fríggjadagur 15. mars 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 52 - 15. mars 2002
Vilmund Jacobsen
Enn eru vit ikki komin
longur enn út í hálvan
mars, og enn kunnu vit
vænta okkum bæði kulda,
kava og skiftandi veður.
Grækarismessudagur var
ikki so góður, sum dagurin
eftir, ið gjørdist ein rætti-
ligur várdagur við nógvari
sól.
Tá ið Sosialurin í góð-
veðrinum fór oman á
molan í Saltangará at taka
myndir av Akrabergi, sum
lá og tók proviant til
komandi túr, sóu vit hesar
dreingirnar standa beint
aftanfyri hekkuna á Lómi
og
stuttleika
sær
við
sleingitráðu.
Nógvur seiður stóð beint
undir vatnsskorpuni, og teir
siftu, sum teir vildu. Teir
høvdu gággu til agn.
Á innaru síðu á molanum
stóð eisini nógvur seiður.
So, her hevði verið gott
pláss, um fleiri vildu staðið
við tráðuni.
Seiðapláss
Í fleiri bygdum kring
landið
eru
gomul
seiðapláss, og tey hava
nøvn, sum røkka langt aftur
í tíðina. Men millum yngra
ættarliðið
munnu
hesi
staðarnøvn fara at kámast,
so hvørt tey ungu hava
onnur áhugamál og ganga
minni og minni á tey gomlu
seiðaplássini.
Ert tú úti á bygd, sært tú
ofta, at bæði børn, ung og
vaksin framvegis ganga á
seiðaberg, men nú standa
hesi oftast á molanum og
ikki á gomlu seiðaplássun-
um, har streymaseiður er at
fáa.
Hví seiðaplássini liggja
júst, har tey liggja, er tengt
at nátturuviðurskiftunum.
Nógvastaðn
fram
við
fjøruni er nógvur tari, og tí
ber ikki til at fiska hvar
sum helst.
So, tey gomul seiða-
plássini eru útvald støð -
vald út av teimum gomlu,
sum kendu fjøruna og
taran, sum sín egna lumma.
Tað kemur neyvan
uppá tal, at danir
yvirtaka málsøki
aftur, sum føroyingar
longu hava yvirtikið,
men vilja sleppa av
við aftur av fíggjar-
ligum ella øðrum
ávum. - Tað havi eg ilt
við at ímynda mær,
sigur Anders Fogh
Rasmussen, forsætis-
ráðharri
UMVENDAR
YVIRTØKUR
Magnus Dam
Keypmannahavn
Um onkrir politikarar í
Føroyum ganga við einum
tanka ella ynski um at
hækka blokkstuðulin aftur
næsta ár, og lata danir taka
aftur yvirtikin málsøki, so
kunnu teir helst jarða
hendan tankan.
Tað kemur neyvan uppá
tal, segði danski forsætis-
ráðharrin, Anders Fogh
Rasmussen, tá hann miku-
dagin svaraði einum fyri-
spurningi
frá
Tórbjørn
Jacobsen, fólkatingsmanni.
Danir hava ongan áhuga í at
yvirtaka
málsøki,
sum
longu eru farin á føroyskar
hendur.
Blokkstuðulin er gjald
fyri málsøki, sum eru fe-
lags. Tá ið føroyingar yvir-
taka hesi málsøki, so yvir-
taka føroyingar eisini út-
reiðslurnar í sambandi við
yvirtiknu málsøkini, og
blokkstuðulin verður lækk-
aður tilsvarandi, vísti And-
ers Fogh Rasmussen á.
Tórbjørn Jacobsen vildi
hava forsætisráðharran at
greiða frá, um tað letur seg
gera at hækka blokkstuð-
ulin aftur, um eitt tílíkt
ynski kemur úr Føroyum,
og um ein fortreyt fyri at
hækka blokkin aftur er, at
danir yvirtaka málsøki,
sum longu eru farin á før-
oyskar hendur.
