Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-14, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. mars 2002síða 13

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 51 - 14. mars 2002 25 Tað tykist sum hevur Holte rakt stórformin júst í røttu løtu. Endaspælið er um at vera liðugt og um nakrar dagar verður farið til semifinal- urnar og Holte IF verður eitt av liðun- um. »Føroyska« kvinnuliðið kundi í gjárkvøldið eisini tryggja sær semi- finalupláss FLOGBÓLTUR – ÚTISETAR Sveinur Tróndarson Føroysku flogbóltsliðini í bestu donsku flogbólts- deildini síggja út til at vera komin á beint. Serliga hevur glógvað í besta mansliðnum hjá Holte IF, har Bárður B. Mikkelsen spælir. Seinastu vikurnar hava teir fingið skil á spælinum, og tað hevur havt við sær, at teir hava vunnið fleiri dystir. Um vikuskiftið høvdu teir so veruliga fína vitjan. Tað var tá HIK Aalborg kom á vitjan í Holtehøllini, og sjálvt um tað átti at verið ein stórur biti hjá Bárði og hansara monnum, vóru teir ísakaldir. Teir gjørdu bart og vunnu dystin 3-0. Dysturin var rættuliga javnur men sigurin var kortini rættiliga greiður fyri tað. Holte vann fyrsta sett við 26 stigum móti 24, annað við 25 móti 23 og tað seinasta við 25 stigum móti 20. Bárður B. Mikkelsen sig- ur, at teir seinastu vikurnar hava lagt stóran dent á verjuspælið, sum hevur verið eitt av veiku liðunum. Eisini hava teir roynt at fáa spælið meira støðugt tá dystirnir eru javnir og spennandi, og sum skilst var tað júst hetta, sum rigg- aði tá HIK var á vitjan. Tað sigur seg sjálvt, at ein treyt fyri sigri er, at ein torir at halda trýstinum, sjálvt um tað er javnt, og tað var tað sum gav ávøkst sunnu- dagin. Samstundis stríddust allir menn fyri hvørjum øðrum og samanlagt var tað nóg mikið til at geva HIK fyrsta ósigurin í ár. Bárður spældi ikki so nógv í dystinum sunnu- dagin. Hann hevði fingið nýggjan leiklut á liðnum við tað at hann ikki hevaði, men bert var inni í verju- partinum og bara móti endanum á øllum trimum settunum, og tann leiklutin er hann nøgdur við. Av sonnum ein góð føðingardagsgáva hjá Bárði, sum hevði 25 ára føðingardag sunnudagin. Hjá føroysku kvinnunum — Anniku Joensen og Alvildu Ólavsdóttir — er eitt sindur meira spennandi enn tað er hjá Bárði. Frederiksberg hevur møgu- leika at spæla seg í semi- finalurnar, men kravið er, at liðið vann dystin móti Rosenlund Volley, sum liggur beint aftan fyri tær. Kappingin er nú so langt framliðin, at ein sigur á Rosenlund í gjárkvøldið hevði við sær eitt semi- finalupláss, og tí er lítið at ivast í, at tær hava stríðst fyri sakini. Hetta fara vit at hoyra meira um ein av næstu døgunum. Hondbóltskappingarnar hjá yngru deildunum líða nú ímóti endanum, og í kappingini hjá dreingjum 12B gjørdist Neistin D føroyameistarar. Vit hava fingið hesa myndina sendandi Hvørki í bólkinum, sum Danmark og Ongland eru í, eydnaðist tað at semjast um leik- skránna í EM undankappingini EM UNDAN- KAPPING Jóannes Hansen Tá umboð fyri Fótbólts- sambandið fyri einum knøppum mánað síðani fundaðust í Frankfurt saman við umboðum fyri hini londin, sum Føroyar eru í EM und- ankappingarbólki saman við, gekk tað skjótt fyri seg. Tá fyrraparturin var av, var leikskráin løgd, sum Týskaland, Skot- land, Ísland, Litava og Føroyar søgdu seg vera væl nøgd við. Í øðrum bólkum hevur tað verið tyngri hoyggj at draga – at ssemjast um skránna. Tað kunnu eitt nú fyrrverandi før- oyski landsliðsvenjarin, Allan Simonsen, og danski venjarin, Morten Olsen skriva undir uppá. Mánadagin vóru teir báðir saman við umboð- um fyri hini londini í bókinum á fundi í Luks- emborg. Tá fýra tímar vóru farnir, og eingin semja um skránna var í eygsjón, stungu donsku umboðini – Jim