hósdagur 14. mars 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 51 - 14. mars 2002
Danski foræstisráð-
harrin tekur undir
við, at Føroyar verða
viðurkendar sum eitt
sjálvstøðugt OL-land.
Hetta ger, at Føroyar
helst standa sterkari,
tá ÍSF seinni í ár fer at
senda Altjóða
Olympisku Nevndini
eina umsókn um
føroyska OL-
viðurkenning
OLYMPISK
VIÐURKENNING
Magnus Dam
Keypmannahavn
Ikki er óhugsandi, at Merk-
ið fer at veittra á Olympiska
Leikvøllinum í Athen, tá ið
summar-OL
verður
í
grikska høvuðsstaðnum í
2004.
Í heyst fer ÍSF at senda
Altjóða Olympisku Nevnd-
ina, IOC, ein umsókn, og
líkt er til, at bæði løgmaður
og danski forsætisráðharrin
fara at mæla nevndini til at
loyva
Føroyum
upp
í
olympisku familjuna. Og
við at hava teir báðar aftan-
fyri seg, stendur ÍSF sterk-
ari í royndunum at fáa OL-
viðurkenning.
Tað var løgmaður, sum í
januar eftir áheitan frá ÍSF,
heitti á danska forsætisráð-
harran um saman við sær at
stuðla ÍSF í royndunum at
fáa viðurkenning frá IOC.
Danski forsætisráðharrin
hevur seinastu tveir mánað-
irnar umhugsað áheitanina,
og eftir at hava kannað mál-
ið, er forsætisráðharrin nú
til reiðar at stuðla føroying-
um.
– Ongar løgfrøðiligar ella
aðrar forðingar eru fyri, at
eg kann taka undir við, at
Føroyar fáa OL-viðurkenn-
ing, segði forsætisráðharrin
á tíðindafundinum hjá sær
týsdagin.
Anders Fogh Rasmussen
segði, at hann fer at senda
løgmanni eitt »pent« bræv,
har hann boðar frá støðuni
hjá stjórnini.
Eingin trupulleiki
Ein spurningur hevur verið,
um Danmark yvirhøvur
kann fara inn og stuðla
føroyingum í at fáa OL-
viðurkenning, so leingi
Føroyar eru partur av
danska ríkinum.
Tað eru tey, sum hava
sagt, at hetta als ikki kann
lata seg gera, meðan onnur
hava sagt, at ríkisrættarliga
støðan einki hevur við hetta
málið at gera. Í ítróttar-
samanhangi eru Føroyar at
rokna sum ein tjóð á jøvn-
um føti við allar hinar.
Hetta hevur eitt nú verið
sjónarmiðið hjá ÍSF.
Og tað er hetta sjónar-
miðið, sum Anders Fogh
Rasmussen tekur undir við.
Hann vil ikki siga, júst hvat
fyri løgfrøðiligir spurning-
ar hava verið uppi og vent,
meðan stjórnin hevur við-
gjørt málið. Hann staðfestir
bert, at stjórnin ikki er
komin fram á nakrar trupul-
leikar, sum gera tað ógjør-
ligt at stuðla føroyingum.
Reist á Fólkatingi
Spurningurin um føroyska
OL-viðurkenning er eisini
reistur í Fólkatinginum.
Tað er Tórbjørn Jacobsen,
fólkatingsmaður, sum í ein-
um fyrispurningi hevur
spurt Anders Fogh Rasmus-
sen, um hann fer at eftirlíka
áheitanini frá løgmanni og
ÍSF.
Tórbjørn Jacobsen fekk
sama svar í Fólkatinginum
frá
forsætisráðharranum
sum á tíðindafundinum:
Stjórnin fer at stuðla før-
oyskari OL-viðurkenning.
Eingin veit, hvussu Al-
tjóða Olympiska Nevndin
fer at taka ímóti umsóknini
frá ÍSF, men sum løgmaður
sjálvur sigur, so hevur tað
uttan iva positiva ávirkan,
at forsætisráðharrin stuðlar
føroysku ætlanunum.
Og tí er tað helst ikki ov
tíðliga hjá føroyskum ítrótt-
arfólkum longu nú at fara
undir
venjingarnar
til
olympisku leikirnar í Athen
í 2004.
