Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-14, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. mars 2002síða 14

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 51 - 14. mars 2002 27 Landskappingin í flogbólti er liðug fyri í ár og meistararnir eru kosnir. Sjálvt um manskappingin var serliga spennandi eru onnur viðurskifti, sum geva seg til kennar, tá vit gera kappingarárið 2001/ 2002 upp. Kæran hjá Fleyr og dómara- spurningurin eru tvey viðurskifti, sum seta dám á árið og spurn- ingurin er, hvat FBF og feløgini vilja gera fyri at loysa trupul- leikan FLOGBÓLTUR – SAMANUMTØKA Sveinur Tróndarson Nú várið og summarið standa fyri durum, eru vetrarítróttargreinarnar so smátt farnar at rigga av. Leygardagin varð seinasta leikumfar í flogbóltskapp- ingunum leikt, og meist- ararnir hava fingið tað skreyt teir hava spælt seg fram til. Nú kunnu tey so taka sær av løttum nakrar mánaðir áðrenn farið verður undir fyrireiking- arnar til næsta kappingarár. Sera spennandi Landskappingin í ár var sum tvær ymiskar bøkur. Kvinnukappingin var sum eitt tíðindablað, har vit rættiliga tíðliga vistu, hvønn veg tað bar, og tá TB hevði vunnið meistara- heitið fyrsta vikuskiftið í marts mánaði, fingu vit bara staðfest tað, sum vit høvdu varhugan av í no- vember og sum vit vóru vís í um jóltíðir. Hjá monnunum var talan um eina reina krimiskald- søgu, sum ikki kundi verið skrivað meira spennandi enn tað sama. Fleiri lið vóru um boðið og tað var ikki fyrr enn í allar síðstu løtu, at meistararnir vórðu funnir, og tá vóru tað ikki eingang teir, sum bløðini høvdu væntað at tað fór at vera. Sum tað varð sagt í týs- dagsblaðnum, so er tað altíð uppiborið, at eitt lið gerst meistari. Eingin gerst meistari bara tí ein er heppin, men hinvegin kem- ur heldur eingin gjøgnum eitt heilt kappingarár uttan onkuntíð at vera heppin. Fram var heppið í ár, men tá SÍ og serliga Fleyr fer at taka aftur í aftur árið koma teir at síggja, at teir eisini vóru hepnir viðhvørt. Teir høvdu bara ikki hepnið við sær tá teimum tørvaði tað mest, og millum annað tí gjørdist Fram meistari. Tí var tað uppiborið. Annars kunnu sørvingar eisini angra seg bæði gular og grønar um, at teir ikki høvdu neyðugu disiplinina til at vinna dystin móti ÍF á heimavølli fyri tveimum vikum síðan. Vunnu teir tann dystin vóru tað teir sum stóðu við meistara- steypinum og ikki Fram. Men soleiðis er lívið og tað var júst sovorið sum gjørdi, at kappingin gjørd- ist so spennandi sum hon gjørdist. Meistaraheitið hjá TB var eisini fult uppiborið. Tær høvdu breiðasta hópin, og í roynd og veru var tað eing- in sum kom teimum nær. At tær bert tapa tann eina dystin av 16 sigur eisini eitt sindur um styrkina. Í fyrsta umfari høvdu teir báðir útlendingarnir kanska í so stóran týdning á liðnum, men tá annar leikarin stakk í sekkin, sást, at liðið eisini hekk saman við heimliga fólkinum. Í heila tikið má sigast — frá einum uttanfyristand- andi — at tað var gott fyri flogbóltin, at TB eisini fekk navn sítt í FM-steypið, og í so máta bilti tað heldur ikki, at Fram gjørdist meistari hjá monnum. Fleyr leikararnir eru uttan iva ósamdir við mær, men tað hava teir loyvi til. Í fjør vóru tað Dráttur og ÍF, sum áttu heiðurin, og merkir bara, at