Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-14, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. mars 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 51 - 14. mars 2002 15 UTTAN ÚR HEIMI Búskapur og vinna: Skulu spara Grønlendska heima- stýrið noyðist at skerja rakstrarútreiðslurnar. Verður tað ikki gjørt, má skatturin upp. Tað er boðskapurin í einari frágreiðing, sum danska ráðgevandi nevndin viðvíkjandi Grønlandi júst hevur latið heimastýrinum. Formaðurin í nevnd- ini, Christen Sørensen, sigur, at heimastýrið noyðist at raðfesta tær almennu rakstrarút- reiðslurnar. Hann vil ikki koma við nøkrum boði uppá, hvat grøn- lendingar skulu gera, men nevnir kortini, at útreiðslurnar til vikarar í heilsuverkinum eru ov stórar. Eisini heldur hann tað vera rættari, at tað almenna bíðar við sínum sáttmálasamráð- ingum, til tann privati arbeiðsmarknaðurin er liðugur við sínar. Sum er fær Grønland 2,8 mia. krónur í blokk- stuðuli úr Danmark. Í trygga legu OPEC-londini hava eftir øllum at døma fingið tamarhald á olju- marknaðinum, og nú er bara eftir hjá londunum at áseta, hvar olju- prísurin skal liggja. Roknað verður við minkandi oljugoymsl- um út á árið, sam- stundis sum eftirspurn- ingurin fer at veksa. Serfrøðingar vænta, at oljuprísurin fer at liggja nakað oman fyri 20 dollarar fyri tunnuna. Hildið verður, at kemur prísurin upp í einar 24 ella 25 dollarar, fer tað at avmarka búskapar- vøksturin í heiminum, og tað fer so aftur at skerja eftirspurningin á oljumarknaðinum. Hetta fer at raka OPEC-londini, men samstundis verður víst á, at fleiri av OPEC- londunum hava bú- skapartrupulleikar og tí brúk fyri at økja sínar inntøkur. Vandin fyri kríggi millum USA og Irak kann hótta tann støðuga oljuprísin. Hinvegin tykist tað ikki havt stórvegis ávirkan á prísgongdina, at Russ- land aftrar seg við at skerja framleiðsluna, soleiðis sum OPEC hevur gjørt. Noreg og Meksiko hava hinvegin fylgt OPEC. Úr Norðurlondum: Vána trygd Kanningar hjá norsku sjóferðslumyndugleiku num vísa, at bjarging- arbátarnir umborð á teimum skjóttgangandi ferjunum lúka ikki ásetingarnar í reglun- um. Tað eru 350 skjótt- gangandi ferjur í Noregi, sum taka meiri enn 100 ferðafólk, og verða tær smærru taldar við, er talið næstan 500. Sjóferðslumynduglei karnir hava nú givið ferjunum boð um at fáa viðurskiftini við bjarg- ingarbátunum í rættlag innan 1. juli. SAS gevst Ferðafólkatalið á flog- leiðini millum Dan- mark og Grønland er nú vorðið so lítið, at leiðslan í SAS heldur tað ikki vera ráðiligt at flúgva hesa rutuna longur. Ístaðin ætlar SAS at lata Grønlands- fly yvirtaka alla flúgv- ingina. SAS eigur 38 prosent av Grønlands- fly. SAS nýtir Boeing 767 til grønlandsflúgv- ingina. Í Grønlandi kunnu hesi flogførini bara lenda í Syðra Streymfirði, meðan Grønlandsfly nýtir Boeing 757, sum eisini kunnu lenda í Narsar- suaq. Tað er tó bara eina ferð um vikuna, at flogfarið lendir har. Keypa hinumegin Hóast teir norsku myndugleikarnir hava roynt fleiri tiltøk fyri at fáa fólk at gevast við at fara yvir um markið til Svøríkis at keypa, er gongdin júst tann øvugta. Eitt yvirlit vís- ir, at handilin um markið vaks 12 prosent í fjør, og at norðmenn helst keyptu fyri umleið 7,5 mia. norskar krónur í Svøríki. Norðmenn keypa eisini nógv í Danmark, men hvussu stórt tað talið er, veit eingin við vissu. Kanningar í Noregi vísa, at fólk keypa ser- liga matvørur í Svøríki. Og tað er heldur ikki so løgið. Eitt nú kostar svínakjøt millum 40 og 50 prosent minni í Svø- ríki enn í Noregi. Rús- drekka er dýrt í Noregi, og tí fara nógvir norð- menn yvir um markið at keypa rúsdrekka. Zimbabwisku myndugleikarnir siga, at Robert Mugabe vann forsetavalið. Bretland ella USA vilja ikki viðurkenna úrslitið ZIMBABWE Árni Joensen Valmyndugleikarnir í Zim- babwe