Føroyar nærri olympiskari viðurkenning
RÚSEVNI
Stefan í Skorini
Ein 29 ára gamal maður
varð týsdagin dømdur 4
mánaða treytaleysa fongs-
ulsrevsing í Føroya Rætti.
Maðurin varð ákærdur
fyri at hava 20 ecstacy pill-
arar og 20 gramm av am-
fetamini til egið brúk og til
víðari sølu. Maðurin við-
gekk seg sekan í hesum
ákærum. Maðurin, ið er úr
Havn, tók við dóminum.
Ákæruvaldið kærdi heldur
ikki dómin.
Harumframt er hald lagt
á 3.000 krónur, sum rættur-
in metir, at maðurin hevur
forvunnið av rúsevnasølu.
Maðurin varð tikin hósdag-
in av løgregluni, men hann
hevur ikki sitið varðhalds-
fongslaður hesar dagarnar
áðrenn rættarmálið, sum
var fyri opnum hurðum.
Ákæruvaldið kravdi ikki,
at maðurin skal inn at sita
beinanvegin, og tí verður
hann innkallaður, tá hann
skal sita dómin.
Hetta er fyrstu ferð, at
nakar er dømdur fyri
ecstacy í Føroyum.
ÍSF hevur fingið enn
eitt gott kort í
hondina, heldur
Heðin Mortensen, nú
Anders Fogh
Rasmussen stuðlar
føroyska ynskinum
um at fáa viður-
kenning í altjóða
olympisku nevndini
IOC-VIÐURKENNING
Stefan í Skorini
– Føroyar eru ein sjálvstøð-
ug ítróttartjóð, um man vil
tað ella ikki, og okkara ser-
sambond eru góðkend um
allan heimin sigur ein av-
gjørdur Heðin Mortensen,
forseti í ÍSF.
Hann heldur, at Føroyar
hava fingið enn eitt gott
kort í hondina, nú danski
forsætisráðharrin
hevur
boðað frá, at hann stuðlar
ÍSF í strembanini eftir
viðurkenning í IOC.
– Tað er sera umráðandi,
at vit hava fullan politiskan
stuðul og hava ein breiðan
skara, ið gevur sítt viðmæli,
sigur Heðin Mortensen.
Hann sigur, at tey flestu
ítróttarsambondini í Norð-
urevropa vilja stuðla Før-
oyum og soleiðis ber til at
leggja trýst á olympisku
nevndina í hesum spurn-
inginum.
– Vit uppfylla fleiri krøv
enn nógv onnur lond, ið
hava olympiska viðurkenn-
ing og limaskap, og tí eigur
tað eisini at bera til hjá okk-
um.
Umsókn sendast
Enn hevur ÍSF ikki sent
sína umsókn avstað. Forset-
in sigur, at fram til summ-
arið skal eitt umfatandi
lobby-arbeiði gerast, og ein
faldari um ÍSF skal prentast
og sendast kring heimin.
Henda umsóknin er ein
endurnýgging av eini gaml-
ari umsókn, ið varð send
IOC í áttatiárunum. ÍSF
hevur tó ongantíð fingið
noktandi svar frá nevndini,
og tí royna menn aftur nú.
Men heldur Heðin Mor-
tensen, at føroysk ítróttar-
fólk sleppa at luttaka á leik-
unum í Athen í 2004?
– Tað tori eg ikki at siga
her og nú, men lat okkum
fyrst fáa limaskap. Eingin
ivi er tó um, at vit eiga
føroyska ítróttafólk, ið hava
eginleikarnar at luttaka á
olympisku leikunum.
4 mánaða fongsulsrevsing
Góð kort í hondini
Fiat er komin á
marknaðin við heilt
nýggja bilinum, Fiat
Stilo, ið skal avloysa
Fiat Bravo og Brava.
Stilo verður gjørdur í
tveimum ymiskum
útgávum við 3 og 5
hurðum. Kvaliteturin
og útgerðin er á sera
høgum støði
BILAR
Magnus Gunnarsson
Stilo er ein størri og rúm-
ligari bilur enn forgangar-
arnir. Í báðum útgávunum
er talan um rúmligar 5 per-
sónabilar, har tey ferðandi á
baksetrinum hava møgu-
leika er at stilla setrini bæði
aftur og fram og at stilla
stólaryggin. Stóra aksulfrá-
støðan ger sítt til at so gott
beinpláss
er
aftan
og
framman.
