fríggjadagur 15. mars 2002síða 12
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 52 • fríggjadagur • 15. mars 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
1. deild kvinnur
vunnin
tapt
mál-
dystir
v - j - t
mál
mál
munur stig
1 VÍF
10
10 -0- 0
638
393
245
32
2 Neistin 11
7 -1- 3
528
452
76
23
3 Stjørnan 10
5 -1- 4
533
461
72
20
4 VB
10
6 -1- 3
518
520
-2
19
5 StÍF
10
4 -0- 6
430
516
-86
9
6 Kyndil
10
1 -1- 8
493
584
-91
6
7 Sóljan
11
1 -0-10
429
643
-214
5
Í kvøld – fríggja-
kvøldið - fellur av-
gerðin um niðurflyt-
ingina úr bestu
kvinnudeildini
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Undan
kappingarbyrjan
vóru tað fá, sum væntaðu at
so fór at verða, og fyri
tveimum árum síðani var
bara tankin óhugsandi. Á
næst seinasta leikdegi skal
kvinnuliðið hjá Kyndli
stríðast fyri lívinum í bestu
kvinnudeildini.
Fríggja-
dagin fara tær vestur í
Vágoynna, har dystur móti
Sóljuni er á skránni.
Viljin
Ikki tí. Sum seinasta árið og
gott og væl tað hevur lagað
seg, so kann ikki sigast
annað enn, at tað í løtuni er
sera langt frá gullárunum
hjá Kyndli og til støðuna í
dag. Frá at vera liðið, sum
saman
við
Neistanum
domineraði
føroyskan
kvinnuhondbólt, er liðið
broytt til eitt botnlið í bestu
deildini, og nú avgerandi
dysturin
móti
niðasta
liðnum í deildini stendur
fyri framman, so kann
Kyndil ikki á nakran hátt
rópast fyri favorittur.
Kanska eru fleiri, sum
vilja peika á, at Kyndil á
pappírinum hevur ein sterk-
ari leikarahóp, og tað er
einki at ivast í, at tey í Sólj-
uni væl kundu hugsað sær
leikarar sum eitt nú Anniku
Ljósstein og Lotte Søren-
sen á liðnum. Hinvegin er
heldur einki at ivast í, at tey
í Kyndli væl kundu hugsað
sær tann stríðsvilija, sum
hevur eyðmerkt Sóljuna.
Í fjør vórðu tær mettar
sum sjálvskrivaðir niður-
flytarar, men á seinasta
leikdegi vendu tær øllum á
høvdið, tá tær ístaðin sendu
Tjaldur eina deild niður, og
tað er als ikki óhugsandi, at
tær megna tað sama, tá
Kyndil nú kemur á vitjan.
Dramatikkur
Støðan undan dystinum er
annars tann, at Kyndil er
eitt stig framman fyri Sólj-
una, og tær hava eisini ein
dyst til góðar í mun til
vágaliðið.
Hinvegin
er
einki at ivast í, at dysturin í
kvøld verður hin avgerandi.
Seinasti dysturin er ímóti
VÍF, og tað er meira enn
trupult at ímynda sær, at
nakað skal spyrjast burtur
úr hesum.
Einsamalla stigið ger tó,
at meðan Kyndil kann liva
við einum javnleiki, so er
tað alneyðugt hjá Sóljuni at
vinna. Líkindini fyri einum
sigri eru kanska heldur ikki
heilt eingi, tí tær báða
seinastu ferðirnar, tær hava
spælt móti Kyndli, hevur
Sóljan vunnið, eftir at
Kyndil annars vann fyrsta
dystin í ár millum liðini.
Undir øllum umstøðum
er líkt til, at áskoðararnir
fáa dramatikk og spenning
fyri pengarnar, tá dysturin
verður blástur ígongd kl.
18.00 fríggjakvøldið.
