Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-15, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. mars 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 52 - 15. mars 2002 Nr. 52 - 15. mars 2002 3 HUGNAKVØLD Lisa Í kvøld, fríggjakvøldið kl 19, verður tað næsta tvørlistarliga hugna- kvøldið, í Listaskál- anum, í samband við, at Listafólkasamband Før- oya varð stovnað Kristian Blak fer at spæla pumpuorgul, meðan Oddfríður M. Rasmussen lesur upp. Síðani verður Video- myndarøðin, »Út í verð við Taxi«, eftir Inga Joensen, víst. Andrias Reinert og Bo Isholm framføra tónleik úr nýggja filminum um Jens Paula Heinesen, ið Gulla Øregaard arbeiðir við. Kvøldið endar við, at Unn Patursson-Band við tónleikarunum Rógva á Rógvu, Halli Johanne- sen og Búa Dam spæla. Øll eru hjartaliga væl- komin, heilsar Lista- fólkasamband Føroya. SJÓNLEIKUR Tíðindaskriv Fleiri enn eitt túsund áskoðarar hava nú verið í Sjónleikarhúsinum til skemtileikin ”Renn fyri vívinum”. Og sigast má, at væl hava áskoðarnir tikið móti leikinum, summi hava havt ilt í búkinum av berum látri, tá tey eru komin út aftur. Havnar Sjónleikarflag og Spírar vilja takka øllum, sum hava verið til leikin, men ein serlig tøkk til tey, sum vóru sunnukvøldið 10. mars. Sum øllum kunnugt, fór ljósið um stóran part av landinum hetta kvøldið. Tá bert eitt korter var eftir av leikinum, gjørd- ist eisini myrkt í Sjón- leikarhúsinum, so leik- urin mátti avbrótast. Hóast eingin visti nær streymurin kom aftur, valdu næstan øll at bíða. Hóast myrkrið og óviss- una sótu áskoðarnir trúgvir í ein heilan tíma og bíðaðu eftir endan- um. Ljósið kom tó at enda aftur og leikararnir fingu spælt henda skemtiliga leikin at enda. Havnar Sjónleikarfe- lag og Spírar fara nú undir tær seinastu sýn- ingarnar í Havn. Skráin sær soleiðis út: Hósdagin kl. 20.00 Fríggjadagin kl. 20.00 Leygardagin kl. 17.00 Sunnudagin kl. 17.00 Vor kære mor, svigermor, mormor, farmor og oldemor Tove Helene Mommer (født Prener) f. 14. januar 1926 er stille sovet ind d. 12. marts 2002 ...vær brændende i ånden! Tjen Herren! Rom. 12.11 Benedicte, Ole, Per, Gene, Lone, Mette Rebecca, Andreas, Isabel, Katrine Christian, Annmarie, Lucas Begravelsen finder sted mandag 18. marts kl. 1400 fra Københavns Kristne KulturCenter,Drejervej 15, 2400 København NV Lisa 20 ár: Hugnakvøld í Listaskálanum 1200 fólk hava runnið fyri vívinum UTTANLANDSFERÐ Fuglafjarðar Sangkór Í annaðkvøld, leygarkvøld- ið kl 20, hevur Fuglafjarðar sangkór kirkjukonsert í Fuglafjarðar kirkju. Hetta er í samband við at, Fugla- fjarðar sangfelag hevur sjeyti ár á baki, men sigast kann, at kórið hevur røtur aftur til 1925. Fuglafjarðar sangkór fer um páskirnar á eina uttan- landsferð og liggur leiðin fyrst til Aalborg, sum er vinarbýur Fuglafjarðar. Skírishósdag, 28. mars kl 19, hevur sangkórið kon- sert í Skalborgskirkju í Aal- borg, langafríggjadag, 29. mars kl. 19, konsert í Vodskov kirkju, páskadag 31. mars kl. 16, konsert í Skagens kirkju, 2. páska- dag 1. apríl, fer kórið til Svøríkis og hevur konsert í Frølunda kyrka, Kyrkgatan 2, kl 16 í Gøteborg. Kórið fer at vitja Henning Bøges- vang fyrrverandi prest í Klaksvík. Kórið hevur tvær kon- sertir í Lund. Týsdagin 2. apríl syngur kórið í sankt Hans Kyrkan, Fräladen, mikudagin 3. apríl hevur kórið konsert í Vita huset, Urdaväden. Kórið vitjar Midnatskøren og leiðara tess, Gøsta Petersen, og fer eisini at syngja saman við hesum kóri á konsertunum. Hósdagin 4. apríl stevnir kórið til Keypmannahavn- ar og hevur tvær konsertir har. Fyrra konsertin