boðaðu í gjár frá, at landsins forseti seinastu 22 árini, Robert Mugabe, hevði vunnið forsetavalið, sum var um vikuskiftið. Sambært valmyndugleik- unum hevði Mugabe fingið meiri enn tey kravdu 50 prosentini av atkvøðunum. Sagt varð, at Mugabe hevði fingið einar 350.000 at- kvøður fleiri enn valevnið hjá andstøðuni, Morgan Tsvangirai. Men mong ivast í, hvussu rætt tað almenna valúrslitið er. Bretski uttanríkisráð- harrin, Jack Straw, segði í gjár, at tað er neyvan nakar ivi um, at Mugabe hevði stolið valið, sum hann tók til. USA vil heldur ikki við- urkenna almenna valið. Talsmaðurin hjá ameri- kanska uttanríkisráðnum, Lynn Cassel, segði, at sjálvt um zimbabwisku mynd- ugleikarnir ikki høvdu almannakunngjørt tað endaliga úrslitið, er tað øllum greitt, at talan var ikki um eitt demokratiskt og rættvíst val. Fyri fyrstu ferð hevur trygdarráðið hjá ST mælt til at skipa ein palestinskan stat. USA tók stig til sam- tyktina MIÐEYSTUR Árni Joensen Í yvirlýsingini, sum trygd- arráðið samtykti gjáranátt- ina, og sum USA heilt óvæntað legði fram, stend- ur, at málið hjá trygdar- ráðnum er ein palestinskur statur undir liðini á Ísrael innan fyri trygt og viður- kent mark. Samstundis verður víst til yvirlýsingar, sum trygdar- ráðið hevur samtykt fyrr, og sum krevja, at Ísrael skal taka seg aftur av teimum hersettu økjunum. Noreg hevur formans- skapin í ST-trygdarráðnum og norski uttanríkisráð- harrin, Jan Petersen, var ovurfegin um samtyktina. - Hetta eru eini greið boð til ísraelsmenn, og eg haldi ikki, at teir kunnu skáka sær undan teimum. Hendan yvirlýsingin er sera týdn- ingarmikil, segði Jan Peter- sen í gjár. Næstan einmælt 14 av teimum 15 londunum í trygdarráðnum atkvøddu fyri yvirlýsingini. Sýriski sendiharrin, Mikhail Wehbe, atkvøddi ikki, tí hann helt orðalagið vera ov veikt. Hann fýltist á, at yvirlýsingin ikki snýr seg um sjálvan trupulleikan í Miðeystri, sum er tann ísraelska hersetingin, segði hann. Palestinski ST-eygleið- arin, Nasser Al-Kidwa, helt hinvegin yvirlýsingina hava stóran týdning. Hann segði, at hevði hann havt at- kvøðurætt í trygdarráðnum, hevði hann atkvøtt fyri. Ísraelskir embætismenn vóru eisini nøgdir við orðini í yvirlýsingini, men teir løgdu kortini dent á, at stjórnin í Jerusalem má kanna innihaldið gjølla, áðrenn hon kann gera beinleiðis viðmerkingar. Ísraelska útvarpið vísti tó í gjár á, at Ariel Sharon, forsætisráðharri fyrr hevur sagt seg taka undir við, at ein palestinskur statur verður skipaður. Annan hvassorðaður Yvirlýsingin í ST-trygdar- ráðnum varð samtykt sama dag, sum Ísrael hevði sent fleiri túsund hermenn inn í býir og flóttafólkalegur í Gaza og á Vestara Áar- bakka. Minst 30 palestinar lótu lív í atsóknunum. Undan fundinum í trygd- arráðnum hevði ST-aðal- skrivarin, Kofi Annan, funnist hvassliga at fram- ferðini hjá ísraelsmonnum og palestinum. Hann bað palestinararnar gevast við yvirgangsatgerðunum í Ísrael, samstundis sum hann bað ísraelsku stjórn- ina steðga teirri ólógligu hersetingini av palestinsk- um økjum. - Teir hava framvegis møguleikan at forða fyri einari vanlukku, segði Annan og sipaði til Sharon og Arafat. ST-talsmaðurin, Fred Eckhard, segði, at hetta er fyrstu ferð, at Annan hevur kalla ísraelsku hersetingina ólógliga. Mugabe vann í Zimbabwe ST vil hava ein palestinskan stat ST-aðalskrivarin Kofi Annan heldur røðu á fundinum í trygdarráðnum Mynd: Reuters 15 14 Nr. 51 - 14. mars 2002 Útbjóðing Í samband við bygging av nýggjum barnagarði og vøggustovu í Sandavági verður: BETONGARBEIÐIÐ hervið boðið út í almenna lisitatión. Arbeiðið snýr seg í høvuðsheitum um stoyping av kjallara og sokkuli, samanlagt uml. 68 m3. Útbjóðingartilfarið fæst frá Kommunuskrivstovuni í Sandavági, móti at flyta kr. 1.000,- á konto í Føroya Banka nr. 6460 – 2200556 ella í Føroya