fríggjadagur 15. mars 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 52 - 15. mars 2002
Nr. 52 - 15. mars 2002
9
– Mentan eigur av-
gjørt at verða stuðlað,
men spurningurin er,
hvør skal fáa pengar,
hvussu nógv og hvør
skal gera av, hvat góð
list er. Eg havi ilt við
at skilja, at fólk vilja á
fíggjarlógina, bert tú
tey arbeiða við list.
List, sum eingin skil-
ur, sigur Jógvan á
Lakjuni, sum er
hægsti lóggevandi
persónur í landinum,
tá umræður mentan
MENTUNARÁLITIÐ
Turið Kjølbro
Mentunarálitið, Mentan og
menning, hevur ikki fingið
heita móttøku frá for-
manninum í mentunar-
nevnd løgtingsins, Jógvan á
Lakjuni. Gott eitt døgn
eftir, at tað varð almanna-
kunngjørt og lagt fyri tingið
úttalaði hann seg í útvarpi-
num um álitið og setti
spurnartekin
við,
hvat
mentan og list eru, og hvør
eigur at fáa pengar fyri list
og ikki. Dagin fyri álitið
skuldi til aðalorðaskifti í
tinginum segði hann í blað-
num, at hann ikki hevði lis-
ið álitið, og hetta endurtók
hann sum framsøgufólk
fyri
fólkaflokkin
undir
aðalorðaskiftinum. Dagin
eftir aðalorðaskiftið seta vit
honum nakrar spurningar,
fyri at vita, hvat býr undir
avgerðini ikki at lesa
mentunarálitið. Fyrst spyrja
vit hann, um tað ikki er
átaluvert, at formaðurin í
mentunarnevndini, sum er
hægsti lóggevandi persónur
í landinum, tá umræður
mentan, ikki lesur álitið
undan einum aðalorða-
skifti, tá ið hesin sami er
framsøgumaður.
– Eg hevði lisið álitið
leysliga ígjøgnum kvøldið
fyri. At halda eina røðu
hevur ikki nógv uppá seg.
Tað sum er nógv meiri
átaluvert er, at álitið verður
lagt til aðalorðaskifti.
Hví er tað átaluvert?
– Tí at tingið arbeiðir
undir trýsti. Spyrt tú,
hvussu nógvir tingmenn
hava lisið álitið, finnur tú
ikki fleiri enn fimm. Málið
er als ikki viðgjørt í fólka-
flokkinum.
Er tað ikki ein spurning-
ur um raðfesting?
– Als ikki.
Siga vit, at álitið var um
vinnupolitikk, hevði tú so
lisið tað?
– Nei, ikki um eg ikki
havi tíð.
Onnur fólk arbeiða undir
trýsti hvønn dag og hava
kortini lisið álitið?
– Eg havi ikki havt tíð at
lesa tað, so einfalt er tað.
Eg siti eisini í vinnunevnd-
ini, og vit hava viðgjørt 25-
30 mál eftir einari viku. Tað
ber ikki til at taka støðu til
slíkt langt fram í tíðina, tá
ið eg ikki havi sæð álitið
fyrr. Hetta er so langt úti, at
tað er ein vanvirðing av
tinginum. Og hví eru teir
ikki komnir við álitinum
fyrr?
Summi tingfólk hava lisið
álitið?
– So hava tey havt tíð. Eg
havi arbeitt alt vikuskiftið,
verið á fundi og sett meg
inn í mál. Tað er tað, tit eiga
at leggja tykkum eftir,
hvussu ósakligt tað er av
tjóðveldisflokkinum
at
leggja álitið til aðalorða-
skifti. Aðalorðaskiftið átti
at verið, tá ið eitt nýtt ting
hevur tikið við. At leggja
tað fram nú er bara valagn
hjá tjóðveldisflokkinum.
Spurningar, tú setti undir
orðaskiftinum, vóru brá av,
at tú ikki hevði sett teg inn í
málið?
– Tað er við vilja, at eg
provokeri.
Alla tíðina at seta spurn-
artekin við, hvat list er og
ikki, og hvør list eigur at
verða stuðlað og ikki, er
tað ikki við til at seta kílar í
kjakið?
– Skilji ikki spurningin.
Gongur tú ikki inn fyri, at
listafólk, sum av fullum
huga vilja arbeiða við síni
list, fáa umstøður til tað?
