í hondum. Okkara broyting- aruppskot styðjar seg til eina heilt aðra grund, ein grund, sum vit ikki hovdu hugsað okkum at kunna fyriliggja nú aftaná »syslemskiftid«, ið summir be- rópa seg uppá. Men tað hendir tó ferð eftir aðra, at vit fáa prógv fyri, at »systemskiftid« ikki er so ógvuligt. Tað fyrsta ein leggur merki til í hesum nevndarålitinum, ið nú fyriliggur, er, at tað er skrivað á donskum, hóast tað ikki ætlast, at henda sak skal út av Føroyum. Tað kann kanska haldast at vera nakað logið, at vit javnaðarmenn átala henda atburð, tí vit hava ikki verið hildnir at haft nakran framíhjá kærleika til Føroyskt og foroyskt mál. Vit eru greiðir yvir okkara stødu í so máta, og vilja lata hana standa fyri sítt virði. Vit hava hoyrt her í ting- inum, hvussu lað gongst í ti kommunalu nevndini, táið teir framsenda álit. Vit vita, at harri Mikkjal Samuelsen er vanur at skriva undir við »forbehold«, um álitið er skrivað á foroysk- um málið, tåid ætlanin er, at málið skal sendast til ríkis- stjórnina. Tað framgongur av tí, at Mikkjal Samuelsens >med Forbehold« bert er ætlað til export, forrestin ein væl so týdn- ingarleysur exportur, ið ikki gevur nakran vinning til nakran. Tað er tí heldur eingin grund hjá nevndini at taka so nógv »hensyn« til tað støðu, ið M. Samuelsen er vanur at taka, tí her hevði hann ikki sett sítt exportstempul á, tí henda sak skal jú ikki longur suðureftir enn til Vágs — ja, kanska til amtmannsins, men har vildi eitt foroyskt skrivað álit ikki komið nevndini í nakran vanda. (For- maðurin: Ég vil biðja talarin halda seg til sakina). Ja, eg hugsi at eg havi sagt, at tað ikki beinvegis var um sakina, eg vildi tala, men eg ætlaði at motivera okkara broytingarupp- skot, og táið formaðurin nú leggur = uppímillum, skal eg royna at gera skjótt av. Ég havi talað um álitið, og skal eg nú siga nøkur orð um uppskotið frá neyndini. Fyri nøkrum dogum síðani samtyktu vit her tingi, at tað hereftirdags ikki skuldi vera amtmaðurin, ið representeraði logtingið, men ein landsnevnd. Tað vil siga tað sama sum, al vit vóru samdir um at taka nakað av tí ræði, ið amtmað- urin hevur haft, og leggja tað beinleiðis undir logtingið, so tað varð ein fólkavald nevnd, lands- nevndin, ið skipaði fyri ting- starvinum millum tingseturnar og avgreiddu tingsins sakir. Um hesa skipanina vóru bæði sjálv- styrismenn og javnaðarmenn samdir. Tað fellur okkum ti nakað logið, at nevndin, har sjålvstyrismenn eru í meiraluti, nú ger hesa samtykt til einkis og vendir aftur til hitt gamla: at líta upp í hendurnar á amt- manninum. Nevndin skjytur til, at amtmaðurin verður biðin um at royna at fáa semju í lag, og nevndin mælir tinginum til at samtykkja, at amtmaðurin av- gerð hetta trætumål, um part- arnir ikki koma ásamt. Vit halda hetta ikki vera rætt. Og skal ein fara eftir lí, sum hent er hesar seinastu dagar her á tingi, og tå kanska serstakliga frá hasum horninum, so skal tað ikki undra okkum, um tað frá sama horni verður framsett ynski um at fúa ført til >forhandlings- protokollina«, „at Lagtinget be- klager, at man i sin Tid gik med til at sætte Amtmanden ud af Lagtinget«, tí man núfyrstani erkennir, hvussu nógv ið er mist í honum, og tað vísur seg nú, at hann er heilt óumveruligur. Kanska tað eisini samstundis verður >henstillað< til ríkisstýrið, at tað »ved kongelig Resolution« vil royna at fáa í Jag, at amt- madurin aftur gerst formadur løgtingsins, ja, vit kunnu vænta alt møguligt frá sama horni, at døma eftir tí, ið longu er hent. Men okkum dámar ikki henda atburðin, tí hava vit framsett broytingaruppskot fyri at av- verja, at logtingsmál