Sosialurinarkiv
Sosialurin 1929-05-25, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. mai 1929síða 1

allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOCIALDEMOKRAT | FRÆLSI JAVNADUR BRODURSKAPUR Leygardag hin 25. mai 1929. | SI ða 3. árg. og skrivstovuni. Telf. 143. Lysingaprisur fyri petitreglu: 30 oyr. á forsíðuni, | Nr. 22. | 20 oyr. á 3. og 4. síðu. Við størri lýsingum fæst avslåttur í prísinum. Verið nú oll ansin og árvakin og latið | ikki rótleysan sambandspolitikk villleiða | okkum á hesum sinni. 29. mai er valdagur í Føroyum. Tá skal Foroyingur veljast til Fólkatingið. Sambandið hevur haft henda sessin á ríkisdegi nú í mong ár og hevur í allarstorsta muni nytt hann til at koma Føroyingum í ringt orð niðuri í Danmørk. Effersøe byrjaði hetta ljóta starv í Fólkatinginum, og Andr. Sámalsson hevur tikið undir ta tíð, hann hevur sitið í Fólkatinginum. 29. mai mega allir Føroyingar, menn og kvinnur gera enda á hesum óskili, ið stendst av at hava ein sambands umboðsmann í Fólkatinginum, og velja S. P. år Konoy. Sambandið herur altíð ligið framvið at gjørt korini ómegulig hjá tí einasta háskúla, vit eiga í Foroyum. Sambandið hevur ferð eftir ferð á Logtingi stemmað ímóti studningi til skúlans, og Andr. Sámalsson hevur í Fólkatinginum eisini stemmað ímóti, men teir frælslyntu flokkarnir á riksdegi hava kortini stemmað fyri. Og høvdu vit ikki fingið fólkatingsval í ár, so hevði háskúlin ongan studning fingíð úr ríkiskassanum; tí so vildi Andr. Sámalsson og afturhaldsflokkarnir verið í meiriluta. Meðan valstríðið stendur i Foroyum, framsetur ríkisstýrið uppskot um 6000 kr. í studningi til skúlan, soleiðis sum Løgtingid søkti um. Um Andr. Sámalsson og feðgar hans sótu við ræðið, so hevði hesin peningur ikki verið játtaður. Sambandið er ímóti ollum framburðs- og mentunarstarvi, móti allari menning her á landi, móti ollum frælslyntum hugsjónum, móti ollum teim framtíðarvónum, ið bylgist í Foroya fólki. Sambandið er ikki bert móti tí stremban frameftir, ið stendst í Foroyum. Tað vil eisini seta mark fyri, hvussu langt Danir mega koma fram á framburðsleið. Andrass Sámalsson hevur verið stuðul hjá tí danska afturhaldinum til at knæsa tey minni mentu. Hann er tí eisini altíð til reiðar at knæsa allar Løgtingsins samtyktir á ríkisdegi, um tær persónliga eru honum ímóti. Andrass Sámalsson hevur á ríkisdegi gingið í hóslag við afturhaldinum, ið býr seg út til at knæsa hina donsku tjóðina við at halda hini ómenniskjansligu krigsvåpnini til reiðar. Andr. Sámalsson ætlar at knæsa Føroyar sum tjóð við at gera okkum til ómyndingar í egna landi. Andrass Sámalsson vil knæsa tey framtøk, arbeiðarar og fiskarar gera minnist ísvirkismálið á Tveroyri. Andrass Sámalsson vil knæsa allar arbeiðarorganisatiónir við at taka verndarrættin frá teimum minnist til trælalógina. Andrass Sámalssons ógerðir og illnærisætlunar eru so nógvar og misóttar, at tað er Osømuligt at velja hann aftur í Fólkatingið. Føroya fólk eigur her at rætta Loglinginum eina hond við at fáa betur skil og lag her á landi við at sleppa Andr. Sámalsson av pallinum og velja ,) R me i N ; Se 2" > OS. P, ur K ONoy. «Ku Konoy er kendur og góður i almennum føroyskum starvi, og hann tekur eingi óráð fyri. Hann hevur tí allarbestu atstødur til at vera Føroya fólki ein góður tals- og umboðsmaður á ríkisdegi. L Føroya fólk, kvinnur og menn eiga ti at finnast við valborið miðvikudagin 29. mai og seta krossin við Símun Paula úr Konoy; tá hava vit gjørt okkara skyldu mót okkum sjálvum og Feroyum. il Eingin eigur at sita heima. ØL eiga at fara á valg og velja S. P. ÚR KONOY! Í