– Jú, tað geri eg, men tað
veldst um, hvussu nógv tey
skulu stuðlast. Tað eru so
øgiliga nógv listafólk, sum
vilja at arbeiða við listini
og bara henni. Havi sjálvur
verið við til at broyta
Mentunargrunnin soleiðis,
at listafólk fáa umstøður,
men tað sum eg alla tíðina
sigi, er, at vit eiga at ansa
eftir, at tað ikki vera nøkur
listafólk, sum einsamøll
skulu gera av, hvør skal
hava stuðul og hvør ikki.
Meinar tú, at ráðini, sum
skulu setast á stovn, verða
óheft?
– Ja.
Er tað ikki trupult at seta
óheft ráð, tá ið listarliga
umhvørvið er rættiliga av-
markað?
– Nei, tí listarliga um-
hvørvið er ikki so lítið.
So er í grundini einki at
óttast?
– Nei, møguliga, men tað
geri eg kortini. Á sinni, tá
ið Mentunargrunnurin varð
broyttur, løgdu vit stóran
dent á, at nevndin hevur
breiða samfelagsliga um-
boðan. Nú verður tosað um,
at fólk, sum eru sakkøn,
skulu sita í ráðunum.
Hvørji fólk eru tað? Hevði
eg verið skikkaður til tað?
Er tað ikki Jante-lógin,
sum skínur ígjøgnum tínar
meiningar?
– Eg havi ilt við at skilja,
at fólk vilja á fíggjarlógina,
bert tí tey arbeiða við list.
List, sum eingin skilur.
Er tín hugburður til list
og listafólk, sum royna
nýggjar leiðir, ikki nakað
avoldaður?
– Jú, kanska. Havi ilt við
at skilja nøkur av hesum
hugtøkunum, sum verða
brúkt.
Er tað bara list, sum øll
skilja, sum skal stuðlast?
– Tað sigi eg ikki. Eg
kenni ómetaliga nógv fólk,
sum alt sítt lív hava arbeitt
við list, men sum einki
krevja. Listafólk eiga at
vera lítillátin. Verða tey
roknað sum listafólk av
teimum, sum fara at sita í
hasum ráðunum? Og hví
skulu øll á fíggjarlógina?
Hvør sigur, at øll skulu á
fíggjarlógina?
– Er tað ikki tað, vit tosa
um. So havi eg lisið álitið
ov illa. Eg eri avgjørt fyri at
stuðla góðari list, og at fólk
í avmarkaða tíð fáa starvs-
løn, um tey hava eina verk-
ætlan.
Spurningurin
er
bara, hvussu nógv.
Í hesum døgum verða
pengar játtaðir til líkt og
ólíkt?
– Mentanin fær pengar av
øðrum játtanum eisini. Er
tað so nógv betri í Dan-
mark, har nógvir pengar
verða játtaðir til mentan?
Her tosa vit um útinnandi
list.
– Hvat er útinnandi list?
Er musiksskúlin eisini út-
innandi? Musiksskúlin hev-
ur ómetaliga stóran týdning
fyri alt landið.
Eyðun Johannesen, leik-
stjóri, sigur í blaðnum í
gjár, at tað er ongantíð so
umráðandi sum nú at fáa
ein virknan mentanarpoli-
tikk, fyri at kunna standa
ímóti mentanarimperial-
ismuni, sum ongantíð er so
hóttandi sum nú.
– Vit hava eitt blómandi
mentunarlív í Føroyum. Av-
gjørt eiga vit at verja okk-
ara mentan móti ágangi
uttanifrá. Spurningurin er
bara, hvussu vit gera tað.
Tað er ógvuliga umráðandi,
at øll mentanin kring landið
verður lívgað, ikki bara í
Havn. Tað vísir seg, at
flestu pengarnir enda í
Havn.
Listafólk eiga at vera lítillátin
– Eg kenni ómetaliga nógv
fólk, sum alt sítt lív hava
arbeitt við list, men sum
einki krevja, sigur Jógvan á
Lakjuni
Føroya Lærarafelag
kannar um tað kann
fáa innlit í, hvør
hevur gjørt upp-
gávurnar til skrivligu
royndirnar í fólka-
skúlanum
BLOKADAN
Turið Kjølbro
At uppgávur eru gjørdar til
próvtøkurnar í fólkaskúla-
num í summar, hóast Før-
oya Lærarafelag hevur sett í
verk blokadu ímóti allari
uppgávugerð, er ikki nakað
sum fer aftur við borðinum
uttan víðari. Í fyrstu syftu
hevur Lærarafelagið hert
blokaduna enn meiri til eis-
ini at umfata rætting av
uppgávum, og í øðrum lagi
kannar
felagið,
hvussu
felagið kann finna fram til,
hvør hevur gjørt uppgávur-
nar.