Avgerðin um niðurflytingina
úr bestu kvinnudeildini fellur
í kvøld, tá Sóljan á heimavølli
tekur ímóti Kyndli
Peningur skal til og
leikarar í VB runnu
leygardagin sonevnda
stuðulsrenning kring
Vatnið. Fólk tóku væl
undir og stuðlaðu
tiltakinum við at seta
pening í veð fyri
hvønnkilometur,
runnið varð
ÍTRÓTTUR
Dagfinn Olsen
Leygardagin runnu leikarar
úr 1. deild, 2. deild og ung-
lingadeildini hjá VB stuð-
ulsrenning. Fólk kundu seta
ávísa upphædd í veð fyri
teinin, ein leikari rann tann
tíman, rennngin fór fram.
Vágbingar
tóku
væl
undir við tiltakinum, har
eisini vedding fór fram um,
hvussu langt leikararnir
runnu í alt. Talið var 303
kilometrar.
Eini 26 leikarar runnu.
Hann, ið rann longst, rann
16 kilometrar. Hetta var
Gisli Sveinbjørnsson, ið
rann kring Vatnið 12 ferðir.
Annars lógu teir flestu um
eini 15, 13 og 12 kilometrar
og niður í 5 kilometrar.
Botnslagið
verður í kvøld
Stuðlaðu renningini
Vágbingar tóku væl undir við tiltakinum,
tá VB leikarar runnu stuðulsrenning
leygardagin. Eisini veðrið var til vildar,
hóast kalt var
Mynd: D.Olsen
23
22
Nr. 52 - 15. mars 2002
UTTAN ÚR HEIMI
Búskapur og vinna:
Heldur
minni avlop
Avlopið
á
danska
gjaldsjavnanum frá no-
vember til januar var
heldur minni enn somu
mánaðir fyri einum
góðum ári síðani. Frá 1.
november 2001 til 31.
januar 2002 var avlopið
6,0 mia. krónur ímóti
7,5 mia. krónum frá
november
2000
til
januar 2001.
Sambært Danmarks
Statistik var avlopið á
danska gjaldsjavnanum
34,9 mia. krónur frá
februar í 2001 til januar
í 2002. Tað var 8,8 mia.
krónur meiri enn somu
tólv mánaðar framman-
undan.
Nokia fellur
Virðið á partabrøvun-
um í finsku fyritøkuni
Nokia
hevur
verið
fallandi, síðani leiðslan
boðaði frá, at fyritøkan
hevur selt færri fartele-
fonir enn væntað. Á
partabrævamarknaðinu
m í Helsinki fall virðið
3,8 prosent.
Noka sigur, at far-
telefonsølan hevur eis-
ini verið minkandi hig-
artil í ár. Í januar boð-
aði fyritøkan annars
frá, at hon væntar at
selja millum 420 og
440 milliónir fartele-
fonir í ár. Enn hevur
fyritøkan ikki sagt, um
fallið teir báðar fyrstu
mánaðarnar
fer
at
ávirka sølumetingina
fyri árið.
Bjóða Carls-
berg av
Nøkur meðalstór norð-
urlendsk
bryggjaríir
hava tikið seg saman í
einari roynd at bjóða
danska Carlsberg av.
Avbjóðararnir
eru
svenska
Spendrup,
norska Hansa Borg
Bryggerier og danska
Bryggerigruppen, sum
umfatar m. a. Ceres,
Albani og Faxe.
Stjórin í Bryggeri-
gruppen, Jørgen Worm-
ing, sigur, at tað er
umráðandi, at tey norð-
urlendsku bryggjariíni
røkka viðskiftafólkum í
øllum Norðurlondum.
Tað ger Carlsberg, og
tað ætla vit eisini at
gera við nýggja sam-
starvinum, sigur Jørgen
Worming.
Kunngerðin um sam-
starvið bar í sær, at
virðið á partabrøvunum
í
Bryggerigruppan
hækkaði 4,3 prosent á
Børsinum
í
Keyp-
mannahavn mikudagin.
