Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-15, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. mars 2002síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 52 - 15. mars 2002 Nr. 52 - 15. mars 2002 11 Thomas Arabo Um onkur traðkaði alment fram í 1982 og segði, at um 10 ár fara bankar, Fiskasøla og grunnar á heysin, so hevði hesin persónur verið hildin at verið í ørviti. Um onkur í 1992, beint aftaná Sjóvinnubankin fór á heys- in, og alt sá svartast út, segði, at vit í 2002 vóru kominir somikið væl fyri okkum, at skuldin var lág, vinnulívið hevði tað gott, og fólk gingu og tosaðu um at loysa, so hevði viðkom- andi ivaleyst eisini verið hildin at verið í ørviti. Nú standa vit í 2002 og vilja taka avgerðir um, hvat skal henda í 2012. Er tað ikki vitleyst, at taka avgerðir niður yvir nakkan á kom- andi løgtingum, tá vit ikki vita, hvussu samfelagið sær út um 10 ár? Vit mugu hava álit á komandi ættarliðum Eitthvørt Landsstýri ger eitt samgonguskjal, íð leggur kósina tey næstu 4 árini og so verður stýrt eftir tí. Eg havi stórt álit á komandi ættarliðum, og síggi tí ikki sama tørv sum leiðslan í Tjóðveldisflokkinum til at diktera fyri komandi løg- tingum, nær tey skulu gera hvat. Eg vil fara so langt sum at siga, at tað er ørskapur at sita í dag og taka avgerðir fyri 2012, tá vit læra av søguni, hvussu nógv kann broytast í einum 10 ára skeiði. Allir flokkar hava hug- sjónir um hvussu sam- felagið skal síggja út langt fram í tíðina, men allir mugu ásanna tann veru- leika, at eitt løgting í mesta lagi kann sita í 4 ár og her er einki sum eitur forlongd spælitíð! Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tíðindaleiðari: Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Anja Weihe anja@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Nú málið um stuðul til útbering av bløðum loksins var komið í tingið og ein glotti hómaðist hjá mongu blaðhaldarunum kring landið, skuldi tað løgna og ólukkuliga henda, at málið varð tikið aftur. Tá tingið skuldi fara undir at viðgera uppskot frá landsstýrinum at veita stuðul til blaðútbering boðaði Karsten Hansen, landsstýrismaður sambart útvarpinum frá, at málið var ófullfíggjað og tí tók hann tað aftur. Og sum grundgeving fyri hesi avgerð vísti hann til, at skipanin fevndi ikki um Suðuroynna. Tað kenst løgið, tá Karsten Hansen, sum plagar at vera siðiligur og ærligur, brúkar eina grundgeving, sum einki hald er í. Vit loyva okkum at gita, at hann hevur verið undir trýsti ella má hann hava mistikið seg. Neyvan man Karsten Hansen hava roynt at seta fót fyri hesum máli, tí honum ikki hóvar stóru bløðini. Tað vildi eisini verið sera ósakligt at politisera slíkt mál, og tí velja vit at halda, at Karsten Hansen hevur gjørt eitt mistak. Tí at brúka Suðuroynna sum undanførslu fyri ikki at vilja royna hetta málið í tinginum er ikki rætt. Sjálvandi vilja allir partar, eisini bløðini, hava Suður- oynna við í eina heildarloysn, men tað eru viðurskifti, sum forða hesum. Bløðini eru ikki í oynni fyrr enn heilt seint á kvøldið. Ein kvøldútbering har er sera dýr og skuldi hon verið tikin við, so vildi samlaða upphæddin fyri útbering um kvøldið verið nógvar ferðir størri. So her hevur man so valt at byrja eina skipan, ið ikki er ov kostnaðarmikil fyri tað almenna. Tvs. at man víðkar tænastuna, sum bara Havnin hevur, til