týsdagur 30. apríl 1929síða 4
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
8
Fi
ht
#1
VH
+
pi
i
P
81
F
i
ki
|
Bi
i
3
6 i kl
r
Bí
K
Í
8
Føl
I
På
58
4
í
F
+
á
i
Fi
Á
i
4 we
|
FB
+
1
t +» j
i
er H
md
“%
ver vinnandi maður
ver vinnandi kvinna
minst ein lut í
LÅ +
Sjóvinnulánsgrunninum.
Sækketvistlæ d 48 0
Et - Kt: hú fø m. re
samme Kvalitet 125 cm. bred 96 Øre pr. m. Ubl. Skjorter 200 Øre
i lille og middel Størrelse, stor 225 Øre, svære uldne Herresokker
100 Øre, svært ubl. Flonel 70 cm. bred 65 Øre pr. m. Viskestykker
36 Øre. Vaffelhaandklæder 48 Øre, kulørte Lommetørklæder 15» 45 cm.
325 Øre pr. Dus.
Fuld Tilfredshed eller Pengene tilbage. Forlang illustreret Katalog.
SÆKKELAGERET, Sct. AnnæPlads 10. København K.
Kunngerd.
Valstyrid í Tórshavn kunnger her, at fólkatingsval verður
Térshavnar valdomi miðvikudag hin 29. mai 1929 í Tingstovuni
-
Tórshavn.
Stemmað verður í tíðini frá kl. 10 fyrra part til kl. 1
3 seinna part til kl. 8 seinna part,
seinna part og tínæst frá kl.
og verður tå ikki givið uppat, so leingi veljarar enn koma at
stemma.
Tórshavn, 3. apríl 1929.
Fyri valstýrið
Jens Pauli Andreasen.
„Hann uppesir fólkið“.
(Týtt eftir Íslendskum).
IT. er, at einhvør mikil øsing er Á
vási millum fólksins, sum var
vitni til hetta kraftarverk. Bæði
evangeliuni flyta fram nærum
einsljóðandi setning, hvar greitt
Tað er ikki tørvur á at lesa
evangeliuni við nøkrum serstøk-
um eftirtonkum til tess at koma
eftir tí, at tað er mannfjøld á
Gýðingalandi, sum vil gera Jesu
til kong. Allir kenna fråsøgnina
um tå Jesu reið inn í lerúsa-
verður frá undurverkinum, og
ljóðar hann so: »Og straks bað
hann lærusveinar sínar fara i
lem, og hvussu hann tå var | båtin og rógva yvir um undan
fagnaður av fólkinum sum ein
kongur við miklum hátíðleika.
Og tað er ikki minni greidligt Tað er einki at ivast um, at
áeðrum stoðum í evangeliunum, | tað er okkurt stórvegis á vási.
men sum færri munnu hava | Jesu noydir lærusveinar sínar
| at fara í bátin. Hann vil vera
sær, ímeðan hann slapp sær frá
mannfjøldini«.
givið æns. 1 ollum fýra evang-
eliunum er fråsagt, at Jesus | einsamallur fyri at sleppa sær
mettaði mannfjøld við einum | undan mannfjøldini. Av hesum
sindri av breyði og fiski. Bæði evangeliunum sæst ikki, hvat
Markusar- og Matheusarevang-
elium siga soleiðis frå, at skiligl
orsøkin til øsingina var, men
Jóhannesar evangelium gevur
frágreiðingina. Táið greitt er
frá undirverkinum, lá er sagt
soleiðis frá: >Táið Jesus var
varur við tað, at teir ætlaðu at
koma og taka hann við makt
og gera hann til kong, fór hann
aftur avsíðis upp á fjallið eins-
amallur.
Og tá verður greitt, hvussu
háttað øsingin er: Mannfjøldin,
sum hevur fingið slókt hungur
sín, vil gera Jesus til kong og
ætlar at taka hann við valdi.
Sanniliga hava lærusveinarnir
vilja studla til, og tessvegna
sleppur Jesus sær fyrst frá teim-
um, og síðan loysir hann seg
frá mannfjøldini.
