hósdagur 14. mars 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 51 - 14. mars 2002
Nr. 51 - 14. mars 2002
13
The Restructuring of
the Faroese Economy,
Granskingardepilin
fyri økismenning.
Samfundslitteratur,
København 2002.
UMMÆLI
Rolf Guttesen
Ein snotilig bók er send
mær til ummælis, sum
fimm manns á Gransking-
ardeplinum
fyri
Økis-
menning í Klaksvík hava
skrivað. Teir eru B. Mort-
ensen, Ó. Høgnesen, G.
Hovgaard, D. Holm og R.
Apostle. Hon er útgivin á
danska forlagnum Sam-
fundslitteratur
í
Keyp-
mannahavn.
Bókin er skrivað á eing-
ilskum. Og tað kann væl
undra, eftir sum áhugin fyri
úrslitum og ráðum frá hes-
um unga stovni man vera
størstur í Føroyum. Men
teir skriva í innganginum,
at hon fer at koma á før-
oyskum seinni.
Tittulin er The Restruc-
turing of the Faroese Eco-
nomy ella umskipan av
føroyska
búskapinum,
hóast eingin teirra er
búskaparfrøðingur, og í tí
liggur, at teir leggja dent á
tað, sum hent er seinastu 10
árini. Tann umskipan ella
umstrukturering, sum er
farin fram aftaná kreppuna
fyrst í 90-unum. Har er
eisini ein undirtittul: ‘The
Significance of the inner
Periphery’, ella týdningurin
af innaru periferiini ella
útjaðaranum.
Hvat,
ið
henda sonevnda innara
periferi er, skal eg venda
aftur til seinni.
Uppbygging av bókini
Fýra kapitlar viðgera so-
nevnd ”case-studies” ella
eru kanningar av ítøkiligum
dømum, og tey eru í stutt-
um Tvøroyri-Vágur, Fugla-
fjørður, Klaksvík og so
alivinnan. Tey verða við tí
fyri eygað at finna tað, sum
er eins, og tað, sum líkist
frá í hesum dømum, hvat
viðvíkur fortreytum, útvikl-
ing, kreppuárin og so
hvussu bygdirnar komu sær
undan hesa kreppu aftur.
Eitt fyrsta og síðsta
kapittul skrivar um teori.
Tað ætlaði eg ikki at gera
nógv burturúr, tí tey fýra
konkretu kapitlini kunnu
saktans lesast uttan nakra
upplæring í post-fordismu.
Eitt
áhugavert
hugtak
verður viðgjørt teir kalla
coping strategies. Tað kann
kanska
umskrivast
til:
Hvussu gerast vit før fyri at
leggja eina leið, at vit
gerast før fyri at vinna á
trupulleikunum?
Dentur
verður lagdur á at leita eftir
hesum strategium í teim
viðgjørdu dømunum. Og
tað er skilagott. Men spurn-
ingurin er um hesar størru
bygdir hava havt nakra
strategi sum tær hava roynt
at realisera. Tað haldi eg
ikki man kann siga. Úrslitið
man mest vera eitt rættiliga
tilvildarligt úrslit av per-
sónum og tratitiónum.
Annars kann sigast, at
djúptgangandi kanningar
av ”exemplariskum” døm-
um kunnu geva eina góða
fatan av teim veruligu
strukturunum og mekanis-
munum,
sum
liggja
í
gongdini og broytingunum
har. Klaksvíkingarnir brúka
sjálvir hugtakið ”mechan-
ism” onkunstaðni, men tað
er ógreitt um teir byggja á
eitt ástøði sum nevnist
”cirtical realism”. Eingils-
maðurin Andrew Sayer,
sosiologur
í
Lancaster,
nevnir hetta slag av kann-
ingum ”intensive research”,
sum merkir, at kanningin
fer í dýpdina í fáum væl-
valdum dømum, fyri har at
finna tær virkandi mekan-
ismurnar,
sum
kunnu
forklára gongdina. Sostatt
forkastar hann tað ”eksten-
siva” slagið av kanningum,
(positivisma), sum brúka
tonsavís av tølum og stati-
stikki, sum ongantíð kann
geva meira enn nakrar
leysar ábendingar um tað,
sum veruliga liggur undir.