at umfata fleiri onnur øki uttan fyri Havnina. Haraftrat áleggur man postverkinum at fara undir aftur at bera út leygardag. Tvs. at nógvar bygdir í útjaðar- anum, sum ikki fáa vikuskiftisbløðini fyrr enn mána- dag, nú skuldu fáa tey aftur leygardag. Ein stór ábót. Hví tað ikki skuldi bera til at fáa eina viðgerð í ting- inum av hesum máli er okkum ein gáta. Tjóðveldis- flokkurin kundi jú bara brúka viðgerðina á tingi til at siga sína hugsan, at vera ímóti ella koma við broyt- ingum sum eitt nú at fingið Suðuroynna við. Tað hevði so kravt nógv størri játtan. Hetta málið snýr seg ikki um at geva bløðunum peningaliga innspræning. Tað snýr seg um eins og tað almenna ger mótvegis loftmiðlunum at vera við til at tryggja eina góða og skjóta tænastu aðrastaðni í land- inum enn bara í Havnini. Í øllum okkara grannalondum letur tað almenna stuðul til útbering. Tað er hetta, sum løgmaður hevur lagt so stóran dent á at fáa gjøgnumført her eisini. At málið kundi verið betri handfarið er greitt, og eru tað eisini fleiri orsøkir til tað. Postverkið hevur gjørt støðuna í sambandi við útbering nógv verri og dýrari við eitt nú at avtaka leygadags- útberingina. Nú skuldi so bøtast uppá hetta. Men tað vildi Tjóðveldisflokkurin eftir øllum at døma ikki. Ikki nóg fullfíggjað skal landsstýrismaðurin hava sagt og tað um sama mundið sum hann fór í tingið við eini ófullfíggjaðari tunnilsætlan. Jú mangt er løgið. DAGSINS MEINING Sosialurin Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Løgin mannagongd VIÐMERKINGAR Ólavur Hátún Hyggjandi tað álit ígjøg- num, sum var niðurstøðan eftir miðvísa viðgerð av mentanarligu viðurskift- unum í Tórshavnar býi, var mær meira dátt við at lesa, at søgan hjá Tórshavnar Musikkskúla skuldi ganga aftur í krígsárini. Í bókini Tórshavnar Skúlasøga stendur eisini sama villleið- andi upplýsing um hesi viðurskifti, og eg mátti tá lata høvundin vita, at tað her, um enn ótilvitað, var talan um beinleiðis søgu- falsan. Tá nú Tórshavnar Musikkskúli í nýggja álit- inum hjá Mentamálastýr- inum undir yvirskriftini »Mentanarpolitikkur í før- oyskum søguligum bak- sýni« fær umtalu sum dømi um »virksemi hjá áhug- aðum fólkum og felags- skapum« (bl.s. 22), hevur gamla kamarorkestrið Tórshavnar Musikkskúli tað uppiborið, um hugsað verður um orkesturvirk- semi í eldri tíð. Men tað má vera mær loyvt at gera vart við, at søgan hjá núverandi Tórshavnar Musikkskúla gongur ikki longur aftur enn til 1981, tá tað við undirtøku frá landsstýris- monnunum Torbjørn Poul- sen og Eilif Samuelsen eydnaðist at fáa í lag ta musikkskúlaroynd, sum eisini musikkskúlin á Frúu- trøð søguliga byggir á. Misvísandi musikkskúlasøga Eivind Jacobsen Strendur Kjak hevur tikið seg upp nú Karstin Hansen ikki vildi upplýsa fyri Jóannes Eides- gaard, hvør betalur skatt til landskassan. Orðaskiftið er farið langt út um tað, sum skilagott er. Sjálvt løgaður endaði á talarastólinum og segði, at hevði hann vitað, hvønn talan var um, hevði hann sagt hvør tað var. Hetta er sjálvandi, sum Karstin eisini vísti á, ólóg- ligt. Tað er eingin heimild at upplýsa hvør hevur gold- ið hetta avgjald. Løgmaður átti, eins og tá Karstin tosaði um rentu frá Statin- um, at havt ringar royndir av, at ov nógv verður tosað av tingsins røðarapalli. Vit minnast, tá Niels Pauli Danielsen av tingsins røð- arapalli úttalaði