Úr Norðurlondum:
Máttu flyta
kong
Norska løgreglan bar
skjótt at, tá ein bumbu-
hundur hjá løgregluni
helt seg hava funnið
spreingievni í einum
bili, sum stóð tætt við
eini hús, har Haraldur
kongur var og vitjaði.
Løgreglan boðaði lív-
verju kong frá, og
kongur varð í skundi
fluttur burtur haðani.
Samstundis handtók
løgreglan mannin, sum
átti bilin. Tað var ein
maður úr Irak, sum
kom til Noregs fyri ein-
um ári síðani. Bilurin
varð síðani kannaður,
men bumba var eingin
at finna. Løgreglan
heldur, at hundurin
man hava mistikið seg.
Tilburðurin var í Sør
Trøndelag mikudagin.
Tað var eg
Ein
svenskur
kurdi
boðaði mikudagin løg-
regluni í býnum Upp-
sala frá, at tað var hann,
sum drap ta 26 ára
gomlu kurdisku kvinn-
una Fadime Sahindal.
Fyrr hevur faðir henn-
ara viðgingið, at hann
skeyt dóttur sína, og tað
gjørdi hann eisini, tá
hann varð avhoyrdur í
rættinum
týsdagin.
Hetta váttaði mamman
eisini, tá hon varð av-
hoyrd mánadagin.
Maðurin, sum nú sig-
ur seg vera tann rætta
drápsmannin,
kendi
kurdisku fólkini í Upp-
sala, hóast hann ikki
búði har á leið. Men
svenska løgreglan trýr
honum ikki.
Kanna nýsu
Seinastu árini hava
donsk vísindafólk lagt
stóran dent á at kanna
teir ymsu hvalastovn-
arnar, sum halda til í
donskum sjógvi, og tað
hevur borið í sær, at
hesir stovnarnir eru
rættiliga væl lýstir í
dag.
Men nú skal nýsan
eisini kannast. Ætlanin
er at fáa fólk at boða
frá, hvørja ferð tey bera
eygað við eina nýsu.
Donsku vísindafólkini
halda, at einar 300.000
nýsur eru í Norðsjó-
num, og at einar 35.000
teirra halda til í donsk-
um sjógvi.
Amerikanska verju-
málaráðið sigur, at
meiri enn 800 her-
menn hjá al-Qaeda
eru deyðir í bardøg-
unum í Afghanistan í
seinastuni, men stóra
blaðið New York
Times ivast í upp-
lýsingunum
AFGHANISTAN
Árni Joensen
Í síðstu viku kunngjørdi
amerikanska
verjumála-
ráðið Pentagon, at teir taldu
ikki, hvussu mangir her-
menn hjá al-Qaeda doyðu í
bardøgunum í fjøllunum
har eysturi í Afghanistan.
Men mánadagin skrivaði
stóra amerikanska blaðið
New York Times frá keld-
um í verjumálaráðnum, at
517 arabiskir, kekenskir og
aðrir hermenn hjá al-Qaeda
vóru deyðir í bardøgunum.
Hildið varð, at einir 250
aðrir vóru deyðir, og í gjár
segði ein tænastumaður í
Pentagon fyri New York
Times, at nú var talið
komið upp á 800.
New York Times segði
seg í gjár ivast í tølunum
hjá
verjumálaráðnum.
Blaðið skrivar, at talið á
deyðum verður gjørt upp
eftir frásagnum frá tyrlu-
manningum, ómannaðum
flogførum og frá hermonn-
um, sum skjóta eftir fígg-
indastøðunum í fjøllunum.
New York Times ger vart
við, at eingin av hesum
veit, hvat hendir inni í
teimum nógvu holunum,
ella hvussu mong doyðu, tá
amerikansk bumbuflogfør
herfyri løgdu tvær bygdir
fullkomiliga í oyði.