tað ikki bara eru Havnin og Klaksvíkin sum gera um seg í flog- bóltshøpi, og tað er serstak- liga gott fyri menningina av hesi ungu ítróttargrein. Óljóðini í kappingini Nú tá kappingin er farin aftur um ber til at hyggja aftur á eina landskapping, sum varð væl úr hondum greidd. Hetta er fyriskip- arum og feløgum fyri at takka, men áðrenn vit missa okkum sjálvi burtur í rósandi orðum mugu vit minnast til, at okkurt var, sum kundi gingið betri. Kvinnudysturin millum Fleyr og ÍF í november mánaði fekk eitt keðiligt eftirspæl við tað, at Fleyr valdi at senda Flogbólts- sambandinum kæru um dystin. Út frá teimum upp- lýsingum, sum FBF hevði at arbeiða við, var bara eitt at gera og tað var at geva Fleyr viðhald, tí dómarin hevði mistikið seg undir dystinum. Samstundis var okkurt skeivt gjørt við skrivaraborðið og saman- lagt hevði Fleyr eina góða søk. Tað vísti seg eisini skjótt, at sakin var so góð, at FBF bara kundi geva Fleyr viðhald og tí var nýggjur dystur ásettur. Tað var ikki so løgið, at ÍF-leikararnir kendu seg skúgvaðar til viks við tað, at tað vóru ikki tær, sum framdu mistøkini. Eftir at ÍF hevði roynt málið hjá dómsnevndini uttan úrslit, gingu tær við til at leika dystin av nýggjum, og — tíbetur fyri tær — vunnu tær eisini tann dystin. Eitt lið, sum er fyri órætti hevur rætt at kæra, og Fleyr gjørdi ikki annað enn at brúka henda rætt. Men kæran setti eitt stórt spurnartekin við um dómararnir eru nóg góðir og um skrivararnir — teim- um stilla heimafeløgini sjálvi við — eisini eru tað. Og fyri føroyskan flogbólt hevur tað serstakliga stóran týdning, at hesin spurn- ingur verður svaraður, ongantíð ov skjótt. Nýggj skipan við dómarum Eins og undanfarin ár hevur dómaraspurningurin verið uppi í kjakinum. Tað kemur javnan fyri, at leikarar og venjarar seta spurnartekin við dómaraavrik í meistara- deildini, og veruleikin er, at alt ov nógvir dómarar ikki nóg væl vita, hvat teir gera. Ein trupulleiki er, at dómararnir heilt einfalt ikki kenna leikreglurnar, ein onnur er, at teir ikki hava neyðugu royndirnar sum dómarar. Tað er einki at ivast í, at tað er ein serstakliga óheppin skipan, at leikarar, sum hava frí frá spæli, skulu døma teir sum teir kappast ímóti. Ikki tí, at teir gera harðastu kappingar- neytunum órætt, men tí at teir hava møguleikan til tað og — tað sum er verri — leikararnir leggja teir undir at gera tað. Men skal skipan broytast er neyðugt, at teir sum átaka sær at døma, kenna flogbóltin, tí, eins og í øðrum ítróttargreinum, er neyðugt, at dómarin veit, hvat tað er sum fyriferst á vøllinum. Einki er at ivast í, at besta loysnin er, um feløgini og FBF fingu fatur á nøkrum »professinellum« dómar- um. Hetta uppskotið hevur verið frammi fyrr og spurningurin er, um FBF ikki eigur at seta full segl til, fyri at fáa hesa skipan upp á beinini áðrenn landskappingin byrjar aftur í heyst. Ikki er vist, at tað er neyðugt við tveimum professionellum dómarum í fyrsta umfari, tí kemur tann eini uttan í frá, kann heimaliðið útvega tann eina. Á henda hátt ber til at seta dómarar við uttan at teir skulu taka fulla ábyrgd frá byrjan. FBF hevur ígjøgnum fleiri ár roynt seg við dómaraskeiðum uttan at hetta hevur hjálpt nóg væl. Ein av orsøkunum til tað er, at