leygardagur 16. mars 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 53 - 16. mars 2002
Nr. 53 - 16. mars 2002
3
"Á morgni árla vit Guði
lova". Vakri sálmurin, sum
A.C. Evensen týddi úr
norskum og H.J. Højgaard
gjørdi lag til, fyllir Fríð-
rikskirkjuna
á
Toftum
henda kavaklædda miku-
dag í februar.
"Á morgni árla vit Guði
lova,
sum lærdi okkum so trygt
at sova
í Jesu navni um náttartíð
sum børn á armi hjá móður
blíð."
Síggi fyri mær mannin,
sum liggur í hvítu kistuni
frammi í kirkjuni. Ljósliv-
andi. Júst komin aftur av
skipi. Hugagóður og fullur
av lívi stendur hann og
syngur í kórinum hjá lokala
meistaranum Hans J. Høj-
gaard. Vakra tenorrøddin
klingar so væl saman við
hinum røddunum í kór-
inum.
Síggi hann fyri mær
rokast í túninum, í stigan-
um, á tekjuni. Tað er so
nógv hann vil náa meðan
hann er heima millum
túrarnar.
Ein sólstrála sær varis-
liga innar í kór. Og sníkir
seg yvir til kistuna, sum
glóvar so vakurt.
Hugsi, tað var løgið at
Hans Mikkelsen, sum var
so arbeiðssamur og fullur
av lívi, skuldi fáa tað so
strævið tey seinastu árini
hann livdi her á fold. Sjúk-
an, sum varð staðfest í
1984, gjørdist hervilig.
Breyt niður likamið, spaku-
liga, men miðvíst.
Men ta innaru sólstráluna
megnaði sjúkan ongantíð at
sløkkja. Hon var har javnt
og samt. Og hóast ongin
rødd var eftir í síðstuni, og
hugurin viðhvørt var frá-
verandi, ja so skilti tú altíð
svarið, tá tú spurdi hvussu
hann hevði tað. "Gott".
Ongantíð hoyrdi tú hann
gremja seg. Ongantíð. Tol-
semið má vera Guðs størsta
gáva, ikki minst í slíkari
støðu sum Hans var í.
Hesi árini sjúkan hevur
merkt hann, man Hans
stundum hava reikað aftur í
tíðina. Ja heilt aftur í barna-
árini.
Faðirin Jákup Mikael
mintist hann av góðum
grundum ikki. Var bara eitt
ára gamal tá hann druknaði
í Íslandi við sluppini Onnu.
Karolina í Torbisgerði var
ein av einkjunum í Tofta-
túni, sum eftir hesa ræðu-
ligu vanlukku sat einsamøll
eftir við børnunum. Fýra
vóru børnini. Tað yngsta
bar hon undir belti tá mað-
urin doyði, og hann varð
nevndur eftir pápanum.
Karolina var ein sonn
arbeiðsrót. So mikið væl
kláraði hon at breyðføða
familjuna, at hon harum-
framt tók eina bróðurdóttir
til fosturs.
Stóri dreymurin hjá lítla
dronginum var at sleppa í
handverkaralæru. Men so
skuldi ikki verða. Tí so títt
og knapt árini vóru nóg
nógv og kreftirnar rukku,
fekk Hans kjans við skipi.
Og so bleiv hansara lívs-
yrki á sjónum.
Havi ofta hoyrt frá monn-
um, sum vóru til skips
saman við Hans Mikkelsen,
at ordiligari og reiðiligari
manni hava teir ikki verið
saman við. Lepar fylgdu
ikki við tá Hans hevði verið
uppi í leikinum. Ósjálv-
søkin og ærukærur sum
hann var, legði hann altíð
fulla orku í uppgávuna,
hvat tað so var.
Og teir ungu, sum fyrstu
ferð vóru til skips, áttu í
Hans altíð ein góðan veg-
leiðara og vin. Eisini eftir
at hann hevði verið uppá
skúla og sigldi sum besti-
maður og hendinga ferð var
skipari.
Í 1956 giftist Hans við
Ingu Mariu, Inger, úr
Gerðinum. Í Torbisgerði
bygdu tey eitt gott og trygt
heim, har teirra fýra børn
vuksu upp. Inger røkti
heimið til lýtar og stór var
gleðin á teimum smáu, tá
pápin kom heim. Tá hevði
hann ofta verið burtur í eitt
hálvt ár.
Sjálvt um Hans var ógvi-
liga veikur seinastu tíðina,
eydnaðist tað honum at
vera heima í Torbisgerði
nærum til tað síðsta. Við
stórum trúfesti var Inger
um mann sín. Hon hevði
ikki gloymt lyftið hon gav
tann dagin tey vórðu vígd í
gomlu Nes kirkju.
Hans
Mikkelsen
var
maður, ið gjørdi lítlan háva
burtur úr sær sjálvum. Men
hansara ídni og vinsemi
gjørdu, at hann fylti nógv
har hann var. Tað prógvaði
stóri skarin, ið savnaðist í
Fríðrikskirkjuni
henda
kavaklædda
mikudag
í
februar.
"Øll tann mikla trongd og
neyð,
sum tær foldarlívið beyð,
tykist tá sum dreymur ein,
nú er ævin long og rein."