Men tá er eftir at gera sær
greitt, hvat voldað hevur hesa
trá fólksins til at gera Jesus til
kong. Hvat er tað sum rembist
so í fólkinum, at tey enntá við
valdi vilja taka Jesu fyri at
hann skal fremja vilja teirra?
Sumir halda, at atstoðurnar
hava verið tjóðskaparligar. Hjá
fólkinum er vaknað trúgvin á
tað, at Jesus var hin fyrijåttadi
Mesias, og tå var tað hansara
verk al frelsa tjóðina undan
yvirvaldi Rómaranna og gera
hana mikla og velduga, so sum
hon hevði verið á døgum Davids
og Salomons.
Men frásognir evangelistanna
geva ikki atstødur til at halda,
at so hevur verið. Tær flyta
ikki. eitt sindur fram, sum
bendur á tað, at tað hevur verið
fólksins ætlan, at gera uppreist-
ur móti Rómarunum við Jesu
sum oddamanni, heldur ikki er
eftir Jesu eitt einasta orð, sum
vitnar um, at hann hevur verið
ímóti rómarskum yvirvaldi, ella
hevur birt upp undir sjálvræðis-
huga tjóðarinnar. Um so var,
at menn trúu ti, at Jesus var
Messias, var tað nóg mikið til
at geva sjålvrædistrå tjóðarinnar
vind undir veingirnar, lí so
hevði verið litið á, at tað sjålv-
andi var Messiasar verk at loysa
tjóðina = undan fremmandum
valdi. Men móti hesi áskoðan
skal bendast á tað, at lað er
ikki boðskapur Jesu um flað,
at hann er Messias, sum er tað
fyrsta til at gera hann fagnaðan
millum fólkið. Lærusveinar
flokkaðust um hann, hóast hann
ikki við einum orði boðaði frå,
at hann var Messias. Lat okk-
um leggja til merkis fråsøgn
Markusarapostuls, sum hildin er
at vera hin mest álítandi heim-
ild um lív Jesu, og hetta er
tað stutt áður hann fer av stað
til Jerusalems fyri seinastu ferð,
at hann spyr lærusveinar sínar,
hvonn fólk siga hann al vera.
Og teir svaraðu tí, al sumir
siga, at hann er Johannes doyp-
ari og aðrir Elias og aftur aðrir
ein av profetunum. Teir neyndu
einki um í svari sínum, al
nakar hevði gitt hann at vera
Messias. Tá spurdi hann læru-
sveinar sínar: »Men hvenn
halda tit meg vera? Tá gav
Pætur hitt kenda svarið: >Tú
ert hin livandi sonur Guðs“.
Henda frásogn sýnir ikki bert
tað, at lærusveinarnir ikki høvdu
verið varir við ta trúgv hjá
ljóðini, at Jesus var Messias,
men meira hitt, at Jesus ikki
hevði boðað tað fyri lærusvein-
um sínum. Av hesum sæst, al
tað ikki var fyrst og fremst
trúgvin á Messiasartign Jesu,
sum gav honum fylgisveinar.
Ennmeir kann hugsast, at trúgv-
in á tað, at Jesus var Messias,
torvaði ikki at vera so sterk, al
menn fóru at líta å lað, al
hann skuldi bróta tað okið sum
fremmanda yvirvaldið hevdi á
tjóðini. Vónirnar sum tjóðin
ól í brósti um Messias, vóru
ymiskar. — Hann var frelsari
tjóðarinnar eftir trúgv hennara.
Hann var lekjarin fyri hverja
neyð, sum tjóðin píndist av....
Vónirnar um hann vóru ti
misjavnar eins og lagna mann-
anna er misjøvn.
Men tað sum týðuligast sýnir,
at osingin ikki er Í sambandi
við Rómverjar og yvirvald teirra,
er tað, hverjir flokkar skipast
um hann við og ímóti.
Fremstir í mótstoðuparti hans-
ara eru teir menn, sum vóru
mest hugaðir fyri at loysa tjóð-
ina undan fremmanda yvirvald-
inum, so sum Fariseararnir.