skeiðlutakararnir í mongum førum eru so ungir, at teir hava ikki dirvi til at døma tá tað kemur til stykkis. Taka teir so upp- gávuna á seg, eru teir ofta alt ov lættir at ávirka, tí teir hava ov stóra virðing fyri leikarunum á vøllinum, og tí uppstanda tær óhepnu støðurnar. Skal dómaraspurningurin loysast, er neyðugt, at Flogbóltssambandið og feløgini halda avtaluna, sum tey gjørdu fyrr í hesum kappingarárinum, og finna dómarar til meistaradeild ina, og at hesir fáa tey skeið, sum eru neyðug fyri at teir kunnu fara undir arbeiði. Samstundis er eisini neyðugt at finna út av, hvørja samsýning dóm- ararnir skulu hava fyri ómakin — og ikki minst, hvør skal gjalda. Áskoðaramet Flogbóltsárið, sum nú er við at enda, er kanska eitt av teimum bestu í longri tíð. Landskappingin gekk sum sagt væl og serliga manskappingin var spenn- andi, men umframt tað eydnaðist tað kvinnulands- liðnum at vinna gull tá Oyggjaleikirnir vóru hildn- ir á Man seinasta summar. Hetta er sjálvsagt at fegnast um, tí skal heimliga kappingin mennast, er neyðugt at leikararnir hava nakrar fyrimyndir at ganga eftir, og hesar hava teir á landsliðunum. Gamaní hevur manslandsliðið sæð betri dagar, men kvinnur- nar fingu sanniliga víst, at tað framvegis glógvar í teimum. Tær vunnu gull á Gotlandi og tær endurtóku bragdið á Man og vit kunnu minna á orðini um, at tað er størri bragd at endurvinna eitt heitið enn at vinna tað fyrstu ferð. Nógva — og í flestu førum góða — undirtøkan hevur havt við sær, at áhugin fyri flogbólti er nógv øktur. Bæði millum teir yngru leikararnar og hjá áskoðarunum. Tað er ein gomul myta, at flogbóltur er fyri tey sum spæla og ikki tey sum hyggja. Men í ár hava so nógvir áskoðarar verið til heimadystirnar hjá SÍ, TB, Drátti, Mjølnir og onkrum øðrum liði við, at henda mytan er við at fara í søguna. Til steypafinaluna var nærum fullsett og tá kvinnurnar spældu Oyggja- leikafinalu á Man vóru nógvir føroyskir áskoðarar. Eisini sjálvt um fótbólts- kvinnurnar spældu sam- stundis. Hetta fegnast øll, sum vara av flogbóltinum um, men skal tað halda við er neyðugt, at tað alla tíðina verður arbeitt flogbóltinum at frama. Tað kunnu áskoðararnir ikki gera, og tí er tað ein uppgáva sum FBF og feløgini mugu taka á seg. Gera tey tað er framtíðin fyri flogbóltinum bjørt. Spenningur, kæra og dómara- trupulleikar Flogbóltsárið, sum nú er við at enda, er kanska eitt av teimum bestu í longri tíð, og millum annað eydnaðist kvinnulandsliðnum at vinna gull á Oyggjaleikunum 27 26 Nr. 51 - 14. mars 2002 Tá Flogbóltssam- bandið fyri góðum trimum árum síðani gjørdi av at endu- stovna steypakapp- ingina høvdu tey neyvan ímyndað sær, at undirtøkan skuldi gerast so góð sum hon longu vísir seg at vera, og longu nú hevur tiltakið fingið fastatøkur bæði á leikarum og áskoð- arum STEYPAKAPPINGIN – SAMANUMTØKA Sveinur Tróndarson Tað eru eftirhondini nógv ár síðani, at Flogbóltssam- bandið gjørdi av, at al- menna steypakappingin, sum FBF einaferð skipaði fyri, skuldi avtakast. Henda kapping varð skipað sum ein vikuskiftiskapping og lá í Havn. Hvør orsøkin var til, at FBF valdi at kasta frá sær er ikki greitt, men veru- leikin var, at kappingarárið gjørdist minni áhugavert við tað at almenna steypa- kappingin hvarv. Gamaní