–Nevndin hevur havt fund
við sakførara felagsins um
tað bakbit, føroyska lærara-
num hevur verið fyri, við at
Mentamálastýrið í loyndum
hevur fingið fólk at gera
próvtøkutilfar til skrivligu
fráfaringarroyndirnar, sigur
Elsa Birgitta P. Petersen,
forkvinna felagsins
Í hesum sambandi verður
kannað, hvørja rættarstøðu
felagið hevur viðvíkjandi
almennum innliti, tá ið tað
snýr seg um at fáa at vita,
hvør hevur gjørt uppgávur-
nar, og hvør hevur fingið
goldið fyri uppgávugerð.
Nevnd felagsins arbeiðir
víðari við málinum og fer
at kunna føroysku fakfeløg-
ini og tey norðurlendsku
lærarafeløgini um, hvat er
hent í málinum.
Síðani 20. februar hevur
blokadan
hjá
Føroya
Lærarafelag eisini umfatað
savnsrøkt. Tað vil siga, at
lærarar skulu ikki at hava
umsjón og røkt av amboð-
um um hendi, rudda høli,
skáp, samskipa innkeyp av
tilfari, fylgja við í, hvat
vantar av tilfari og so fram-
vegis. Stendur ein skúlin og
vantar tilfar til næmingar-
nar at gera páskaprýði burt-
urúr, forðar blokadan hes-
um, um skúlin ikki eigur
slíkt á goymslu. Onki papp-
ír, onki klistur, og ongar
vattkúlur kunnu keypast, og
ongin
rekvisitión
skal
skrivast. Einasta, sum er
undantikið, er dagligt inn-
keyp av tilfari til heim-
kunnleika, og vanlig upp-
rudding eftir hvønn undir-
vísingartíma.
Hóast Mentamálastýrið
hevur fingið til vega próv-
tøkuuppgávur, verður tað
ikki sum at siga tað, at
finna próvdómarar til at
rætta uppgávurnar. Tað er
ikki tænastuskylda at vera
próvdómari til skrivligu
fráfaringarroynd og víð-
kaðu
fráfaringarroynd
fólkaskúlans. Tí noktar
Føroya Lærarafelag limum
felagsins at gera hetta ar-
beiðið.
Alt hetta er sett í verk, tí
hvørki kommunurnar, Men-
tamálastýrið ella Fíggjar-
málastýrið vilja gjalda fyri
røkt av serhølum og am-
boðum.
Vil hava at vita, hvør hevur
gjørt uppgávurnar
–Flest allir lærarar
fara treyðugt undir
hetta hátíðarhald, og
tað er av fleiri orsøk-
um. Hugsa vit um
álitisbrotið, sum
Mentamálastýrið
hevur framt ímóti
føroyska læraranum,
áttu vit at sýtt fyri at
hátíðarhalda yvir-
tøkuna av føroyska
fólkaskúlanum, sigur
Elsa Birgitta P. Peter-
sen, forkvinna í
Føroya Lærarafelag
FÓLKASKÚLIN
Turið Kjølbro
Fyrsta dagin í hesum ári-
num varð fólkaskúlin allur
á føroyskum hondum, og
nú skal tað hátíðarhaldast.
Mentamálastýrið áleggur
20. mars, sum er mikudag-
in í komandi viku, fólka-
skúlunum kring landið at
hátíðarhalda, at skúlin er
yvirtikin.
Men
Føroya
Lærarafelag
tekur
ikki
ímóti hesi áheitan við
lógvabrestum.
– Sæð í ljósinum av tí
sviki og álitisbroti, sum
Mentamálastýrið
hevur
framt ímóti føroyska lærar-
anum, vildu vit ynskt, at vit
kundu noktað limum felag-
sins at skipa fyri hátíðar-
haldinum. Tíverri kunnu vit
ikki tað, men mugu akta, tá
ið landsstýrismaðurin gev-
ur eini slík boð. Men tað
verður við ringum tanna-
biti, og tað harmar okkum,
at landsstýrismaðurin gevur
slík boð við so stuttari
freist, sigur nevndin í Før-
oya Lærarafelag.