Ikki hent áður
Forsætisráðharrin hevur tó
ilt við at ímynda sær, at ein
tílík støða fer at taka seg
upp. Í øllum førum er tað
ikki hent fyrr, at danir hava
tikið aftur málsøki, so vítt
forsætisráðharrin veit. Og
somuleiðis heldur hann tað
vera rættiliga óhugsandi, at
blokkurin hækkar aftur.
Men heilt útiloka tí, vildi
forsætisráðharrin tó ikki.
Blokkstuðulin
verður
ásettur í samráðingum mill-
um stjórnina og landsstýr-
ið, og eingin veit, hvat kann
henda í hesum samráðing-
unum, sum verða aftur í
heyst um blokkstuðulin fyri
næsta ár.
- Danska stjórnin hevur
ikki ta arrogantu støðuna,
at hon frammanundan vísir
aftur at samráðast við
landsstýrið, segði forsætis-
ráðharrin.
- Men tað hevði verið
rættiliga óvanligt at vent
aftur og hækka ein blokk-
stuðul, sum áður er lækk-
aður, tí uppgávur eru fluttar
frá at vera felags til at vera
føroyskar burturav. Í øllum
førum skulu føroyingar
koma við rættiliga sannfør-
andi sjónarmiðum, um teir
ynskja blokkstuðulin hækk-
aðan aftur, legði forsætis-
ráðharrin aftur.
Spurdur, hvørji sjónar-
mið kunnu hugsast at vera
nóg sannførandi, segði for-
sætisráðharrin, at hann av
góðum grundum ikki vildi
koma við nøkrum boði
uppá hetta.
Sostatt kann staðfestast,
at eitt komandi landsstýrið
neyvan fer at koma langt
við einum møguligum fyri-
spurningi til stjórnina um at
hækka
blokkin
aftur.
Heldur ikki, um landsstýrið
heitir á stjórnina um at taka
aftur málsøki, sum eru farin
á føroyskar hendur.
Blokkurin er í ár 615,5
milliónir krónur, og tær
366,4 milliónirnar, sum
hann minkaði við í mun til í
fjør, fáast neyvan aftur.
Danmark tekur ikki
málsøki aftur
– Blokkstuðulin er gjald fyri málsøki, sum eru felags. Tá ið føroyingar yvirtaka hesi málsøki, so
yvirtaka føroyingar eisini útreiðslurnar í sambandi við yvirtiknu málsøkini, og blokkstuðulin
verður lækkaður tilsvarandi, vísti Anders Fogh Rasmussen á í svarinum til Tórbjørn Jacobsen,
fólkatingsmann
Á seiðabergi
í góðveðrinum
Í góðveðrinum, 13. mars,
stóðu hesir á seiðabergi beint
aftanfyri hekkuna á Lómi
Frá fríggjadegi 15. mars til hósdagin 21. mars
Fres – Veðurstøðin
Sammenhold
UEFA Champions League
Gerandisdagurin hjá Charles Gade er sum hjá fólkum flest, hóast nólsoyingurin er sjónveikur. Hann ferðast ofta
við Rituni til Havnar at røkja sítt arbeiðið sum klaverstemmari. Hann fæst eisini við at skriva tónleik, og tónleikur
eftir hann er javnan at hoyra í útvarpinum. Ein kann siga, at brekið hevur ikki darvað Charles Gade, og hevur
heldur ikki frátikið honum hugin at royna nýggjar avbjóðingar. Herfyri luttók hann í eini skjótikapping í
Danmark, har hann fekk góð úrslit.
»Eg noyðist at lurta«
Lat nú føstuklokku ringja
Fríggjakvøldið kl. 18.30
Mikukvøldið kl. 19.00
Leygarkvøldið kl. 19.00
Tað ljósa várið
Jú, so fór grækarismess-
an, og dagarnir eru
vorðnir longri, og eg
havi hoyrt onkran sagt
seg hava hoyrt okkurt
klipp, uttan tó at hava
sæð nakað tjaldur. Vár?
