fríggjadagur 15. mars 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 52 - 15. mars 2002
Nr. 52 - 15. mars 2002
7
Leysir hundar hava
fleiri ferðir gjørt
skaða á húsdjór í
Sørvági. Bæði seyður
og flogfenaður er
dripin av hundum.
Nú má hetta hunda-
lívið steðgast, sigur
ein teirra, sum mist
hevur
HUNDALÍV
Edvard Joensen
Sørvági: Leysir hundar eru
til stóran ampa fyri húsdjór
í Sørvági. Bæði flogfenað-
ur og seyður er dripin av
leysum hundum, og spurn-
ingurin er bara, nær børnini
fara at standa fyri tørni, sig-
ur Rodmund á Kelduni,
sum hevur mist bæði seyð
og fugl.
Í fjør drap ein hundur eitt
smálamb inni í seyðahúsin-
um hjá Rodmundi. Húsið
var læst, men onkusvegna
var hundurin so sloppin
inn.
Ta ferðina fekk Rodmund
endurgjald frá hundaeigar-
anum fyri lambið. Men
aftur í heyst, eftir at seyð-
urin var komin innaftur, var
sami hundur aftur í húsin-
um. Hesaferð saman við
einum smábarni, sum hevði
latið upp. Hesa seinnu ferð-
ina kom Rodmund sjálvur
so mikið tíðliga uppí, at
hann fekk hundin útaftur,
áðrenn hann gjørdi skaða.
– Men hundurin var á veg
inn í sjálvt seyðarúmið, tá
eg fekk hendur á hann,
greiðir Rodmund frá. Eg
misti hann aftur, men meld-
aði til løgregluna. Tað gekk
so rúm tíð, áðrenn nakað
svar kom haðani. Tá tað so
kom, fekk eg bara at vita, at
tað var ov lítið at reisa nak-
að sakarmál uppá.
Fleiri dripin
Tað liggur ein deyður
dunnusteggi í túninum.
Ryggurin er skræddur upp,
og tøkutenn av hundi síggj-
ast tíðuliga millum herða-
bløðini. Eisini á høvdinum
eru merki av biti.
– Soleiðis gongur tað fyri
seg, sigur Rodmund á
Kelduni og tekur deyða
steggjan upp. Hesin kann
bara koyrast í ruskílatið.
Nú er tíð uppá, at tað
verður gjørt nakað við hetta
annað enn bara tosað, sum
tað vanliga plagar at vera.
Tí tosað er nógv um leysar
hundar. Ikki bara í Sørvági,
men um tað heila land.
Men tað vísir seg at vera
ógvuliga ringt at koma til
nakað ítøkiligt, sigur hann.
Hann sigur, at hann er
ikki tann einasti, sum mist
hevur kríatúr á hendan hátt.
Fyri stuttum varð ein gása-
steggi dripin á eini trøð í
Sørvági. Eisini av hundi.
Men tað, sum kanska upp
aftur verri er, greiðir hann
frá, er at menn siga seg
finna ryggbrotnan seyð í
haganum. Eisini teir hava
hug at halda, at hundar
hava verið uppií.
– Tá teir fara eftir vaksn-
um seyði, kann vera so øgi-
liga skjótt, at eitt smábarn
stendur fyri tørni. Og so er
rættiliga galið.
Politisk viðgerð
Rodmund á Kelduni sigur,
at hann hevur fleiri ferðir
tosað við bæði bygdarráðið
og sýslumannin um málið,
men har er einki ítøkiligt
hent.
Eivind Jacobsen, borgar-
stjóri í Sørvági, váttar, at
málið er komið til Sørvágs
Kommunu, og at tað eisini
hevur verið til viðgerðar og
er avgreitt víðari til sýslu-
mannin. Haðani er tað so
ikki
afturkomið,
sigur
hann.
Sørvágs Kommuna hevur
samtykt at seta hunda-
fangara, eins og kommunan
eisini hevur høli klár at
hava hundar í, sum upp-
tiknir verða, sigur borgar-
stjórin. Eitt uppskot til
kunngerð er gjørt.
Men alt skal góðkennast
av løgregluni. Tí er málið
sent sýslumanninum, men
haðani er tað ikki aftur-
komið, sigur hann.
Á bygdarráðsfundi 12.
december í fjør samtykti
bygdarráðið, at orða kunn-
gerð
um
leysgangandi
hundar í Sørvágs Komm-
unu.
Uppskotið er sent sýslu-
manninum í Vágum til um-
mælis tann annan januar í
ár, men er ikki afturkomið
haðani, siga bæði borgar-
stjórin og avgreiðlan á
kommunuskrivstovuni
í
Sørvági.
Regin Jespersen, sýslu-
maður í Vágum, sum hevur
fingið uppskotið til um-
mælis, er staddur uttan-
lands, og tað eydnaðist ikki
at hitta hann, áðrenn blaðið
fór til prentingar.
Setti sýslumaðurin í Vág-
um sigur, at hann kennir
ikki til málið, og kann tí
ikki gera nakra viðmerking
til tað.