Metoda ella
framferðarháttur
Um
framferðarháttin,
metoduna, siga teir at teir
skilja millum
• 1: miðdepilin, sum er
Tórshavnarøkið,
• 2: innaru periferiina, sum
eru kommunur, sum hava
fleri enn 1000 íbúgvar,
tað eru Klaksvík, Runa-
vík-Nes,
Vestmanna,
Miðvág, Tvøroyri og
Vágur.
• Restin kallast so ytra
periferiin, og í hesum
bólki koma so bæði
Kirkjubøur og Mykines,
Sumba og Gøta, Sjóvar
og Svínoy. Eg haldi ikki,
at ein slík uppbýting er
haldgóð ella skilagóð.
Teir hyggja (næstan) blint
eftir kommunum og teirra
fólkatali. Her falla teir aftur
í gamla positivismu og
taxonomi. Teir hyggja ikki
eftir funktiónellum økjum.
Um bygdir, býir ella økir
heva góða havn, nógv ar-
beiðspláss,
handil
ella
tænastur. Teir leggja Nes og
Runavík saman, men ikki
Sandavág-Miðvág.
Og
Sjóvar kommuna hevði 1.
jan. 2000 longu 1003
íbúgvar.
Hví Kirkjubøur liggur í
ytru periferi, men Kaldbak
í miðdeplinum, tí henda
gamla kommuna einaferð
fór uppí Havnar kommunu,
fái eg onga meining í. So
her er okkurt teoretiskt teir
eiga at hugsa ígjøgnum enn
eina ferð.
Sjálvir skriva teir í við-
gerðini av stóru bygdunum
í Suðuroynni eitt brot, sum
kallast The problem of di-
stance (s. 68). Og júst hetta,
frástøðan ella ferðingatíðin
til Havnar og miðøkið,
hevur størri týdning enn tað
at kommunan hevur 999
ella 1011 íbúgvar.
Fýra konkret dømir
Lýsingarnar av teim fýra
konkretu dømunum eru
heilt upplýsandi. Onkuntíð
kemur væl av gamlari søgu
við, men aðrastaðni er í so
nógv av smáputli við, til
dømis tá sagt verður frá, at
bókhaldarin í einum firma
er ein 75 ára gomul kona,
sum lærdi at skriva teldu tá
hon var 60. Annars eru teir
beskrivandi partarnir til
tíðir skiftandi í presisión.
Onkuntíð fáa vit bæði bygd,
for- og eftirnavn, onkuntíð
fáa vit hvørki bygd ella
navn. Men sum heild er
hetta rættiliga forvitnisligur
lestur.
Kaos í staðanøvnum.
Hvar liggja Bird Cove
og Cross bay???
Tó noyðist eg at nevna
kapitlið um alivinnuna, har
fyrra helvt er klár, men
seinna er ikki lesandi vegna
tess, at eg ikki kenni tey har
nevndu staðarnøvnini aftur.
Á síðu 143 fara teir at tosa
um North Point og the main
town og Green Sound. Á
næstu síðu nevna teir
Westbay
Salmon,
sum
kanska er tað sama sum
West salmon? Á síðu 146-
149 gongur heilt av skrið-
uni. Vit koma til eksotisk
pláss, sum eita Pig Island,
Strand, Fiskaverking, og
the western central island.
Seinni (s. 147) siga teir frá,
at fiskur verður seldur til
Faeroese buyers in Gentle
bay and Midway. Er tað
Midway í Kyrrahavinum,
teir meina við? So fara teir
á somu síðu til felagið
South Salmon, sum millum
annað virkar í South Bay og
hevur keypt aliloyvi í
Midpoint, og teir hava
aliringar í Whale Harbour.
Okkurt gongur fyri seg í
Pirates Cove, og teir hava
samband við onkran í Bird
Cove. Okkurt hendir í
Cross Bay og Whale Cove.
Eg royndi at hyggja at
Føroyakortinum, men eg
var púra (lost(. Heldur ikki
telefonbókin ella vega-
skeltini kundu føra meg til
Contrary Bay ella Pig Bay.
Og gamla fiskikortið hjá
bretskum trolaraskiparum
”Close’s
Fischermen’s
Chart” hevur ikki brúkt
hesa
forbrongling
ella
staðanavnaimperialismu.
