Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-15, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. mars 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 52 - 15. mars 2002 Nr. 52 - 15. mars 2002 5 Tann 15. februar varð tann síðsta stovan liðug á Dagstovnin- um í Øksnagerði í Havn. Í dag 15. mars verður mótttøka klokkan 16.00, har øll eru vælkomin DAGSTOVNUR Elsa Johannesen, praktikantur Móttøkan byrjar við at borgarstjórin bjóðar væl- komin. Terji fer at syngja um kettlingarnar, og síðani fara formaðurin í menta- málanevndini og arkitekt- urin fara at flyta fram røðu. Eisini verður høvi at síggja stovnin, og njóta eitthvørt leskandi. Dagstovnurin í Øksna- gerði lat upp 3. september 2001, og tilsamans eru 65 børn í fýra stovum. Tvær stovur eru vanligar stovur, ein stova er ein serstova fyri børnum við serligum tørvi, meðan tann síðsta er ein smábarnastova, sum er nak- að heilt nýtt. Har eru 18 børn, øll tvey ára gomul, og hetta er komið ístaðin fyri eina vøggustovu. Stovan, ið varð liðug 15. februar, er sera stór og rúmlig. Gólvið er blátt, eins og veggirnir. Tað líkist eitt sindur einum ítróttarhøli av tí at har er høgt uppundir loftið, og so eru ikki so nógv ting inni. Rundar lampur hanga niður úr loft- inum, meðan træpelar eru upp í loftið, sum eisini eru málaðir bláir við reyðum og appelsingulum ringum. Nýggi dagstovnurin er í heila tikið vakur og verdur at hyggja eftir, og tilsamans starvast 18 fólk har. Dagstovnur nýggja stovu FISKIVINNA Jústinus Leivsson Eidesgaard Á skjalasavninum liggja bert nakrar fáar skipsjourn- alir og mynstringarproto- kollir frá gomlum føroysk- um fiskiskipum. Tí hava Føroya Fiskimannafelag og Fø.roya Skipara og Naviga- tørfelag tikið stig til at savna skipsjournalir, sum liggja goymdar kring land- ið og fáa tær á rætta plássið á Skjalasavninum, soleiðis at fjøldin kann fáa gleði av teimum. – Vit vita, at nógvar skipsjournalir liggja kring landið til onga verðsins nyttu og hesum kunnu fólk, sum hava áhuga fyri søguni og sum kanna forfedrarnar okkara fáa stóra gleði av, sigur Petur Andrew Peter- sen, emeritus. Petur hjá Hoyðgarðs-Pól í Fuglafirði. Hann hevur saman við øðr- um fingið Fiskimannafel- agið og Skipara og Naviga- tørfelagið at standa fyri innsavningini og at standa fyri kostnaðinum av hesi. Nógvar skipsjournalir liggja goymdar uppi á ovastalofti kring landið og Petur greiðir frá, at onkur hevur enntá funnið slíkar journalir á ruskplássum. – Hetta er í seinastu løtu, at vit fara undir hetta inn- savningararbeiði. Fyri tey, sum liggja inni við slíkum dagbókum nýtast tær ongan týdning av hava, men tær eru gull verdar fyri fólk, sum hava áhuga fyri søg- uni. Og er tað soleiðis, at onkur ikki vil av við orgin- alin, so er tað nóg mikið fyri okkum at fáa eitt avrit av bókini. Teknikkurin er so góður í dag, at uppruna- bókin er ikki tað týdningar- miklasta, sigur Petur Andrew Petersen. – Vit vilja gera eina landsinnsavning av skips- journalum og mynstringar- protokollum frá tí skipstíð- in í Føroyum byrjaði og fram til 1950 og at handa Føroya Landskjalasavni hetta tilfarið at varðveita. Vit vóna, at vit vera lidnir við hesa innsavningina í hesum árinum, sigur Petur Andrew Petersen. – Best hevði verið, um vit eisini fingu eina bandaða, munnliga frásøgn um teir persónar, sum hava ført hesar skipsjournalir, so um- rødda band eisini kann vera lagt saman við hesum til- fari, tá ið tað verður latið