Hundalív í Sørvági
Rodmund á Kelduni við dunnusteggjanum, sum fyrr í vikuni varð dripin av hundbiti. Ryggurin er skræddur upp, eins og bit eisini eru at síggja á høvdinum
Mynd: Edvard Joensen
Lambið, sum dripið varð av hundi í fjør. Huppurin er skræddur
Mynd: Rodmund á Kelduni
Steggin kann ikki brúkast til annað enn brenni hjá IRF
Mynd: Edvard Joensen
ÚTBERINGARSTUÐUL
Jan Müller
Tað kom dátt við hjá løg-
manni, tá hann í útvarpi-
num mikukvøldið frætti,
at
Karsten
Hansen,
landsstýrismaður hevði
tikið málið um útbering-
arstuðul til bløðini aftur.
Málið varð lagt fram og
skuldi til 1. viðgerð á
tingi,
tá
landsstýris-
maðurin tók tað aftur við
m.a. teirri grundgeving,
at málið er ikki nóg full-
fíggjað við tað at Suður-
oyggin ikki var við í
skipanini og tí at tingfor-
maðurin hevði ikki viljað
vikið frá tíðarfreistunum
í tingskipanini. – Eg eri
ómetaliga keddur av hes-
um, tí hetta var eitt stig á
leiðini at kunna betra um
blaðútberingina
kring
landið. Nú eru vit so
aftur í somu støðu, har
tað bara eru brúkararnir í
Havnini, sum fáa ta bestu
tænastuna. Og hetta er tí
eitt stórt afturstig fyri að-
rar partar av landinum.
Løgmaður sigur seg
ikki skilja, hví Karsten
Hansen tók málið aftur,
nú tað bar til at fáa 23
tingmenn til at fáa málið
lagt fram. – Eg haldi, at
man hevði kunnað havt
eina viðgerð av málinum
í tinginum og har sagt
sínar hugsanir heldur enn
at taka málið aftur. Løg-
maður er ikki samdur, tá
tað verður sagt, at útjað-
arin ikki fær ágóða av
hesum tiltaki. Hann vísir
á, at hetta var so ein
roynd at seta hol á málið
– at taka eitt fyrsta stigið
– og vísir við hesum til,
at í øllum okkara granna-
londum verður almennur
stuðul latin til útbering
av dagbløðum. Anfinn
Kallsberg vísir til, at í
uppskotinum verður m.a.
álagt postverkinum at fáa
útjaðaranum bløðini bor-
in útaftur leygardagar,
har samferðsluviðurskift-
ini loyva tí. Leygardags-
útberingin varð avtikin
fyri nøkrum árum síðani.
So talan er greitt um
ábøtur til frama fyri bú-
pláss uttanfyri Havnina
og í útjaðaranum sigur
løgmaður í viðmerking-
ini.
Karsten tók útberingar-
stuðul aftur
– løgmaður vónsvikin
Tað er óseriøst at
royna at kroysta eitt
mál til fyrstu viðgerð,
eftir at øll onnur mál
hava fingið aðru
viðgerð, og for-
maðurin hevur boðað
frá, at tingið fer heim,
sigur Kasten Hansen,
landsstýrismaður um
málið um blaðútber-
ingina, sum bleiv bor-
ið út aftur úr
Løgtinginum
ÚTBERING
Edvard Joensen
Heldur enn at játtað pengar
til at bera bløðini út fyri,
var alt málið, sum tað var,
borið út aftur úr Løgtingi-
num. Tí syrgdi landsstýris-
maðurin við fígjarmálum
fyri.
Karsten Hansen, lands-
stýrismaður, sigur, at málið
var sera óseriøst viðgjørt.
Roynt varð fyrst at fáa tað
við á eykajáttanarlógina,
men tí vísti Fíggjarnevndin
frá sær.
– Síðan kom løgmaður
og bað meg royna at savna
nokk av undirskriftum mill-
um tingmenn til at leggja
málið fyri tingið við fráviki
frá tíðarætlanini. Men tað
vildi eg ikki, og so gjørdi
løgmaður tað sjálvur, sigur
landsstýrismaðurin.
Men løgtingsformaðurin
vísti málinum aftur, tí hann
hevur boðað frá, a t tingiðf
er til hús, og tíð verður ikki
til fleiri viðgerðir.
KarstenHansen sigur, at
hann helt ikki grundarlag
vera fyri at leggja málið
fram yvirhjøvur, tí politisk
semja var ikki í samgongu-
ni fyri tí.
– Tað hevur verið við-
gjørt á landstýrisfundi, har
eg sjálvur ikki var til staðar,
vísir hann á.
Tjóðveldisflokkurin vildi
ikki taka undir við máli-
num í tí líki, tað varð lagt
fram. Flokkurin vildi hava,
at allur peningur, sum játt-
aður varð, skuldi fara til
Postverkið sum so og ikki
markast til at lata Post-
verkinum at bera nøkur
ávís bløð út fyri.
Eisini varð víst á, at talan
bara var um partar av landi-
num, og at eitt nú Suður-
oyggin ikki var við í hesi
útberingini.
Karsten Hansen noktar
fyri, at hann er lagur undir
politiskt trýst fyri at taka
málið aftur.