Á síðu 148 fara teir til
Norðoyggjarnar, giti eg.
Umtala eitt firma North
Salmon og okkurt liggur í
North
Bay
og
Whale
Sound, og longu nú eri eg
vilstur aftur. Men tokan
lættir eitt sindur í Harold’s
Sound, sum kanska er
Haraldssund. Eisini royni
eg at gita, at Sundafjørður
skal vera Sundalagið.
Tíverri er hetta tað reina
kaos. Tað líkist ongum at
skriva sovorðið volapykk.
Her átti Høgnesen, sum er
medhøvundur saman við
Apostle, at lisið rættlestur
meira enn einaferð.
Men í grundini hava før-
oyskir staðanavna-sjong-
lørar við Svenning Tausen á
odda sjálvir lagt kósina.
Teir hava í Heimsatlass-
inum, sum verður brúkt í
skúlunum, sjálvir víst leið-
ina, og brongla staðnøvn
víða hvar í verðini. Grøn-
høvdaoyggjar,
Hammer-
fjørður, Móritania, Høvda-
staður og Kili.
Fylgja vit logikkinum í
Heimsatlassinum, so er tað
heilt og fult í lagi, at ein
eingilsmaður ella canadiari
skrivar um Contrary Point
og Pig Bay, tá teir innføddu
í Føroyum tosa um Tvør-
oyri og Porkeri.
Keðilig lýti í annars
spennandi bók
Men sum heild meti eg
hetta at vera eitt rímiligt
stig frammá hjá økismenn-
ingardeplinum.
Savnan,
skipan og útskriving av
vitan um nýggjaru søguna,
hvussu samfelagið er sam-
ansett og virkar í dag er
neyðugt.
Fotomyndirnar eru ikki
allar líka góðar, men fleiri
kort og tabellir eru í lagi.
Kanska manglar eitt index
ella evnisorða- og navna-
listi, tað hevði gjørt tilfarið
brúkiligari. Men hetta kann
rættast í komandi føroysku
útgávuni.
”Inngangsbønina”, ein
yrking eftir Chr. Matras:
Hitt blinda liðið, sum eg
altíð havi hildið verið
ræðuliga, haldi eg vera
óhóskandi, um hon vísir til
manningina í Klaksvík.
Men tað var kanska heldur
ikki ætlanin?
Afturímóti er permu-
myndin eftir Ingálv av
Reyni vælvald. Hon kann
útleggjast
bæði
sum
kenslur, ein forvirraður
veruleiki og trupulleikar
við at ’strukturera’ lívið og
tilveruna.
Frálík bók við ringum lýti
Rolf Guttesen, professari við
lærda háskúlan í Keyp-
mannahavn, ummælir
bókina The Restructuring of
the Faroese Economy
Tað er Granskingardepilin
fyri økismenning, sum hevur
latið bókina The
Restructuring of the Faroese
Economy úr hondum. Á
myndini síggjast nakrir av
rithøvundanum á
tíðindafundi í sambandi við
at bókin varð løgd fram fyri
almenninginum
Mynd: Finnur Justinussen
Óli Jacobsen
Eitt av endamálunum við
fullveldisætlanunum hevur
verið, at Føroyar skuldu fáa
sín pláss á heimspolitiska
leikpallinum, ella “eina
flaggstong í New York”,
sum tað hevur verið tikið
til. Hetta kann eisini vera
ein góður tanki. Í heims-
politikkinum eru nógvar
góðar kreftir, sum royna at
bøta um støðuna í heimi-
num, og her er altíð brúk
fyri góðum kreftum afturat.
Tí tað vísir seg nevniliga, at
uttan mun til, hvussu nógv-
ar kreftir ið eru, sum vilja
byggja upp, so eru eins
nógvar, sum vilja bróta
niður, og tað er so nógv
lættari. Miðeystur er eitt
gott dømi um hetta.
Tjóðveldisflokkurin
fingið platform.
Tjóðveldisflokkurin fekk
við fólkatingsvalið ein plat-
form, sum kann vísa, hvat
flokkurin stendur fyri á
hesum øki. Hann hevur eis-
ini longu staðfest, hvønn
leiklut flokkurin ætlar sær
at hava í viðurskiftum mill-
um lond.