Góður kvalitetur
innan
Kabinan er merkt av at
nógv er gjørt burturúr
kvalitetinum, t.d. á setrun-
um og instrumentborðin-
um. Man situr høgt í bilin-
um, ið hevur gott pláss
uppeftir, í stíl við bilar sum
Peugeot 307. Baksetrið
kann flytast 16 cm aftur og
fram. Viðførisrúmið er 370
litrar, tá setrið er heilt
frammi.
Active, Dynamic og
Abarth
Stilo fæst í trimum úgávum
hvat útgerð viðvíkur: Ac-
tive, Dynamic og Abarth.
Allar
útgávurnar
hava
nógva trygdarútgerð, so
sum
6
airbags,
ABS
bremsuskipan
við
t.d
"traction
controll"
og
bremsuassistenti, antispinn,
og ESP stabilitetsskipan
sum standard. Umframt ta
vanligu útgerðina fæst Stilo
eisini við t.d Xenon
forlyktum, el-setrum og
regnsensorum.
Lættur at stýra
Koyrieginleikarnir eru heilt
í topp. Við at trýsta á ein
knøtt á instrumentborðin-
um kunnu stýrieginleikar-
nir broytast soleiðis at
bilurin verður lættari at
stýra. Hetta er sera væl
egnað til býkoyring, við tað
at bilurin verður lættur at
parkera har sum trongt og
lítið pláss er. Stilo fæst við
hesum bensinmotorum:
1.6 litur við 103 hk, 1.8
litur við 133 hk og 2.4 litur
við 170 hk sum bert fæst í
Abarth útgávuni. Í nærm-
astu framtíð verða eisini
1.9 litur JTD dieselmotorar
við ávíkavist 80 og 115 hk
á skránni.
Nr. 51 • hósdagur • 14. mars 2002 • 76. árg.
Fiat Stilo 1,6 Dynamic 5/h
Motorurin
1.6 litur 16V bensin 103 hk
0-100 km/t
10,9 sek.
Bensinnýtsla
13,5 km/l
Dekkstødd
195/65-15
Stødd og vekt
Longd
425 cm
Breidd
176 cm
Hædd
153 cm
Eginvekt
1200 kg
Viðførisrúm
370 litrar
Prísur
kr.186.600
Søluumboð
Bilfríðkan
Smiðjugerði
FO-100 Tórshavn
Tel. 317300 / 217300
www.bilfridkan.fo
Fiat Stilo - merktur av
gjøgnumførdum kvaliteti
Fiat Stilo er komin á
marknaðin í tveimum
útgávum, við 3 og 5
hurðum, ið ikki eru
heilt eins
Stilo við 3 hurðum. Designi á báðum útgávunum er ikki heilt
eins. Stóra aksulfrástøðan ger sítt til at so gott beinpláss er
aftan og framman
Kabinan er merkt av at nógv
er gjørt burturúr
kvalitetinum
Stilo við 5 hurðum. Í báðum útgávunum er talan um
rúmligar 5 persónabilar
C
M
Y
K
17
16
Boðað verður við hesum til árs-
aðalfundar í P/F Føroya Banka
á Hotel Føroyum, Tórshavn, við hesi
dagsskrá:
Frágreiðing nevndarinnar um virksemi
bankans í farna ári.
Framløga av ársroknskapi við grann-
skoðaraátekning til góðkenningar og
ársfrágreiðing.
Avgerð um nýtslu av avlopi sambært
góðkenda ársroknskapin.
Val av nevndarlimum.
Val av grannskoðarum.
Uppskot um, at nevndin fær heimild til
innan endan av mars 2003 at lata bankan
ognast upp til 1 pst. av partapeningi bank-
ans fyri ein kurs, sum ikki kann víkja frá
seinasta almannakunngjørda innara virði-
num við meira enn 10 pst.
Ymiskt.
Grannskoðaði ársroknskapurin og ársfrá-
greiðingin liggja frammi á skrivstovu
bankans í Húsagøtu 3.
Atgongumerki til aðalfundin verða út-
flýggjað á deildum bankans í seinasta
lagi mánadagin tann 18. mars 2002.
Tórshavn, tann 21. februar 2002.
NEVNDIN
fríggjadagin 22. mars 2002 kl. 17.00
1.
2.
3.
4.
5.
6.
7.
Ársaðalfundur