Sambært blaðnum hava
nøkur tíðindafólk júst verið
í teimum báðum oyðiløgdu
bygdunum, og har funnu
tey bara trý lík av monnum,
sum kunnu hava verið her-
menn hjá al-Qaeda.
New York Times heldur,
at tænastumenninir í verju-
málaráðnum tora ikki at
upplýsa tað veruliga talið á
deyðum. Undir Vietnam-
krígnum varð talið kunn-
gjørt, og tá fekk USA
hvassar ábreiðslur fyri at
fara alt ov harðliga fram.
Metingin hjá blaðnum
samsvarar eisini væl við
tað, sum Donald Rumsfeld,
verjumálaráðharri segði í
samrøðu við sjónvarps-
støðina CBS fyrr í vikuni:
- Vit telja ikki teir deyðu.
Vit royndu í Vietnam, og
tað gekk ikki so væl, segði
Rumsfeld.
Amerikansku atfinn-
ingarnar ímóti tiltøk-
unum hjá ísraelska
herinum eru vorðnar
sjáldsama hvass-
orðaðar.
MIÐEYSTUR
Árni Joensen
Á einum tíðindafundi í
Washington mikukvøldið
duldi amerikanski forsetin,
George W. Bush, ikki fyri,
at hann er sera misnøgdur
við framferðina hjá ísra-
elska herinum í teimum
palestinsku
sjálvsstýris-
økjunum.
- Satt at siga haldi eg, at
framferðin, sum Ísrael hev-
ur nýtt í seinastuni, hevur
ikki bøtt um støðuna. Eg
skilji væl, at teir royna at
verja seg ímóti yvirgangi,
men tað, sum teir hava gjørt
seinastu dagarnar, loysir
ongar trupulleikar, segði
Bush.
Eygleiðarar í Washington
siga, at amerikanski forset-
in hevur ongantíð verið so
hvassorðaður
í
sínum
atfinningum at Ísrael fyrr.
Fyrr hevur Colin Powell,
uttanríkisráðharri
fleiri
ferðir funnist at ísraelsku
stjórnini og átøkunum hjá
herinum, men hetta er
fyrstu ferð, at forsetin
sjálvur hevur verið so
greiður, siga eygleiðararnir.
Samstundis bendir nógv
á, at amerikanska stjórnin
er í ferð við at revsa Ísrael.
Stjórnin hjá Ariel Sharon
hevur biðið USA økja ta
búskaparligu hjálpina sjey
milliardir dollarar, men
mikukvøldið boðaði stjórn-
in í Washington frá, at um-
sóknin verður ikki gingin á
møti.
Ísrael fær sum er næstan
27 milliardir dollarar í
búskaparhjálp úr USA um
árið. Stjórnin hjá Bush
hevði ætlað at økt stuðulin
1,8 milliard dollarar, men
tann endaliga avgerðin er
útsett. Keldur í Washington
siga, at amerikanska stjórn-
in er ikki serliga sinnað at
lata Ísrael størri stuðul, so
leingi herurin heldur fram
við sínum atgerðum í teim-
um palestinsku økjunum.
Hóast
ST-trygdarráðið
mikunáttina samtykti eina
yvirlýsing um Miðeystur
og bað partarnar binda frið,
hevur ófriðurin hildið fram,
og í gjár skutu ísraelskir
hermenn tríggjar palestinar.
Samstundis
ljóðaði,
at
herurin hevði tikið einar 40
stríðsvognar
úr
býnum
Ramallah, men at 60 aðrir
stríðsvognar
framvegis
standa í býnum.
Síðani ófriðurin í Mið-
eystri tók seg upp fyri 17
mánaðum
síðani,
hava
1.175 palestinar og 340
ísraelsmenn latið lív.
Ísrael virkar ikki fyri friði
Ivi um talið á deyðum
-Tað, sum ísraelski herurin hevur gjørt í seinastuni, loysir ongar trupulleikar, segði ein
avgjørdur George W. Bush á tíðindafundi í Washington
Mynd: Reuters
C
M
Y
K
22