Og kann hetta verða lýst
við ráðstevnuni, sum mitt í
februar var hildin í Grøn-
landi, har viðgjørdir vórðu
teir ymsu møguleikarnir
fyri sjálvstýri hjá einum
landi sum Grønland, og
tjóðveldisflokkurin
á
fólkatingi var umboðaður.
Henda ráðstevna varð
viðgjørd sum høvuðstíðindi
í “Fregnir”, sum má roknast
at vera málgagn fyri nevn-
du umboð, og tað vóru eis-
ini hesi, sum eru keldan til
hesi tíðindi. Íslendski pro-
fessarin Gudmundur Al-
fredsson hevði eina fram-
løgu um gongdina, tá Grøn-
land í 1954 samb. donsku
grundlógini gjørdist ein
javnsettur partur av Dan-
mark. Í fráboðan til ST
hevði danska stjórnin ivast
í, um fólkið í Grønlandi
kundi kallast eskimoar, tí
upprunafólkið var so nógv
blandað við europearar.
Tjóðveldisflokkurin:
“Donsk statsrasisma”.
Hetta fekk onkran grøn-
lendskan politikkara at tosa
um danska “statsrasismu” á
fundinum. Og hendan boð-
skapin hevur tjóðveldis-
flokkurin á fólkatingi verið
skjótur at fáa útbreiddan í
Føroyum.
Lutvíst
sum
høvuðssøgu í Fregnir, men
ikki minst á teimum “spísi-
seðlum”, sum hava hingið í
hvørjum kioskglugga í eini
heilari viku. Og Fregnir
kann frøa seg um, at henda
“avdúking” skal hava skapt
eina rættuliga øsing í Grøn-
landi.
Men hvat siga tey
í Grønlandi?
Tað áhugaverda er tó, hvat
grønlendsku bløðini hava
skrivað um hetta mál. Tað
eru tvey stór landsumfat-
andi bløð í Grønlandi,
nevniliga AG/Grønlands-
posten og Sermitsiak, og
tað er sera áhugavert at
staðfesta, hvussu hesi bløð-
ini hava tikið ímóti hesum
boðskapi.
AG/Grønlandsposten
hevur eina sakliga frásøgn
frá ráðstevnuni, men Gud-
mundur Alfredsson er als
ikki tikin uppá tungu og
enn minni eru hansara sjón-
armið umrødd.
Sermitsiak hevur umrøðu
av íslendska professara-
num, men hansara sjónar-
mið um “statsrasismu” eru
als ikki nevnd. Men blaðið
hevur eina oddagrein, sum
meira enn annað vísir mun-
in millum eitt seriøst blað
og eitt sum ikki er tað.
Fyrst verður nevnt, at dan-
ska professarin dr.jur. Fred-
erik Harhoff, sum eisini var
við á ráðstevnuni, er púra
ósamdur við Alfredsson.
Og Harhoff er júst blivin
doktari uppá eina drúgva
ritgerð um júst hetta evnið,
nevniliga støðuna hjá Før-
oyum og Grønlandi í ríkis-
felagsskapinum. So tað er
ikki givið, at talan er um
ein bíbilskan sannleika hjá
Alfredsson!
Boðskapurin elvir til
hatur millum danir
og grønlendingar.
Í oddagreinini verður víst
til orðaskiftið, sum hevur
verið í Grønlandi um hesi
sjónarmið. Tað er gott við
orðaskifti, sigur blaðið,
men í hesum førinum “kan
(det) let... få den konse-
kvens, at der opstår et had
til Danmark og danskerne
og altså en ny splittelse
mellem de to befolknings-
grupper... det er ikke godt,
at en hel befolkning inklu-
siv alle de danskere, der er
taget til Grønland for at ud-
føre et stykke arbejde, de er
blevet bedt om, bliver lagt
for had.
Seinni verður sagt í odda-
greinini: Der er ingen tvivl
om, at Danmark på de
fleste områder i forholdet
til Grønland lever op til
internationale krav. Men på
et par områder svigter Dan-
mark. Det er i forhold til
ejendomsretten til jorden
og undergrunden, og det er
i forhold til sikkerheds- og
udenrigspolitik. På begge
områder bør Danmark tage
sin stilling op til revision...
Fleiri danskar stjórnir
hava annars viljað tikið júst
hesi mál upp.