Men umboðsmaður rómverska
valdsins, Pontius Pilatus, finnur
onga sek hjá Jesu og sær onga
atstødu til at óttast ávirkan
hansara. Og 16 at rópt verður
eftir honum og sagt, at Jesus
sítur at gjalda keisaranum skatt,
og at Pilatus ikki er vinur
keisarans, um hann gevur Jesu
leysan, tå er tað ikki umhugsun
hansara fyri rómverska valdin-
um, sum ger lad, at hann stað-
festir deyðadómin, heldur veik-
lyndi hansara móti óndskapi
torfylgjuranna.
Men hvat er tað sum birtir
undir teir sum vilja gera Jesu
til kong? Og hvorjir eru teir
sum vilja gera tað?
Í møtstødupartinum eru ikki
þert einstakir menn, heldur er
talan um heilar klassar millum
fólkið. Tad er talað um høvuds-
prestarnar, fólksins elstu, Hero-
desarmenn og Fariseararnir. Og
tá verður greitt, at allir yvir-
klassar — tjóðfelagsins, sum Á
ymsan hátt vóru mólstoðumenn,
sameinast í mólstoðuni móti
Jesu. Og tå eru eingir uttan
undirklassarnir eftir til at vera
teir, sum vilja gera Jesu til
kong. Tað bendir í tað ætt, ut
øsingin, sum verið hevur um
Jesu, hevur verið klassakampur,
og undirklassarnir hava hyldað
Jesu sum oddamann sín. Og
ein av teim klugum, sum fram
eru bornar móti Jesu styrkir
hetta almikid. Ilon ljóðar so-
leiðis: »Hann upposir fólkið við
tí sum hann lærir um alla
Judeu, líka frá Galileu, har sum
hann byrjaði og higar«. Teir
fylgja slóðini allastaðni reis-
ist sumu osingaraldan, hvar sum
hann kemur og flytur boðskap
sín.
Tað er vituligt, at har sum
slík kærumál eru løgd fram,
har fylgir eisini kravið um
deyðadóm. Aldri tykist slík at-
stóða al vera til at grípa í
teymarnar, sum tá kúgaðir
fólkaflokkar eru østir til upp-
reistar. Um gruni hevur fallið
á einhvonn, at hann hevði
voldað tað, tá hava dagar hans-
ara ofta verið skjótt taldir.
Og nú er at kanna eftir, um
vísast kann á nakað í bodskapi
Jesu ella framkomu, sum hevur
voldað tað, at uppreistarhugur
vaknaði millum fólkið móti
leimum ráðandi.
(Framhald.)
Givid út av
socinldemokratiskum felogum.
Blaðstýrari: M. S. Viðstein,
Prentsmiðja
»Førova Social Demokrat«s, Torshavn.
6
64
VI.
Hermannalid javnadarlid.
Ein hardur dystur.
Aftanå 1848 kom konga- og ríkmannavaldið
omanåaftur í Tyskalandi og alt arbeið fyri fólka-
frælsi mátti havast í loyndum. Serstakliga var ein
flokkur av teimum, sum staðið hevdi á odda javn
aðarmanna samankomin í Sveits, har teir eina
tíð kundu starva í friði: »Neue Rheinische Zei-
tung“ mátti ganga inn. Marx fluddi til Paris og
síðani til Londonar. Engels tók til vápna og var
eina tíð uppi í teimum, sum bardust fyri frælsi í
Baden og Pfalz; men so rýmdi eisini hann til
Londonar.
Hóast hitt hægra borgaraliðið vid kongum of
fúrstum nú hevði sigrað, gekk tað smátt við at
Eysturríkið og
skapa eitt sameint Týskaland.
Proysin vildu bæði vera á odda, og forbundsdag-
urin í Frankfurt kundi einki gera, tí tað var
ómeguligt at koma uttanum hitt proysiske valdið.
Proysin hevði eisini ein útsending á forbundsdagn-
um frá 1851—1859, sum ikki var nakar undan-
støkkingur, hann æt Otto von Bismarck.