Sparikassa 9181 – 1850018. Tilboð í afturlatnum brævbjálva merktur »Barna- garður og vøggustova: Betongarbeiði« skulu verða Kommunuskrivstovuni í Sandavági í hendi seinast týsdagin hin 26. mars 2002 kl. 15.00. Lisitatiónin verður sama dag kl. 15.30, har teir bjóð- andi hava møguleika fyri at verða hjástaddir. Sandavágs kommuna Tlf. 332470 · Fax 333470 t-postur: sandavagur@sandavagur.fo Bilur við skaða til sølu Merki: Hyundai Accent Árg.: 1997 KM.: 66.100 Bilurin verður seldur sum hann stendur nú. Heri Weihe, sýnsmaður tlf. 345629 · fax 345607 e-mail: hw@trygging.fo at hitta: mánadag-hósdag kl. 08.30-10.00 og 15.00-16.00 fríggjadag 08.00-12.00 og 13.00-16.00 Tora Tourist pdf Bilur til sølu Ein sera væl hildin Renault Mégane 2.0 Classic til sølu. Bilurin er ljóst metallgrønur og er væl útgjørdur við t.d. aircondition, informatiónsdisplay, fjarstýrt radio v. bandspælara, velour setur v. hita, úti-termometur og oljutjekk í instrumentborðinum, sólgardinum til bakrútin o.am.a. Eyka dekk fylgja við. Nýsýnaður. Bert ein eigari. Koyrt 41.700 km, árg. aug. 97, prísur kr. 115.000,– Tlf. 313979 ella 213979 Við hesum verður søkt eftir fólki til fyri- bilsstørv og frítíðaravloysarum at av- loysa umborð á strandfaraskipunum, frá umleið 25. mars til endan av september. Fyribilsstørvini verða sett frá 25. mars til endan av mai,og frítíðaravloysarar verða settir frá 1. mai til endan av september. Viðkomandi kunnu til eina og hvørja tíð verða fluttir umborð á øll skip hjá Strandfaraskipum Landsins, sum fyri- skipað av leiðsluni. Størvini fevna um Skipari og manning á strandfaraskipun- um skulu tilrættaleggja ein effektivan dagligan rakstur, og tryggja, at arbeiðs- gongdir eru í tráð við málsetningin hjá fyritøkuni. Uppgávurnar fevna um: • Kundatænastu • Trygdararbeiði umborð, í samsvari við altjóða krøv • Lasting, í samsvari við altjóða krøv • Uppsetan av mannagongdum fyri við- líkahaldsarbeiði og dokking • Samstarv við myndugleikar og aðrar samstarvsfelagar Førleikakrøv Umsøkjarar til stýrimann: • Vinnubræv sum stýrimaður • Siglingarbók • Heilsuprógv/kagtænasta,ikki eldri enn 2 ár • Prógv í nýtslu av bjargingarútgerð • Roykkavari/sløkkileiðari ikki eldri enn 5 ár • Prógv í GMDSS Umsøkjarar til maskinmeistara: • Vinnubræv sum skipsmaskinmeistari/- ella maskinistur • Siglingarbók • Heilsuprógv, ikki eldri enn 2 ár • Prógv í nýtslu av bjargingarútgerð • Roykkavari/sløkkileiðari ikki eldri enn 5 ár Umsøkjarar til dekkara: • Fulltikin matrósur • Siglingarbók • Heilsuprógv/kagtænasta,ikki eldri enn 2 ár • Prógv í nýtslu av bjargingarútgerð • Roykkavari/sløkkileiðari ikki eldri enn 5 ár Annars rokna vit við,at tú: • Arbeiðir sjálvstøðugt og hevur lætt við at samstarva • Góðan røkjuskap og er kundavinarlig- ur Setanartreytir Setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og avvarandi yrkisfelag. Umsóknir Umsóknir við avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu sendast til: Strandfaraskip Landsins att. Starvsfólkadeildin Boks 88 FO-110 Tórshavn og skulu vera fyritøkuni í hendi í seinasta lagi 25. mars 2002. Nærri upplýsingar um størvini kunnu fáast við at venda sær til Páll Heinesen, starvsfólkaleiðara Tlf. 343000 ella e-mail: pah@ssl.fo Fyribilsstørv Oyggjaleiðir Høvuðsuppgávan hjá SL er at lúka landsins tørv á innanlanda fólka- og farmaflutningi, og skal fyritøkan í so stóran mun sum gjørligt rekast á handilsligum støði. Fólka- og farmaflutning- urin setir stór krøv um eina góða kundatæn- astu, herundir trygd, reglusemi og skjótleika. Árliga rakstrarætlanin hjá SL javnvigar við yvir 150 mió. kr. Talið á starvsfólkum svarar til 180 fulltíðarstørv, herav umleið 155 operatørar. Talið á flutningsanlegg- um er 11 skip, 40 bussar og 15 lastbilar. Flut- n i n g s u p p g á v u r n a r fevna um alt landið. C M Y K 14