er á Amager sama dag í Alle- helgens kirke, Ungarsgade 43 kl. 19, og fríggjadagin 5. apríl Kl. 19 hevur kórið sína seinastu konsert á ferðini í Samuelskirkjuni. Kórið vitjar Tritonus og leiðara tess John Høybye. Í sangkórinum eru 36 sangarar. Solistar eru Anvør Abrahamsen, Linda Toftegård, Daisy Johanne- sen og Hannis Hansen. Kórleiðari er Frits Jo- hannesen. Klaverfylgis- spælið hevur Eyðun á Lakjuni, og orgulfylgis- spælið hevur Jóannes Nolsøe. Hann fer eisini at framføra onkra orgulsolo. Várlig sjeytiára fagnaðar- konsert og uttanlandsferð Í annaðkvøld hevur Fuglafjarðar Sangkór konsert í Fulgafjarðar kirkju í samband við, at kórið hevur sjeyti ár á baki Næmingarnir, sum hava oljufrøði í Stu- dentaskúlanum í Hoydølum, eru farnir á námsferð til Skot- lands, har ørindini eru at kunna seg um oljuvinnuna í olju- høvuðsstaðin, Aberdeen FERÐ Heri á Rógvi Aberdeen: Á triðja árið í Studentaskúlanum í Hoy- dølum hava næmingarnir møguleikan at velja olju- frøði. Hetta er ein læru- grein, har næmingarnir fáa høvið til at kunna seg um oljuvinnu. Tað verður nortið við fleiri ymiskar tættir í oljuvinnuni. Tann meiri tekniski parturin, tað meira samfelagsliga eins og jarðfrøðin verður viðgjørd í tímunum. Lærugreinin stílar eftir fevna rættiliga breitt, soleiðis at allir tættir verað tiknir við, soleiðis at næmingar fáa eitt so gott innlit sum gjørligt ta tíðini, teir ganga. Hetta er triðja árið, ið Studentaskúlin roynir seg við hesari lærugreinini. Næmingarnir fáa onkrar sersømdir í hesari læru- greini, eitt nú fáast bøk- urnar fyri einki. Tað var í sambandi við, at oljuvinnan meira og meira vant uppá seg, at farið varð undir at skipað eina oljulærugrein. Tað vóru Heini Eysturoy og Katrin Thomassen, sála, sum tóku stig til at gera lærugreinina, ið ikki er at finna í sama líki nakra aðrastaðni. Lærugreinin er ein sokallað miðstig læru- grein, ið verður boðin út á triðja árið og tímatalið er fðra tímar um vikuna. Teir sjey næmingarnir, ið hava valt oljufrøði hetta skúlaárið, eru í hesum døgum á námsferð í Skot- landi. Leiðin gekk til Aberdeen, sum er at meta sum ein oljuhøvuðsstaður, har fleiri oljufyritøkur hava nógv av sínum virksemi. Tað nógva av skipaferðsl- uni í sambandi við olju- vinnuna í Norðsjónum verður eisini umskipað í Aberdeen. Á ferðini skulu næming- ar vitja á ymsum støðum. Farið verður m.a. eitt hyggja nærri at einum oljuboripalli, sum liggur á landi. Eisini verður vitjað hjá Amerada Hess, um- framt at tær báðir skúlarnir Robert Gordon University og Aberdeen University fáa vitjan frá teimum forvitn- um føroysku næmingunum. Ferðalagið telir tólv fólk. Amerada Hess, Menta- málastðrið og Tórshavnar Bðráð hava stuðlað ferðini, og teimum vilja næmingar og lærara takka hjartaliga. Studentaskúlanæmingar á oljuferð Ferðalagið úr Hoydølum, sum er farið til Aberdeen at hyggja nærri at oljuvinnuni. Maðurin uttast til høgru eitur Alan. Hann vísti næmingunum runt á DTL venjingarmiðstøðini. Mynd: Heri DEMENS Ingrid Bjarnastein Elsa Zachariasen er út- búgvin sjúkrasystir. Sunnu- dagin hevði hon ein al- mennan fund um demens, og mánadagin og týsdagin hevði hon tvey fullteknað skeið fyri avvarðandi og øðrum, ið hava áhuga fyri demensi. – Málbólkurin hjá mær var stórt sæð avvarðandi, sjúkrasystrar og heima- hjálparar, sigur Elsa Zacha- riasen. – Eg leggi stóran dent á at undirvísa í nýggja pleyguháttinum ístaðin fyri tí gamla. Tað verið seg, at sjúkan demens er meira enn bara ein diagnosa, og vit eiga at gera lívsvirðið hjá tí sjúka so gott sum yvirhøvur møguligt meðan tey