Ind var íkki møguligt fyri hitt frælslynda
borgaraliðið, teir sokallaðu Liberale, at koma til
maktina heldur, tí hóast Eysturríkið og Proysen tel-
vaðu um forsætisrættin í einum sameintum Stór-
tyskalandi, so vóru tey tó á einum máli um at halda
ímóti teimum liberalu, og hesin flokkur hevði ikki
megi til at seta seg upp ímóti Eysturríki-Proysen.
At stovna eitt sjålvstætt Proysen var eisini ómegu-
ligt vegna klandur ímillum afturhaldsflokkin og
teir liberalu har.
Undir hesum viðurskiftum fer Frederik Wil-
helm frá sum proysakongur vegna heilsubrek, og
bróður hansara Wilhelm I verður í 1858 kongur
í staðin. Hann var ein maður, sum så hvorja leið
Proysen mátti ganga fyri at nåa framat valdinum,
og hann visti sær ein g6dan hjálparmann. Í sep-
tember 1862 gjørdi hann Otto von Bismarck til sín
forsætisráðharra.
Longu meðan Bismarck sæl sum útsendingur
í Frankfurt, var tað honum greitt, at skuldi Proy-
sen verða hovuðsríki í Týskalandi mátti tað ger-
ast tað við einum sterkum herlið. Longu tå glamp-
adu fyri hugsjónum hansara orðini: „Blóð og jarn“,
sum seinni vórðu hansara opinberu loysunnarorð.
Hovuðsendamálið hjá hesi nýggju proysa-
stjórnini var nú al styrkja herliðið og fremja oll
mál. sum kundu tæna einum sterkum herlið til frama,
og gera landið sjálvbjargið í krígstilfelli: Bismarck
sá fyri sær í Týskalandi tvær meginrørslur, sum
bådar høvdu fastar tekur á mannahjørtunum.
Onnur var tjóðskapskenslan og hin var javnaðar-
rørslan. Tað var honum greitt, at hann mátti
rokna við báðum, og hann var brålt búgvin at
taka tær báðar; men hverja á sín hátt. Tjóð-
skapskensluna hevði Bismark vón um at vinna og
nýta sum amboð fyri at fremja síni endamál við
Proysen, hon kundi eldast upp sum bál undir
militaristketilin og leggja eina andaliga glæmu yvir
blóðið og jarnið, tí skuldi hon lívgast. Javnaðar-
rørslan harafturímóti var í síni instu grund ímóti
lí, sum Bismarck ætlaði at fremja, við henni
kundi hann ikki úttinna nakað av tí hann vildi,
tí mátti hon verða kúgað og helst verða dripin.
Soleiðis byrjar tá tann bardagi millum stjórnar-
vald og javnaðarmannaliðið í Týskalandið, sum
ikki fekk enda fyrr enn keisaravaldið small í 1918.
Herði stjórnarvaldi ein sterkan og harðan
oddamann í Dismarch, so vóru oddamenn javnað-
aðarmanna heldur ongar bloytur, og ti kom dysl-
urin at vera bædi langur og strangur.
Novn teirra eru heimskend og vilja lýsa so-
leingi fáni javnaðamanna veitrar yvir fold.
Ferdinand Lassalle, August Bebel og Wilhelm
Liebkneckt vóru hver å sín hált slóðbrótarar fyri
tí javnaðarflokki, sum bjargaði Týskalandi undan
deyða, tå tað hermannavaldi, sum Bismarck legði
grundarsteinarnar undir, hevdi stýrt tað í ólukku.
Tann javnaðarrorsla, sum Karl Marx reisti,
var grundað á vísindaliga granskan og bygd upp
við einum lítaleysum hugsunnarkynstri; men hon
talaði ikki somikid til hill einfalta upprunalig:
hugsunarliv mannana sum til hitt bjartað vitið.
Ferdinand Lassalle birti upp Í Tyskalandi
eina javnaðarorslu, ið talaði beinvegis til kenslu-
lívið. Hann var sjálvur ein eldandi sál, og hann
setti við orðum sínum eld í mannahjørtuni; men
hann var tó so langt sum nakar frá at flotna út í
kámum talumátum, strangt vísindalig og full av