tók Fleyr táttin upp eftir FBF, men kapp- ingin hjá Fleyr er ein av teimum góðu og gomlu vikuskiftiskappingunum, og kundi tí ikki javnsetast við eina »veruliga« steypa- kapping, sum eitt nú fót- bólturin og hondbólturin hava. Men fyri trimum árum síðani gjørdi Flogbóltssam- bandið av at endurstovna steypakappingina og henda avgerð fekk sera stóran týdning fyri føroyskan flog- bólt. Í broyttum líki Endurstovnaða steypakapp- ingin var ikki skipað sum tann gamla. Hon varð held- ur ikki skipað sum tær hjá fótbóltinum og hondbóltin- um eru tað, men sum ein yvirbygningur á vikuskift- iskappingina hjá Fleyr og Mjølnir, og sjálvt um fleiri kanska seta spurnartekin við, hví tað júst skulu vera hesar báðar kappingarnar, er hetta ein góð loysn. Tað hevði nevniliga verið trupult at kroyst fleiri steypaumfør inn millum landskappingarumførini, uttan at tað antin gjørdi kappingina longri, ella gekk út yvir vikuskiftis- kappingarnar hjá Fleyr, Mjølnir og Drátti, og tí er hetta helst skilabesta loysn- in. At Drátturkappingin ikki eisini gevur atgongd til steypafinaluna, hongur helst saman við, at henda kapping liggur so seint, at steypafinalurnar høvdu lig- ið alt ov seint á árinum, um so var, at henda kapping skuldi verið við. Nú vera steypafinalurnar avgreiddar mitt í februar og hugsað vit um, hvussu leik- ararnir eru fyri kropsliga um hetta mundið, koma vit til ta niðurstøðu, at tíðs- punktið er væl valt. Saman- bera vit við hondbóltin, síggja vit, at teirra steypa- finalur vera avgreiddar tvær vikur undan finalun- um hjá flogbóltinum, og donsku steypafinalurnar í flogbólti vera eitt nú av- greiddar í desember. Atgongdin ivasom Tey bæði fyrstu árini skipað varð fyri steypafinalunum, var eingin, sum hevði nak- að at siga um liðini, sum høvdu spælt seg í finalurn- ar. Kanska var orsøkin tann, at liðini vóru so greitt uppi í teimum bestu hesi árini, at tey høvdu plássið uppiborið. Í ár sóu vit so, at onkur hevði hug at fílast á, at mansliðið hjá ÍF var annað liðið í finaluni, og sagt var, at tað ikki var rættvíst, at fuglfirðingar skuldu sleppa at spæla steypafinalu, tá teir ikki høvdu verið við í vikuskiftiskappingini, sum Fleyr skipaði fyri í oktober. Um hetta er skeivt ella rætt, gott ella ringt, skulu vit ikki taka dagar í millum, men vit kunnu í hvussu er staðfesta, at fuglfirðingar einki skeivt hava gjørt, og at teir ikki hava forbrotið seg móti nøkrum reglum hjá Flogbóltssambandin- um. Fyri steypakappingina 2001/2002 er kjakið um hvør skal hava atgongd til steypafinalurnar virðis- leyst, men tað hevur týdn- ing fyri framtíðina. Fara vit at samanbera steypakappingina hjá flog- bóltinum við eitt nú steypa- kappingina í fótbólti, so er tað ein treyt, at liðið skal vera við allan vegin og ikki bara í einum parti av kapp- ingini. Tað sama ger seg galdandi í hondbólti og tí eigur Flogbóltssambandið at seta sær sjálvum spurn- ingin um liðini, sum skulu hava atgongd til steypafin- aluna ikki skulu hava verið við í allari kappingini. Tað setur størri krøv til leikar- arnar og er í hvussu er meira rættvíst móti teimum leikarum – og liðum – sum eru við allan vegin. Hvussu atgongdin skal skipast hava vit einki upp- skot um, men tað hava fel- øgini uttan iva, og tey fáa eisini