seg um privatu viðurskiftini hjá ávísum persóni. Karstin kundi bert upp- lýsa, at tær 20 milliónirnar stavaðu frá einum felag. Varðin seldi partabrøv í Føroya Fiskaíðnaði í 2001, og Pan Fish keypti alibrúk í 2000. Minnist ikki aðrar handlar av slíkari stødd verða gjørdar í Føroyum. Tí hevur Karstin Hansen í veruleikanum upplýst sera nógv, uttan tó at bróta lógina um tagnarskyldu. At tveir floksformenn ikki hava virðing fyri landsins lógum má standa fyri teirra rokning. Eingin hevur fortalað seg 1982, 1992, 2002 og so 2012 Jógvan Arge Valevni tjóðveldisfloksins í Suðurstreymi Eitt av aðalmálunum hjá tjóðveldisflokkinum er at fáa dómstólar, rættarskipan og løgreglu á føroyskar hendur. Hetta er í fullum samsvari við løgtingssam- tyktina um sjálvstýri Før- oya fólks. Tá alt kemur til alt, er hetta hitt týdningarmesta málsøkið í allari sjálv- stýristilgongdini. Uppi í hongur spurning- urin um at skipa rættar- samfelagið Føroyar og spurningurin um rættar- trygdina hjá føroyingum. Tað hevur alstóran týdn- ing, at føroyingar koma beinleiðis upp í arbeiðið við øllum hesum týdning- armiklu málum, sum í dag eru á donskum hondum burturav. Tað er umráðandi, at vit menna okkara løgfrøðiliga kunnleika, okkara kunn- leika til at viðgera lógir og skipanir og á tann hátt gera okkum út til at sita fyri dómstólum, ákæruvaldi og løgreglu. Vit eiga eisini at gera nógv burturúr at undirvísa í løgfrøði í Føroyum. Ikki minni eiga vit at gera burtur úr gransking á hes- um øki. Grannar okkara fyri vest- an hava tann lærusetning, at løgfrøði er sjálvræði. Hendan niðurstøða er runnin úr sjálvsstýrisstríð- num hjá íslendingum fyri eini øld síðani. Vit eiga at leggja okkum teirra orð í geyma. Eftir tógvið stríð við danir fingu íslendingar egnan lógskúla í 1908. Teir fóru miðvíst at granska egna søgu og rættarstøðu, og næmingar úr hesum skúla førdu orðið, tá ís- lendingar samráddust um fullveldi í 1918. Tað var íslendinga egni serkunnleiki, sum gjørdi, at teir vunnu samráðingarnar, so fullveldi Íslands kundi setast á stovn í 1918. Íslendsku royndirnar siga eisini, at skalt tú menna tína egnu skipan, kanst tú ikki nýta embætisfólk, sum bert er skúlað í øðrum skipanum. Neyðugt er at hava fólk í fyrisitingini, sum eru skúlað í teirri skipan, tey skula umsita og virka í. Tjóðveldisflokkurin virk- ar fyri veruligum fram- brotum á hesum øki, og tí er farið er undir fyrireik- ingar til at taka hesi máls- øki yvir. Onki er meira sjálvsagt fyri eina tjóð, enn at hon smíðar og umsitur sínar egnu lógir og rættarskipan. Kári P. Højgaard løgtingsmaður Endiliga upprann dagurin, at pensiónslógaruppskotið endaliga bleiv samtykt. Skattalógaruppskotini eru avgreidd fyri nøkrum døg- um síðani, og týsdagin 12. mars kl. 10.00 var 3. við- gerð av tingmáli nr 54/2001: Uppskot til løg- tingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveit- ingum. Ásannast má, at ikki er komið á mál í pensiónsmál- inum, men ein ávísur bati er náddur og er hetta fyrst og fremst Sjálvstýrisflokk- inum fyri at takka, men rætt skal vera rætt. Allir ting- menn í salinum atkvøddu fyri uppskotinum, men mikið stríð og strev hevur tað kostað at fingið málið greitt til atkvøðugreiðslu. Tað skal heldur ikki vera nøkur loyna, at Sjálvstýris- flokkurin, um hann fær ávirkan í einari komandi samgongu, vil prioritera tey eldru høgt. Avgreiðslan