fram- vegis eru á lívi. Eisini varð nomið við evnið at búgva einsamallur heima, og hava demens. Elsa sigur, at tað vísir seg, at meira tey avvarðandi vita um sjúkuna, minni stríð hava tey av hesum, meðan minni tey vita, stinga meira trupulleikar og vansar av tí dementa seg upp. Grundin er til staðar Sjálvt um ein persónur hev- ur fingið staðfest demens, er týdningarmikið at vita, at grundpersónligheitin er al- tíð tann sama. Kenslurnar eru eisini tær somu, og tí er tað týdningarmikið Elsa heldur, at føroyingar hava ein fyrimun við at búgva í einum so lítlum samfelagið. Úti á bygd vóru netverk, sum tú ongantíð hevði kunnað havt í til dømis Keypmanna- havn. – Ein kona fortaldi mær, at fólk í bygdini hon býr í, plagdu at ringja til hennara og siga, at nú var maður hennara á kajini, og nú var hann har. Hetta er eitt net- verk, sum heilt vist er til stóran fyrimun, greiðir Elsa frá. – Stórt sæð er tað ikki nógvur munur á møguleik- unum fyri dement í Føroy- um og Danmark. Onku- staðni í Danmark eru vit á sama støði, sum her í Før- oyum, men tó: onkustaðni eru vit eisini frammanfyri. Í Føroyum er størsti trupul- leikin tann, at tað er ringt at passa ein persón, sum hev- ur demens, tí tú fært ikki nakra hjálp til íbúðir Sambært Elsu, so er nógv vitan komin innan demens seinastu fýra til fimm árini. Áhugi í samfelagnum er fyri hesum, og tí hevur hetta sett nógva gransking um sjúkuna í verk. Ikki bert heilagranskin, men eisini mátan, sum tey avvarðandi og sjúkrahjálpararnir hugsa uppá. Síggja møguleikarnar – Ein tann týdningarmesti boðskapurin er, at vit eiga at hava positivar væntanir til tann sjúka, um vit hava positivar væntanir, fáa vit ein positivan tanka, og har- eftir eina positiva kenslu, sum so botnar í eini positiv- ari gerð. Um vit hugsa negativt, so endar tað sum oftast við einum negativum úrslitið, sum kanska heldur ikki eydnast. Og tá vit eru negativ yvirfyri tí persóni- num, sum hevur demens, so skumpa vit hann longur niður sálarliga. Grundleggjandi er tað ein spurningur um hugburð, vísir Elsa á. Um fólk duga at síggja møguleikarnar, hvat tann dementi kann, ístaðin fyri forðingarnar, so kann tað gera lívið hjá tí sjúka so nógv lættari, og viðkomandi verður eisini lættari at fáast við. At samskiftið millum tann sjúka og onnur er røtt hevur alt at siga. Orð, kropsmál, tónalag eru grundsteinarnir fyri, at ar- beiðið verður lættari at fá- ast við. Elsa Zachariasen er væl nøgd við undirtøkuna og móttøkuna av skeiðnum. – Nógv fólk komu at lurta, og tað eri eg glað fyri. Bæði skeiðini vóru fult- teknað. Um eg ætli at koma aftur? Ja, um tørvur er á tí, so komi eg heilt vist aftur. Elsa Zachariasen er út- búgvin sjúkrasystir. Hon hevur arbeitt við demens seinastu fýra árini. Í Brønd- by Kommune er hon de- mens-koordinator, og fyri tveimum árum síðani setti hon á stovn íbúðir, har 18 fólk, sum eru dement búgva, og er hon leiðari fyri hesum íbúðinum. Eisini vitjar hon fólk, sum hava demens heima við hús. Elsa Zachariasen hevur vitjað heima í Føroyum her hon hevur havt skeið innan demens, og er tað Alzheimersfelagið, sum hevur skipað fyri Mynd: Jens Kr. Vang Kenslurnar eru altíð tær somu Alzheimersfelagið er nú av álvara farið undir virksemi sítt. Felagið hevur í vikuni skipað fyri skeiðum um demens, og er føroyska Elsa Zachariasen komin til Føroya úr Danmark at halda skeiðini C M Y K 3 2 Óhoyrt í bilasøguni Páskatilboð frá Bilfríðkan Brúktbilafígging: bert 20% útgjald og einans 4% føst renta p.a. Bert galdandi til páskir Velbastaðvegur • 110-Tórshavn Tel. 31 73 00 - 21 73 00