landsskjalasavninum, sigur hann. – Vanliga var eisini ein lestrabók til skipini. Um onkur hevur tílíkar lestra- bøkur, vilja vit somuleiðis fegnir hava eitt ljóstak av tittulblaði og teim fyrstu síðunum í bókini og eina stutta frágreiðing um søg- una hjá bókini. Um so er, at onkur vil lata okkum eina tílíka lestrabók, so taka vit fegnir í móti henni, og vilja vit somuleiðis geva Føroya Landsbókasavni hana í varðveitslu, sigur Petur Andrew Petersen Petur sigur, at liggja fólk inni við áðurnevnda tilfar- ið, so ber til at ringja til hesi nummør. Føroya Fiski- mannafelag tel. 311569. Føroya Skipara- og Naviga- tørfelag tel. 316973, Petur Andrew Petersen tel. 314581 ella 004532548441 og Føroya Landskjalasavn tel. 316677. Savna inn gamlar skipsjournalir GRIND Jústinus Leivsson Eidesgaard Runavík, Sosialurin: Komandi mánakvøld verður grindafundur í Runavík. Fundurin verður hildin í skúlanum í Runavík, har fram- haldsdeildin heldur til og hann verður klokkan 19:30. Á fundinum fer Júst- inus Olsen, djóralækni at greiða frá drápshátt- um. Fólk frá landsverk- frøðinginum fer at greiða frá botnviður- skiftinum á grindavág- unum í Eysturoy. Eisini koma fólk frá Náttúru- gripasavninum at greiða frá hvussu hvalurin livir og hvørjar trupulleikar hann hevur at dragast við í gerandisdegnum. Frá Náttúrugripasavnin- um vera Dorethe Bloch, Bjarni Mikkelsen og Eyðfinn Steffansson. Stigtakararnir ætla eisini at práta eitt sindur um hugburð innan grindadráp. Eitt nú, at ójavnt er hvussu nógv teir ymisku partarnir av Føroyum fáa av grind og tí er tað harmiligt, at teir sum eru grammir eftir grind koyra góða grind burtur fyri at fáa pláss aftur í lakaíløtunum. Grind kann halda sær í nógv ár, verður hon rætt fingin til høldar. POLITIKKUR Jústinus Leivsson Eidesgaard Í mikudagssosialinum skrivaðu vit, at danski forsætisráðharrin An- ders Fogh Rasmussen hevur boðað frá, at játt- anin til ICC Inuit Circu- lar Conference skal minka munandi. Sam- stundis skrivaðu vit, at Jóannes Eidesgaard og Lars Emil Johansen vóru samdir um á fundi í javnaðarflokkinum, sum Lars Emil Johansen vitj- aði, tá hann var í Føroy- um, at týdningurin av hesum felagsskapi var stórur og at teir báðir vildu virka fyri, at hesin felagsskapur fekk enn betri sømdir. Danski forsætisráð- harrin Anders Fogh Ras- mussen hevur vent sær til ríkisumboðsmannin, Birgitte Kleist og boða frá, at tað hevur ongan- tíð verið ætlanin hjá stjórnini at minka um játtanina til ICC. Grindafundur í Eysturoy Inuit-játtan verður tann sama Her eru skipsjournalirnar, sum Føroya Landskjalasavn hevur í varðveislu avmyndaðar á middegi hósdagin. Tær eru ikki nógvar, men nógvar aðrar liggja og fúna kring landið. Mynd: Jens K. Vang Dagstovnurin í Øksnagerð hevur í morgin móttøku í sambandi við, at teir hava fingið nýggja stovu Mynd: Jens Kr. Vang RÚSEVNI Stefan í Skorini Føroya Rættur longdi mikudagin varðhalds- fongslingina hjá einum dana, ið er skuldsettur í narkomálinum. Varðhalds- fongslingin er longd við fjúrtan døgum, og hann skal sita avbyrgdur hesa tíðina. Maðurin kærdi avgerðina um avbyrging til Lands- rættin, men hann tók við dóminum um longda varð- haldsfongsling. Maðurin varð tikin 16. januar í ár í Keypmanna- havn, har hann hevur fastan bústað. Hann varð síðani fluttur til Føroya, tí løgregl- an metir, at hann hevur samband við hinar í narko- málinum. Avbyrging longd Fyrrapartin hósdagin vóru tveir 25 ára gamlir menn fyri í Føroya