av skatta- og pensiónsbatanum eru mill- um tey málini, eg fegnist mest um, og vónandi koma pensionistarnir av hesum at kenna ein lætta í gerand- isdegnum. Pensionistar VIÐMERKINGAR Sjálvstýriskósin Fullveldi – suverenitetur Birgir Mohr Sandi Eftir tey mongu og ógv- usligu rópini frá Krist- iansborg í Keypmanna- havn um fullveldi og fullan suverenitet, sum tann sokallaði Norður- atlantsbólkurin í danska fólkatinginum skal eitast at virka fyri til Grønland og til Føroya, so er tann realistiski veruleikin einaferð enn við at køva rópini – at køva sjálvt tokuhornið, sum teir vilja nevna ta einu føroysku røddina har. Uppskot Javnaðarfloksins um sjálvstýrislóg er real- istiskt. Tann royndi grøn- lendski javnaðarpolitik- arin, Lars Emil Johansen, sigur við Sosialin: »Vit hava formulerað ein poli- tikk, ið leggur upp til sjálvstýri. Vit tosa tó ikki um suverenitet, men um eitt slag av víðkaðum sjálvstýri – kanska eina víðkan av Heimastýris- lógini. Eg leggi serliga dent á, at vit ikki ynskja at gera okkum fullkomuliga leys frá Danmark, ella vit vísa hatur móti dønum«. Er hetta ikki nágreini- liga tað, sum allir flokkar uttan Tjóðveldisflokk- urin standa fyri so ella so í spurninginum um ríkis- felagsskapin? Og hesum manni arbeiðir tjóðveld- ismaðurin á fólkatingi saman við. Hvat eru tað so fyri róp og ógvusligheitir, sum vit hoyra her í Føroyum um hendan úrvalingin, sum als ikki umboðar nakran meiriluta av Føroya fólki, men bert umleið 25% ella kanska tað, tí valla øll tjóðveldisfólk eru líka órealistisk sum teir ráð- andi í hesum flokki í dag, inkluderað fólkatingsum- boðið. Fyri hesum sjónarmið- unum hjá Lars Emil Jo- hansen kunnu sjálvt sam- bandsfólk vera við – tað vil siga at broyta Heima- stýrislógina til at vera meira frælsa – geva meiri sjálvstýri, men ikki broyta suverenitetin – í hvussu so er ikki nú. Alt týðir uppá, at tann av Føroya Javnaðarflokki proklameraði politikkur um eina sjálvstýrislóg – eina nýggja avtalu við Danmark – við víttgang- andi sjálvstýri til Føroyar og til Grønlands – kann blíva loysnin bæði fyri tað føroyska og tað grøn- lendska fólkið. Ein stórur meiriluti av føroyingum tekur undir við hesum sambært seinastu veljara- kanningini. Tað er nú upp til Før- oya fólk at geva Javn- aðarflokkinum mandat við komandi løgtingsval at fremja hendan skila- politikk, sum ikki setur vælferðina hjá okkum í vága og ikki fer á kon- frontatiónsleið móti donsku stjórnini. Fólkið fyrst – veljið Javnaðarflokkin. Gerhard Lognberg valevni Javnaðarfloksins í Sandoynni At sita og lurta eftir fjøl- miðlunum er eitt sindur ør- kymlandi. Tingmenn kasta til høgru og vinstru við milliónum. Einki er óført. Teir tykjast at vera blíðir í øllum førum. Men tann sum hugsar um hetta, hann sær, at tað mesta av hesum er valflesk, men tað kundi altíð hent, at onkur trúði uppá slíkt. Men hvat við okkara far- leið til Sandoy? Hana hevur í hvørfall nógv verið tosað um. Nei, tað er ikki Teistan eg vil umrøða negativt, tí har umborð hava vit tær allar- bestu umstøður. Eitt vala- skip, eina avbera góða manning, tað er sum at fara á Hotel at sigla við hesum skipinum, tí har fæst matur og alt annað gott. Ella kanska er tað ikki gott, nú vegurin úr Havn til Gomlurætt er so gott sum liðugur. Nei, har er einki at finn- ast at heldur. Arbeiðið er eisini í gongd har, so har er alt í