møguleika at leggja eitt slíkt fyri aðalfundin hjá Flogbóltssambandinum, sum verður í apríl. Vit fara tó at siga, at vónandi hava uppskotini, sum tá koma, annað endamál enn at úti- hýsa nøkrum. Framúr gott søluátak Tað er einki at ivast í, at til- takið, sum seinastu tvey árini, hevur verið hildið í høllini á Hálsi, hevur verið eitt tað besta søluátak, sum Flogbóltssambandið kundi hugsað sær. Sjónvarpið og Útvarpið gera sjálvandi sítt til, at dámurin kring final- urnar verður heilt serligur, og hyggja vit at undirtøkuni millum áskoðararnar síggja vit, at alsamt fleiri koma at hyggja. Í nógv, nógv harrans ár hava søgur annars gingið um, at flogbóltur ikki er ein ítróttargrein tú hyggur at, men ein tú spælir, og slíkar søgur plaga at vera truplar at fáa lívið av. Soleiðis hevur tó ikki verið í hesum føri, tí síðani fyrstu steypa- finaluna hava alsamt fleiri áskoðarar funnið veg niðan á Háls, og í ár vóru umleið 600 áskoðarar í høllini. Umframt tey sótu í tús- undavís og hugdu at sjón- varpi og lurtaðu í útvarpi. At tað verður virðismett er einki at ivast í, og eitt nú í Noregi eru teir øvundsjúk- ir inn á, at tað eydnast før- oyskum flogbólti at fáa so nógvar áskoðarar til steypa- finalurnar. Tað eydnast teimum nevniliga ikki á hvørjum ári í Noregi. Fyrimunurin við einum slíkum átaki er sjálvandi, at øll eygu vera vend móti teimum fýra liðunum, sum eru í finaluni, og tað hevur nógv at siga tá hesi ítróttar- feløgini skulu út at kappast um ungu ítróttarfólkini, sum hava so nógv í at velja. Spurningurin er so bara, um feløgini klára at taka ímóti teimum, sum fáa hug at royna seg sum flogbólts- leikarar, tá til stykkis kem- ur. Karmarnir betrast Vit mugu staðfesta, at Flog- bóltssambandið og luttak- andi feløgini hava gjørt sítt til at gera steypakappingina til ein varða í føroyskum flogbólti. Høllini á Hálsi hevur eisini víst seg at vera ein góður karmur um tiltak- ið, sum seinastu tvey árini hevur verið leitt av altjóða dómara. Tað var eisini ein av hes- um – Philippe Schürmann – sum gjørdi vart við, at teknisku umstøðurnar í høllini eiga at vera bøttar. Hann vísti á, at eitt nú net- útgerðin als ikki stendur mát við krøvini frá altjóða flogbóltssamgonguni. Eitt nú er als ikki loyvt at brúka netstengur, sum vera hildn- ar upp á pláss við bardun- um. Tær kunnu vera vanda- miklar fyri leikararnar og tær gera eisini, at leikararn- ir ikki sleppa at renna eftir bóltinum, sum leikreglurn- ar annars loyva teimum. Her eigur Flogbóltssam- bandið at gera sína ávirkan galdandi, tí tað sigur seg sjálvt, at umstøðurnar eiga at vera í lagi. Tað kundi jú hent, at Oyggjaleikirnir komu aftur á gátt hjá okk- um, ella at onkur onnur al- tjóða kapping varð hildin í Føroyum, og tá eiga vit at hava slík viðurskifti upp á pláss. Í fyrsta umfari kunnu vit, sum eru glað fyri flogbólt, fegnast um, at eisini henda ítróttargrein hevur fingið sína egnu »sølustevnu«, og sigast má, at leikararnir, sum eru tey veruligu sølu- fólkini, hava gjørt eitt gott arbeiði tá tey hava fingið møguleikan ... Sølustevnan hjá flogbóltinum Í nógv, nógv harrans ár hava søgur annars gingið um, at flogbóltur ikki er ein ítróttargrein tú hyggur at, men 600 áskoðarar til steypafinalurnar bera boð um tað øvugta C M Y K 26