Stjerne Hansen, aðalskrivari, og Morten Olsen, venjari – í sekkin. Sambært danska venj- aranum var tað ikki fyrr- verandi liðfelagin hjá honum, Allan Simonsen, sum var ómøguligur. Heldur var tað Rumenia, sum venjarin hvesti eftir. Rumenarnir møttu mánadagin upp við einum upskoti um, nær teirra dystir skuldu spælast, og teir vóru hvørki at høgga ella stinga í. – Tú er noyddur at geva eitt sindur fyri at fáa eitt sindur ígjøgnum av tínum. Tað vildu teir í Rumenia ikki, og so var einki at gera, sigur Morten Olsen, og norsku umboðini á fund- inum vóru púra samd við danska venjaranum.. Umframt Danmark, Luksemborg og Rumen- ia eru Noreg og Bosnia í bólkinum. Lutakast Týsdagin var ætlanin, at skráin fyri bólkin, sum m. a. Ongland er í, skuldi leggjast. Men tað eydnaðist heldur ikki. Umframt Ongland eru í bólkinum Liktinstein, Makedonia, Slovakia og Turkaland. Saman við Onglandi verður Turka- land mett sum besta boðið uppá vinnara í bólkinum. Og tað var júst millum hesi bæði londini, at tað ikki fekst semja. Umboðini fyri Ong- land ætlaðu, at dystirnir ímóti Turkalandi skuldu spælast í heyst. Tað vildu turkarnir ikki. Teir ætlaðu, at heimadysturin ímóti Onglandi skuldu spælast í einum av síðstu umførunum. Tað vil siga eina ferð á heysti í 2003. Eingin semja fekst, og so slitnaðu samráðingar- nar. Í førum, har londini ikki megna at semjast, verður tað UEFA, sum við lutakasti ger av, nær hvør skal spæla ímóti hvørjum. Talan verður um lutakast, um eingin semja er funnin í sein- asta lagið 28. mars. Og alt bendir á, at í hesum báðum bólkunum fer tað at enda við lutakasti. Til hús sum av torvheiðum Føroyameistarar Aftast f.v.: Christian Poulsen, venjari, Einar M. Jacobsen, Fríði Jensen, Dánjal Rói Olsen, Heini Andreasen, Kriss F. Dam Poulsen, Bjørn Djurhuus. F.f.v.: Helgi D. Ziska, Rúni Bláfoss, Bartal Hansen, Kristian Dulavík, Erik Ekholm, Magnus Mortensen Nú hevur Vejle gjørt avtalu við ein afri- kanskan álopsspælra, sum seinastu tíðina hevur spælt í USA SUPERLIGAN Jóannes Hansen Sunnudagin var Christian Høgni Jacobsen ikki á vøllinum, tá Vejle hevði vitjan av FCK og Toda Jónsson. Tað er vorðin kapping um plássini í Vejle álopinum, og nú verður tað uppaftur meiri trongt í fremstu ketuni hjá Vejle. Í fyrradagin skrivaði Vejle undir sáttmála við ein álopspælara, sum eitur Dispy Selowane. Hann er ættaður úr Botswana í Afrika. Hesa seinastu tíðina hevur hann spælt fótbólt í USA. Hann er triði álops- spælarin, sum innan stutta tíð er komin til Vejle. Um- framt afrikanaran er Christian Høgni Jacobsen komin úr Føroyum, og Baré, sum teir kalla hann, er komin úr Brasilia. Felags fyri afrikanaran og brasilumannin er, at avtalurnar millum teir og Vejle bara eru galdandi fram til summarsteðgin. Ætlanin er, at Christian Høgni Jacobsen skal vera í Vejle longri enn so. Sunnudagin fer Veje at spæla í Odense ímóti OB. FCK fer í Parkini at fáa vitjan av Esbjerg. Tann dysturin verður vístur beinleiðis á TV3+ rásini. AaB hongur í Mánakvøldið var síðsti dysturin í 21. leikumfarin- um spældur. AB var í Aal- borg, og tað sá leingi út sum um gestirnir skuldu fara avstað við øllum stig- unum. Teir komu á odda í 1. hálvleiki, og hóast heima- liðið hevði bóltin meiri alla tíðina, so gekk striltið at fáa mál. Tá átta minuttir vóru eftir, javnaðu teir, og fýra minuttir seinni fingu teir sigursmálið. Harvið hevur AaB sama stigatal sum FCK. Men felagið hjá Toda Jónsson hevur betri mál- mun. Tí eru teir nummar tvey, meðan AaB er á bronsuplássinum. Næsti dysturin hjá AaB verður mánakvøldið á útivølli ímóti FC Midtjylland. AB fær sunnudagin vitjan í Gladsaxe av oddaliðnum Brøndby. Christian Høgni fær uppaftur meiri kapping Holte vann á oddaliðnum 25 Nr. 51 • hósdagur • 14. mars 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Nýggi formaðurin í kappingarnevndini ætlar at gera nógv fyri at samskiftið við feløgini skal vera gott FÓTBÓLTSPOLITIKKUR Jóannes Hansen Nú hava nevndirnar í Fót- bóltssambandinum skipað seg. Í landsliðsnevndini heldur Jens Erik Magnuss- en fram sum formaður. Í kappingarnevndini og í út- búgvingarnevndini eru nýggir formenn. Karl Vidt- feldt, sum á aðalfundinum fekk átjan av 22 atkvøðum, er nýggjur formaður í kappingarnevndini. Nýggj- ur formaður í útbúgvingar- nevndini er Rúni Heinesen. Á aðalfundinum var hann nývaldur í FSF nevndina. Karl Vidtfeldt hevur ver- ið í FSF nevndini í átta ár. Hann hevur verið kapping- arstjóri í yngru deildunum. og tað hevur hann fingið gott skoðsmál frá feløgun- um fyri. Á aðalfundinum góvu tey honum eina rættu- liga álitisváttan. Karl Vidtfeldt verður komandi kappingarárið kappingarstjóri í vaksna- mannadeildunum, samstun- dis sum hann fer at halda fram sum kappingarstjóri í yngru deildunum. Nýggi kappingarstjórin ætlar at gera sítt til, at samstarvið millum FSF og feløgini skal ganga væl. Um samskiftið er nógv og konstruktivt, so ber til at loysa spurningarnar, áðrenn teir gerast til trupulleikar. Í fjør var Sveinbjørn Dánielsson kappingarstjóri hjá kvinnunum. Á aðal- fundinum varð hann aftur- valdur sum fyrsti eykamað- ur í nevndini. Meðan Óli Holm er landsstýrismaður, er Sveinbjørn í nevndini. Hann fer at halda fram sum kappingarstjóri hjá kvinn- unum. Hetta fer hann eisini at halda fram við, tá Óli Holm fer úr landsstýrinum og aftur verður nevndarlim- ur í Fótbóltssambandinum – um hann ikki fer at halda fram sum landsstýrismað- ur! VB var fyrsta felag, ið fekk sær ein høvuðs- stuðul. Hesin var Suð- uroyar Sparikassi. Hetta var í sjeytiárun- um og samstarvið hevur verið gott síð- ani. Týskvøldið skriv- aðu partarnir aftur undir avtalu. – Tað hevur týdning fyri felagið at hava ein tryggan høvuðs- stuðul, sigur formað- urin í VB ÍTRÓTTUR Dagfinn Olsen Vár er í hondum og sam- stundis eitt spennandi fót- bóltssummar. Týsdagin, á grækarismessu, skrivaðu VB og Suðuroyar spari- kassi undir avtalu. Suður- oyar Sparikassi er høvuðs- stuðul hjá VB, eins og mongu undanfarnu árini. Og partarnir eru væl nøgdir við samstarvið, ið gongur mong ár aftur í tíð- ina. VB var fyrsta felag, ið fekk sær ein høvuðsstul. Tað var, tá sum nú, Suður- oyar Sparikassi. Hetta var einaferð fyrst í sjeytiárun- um. Suðuroyar Sparikassi er flaggskip suðuroyinga, ið hevur víst, at tøk kunnu takast. Eisini í kreppuárun- um. Men Suðuroyar Spari- kassi er í dag ikki bert kendur millum suðuroying- ar. Í 1998 lat deild upp í Havn og ung og eldri kring alt landið hava konto í Suðuroyar Sparikassa. John Henrik Holm og Per Jacobsen eru væl nøgdir við avtaluna. Per Jacobsen, Suðuroyar Sparikassi, sig- ur, at nú verður spennandi at vita, hvussu VB fer at standa seg í kappingini, ið av mongum er spádd at verða jøvn og spennandi í ár. Vb eigur leikarar, ið hava verið í leikum áður. VB var føroyameistari í 2000 og spældi í fjør í Champions Leauge. John Henrik Holm, for- maður í VB, sigur, at tað hevur sera stóran týdning fyri felagið, at hava ein tryggan høvuðsstuðul. Nýggir spælarar styrkja VB liðið í ár. Teir eru Slo- bodan Madzas, Nenad Zivanovic og Mortan úr Hørg. Karl verður kappingarstjóri VB skrivað stuðulsavtalu við Suðuroya Sparikassa Per Jacobsen, Suðuroyar Sparikassi, og John Henrik Holm, VB, skriva undir avtaluna, har Suðuroya Sparikassi aftur í ár verður høvuðsstuðul hjá VB. Samstarvið, sum báðir partar fegnast um, gongur aftur í sjeytiárini Mynd: D. Olsen Karl Vidtfelt skal nú fyri fyrstu ferð royna seg sum kapppingarstjóri hjá FSF C M Y K 24