fríggjadagur 15. mars 2002síða 13
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 52 - 15. mars 2002
Um vikuskiftið
skipaði ÍSB og Tórs-
havnar Kvøld- og
Ungdómsskúli fyri
FM – kapping í boccia
BOCCIA
Tíðindaskriv
Sløk fimti ítróttafólk høvdu
leitað sær niðan í Badmin-
tonhøllina henda dagin, og
spenningurin var stórur.
Kappast var í trimum
bólkum. Rørslutarnað og
menningartarnað vóru í
hvør sínum bólki. Og á fyr-
sta sinni var FM fyri ung-
lingar eisini á skránni.
Unn føroyameistari
triðja árið á rað
Í kappingini fyri menning-
artarnað varð kappast í
trimum innleiðandi bólk-
um. Tvey tey stinnastu í
hvørjum bólki fóru víðari í
endaspælið. Og í fleiri
bólkum var sera javnt.
Tá ið leikur var lokin var
tað Unn Mortensen úr Øra-
vík, sum hevði vunnið FM-
heitið triðja árið á rað. Unn
var einastandandi henda
dagin, hon leikti tíggju
dystir, hon vann níggju og
tapti ein. Í finaluni vann
hon 4–0 á Símun Petur
Zachariasen úr Klaksvík.
Dystin um triðja plássið
vann Øssur Guðmundson
úr Tórshavn á Arnold
Grundveig úr Vík.
Áki vann kappingina
fyri rørslutarnað
Tey rørslutarnaðu kappað-
ust í tveimum innleiðandi
bólkum. Og hóast fleiri
nýggj andlit vóru við í hesi
kappingini, so vóru tað teir
gomlu og royndu boccileik-
ararnir, ið drógu longsta
stráðið.
Áki Joensen, sum gongur
í triðja flokki í Hoydølum,
og sum situr í koyristóli
vann
finaluumfarið
og
streyk avstað við gull-
merkinum. Nummar tvey
gjørdist Jógvan Telling,
nummar trý gjørdist Marius
Johansen, og nummar fýra
varð Sámal Jacobsen. At
Áki sigraði henda dagin er
eitt stórt bragd, tí hann hev-
ur eitt brek, ið er væl størri
enn hjá mótstøðumonnu-
num.
Hjørdis gjørdist
unglingameistari
Hjørdis, sum er ættað úr
Klaksvík, gjørdist fyrsti
unglingameistari í søgu
sersambandsins. Hjørdist
leikti stak væl henda dagin,
hon var støðug, vann fýra
dystir, leikti ein javnan og
tapti ein dyst. Henni á baki
var Jan Dávur úr Kollafirði.
Og nummar trý varð heldur
óvæntað stóri favoritturin
Dánial Jákup av Strondum,
sum hevur sjáldsama góð
evni sum boccialeikari.
Uttanlands at royna
seg í bocciaspælinum
Føroyska landsliðið fyri
rørslutarnað fer síðst í mai
mánaða til Malmø at dyst-
ast í NM-kappingini. Før-
oyingar hava áður staðið
seg avbera væl í hesi kapp-
ing. Tá ið kappast var um
NM-heitið í Íslandi fyri
tveimum árum síðan, fingu
føroyingar tveir norður-
landameistarar. Àki Joen-
sen og Jógvan Telling komu
báðir aftur til landið, við
gullmerkjum um hálsin.
Føroyska landsliðið fyri
menningartarnað skal í sep-
tember vera við í Danish
Open, sum verður í Struer á
Jútlandi.
Búnaðardepilin og Før-
oya Lívstrygging stuðlaðu
tiltakinum.
Stór FM-kapping í boccia
Hjá kvinnunum gjørdist
Hjørdist Gaard úr Klaksvík
føroyameistari
Áðrenn fótbólturin
rættuliga fer í gongd,
er gott hjá leikarum
at verða mintir á
spælireglurnar. Og í
vikuni hava VB leik-
arar fingið orð dóm-
arans um gult og
reytt, men hetta er
fyri at fyribyrgja,
heldur enn revsa
ÍTRÓTTUR
Dagfinn Olsen
Tað styttist til fótbóltsárið
verður sett ígongd. Og av
royndum vita leikarar, at
óynsktu gulu og reyðu kort-
ini ikki eru løtt at koma
uttan um, tá menn gerast
heitir.
Men hóast ymiskt er,
hvussu væl ella illa feløg
og leikarar eru roynd, so er
ein roynd at fyribyrgja altíð
gott hugskot og í vikuni
vóru tað leikarar í Suður-
oynni, ið fingu tilboðið.
Jens
Petur
Brattalíð,
dómari, hevur boðið liðu-
num í oynni til fyrilestur
um fótbóltsreglurnar, so-
nevndu Stevnuna, ið dóm-
arar halda seg til.
Fyribils hava TB og VB
tikið av og týskvøldið vóru
tað VB-leikarar, ið hoyrdu
um gulu og reyðu kortini
og hvussu ein best sleppur
undan at hoyra meira um
tey, tá leikárið byrjar.
Leikarar læra reglurnar
Jens Petur Brattalíð,
dómari, greiðir frá, hvussu
ein best sleppur undan at
hoyra meira um litaðu
kortini, tá leikárið byrjar
Mynd: D.Olsen
FIMLEIKUR
Stefan í Skorini
Sunnudagin klokkan 16
hevur
fimleikafelagið
Ljósið framsýning í høll-
ini á Hálsi. Hetta er ein
innanhýsis framsýning
og ikki ein kapping.