Alfredsson setir ilt
millum bróðurfólk.
Tað er rættuliga greitt, at
grønlendska blaðið metir
uppgávuna hjá Alfredsson
vera at seta ilt millum danir
og grønlendingar og at
skapa hatur millum hesi
fólkini. Og sum tey ábyrgd-
arbløð tey grønlendsku eru,
vilja tey ikki medvirka til
nakað, sum ríður so lágt
sum hetta.
Tað er neyvan ivi um, at
verður farið at grópa í skjøl
upp til 50 ár aftur í tíðina
verður lætt at finna prógv
fyri, at “danir hava verið
fanar” í Grønlandi, um tað
bert verða tikin tey “prógv”
sum hóska endamálinum.
Men ein skal nærum vera
“professari” fyri at síggja
burtur frá øllum tí, sum
annars er hent seinni í
Grønlandi á sjálvstýrisøki-
num. Verandi heimastýris-
skipan í Grønlandi er jú
vorðin til í semju við valdar
grønlendskar myndugleikar
í 1979, og hon er enntá
góðkent við eini fólkaat-
kvøðu. Her skal eisini vera
havt í huga, at Grønland er
einasta øki í ES, sum er far-
ið út úr ES eftir at hava ver-
ið innlimað. Hetta høvdu
teir ikki kunnað gjørt uttan
danskan stuðul. So danir
hava sanniliga virt grøn-
lendsk sjónarmið í nýggjari
tíð.
Grønlendsku bløðini
troysta sær ikki...
Grønlendsku bløðini hava
tilvitað ikki vilja tikið táttin
upp um donsku “statsras-
ismuna”. Tey vita, sum øll
onnur, at rasisma er eitt tað
mest ræðuliga fyribrigdi,
sum kann hugsast. Ikki
minst tá talan er um “stats-
rasismu”, t.v.s. tá staturin
stendur fyri rasismu. Her
kann bert verða hugsað um
nasismu í Týsklandi og
apartheid í Suðurafrika, har
politikkurin hjá statinum
júst var grundaður á ras-
ismu. Og at fara at leggja
danska statin undir ras-
ismu, grundað á ein ein-
stakan setning í einum 48
ára gomlum skjali, helst
skrivað av embætismanni,
sum neyvan er til longur,
tað hava grønlendsku bløð-
ini ikki troystað sær. Bløð-
ini vita eisini, at hetta er
sera kensluborið evni, sum
meira enn annað kann
tendra eld í. Hetta kann
hava avleiðingar við sær,
sum ein bert kann ímynda
sær við ræðslu. Tí er tað
bert skrupulleysir politik-
karar, sum kunnu nýta slíkt
sum vápn.
...men tað gera
tjóðveldisflokkurin
og Fregnir!
Eitt er at tjóðveldisflokkur-
in, sovæl í landsstýri sum
nú á fólkatingi, roynir at
seta ilt millum føroyingar
og danir. Hetta hevur nú
eydnast rættuliga “væl”.
Men tað má roknast at
vera óhoyrt, at tað skal vera
politikkur hjá einum flokki
í einum landi at seta ilt
millum fólk í tveimum øðr-
um londum. Tað sum lýsir
hesa mannagongd meira
enn nakað er, at tey sjónar-
mið, sum tjóðveldisflokk-
urin dyrkar í sínum mál-
gagni í Føroyum í Grøn-
landi verða mett at fáa ta
avleiðing, at “der opstår
had til Danmark og dansk-
erne”. Hesum hava teir
ikki áhuga fyri í Grøn-
landi...
Dok.
Grundað á “óheftan” ís-
lendskan professara verður
danski staturin lagdur undir
rasismu. Hetta er ein boð-
skapur, sum er funnin fress-
ur hjá teimum á Fregnum
og teirra fólkatingsumboð-
an. Tí hevur boðskapurin
eisini hingið í hvørjum
kioskglugga í eini viku, so
hann eisini skal sleppa at
“siva” inn hjá føroyingum.
Hetta er ein greið roynd
at stuðla uppundir ta somu
ávirkan, sum hesin boð-
skapur var ætlaður at hava í
Grønlandi. Afturat hesum
leggur flokkurin seg útí
viðurskiftini millum grøn-
lendingar og danir við at
royna at seta ilt millum hesi
fólkini.