Føroya Lærarafelag átal-
ar
Mentamálastýrið
og
landsstýrismannin, at skúl-
arnir fáa slík boð við so
stuttari freist, samstundis,
sum skúlarnir fáa boð um
at gera ársætlanir, har alt
virksemið á skúlunum skal
vera lagt í fasta legu í góð-
ari tíð. Hátíðarhaldið kem-
ur serliga tvørt fyri hjá
teimum skúlum, sum hava
starvsvenjing og verkætlan-
ararbeiði. Blokadan ávirkar
eisini hátíðarhaldið, tí einki
undantaksloyvi verður giv-
ið innkeypi til hátíðarhald-
ið, og hvat fyrireikingini
viðvíkir, verður hon ikki
víðkað til hetta serliga høv-
ið.
Fyrisitingin langt frá
næmingunum
Forkvinnan í Føroya Lær-
arafelag skilir ikki, at hátíð-
arhaldið skal vera nú.
– Hví fingu skúlarnir ikki
boðini, tá teir byrjaðu eftir
nýggjár. Fyrsta dagin eftir
jólafrítíðina hevði hátíðar-
haldið ikki órógvað undir-
vísingina so nógv. Tað
hevði verið meira hóskandi
tá. Og so havi eg eisini sæð
uppskotið frá Mentamála-
stýrinum, hvat bakgrunds-
tilfar mælt verður til skal
nýtast. Tað er ikki at flenna
at, men eg geri tað hóast
alt, tí tað vísir, hvussu langt
hesi fólk eru frá næmingi-
num.
– Flest allir lærarar fara
treyðugt undir hetta hátíð-
arhald, og tað er av fleiri or-
søkum. Í fyrsta lagi tí tað er
boðað frá við so stuttum
skotbráði, í øðrum lagi tí
henda tíðin longu er fast-
løgd í skúlunum, og í triðja
lagi tí lærararnir eru ras-
andi um, at Mentamálastýr-
ið í loyndum hevur fingið
nakrar próvtøkuuppgávur
til vega so ella so. Vænt-
andi nakrar discount-upp-
gávur, sum onkur blokadu-
brótari hevur klipt og klist-
rað saman, ella nakrar gam-
lar uppgávur til sjúkra-
royndir. Um so er, at gam-
lar sjúkrauppgávur verða
brúktar, og tað kann væl
vera, so fari eg at heita á
allar lærarar, sum hava 9.
og 10 flokk, at geva næm-
ingunum hesar til heima-
uppgávur longu nú, tí á øll-
um skúlum finnast hesar
gomlu próvtøkuuppgávur
og uppgávur til sjúkrapróv-
tøkur. Vanliga verða gamlar
uppgávur nýttar til dagligu
undirvísingina fyri at fyri-
reika næmingarnar til eina
komandi próvtøku, sigur
Elsa Birgitta P. Petersen.
Hátíðarhald
Landsstýrismaðurin
við
mentamálum hevur gjørt
av, at yvirtøkan skal gerast
tilvitandi í huga næming-
anna. 20 mars í ár er tí lýst-
ur at vera evnisdagur við
evninum:
Hin
føroyski
skúlin/Okkara skúli.
Hendan dagin er ætlanin,
at allir skúlar í landinum
skulu arbeiða við hesum
evninum. Skúlarnir gera
sjálvir av, hvussu teir skipa
evnisdagin, men innihaldið
í degnum skal vera yvirtøk-
an av sjálvum skúlaverki-
num.
– Vóni, at hesin dagurin
fer at fáa undirtøku úti á
skúlunum, og at hetta til-
takið kann styðja undir til-
vitanina um okkara skúla-
verk, og at tað nú eru vit
einsamøll, ið hava ábyrgd-
ina, bæði fyrisitingarliga,
fíggjarliga og námsliga.
Tað er okkara ábyrgd, at
føroyski skúlin framvegis
verður ein mentanarberi og
ein kunnleikagevi saman
við tí uppfostrandi leikluti-
num, sum skúlin altíð hevur
havt, at tilbúgva næmingin
til tað komandi lívið og
samfelagið,
sigur
Óli
Holm, landsstýrismaður, í
kunning til skúlarnar.
Hátíðarhalda við ringum tannabiti
Stendur ein skúlin og vantar
tilfar til næmingarnar at
gera páskaprýði burturúr,
forðar blokadan hesum, um
skúlin ikki eigur slíkt á
goymslu
– Flest allir lærarar fara treyðugt undir hetta hátíðarhald,
sigur Elsa Birgitta P. Petersen
C
M
Y
K
9
8