Hetta er árliga fram-
sýningin, har øll liðini
sýna fram, tað ið tey hava
vant gjøgnum veturin.
Ljósið hevur umleið 600
limir.
Eftir at árliga Klaksvíks-
kappingin varð avlýst
vegna veður seinasta
vikuskiftið, røkist nú
kortini fyri, at kappingin
kann avgreiðast.
Vánaliga veðrið hevði
nevnliga við sær, at mest
sum allur fótbóltur kring
landið varð avlýstur, og
tískil kann bólkaspælið í
steypakappingini
ikki
fara fram sum ætlað.
Tí hevur KÍ spurt seg
fyri hjá hinum luttakaru-
num í kappingini, og á
heimasíðuni hjá KÍ verð-
ur sagt, at øll tóku av alt
fyri eitt.
Tveir dystir verða leik-
tir
bæði
leygar-
og
sunnudagin. Leygardag-
in spæla GÍ og B36 kl.
14.00 og HB og KÍ kl.
16.00.
Sunnudagin verður so
dysturin um 3. plássið
klokkan 13.00, meðan
sjálv finalan verður leikt
kl. 15.00.
-jm
FÓTBÓLTUR
Stefan í Skorini
Steypakappingin um Løg-
manssteypið hjá monn-
um skuldi eftir ætlan fara
av bakkastokki komandi
sunnudag. Hetta er nú
útsett til næsta leygardag
23. mars.
Vegna vánaligt veður
hava innleiðandi dystir-
nir ikki kunnað verið
spældir til tíðina. Tí
hevur kappingarnevndin
gjørt eitt nýtt dystaryvir-
lit, har bólkaspælið hjá
monnum byrjar 23. mars
ístaðinfyri 17.
Kappingarnevndin hev-
ur valt at leggja dystirnar
leygardag, tí um veðrið
ikki er til vildar tann dag-
in, kunnu dystirnir spæl-
ast sunnudag.
Leygardagin verða teir
seinastu innleiðandi dyst-
irnir spældir. Tá spælir
Sumba ímóti B71 á
Krossinum, og FS Vágar
tekur ímóti AB.
Hjá kvinnum eru dyst-
irnir fluttir frá leygardegi
til sunnudag, tí gentur
14-17 spæla landskapp-
ing leygardag.
Fimleikaframsýning
hjá Ljósinum
Spæla kortini
Steypakappingin
útsett
C
M
Y
K
24
Nr. 52 - 15. mars 2002
25
Dagrøktari
Søkt verður eftir dagrøktara sum avloysara til
Dagrøktina í Hósvíkar kommunu at byrja skjótast
gjørligt.
Nærri fæst at vita við at venda sær til leiðaran.
Tlf. 422416 – 253550 – 422435.
Dagrøktaskipanin
í Hósvíkar Kommunu
Vaskikona
Søkt verður eftir vaskikonu at byrja beinanvegin.
Klaksvíkar Klubbi
Uppsalagøta 11 · Box 182
Klaksvík
Kallkyn
Vágsbotnur
Tel. 31 62 06
Seyðahús
í Fuglafirði til sølu
Stórt nýmótans seyðahús í Fuglafirði til sølu um
hóskandi boð fæst.
Húsini kunnu yvirtakast í mai/juni í ár.
Áhugaði biðjast ringja á
tlf. 282722 eftir kl. 17
Pedagogur
Søkt verður eftir avloysara fyri pedagog í barns-
burðarfarloyvið at arbeiða 40 tímar um vikuna.
Starvið er frá 15. apríl 2002 til 31. januar 2003.
Starvið inniber at umsøkjarin er opin fyri at fylgja tí
tilrættalagda arbeiðinum, má kunna arbeiða skift-
andi tíðir, bæði kvøld- og náttarvaktir, má kunna
arbeiða sjálvstøðugt og kunna samstarva.
Arbeiðsplássið er eitt sambýli har 5 menningartarn-
að fólk búgva.
Løn og setunarviðurskifti eru samb. sáttmála ímill-
um Fíggjarmálastýrið og Føroya Pedagogfelag. Um
eingin skikkaður pedagogur søkir, verður starvið
sett av fólki við øðrum førleika
Nærri fæst at vita um starvið við at tosa við leiðaran
á tlf. 374074
Umsóknarfreistin er 1. apríl 2002
Umsóknir skulu sendast til:
Sambýlið á Bárðarfløtti
FR-900 Vágur
Att: Leiðarin
Tlf. 374074
Sky digital og Orbit Network.
Kort og móttakari, alt fæst
nú á einum stað.
á tlf 421411
ella
215328
Fí
ú
Kortsáttmála beinleiðis við Sky Digital.
Sjálvandi tann tryggasta loysnin.
SERTILBOÐ
4.995,-
prísur
avmarkað
FRAMSÝNING 2002
Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli
hevur framsýning í
Leygardagin 16. mars kl. 15.00 - 19.00
Sunnudagin 17. mars kl. 15.00 - 19.00
Í Kollafjarðar skúla - fimleikarhøllini og í
gamla skúla (vevnaður)
KOLLAFIRÐI
Eisini verður tónleikur og kórsangur
Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli
25