Men grønlendsku bløðini
hava, mótsatt Fregnum, víst
hesum boðskapi frá sær.
Tey meta nevniliga henda
boðskapin at elva til hatur
til danir. Men hesum hava
tey ikki brúk fyri. Í Grøn-
landi!
Uttanríkispoltikkurin hjá tjóðveldisflokkinum váttaður:
At seta ilt millum fólk!
VIÐMERKINGAR
William Max Hansen
Valevni Javnaðarfloksins
í Eysturoy
Fyrrverandi danski forsæt-
isráðharrin, Poul Nyrup
Rasmussen, var kanska
tann fyrsti uttanfyristand-
andi til yvirorðnað at gjøg-
numskoða okkara natiolist-
isku “røttu” føroyingar og
teirra
órealistiska
full-
veldiseksperiment. Nyrup
gjørdist – sum øllum kun-
nugt - eitt sindur ópopuler-
ur hjá sitandi samgongu, tí
hann tordi at standa í móti
og seta fólkaræðislig krøv
um, at møguligar stórbroyt-
ingar íríkisfelagsskapinum
skuldu hava ein stóran
meirluta av Føroya fólki
aftan fyri seg, áðrenn tær
vórðu settar íverk. Tað
sama lovaði samgongan
eisini alment, men teir
gingu frá givnu lyftunum.
Hinvegin stóð Nyrup við
sítt lyfti til Føroyar fólk um
fólkaræðisliga kravið, og
við síni professionellu og
mangan ósmædnu og ber-
søgnu framferð hevur Ny-
rup verið eitt gott bulvirki
fyri fólkaræði og lívsfrælsi
hjá vanliga føroyinginum.
Fullveldiseksperimentið
bleiv umsíðir kvalt, seinni
fekk so ávísur partur av
samgonguni eisini eyguni
upp fyri, hvat hesin fram-
ferðarháttur í fullveldis-
málinum veruliga var við at
føra okkum út í, og tá segði
eisini hann stopp. Full-
veldiseksperimentið hevur,
tá samanum kemur, minni
enn ein fjórðing av føroy-
sku veljarunum aftan fyri
seg sambært valinum 20.
November 2001.
Nyrup eigur sostatt eina
stóra tøkk uppiborna fyri
sína framskygnu og demo-
kratiskt gevandi bróður-
hond til Fólkaræðið og lívs-
frælsið í Føroyum.
Anders Fogh Rasmussen,
eigur eisini tøkk uppiborna
fyri somu linju og sína
annars greiðu og positivu
støðu á vitjan síni. Politik-
kurin landanna millum eig-
ur sjálvandi at førast demo-
kratiskt og javnbjóðis í ein-
um positivum anda. Fólk-
sins avgerð skal byggja á
realitetir og ikki á hissini
nationalromantiskar dreyma-
myndir.
Javnaðarflokkurin vil so
skjótt sum møguligt fáa sett
í gildi tað so nógv til-
trongdu sjálvstýrislógina,
sum greiðir ríkisrættarligu
viðurskiftini. Sjálvstýris-
lógin er grundarlagið, sum
tann breiða politiska semj-
an kann byggjast á. Sjálv-
stýrislógin greiðir viður-
skiftini millum Føroyar og
Danmark á ein virðiligan
og skynsaman hátt, har vit
økja okkara sjálvstýri frá
partvísum til fullfíggjað
sjálvstýri, so hvørt sum vit
skapa fíggjarligar og fyri-
sitingarligar fyritreytir.
Hettar ber í sær, at Før-
oya Løgting sum umboð
fyri Føroya fólk verður
hægsti mynduleiki í Føroy-
um, og at Føroyar verða
staðfestar sum tjóð við full-
um sjálvsavgerðarrætti.
Sjálvstýrislógin skal í
sáttmála staðfesta Føroyar
og Danmark sum tvey sjáv-
støðug og javnsett lond í
ríkisfelagsskapi hvørt við
annað. Sáttmálin skal taka
burtur allar formligar av-
markingar fyri, hvørji mál
og málsøki kunnu verða
yvirtikin. Tað merkir, at øll
mál koma undir føroyskt
ræði, tá Føroya Løgting
gera tað av.
Fullveldiseksperimentið 2
C
M
Y
K
13
12