lagi. So kundi ein freistast av at spurt, hvat er so at grenja um, tá tað nú ikki tekur meira enn ein góðan hálvan tíma úr Tórs- havn til Skopunar. Men tá ið tú kemur á Skopunar kei og skal koyra víðari, tá leggur tú til merkis, at her er okkurt spinnandi galið. Her sær út, sum eingin varðar av hes- um. Her sær tað út, sum ólukkan kann henda hvørja løtu. Tað sær ein og hvør sum ferðast henda vegin. Bilrøðin stendur inn eftir einari smalari atløgu- bryggju, sum er klovin longs eftir, av tungari ferðslu, sum kemur til og frá ferjuni. Uttan fyri bilrøðina koyra trailarar, persónbilar, súkklur, barnavognar og fólk gongur har, alt hvørt um annað. Og ikki at gloyma, at her leggja útróðrarmenn at og binda bátarnar sum koma frá útroðri og so kemur tað mest álvarsama fyri teir, tað er at passa sær løgir, at sleppa upp á land og ikki blíva yvirkoyrdir. So kundi ein spurt, ja, hví verður hetta arbeiðið ikki gjørt? Jú, Skopunar kommuna hevur gjørt vart við hesi ótolandi viðurskiftir yvir fyri Landsverkfrøðingin- um. Teir hjá Landsverkfrøð- inginum hava verið í Skop- un og kannað viðurskiftini. Teir søgdu okkum, at teir skuldu byrja hetta arbeiði á heysti 2001, um nakar møguleiki var peningaliga, hetta segði Landsverk- frøðingurin, men einki hendir við nøkrum. Síðani spurdu vit aftur, men fingu vit at vita, at eingin peningur var í 2001, men at arbeiðið skuldi bjóðast út, so byrjast kundi fyrst í 2002. Tá ið vit nú aftur spyrja skrivliga til Landsverk- frøðingin hvat hendir í málinum, fáa vit í skrivi frá teimum at vita, at einki verður gjørt í ár. Eingin peningur er settur av til landsvegin frá hesum stásiliga skipi. Tað einasta, sum er gjørt av okkara løgtingsmonnum er, at ein fyrispurningur varð settur Bjarna Djur- holm hesum viðvíkjandi, síðani var einki gjørt meira. Eg kundi hugsað mær at spurt Bjarna Djurholm, um hann ikki hevur lurtað eftir, tá ið fólk frá Landsverk- frøðinginum hava ráðført hann, ella hvussu er mannagongdin í slíkum málum, sum eru sera álvar- som? Men kanska hevur Bjarni ikki stóran áhuga í vega- kervinum í Sandoynni, tí hann skal royna at egna í Suðurstreymi. Men tað skuldi valsakt- ans havt áhuga hjá okkara løgtingsmonnum í oynni ella hvat? Páll á Reynatúgvu og Eyðun Viderø, tit ferðast dagliga um Skopunarfjørð. Hvat er tykkara meining hesum viðvíkjandi, tit eru jú okkara umboð á tingi? Hetta er eitt mál hjá allari Sandoynni, at eisini onnur sum ferðast á okkara so vøkru oyggj, hava krav um at kunna ferðast trygt. Eg vil enda við at spyrja aftur: Hvør hevur ábyrgd- ina av, at landsvegurin ikki verður gjørdur til ferjuna? Hevur landsverkfrøðing- urin gjørt eitt ov vánaligt arbeiði yvir fyri lands- stýrismanninum Bjarna Djurholm, sum bara heldur, at tað er gott nokk sum er. Ella hava løgtingsmenn okkara ikki havt nóg stóran áhuga í, at fólk kann ferðast trygt til og frá Sandoynni, sum er, sær tað soleiðis út. Skopunar kommuna hev- ur í hvørfall arbeitt aktivt fyri at fáa hetta oyggjamál gjørt. Minnist til, sum støðan er, er hetta ein deyðsfella. Vælsignaðir menn, latið okkum fáa hetta arbeiði í gongd beinanvegin, so ella so. Sum støðan er, verður kanska neyðugt at steingja keisíðuna sum koyrt verður eftir, tí hon er vandamikil. Hetta vóni eg ikki, at neyð- ugt verður at gera. Ferðslan á Skopunar kei fáast í rættlag Løgfrøði er sjálvræði C M Y K 11 10