Rætti, ákærdir fyri at hava smuglað og selt stórar mongd- ir av rúsevni. Báðir høvdu nógvar ákærur at svara fyri, tí tær vóru einar tjúgu í tali fyri hvønn. Teir játt- aðu seg sekar, men vildu tó teir ikki kennast við tær nøgdir, ið ákæruvald- ið legði fyri rættin. Á rættarfundinum viðgingur menninir, at teir m.a. høvdu fingið 187 gramm av amfetamini og 30 ecstacy pillarar frá Hell´s Angels rokk- arum í Hanstholm, sum teir síðani smuglaðu til Føroyar RÚSEVNI Stefan í Skorini Stóra narkomálið er um at koma í hæddina. Hósdagin var enn eitt rættarmál í Føroya Rætti. Tveir 25 ára gamlir menn vóru á ákæru- beinkinum, ein dani og ein føroyingur. Teirra mál verða viðgjørd saman, tí teir báðir hava samstarvað. Blaðið fór til prentingar, áðrenn dómarin hevði gjørt ein úrskurð. Meira verður tí at frætta frá málinum í blaðnum í morgin. Verjin vildi fyrst hava, at rættarmálið fór fram fyri afturlatnum hurðum, og at rætturin setti navnaforboð og referatforboð. Orsøkin var, at menninir framhald- andi ætlaðu sær at búgva í Føroyum eftir at hava sitið dómin og fyri at verja tey avvarðandi. Hesum vísti ákærin aftur, tí lógarbrotini vóru somikið álvarsom, at almenningurin og samfelagið sum heild høvdu áhuga og rætt til at vita, hvat gekk fyri seg í rættinum. Dómarin tók undir við ákæranum, og rættarfund- urin fór fram fyri opnum hurðum. Keyptu frá rokkarum Eftir tað las ákærin alt ákæruritið upp. Og tað var langt. Báðir høvdu eini tjúgu mál at svara til í part. Rúsevni sum hassj, kokain, amfetamin og ecstacy vórðu nevnd í ritinum, sum teir skulu hava selt og smuglað. Tann eini maðurin var eisini ákærdur eftir revsi- lógini fyri at hava sagt ósatt fyri løgregluni undir av- hoyringum. Fyrsta ákæran var, at menninir í felag høvdu smuglað 232 gramm av amfetamini til Føroyar við Norrønu í august í fjør. Danin greiddi frá, at hann skipaði fyri smuglingini, og at hann setti seg í samband við seljarar í Hanstholm. Hesir vóru Hell´s Angels rokkarar í bólkinum Red and White, sum er ein partur av Hell´s Angels. Ákærin bað teir báðar peika á mannin, ið amfeta- minið varð keypt frá, á eini mynd. Føroyingurin vísti rættinum, hvørjum hann hevði keypt frá. Hann við- gekk eisini, at hann hevði fingið 30 ecstacy pillarar frá rokkaranum í Hanst- holm. Teir ákærdu vildu ikki kennast við tey 232 grammini, men hildu, at talan var um eina nøgd, sum var umleið 187 gramm. Amfetaminið skuldi nýtast til at gjalda skuld, ið føroyingurin hevði til fleiri persónar, sum vórðu navngivnir í rættin- um. Restin av amfetaminin- um varð goymt í viðalund- ini aftanfyri hvíldarheimið Naina í Gundadali. Føroyingurin arbeiddi um hetta mundið umborð á Norrøuni, og tí hevði hann ongar trupulleikar at sleppa í land við rúsevnunum. Keyptu amfetamin frá rokkarum Løgreglan førir her tann eina mannin, ið er ákærdur, inn í rættarhølið. Teir báðir viðgingu seg partvís sekar í langa ákæruritinum Mynd: Jens Kr. Van LØGTINGSVAL Jan Müller Mánadagin fer Anfinn Kallsberg, løgmaður, at skriva út val til løgtingið. Hann sigur við Sosialin, at hann tá fer at skriva valið út til at vera týsdagin 30. apríl. Sostatt verða gitingarnar um at halda valið fyrr avsannaðar. Valið verður 30. apríl C M Y K 5 4 BERG MOTORS Staravegur 1-3 • Tel. 31 35 35 • Fax 31 77 35 Nú byrjar páskaútsølan hjá Berg Motors Vit hava hópin av frásorteraðum bilum, ið verða seldir fyri væl niðurtrampaðar prísir. Ein rúgva av brúktum bilum verða eisini seldir bíliga