verða send amtmanninum til — avgerðar. Okkara uppskot gongur út uppá, at logtingsformaðurin — verður biðin um at royna at fáa seming í lag, hann er jú ein juridiskur maður. Og um semja ikki fæst í lag, letur tingid landsnevndina avgerða málið. Kg rokni ikki við, at sambandsmenn vilja slemma við okkum, men eg vildi sæd, at sjålvstyrismenn greiddu atkvoðu við okkara broytingaruppskoti. J. H. Poulsen: Kg kann gott forstanda, at broytingaruppskotið frá javnaðarmonnum mátti mo- tiverast, túið henda áskoðanin lá í tí, ein protest móti okkara uppskoti. At tað er skrivað á foroyskum máli, er bert hugs- unnarloysi frá mínari síðu. Men haldi eg, at tað var líka beint, at forlíksmaðurin fekk tað til uppgávu. — Vit hava jú fingið eina sovorðna »institution«, Winther: Hetta er ein rein kommunal sak, og sum viður- skiflini enn eru, má tað vera beint, al amtmadurin avgerð henda spurning. M. Samuelsen: Eg plagið, táið skrivilsir skulu sendast til reger- ingina, og tey eru skrivað uppá foroyskt, at skriva undir við »forbehold«, nú hoyri eg, at tað kallast exportvara. Hetta er eitt sindur undarligt, tí tað er tó ikki enn blivid so galið, at tað er eitt »forbrydelse« at skriva danskt. Tað er ikki avgjørt, at formaðurin kemur at sila í landsnevndini og henda sak, um partarnir ikki einast, má tí koma til eina juridiska avgerð. Effersøe: Tað verður so nógv snakkað um danskt og foroyskt mál. Eg havi altíð hildið og haldi tað framdeilis vera natúr- ligt at brúka danskt mál í skrift, sum skikkur hevur verið her í Foroyum gjøgnum fleiri ár- hundraðir. Ég fyri mín part forbehaldi mær rætt til at brúka hvat mál eg vil. M. S. Viðstein: Eg haldi, at harra J. H. Poulsen fer nakað skeivur, táið hann kann hugsa sær hesa sak senda til forlíks- instituliónina, sum stovnað er eftir lóg um >Mægling í Arbejds- stridighederc. Henda fyriliggj- andi sak kann ikki koma undir tær treytir, tí, so vítt eg skilji, so er klandrið ímillum sóknar- slýrið og annað fólk suðuri í Vági, og ikki ímillum arbeið- arar og arbeiðsgevarar. At eg neyndi Mikkjal Samuelsen, táið eg bar saman við álit og upp- skot, haldi eg ikki, at Mikkjal Samuelsen nýtist at taka sær so nær. Tað var als ikki ætlað sum nokur ábreiðsla til hansara; tí hann hevði ikki her skrivað undir við »forbehold«. Til harra Effersøe skal eg bert siga, at tað er ónýtt av honum ferð eftir ferð at framhalda hansara og sambandsins áskoðan viðvíkj- andi málspurninginum. Hansara stødu kenna vit alt ov væl, og hava aldri væntað nakað annað frá tí síðuni. Men harfyri skal eg loyva mær at siga, at vit høvdu væntað nakað annað úr hinum horninum. — Málið fór so til avstemn- ingar. Broytingaruppskotið fyrst. Men ikki vóru meiri enn i0 stemmir fyri, so tað var fallið. Nevndaruppskotið varð síðani samtykt við 13 stemmum, Givið út av socialdemokratiskum feløgum, Blaðstýrari: M. S. Viðstein. Prentsmiðja id talan er um »mægling«, so | »Føroya Social-Demokrat«s, Tórshavn. 2 F Va | 3 | d : eri i Vor snedige Ven havde besøgt den | og desværre havde han ingen Para-|hvis han en Gang skulde blive saa | Siderne, og Hr en kune 7 støre Biludstilling, men blev pinlig | ply med. Han gik tilbage og købte et lykkelig, at han fik Raad til at købe | mest gr yde dan: 00 H overrasket, da han, efter endt Besøg | Automobilrat i løs Vægt, samt et | en Vogn. Tæppet lagde han ovenpaa de ønske se 9 fan ikke lignede a V sna, at Regnen skyllede ned. vandtæt Køretæppe, — Ting, der|Rattet, saa det gik ned paa dd Ht Paraplyor. Man , Sín fine, nye Hat vilde han ikke er kunde sg re vá | Á skal jo Immer sege noget nytt... rr Hm Ib have ødelagt... 4