Men hann hevur einki
boð upp á, hvat Tjóðveldis-
flokkurin vil hava sett í
staðin fyri tað uppskotið,
sum lagt varð fram.
Heldur ikki hevur hann
nakra viðmerking til, at
hetta uppskotið í grundini
bøtir um støðuna á útoyggj-
unum, sum eftir hesum
uppskotinum høvdu fingið
bløðini borin út leygardag.
Tað hevði nevniliga verðið
álagt Postverkinum at syrgt
fyri tí, um uppskotið varð
samtykt. Í dag verða leyg-
ardagsbløðini ikki borin út
fyrr enn mánadag, har ein-
gin serstøk útberingarskip-
an er.
– Men alt hatta kann gera
tað sama og er at rokna sum
spæl fyri gallarínum, sigur
Karsten Hansen, lands-
stýrismaður. Tí av Løg-
tingsskrivstovuni varð sagt,
áðrenn uppskotið kom í
tingið, at fyri at kunna
brúka hesar pengarnar,
ætlanin var at játta, skal ein
serstøk heimildalóg vera,
og hon verður ikki liðug
fyrr enn til ólavsøkuting-
setuna kortini.
Málið er óseriøst viðgjørd
Karsten Hansen, lands-
stýrismaður, sigur, at
málið var sera óseriøst
viðgjørt
Eingin stuðul verður
latin blaðhaldarum á
hesum sinni, so sum
løgmaður annars
hevði skotið upp.
Karsten Hansen,
landsstýrismaður í
fíggjarmálum, tók
málið aftur mikudag-
in, og harvið fellir
málið, sum ikki kann
takast uppaftur fyrr
enn eftir løgtingsvalið
BLAÐÚTBERING
Eirikur Lindenskov
– Eg eri skuffaður – haldar-
anna vegna.
Hetta sigur Hjalgrim
Samuelsen, eftir at Karsten
Hansen, landsstýrismaður í
fíggjarmálum, fyrradagin
tók uppskotið um stuðul til
blaðútbering aftur. Løg-
maður hevði fingið 21 ting-
menn at skriva undir upp á
at leggja málið fram, hóast
tíðarfreistin var farin.
Hjalgrim Samuelsen er
stjóri á Dimmalætting og
nevndarformaður í Prent-
miðstøðini, sum er prent-
smiðjan hjá Dimmalætting
og Sosialinum. Prentmið-
støðin tekur sær av útber-
ingini av bløðunum í
høvuðsstaðarøkinum hvørt
kvøld og um alt landið
fríggjakvøld.
Hjalgrim Samuelsen sig-
ur, at hetta málið nú verður
lagt á ís.
– Vit kunnu so bert biðja
eftir, at vit fáa eitt nýtt
landsstýrið, sum – eins og
stjórnir í øðrum londum –
er vinarligari sinnað mót-
vegis bløðnum.
Hjalgrim Samuelsen sig-
ur, at arbeitt hevur verið við
hesum málinum nú í fleiri
ár, og at nú varð roknað við
eini loysn, tá løgmaður
sjálvur sum fimti lands-
stýrismaðurin, tók málið
upp.
Stuðulin til blaðútbering
kemur ikki á nakran hátt
roknskapinum hjá bløðu-
num til góðar, sigur Hjal-
grim Samuelsen. Talan er
um stuðul til fólk, sum
halda bløðini. Endamálið
er, at fólk í størri bygdu-
num kring landið, bygdir,
sum hava umleið 500
íbúgvar og fleiri, skulu
kunnu fáa bløðini borin út
um kvøldið, eins og í Havn,
og til sama prís. Sam-
stundis varð álagt Post-
verkinum at fáa fólki á út-
oyggj bløðini aftur borin út
leygardag, har hetta kann
lata seg gera, t. v. s. har
flutningur er til bygdina
leygardag.
Útberingin hjá Prentmið-
støðini er ikki bíligari enn
tann hjá Postverkinum.
Hon er eitt sindur dýrari,
men við henni ber til at fáa
bløðini út um kvøldið.
Hjalgrim Samuelsen sigur,
at leiðslurnar á bløðunum
rokna við, at við hesi skip-
an ber til at fáa fleiri hald-
arar, sum aftur kann gera, at
stykkjaprísurin fyri útber-
ingina verður bíligari, við
tað at fleiri fara at halda
bløðini.
Enn var eingin reglugerð
gjørd um, hvussu stuðulin
skal gjaldast út, ella um,
hvørji bløð fáa ágóðan av
hesum. Postverkið definer-
ar tíðindablað sum blað, ið
kemur út fleiri enn seks
ferðir um árið í fleiri enn
200 eintøkum. Um stuðulin
verður útgoldin eftir hesum
leisti, so hevði hann komið
nógvum bløðúm til góðar.
Harmast – haldaranna vegna
Hjalgrim Samuelsen sigur, at arbeitt hevur verið við hesum málinum nú í fleiri ár, og at nú
varð roknað við eini loysn, tá løgmaður sjálvur sum fimti landsstýrismaðurin, tók málið upp
C
M
Y
K
7
6