Tað er í hvussu so er á
veg!
Sjónvarpið hevur tikið
ein nýggjan tátt upp.
Tvey tey seinastu mána-
kvøldini hevur Okkara
millum við Katrini Pet-
ersen verið á skránni eft-
ir Dag og viku. Tann
fyrra sendingin snúði
seg um fólkaskúlan og
dúgliga var kjakast um
hesa sendingina aftaná.
Fólk vóru ósamd um
dygdina, men øll vóru
samd um, at evnið var
viðkomandi, hóast send-
ingin var alt ov stutt (og
tí eisini ov grunn!) til eitt
so umfatandi evni. Hví
ikki gera eitt temakvøld
um føroyska skúlan, har
øll eru umboðað, sum
hava við fólkaskúlan at
gera? Næmingar, foreld-
ur, lærarar, stjórar, av-
varðandi myndugleikar
og politikkarar? Tað
hevði verið áhugavert!!
Seinna sendingin um
rætta aldurin at fáa sær
børn hepnaðist betur!
Sendingin var væl sett
saman við brotum úr
teldubrøvum,
telefon-
práti og samrøðum í
sjónvarpsstovuni. Eisini
var tað ein sending,
sum livdi longri enn teir
minuttirnar, hon vardi!
Og eitt annað, sum
gevur júst hesi sending-
ini eitt pluss! Hyggjarin
fær at vita frammanund-
an, hvat sendingin fer at
snúgva seg um! Tað
hendir ikki á hvørjum
degi, tíverri!
Og so hevur útvarpið
gjørt tað bragd at fara
undir at senda nýggja
føroyska skaldsøgu eftir
Oddvør Johansen. Tað
rokni eg við, at fleiri
fegnast um saman við
mær. Útvarpið tykist at
hava ein serligan tokka
til eldri tilfar – tað tykist,
sum teir siga: Jú eldri, jú
betri! Gud viti hví?! So
kanska várið eisini er á
veg niðan í Sortudíki!
Tað er so ikki bara
grækarismessan, sum er
farin aftur um bak í hes-
um umfarinum – tað er
sanniliga eisini 8. mars –
altjóða kvinnudagurin,
um onkur er, sum ikki
kennist við dagin! Og
fyri fyrstu ferð vórðu
fløggini vundin í húnar
hátt henda dagin! Og
ikki bara tað! Í Norður-
landahúsinum var serlig-
ur fundur hildin, har tey
kvinnuligu
umboðini
fyri teir ymisku politisku
flokkarnar løgdu síni
sjónarmið fram. Fitt av
fólki var samankomið at
lýða á, teirra millum eis-
ini nakrir menn.
Einki sjónvarp var á
fundinum, men útvarpið
tók tráðin upp frá fundi-
num í sending týskvøld-
ið, sum Bjørt Samuelsen
stóð fyri. Sera áhugaverd
sending skal sigast! Hes-
ar kvinnurnar hava síni
hjartamál, sum tær vilja
hava framd! Eftir er bara
at vóna, at tær, tá ið val-
stríðið byrjar av álvara,
vera annað enn pyntu-
dukkur á listunum. Tað
er so hugstoytandi og
flokkunum
til
lítlan
sóma, at einans menninir
síggjast og hoyrast í loft-
miðlunum, tá ið flokkar-
nir spíla seg út fyri at
tekkjast veljarunum í
endabrestinum – tað av-
dúkar eina ódámliga rað-
festing!
Kanska tað verður øðr-
vísi hesuferð, nú lýggir
várvindar
nærkast
oyggjunum!
Lydia
Didriksen
ummælir:
Sunnukvøldið kl. 20.00
Týskvøldið kl. 20.30
C
M
Y
K
13
12