Ærað verið minnið um
Hans Mikkelsen av Toftum.
toftamaður
Hans Mikkelsen
av Toftum
f. 6. sept. 1923
d. 23. febr. 2002
Vor kære mor, svigermor, mormor,
farmor og oldemor
Tove Helene Mommer
(født Prener)
f. 14. januar 1926
er stille sovet ind d. 12. marts 2002
...vær brændende i ånden! Tjen Herren!
Rom. 12.11
Benedicte, Ole, Per, Gene, Lone, Mette
Rebecca, Andreas, Isabel, Katrine
Christian, Annmarie, Lucas
Begravelsen finder sted mandag 18. marts kl. 1400
fra Københavns Kristne KulturCenter,Drejervej 15,
2400 København NV
Fríggjadagin 15. februar
andaðist Karl Johansen,
formaður í Havnar Ar-
beiðsmannafelag, bert 67
ára gamal.
Fyri fáum vikum síð-
ani
hátíðarhelt
felag
hansara ein merkisdag, tá
Karl hevði verið formað-
ur í felagnum í samfult
25 ár. Lítið vardi nakran
hesa hugnaligu løtuna, at
hetta var síðstu ferð vit
hittu hann. Sjálvt um
Karl alment hevði sagt,
at nú ætlaði hann at
gevast í fakfelagsarbeið-
inum, so sat hann enn við
róðrið, nú hansara fjørð-
ur so brádliga var rógvin.
Lítil ivi er um, at Karl
um nakar, hevur myndað
arbeiðarrørsluna seinastu
fjórðingsøldina.
Hann
hevði sínar greiðu mein-
ingar og dugdi at fram-
føra tær. Men tað vóru
ikki tóm orð, hann hevði
eisini hegni til at umseta
orð til handling.
Í 1985 fekk Havnar
Arbeiðsmannafelag sett
ein
eftirlønargrunn
í
verk. Her vísti Karl at
hann var framsíggin, og
henda skipan má sigast at
verða ein varði yvir
hansara
virki
innan
fakfelagsrørsluna.
Verandi nevnd í Før-
oya Arbeiðsgevarafelag,
og teir sum hava sitið í
nevndini
tíðarskeiðið,
har Karl hevur verið
formaður, bera honum
alt tað besta. Sjálvandi
hevur langt frá altíð verið
semja um alt millum
partarnar, men ongantíð
var nakað agg. Tað bar
altíð til at tosað um
tingini, og tá ein semja
var komin undir land,
kundi tú vera vísir í, at
Karl stóð við sítt orð. Og
tað óansæð um nakað var
skrivað niður ella ikki.
Greitt er, at tað ikki
verður nøkur løtt upp-
gáva at lyfta arvin eftir
farna formannin.
Við hesum orðum vilja
vit lýsa frið yvir minni
um Karl Johansen.
Vegna nevndina í Føroya
Arbeiðsgevarafelag
Vilhelm M. Johannesen,
formaður
Minningarorð um
Karl Johansen
C
M
Y
K
3
2
Fyri hvønn
Fyri hvønn
Fyri hvønn
NEYVAN!
Dýrt ...??
team85
1.545 kr.
SIEMENS C45
v/ eyka fronti
Telefonin hevur allar hentleikar:
WAP, mynda-SMS, kalendari,
spøl, vibrator, adressubók,
fleiri ymiskar frontar.
Alt tilhoyr til SIEMENS fartelefonir
-15 %
Tilboðini eru galdandi frá . mars. og so leingi vøran er á goymslu. Fyrivarni verður tikið móti prentvillum
1
Tórshavn
317010
Miðvágur
332000
Klaksvík
457488
Sandur
361000
Tvøroyri
371000
Saltangará
404400
KONSERT
Tíðindaskriv
Í morgin, sunnudagin, fara
Vestmannakórið, ein sang-
kvintett og organisturin
Oddvør Johansen at fram-
føra føstu og páska tónar í
kirkjunum í Vestmanna og
Gøtu.
Sangkvintettin, við Marit
Mordal,
Petru
Iversen,
Berghild Poulsen, Hans
Iversen og Peter Hentza
Niclassen, syngur mest tón-
leik við orgulfylgispæli
eftir Gabriel Fauré.
Vestmannakórið, undir
leiðslu av Kára Bæk, fer at
syngja nakrar av teimum
mest nýttu sálmunum, har
ørindini stundum verða
sungin av kórinum, stund-
um av kvintettini og stund-
um av kirkjuliðnum/áhoyr-
arunum.
Eisini syngja tey saman
tað kenda kórverki »Mise-
rere mei, Deus« sum itali-
enarin Gregorio Allegri
skrivaði í fyrru helvt av
1600 árunum. Verki var
einans sungi í dymbildaga-
vikuni í einum av kapp-
ellunum runt Pæturskirkj-
una. Í næstan 200 ár var tað
bannað at syngja verkið
uttan fyri kapelli.
Føstutónarnir verða at
hoyra í Vestmannakirkju
kl. 16.00, og í Gøtukirkju
kl. 20.00.
Føstu og páska tónar í kirkjunum í Vestmanna og Gøtu