leygardagur 16. mars 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 53 - 16. mars 2002
Nr. 53 - 16. mars 2002
5
Stórur
brúktbila-
marknaður
BERG MOTORS
Staravegur 1-3 • Tel. 31 35 35 • Fax 31 77 35
Mazda 323 HB 1,3 LX
bláur, 5 hurðar,
5 gear, árg. 09/85
5.000,-
Mazda 323 S 1,5i LX
reyður,4 hurðar,
5 gear, km 69.000,
árg. 05/97
78.000,-
Mazda 323 S 2,0 Diesel LX
gráur, 4 hurðar,
5 gear, km 84.000,
árg. 09/85
105.000,-
Mazda 323 S 1,3 LX
bláur, 4 hurðar,
5 gear, km 196.000,
árg. 04/87
15.000,-
Sýnaður
02/02
Sýnaður
08/01
Sýnaður
02/01
90.000,-
122.000,-
Toyota Corolla 1,6 Luna
reyður, 5 hurðar,
5 gear, km 38.000,
árg. 04/98
98.000,-
Renault Megan 1,4e
grønur, 5 hurðar,
5 gear, km 34.000,
árg. 08/98
94.000,-
Mazda 323 S 1,3 LX
reyður, 4 hurðar,
5 gear, km 136.000,
árg. 1987
6.000,-
110.000,-
10.000,-
C
M
Y
K
5
4
FISKIKVINNA
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
Ein fiskivinnupolitikk, har
myndugleikarnir blanda
seg sum minnst upp í
raksturin av fiskivinnuni,
er málið hjá landsstýrinum
og tað vísti Jørgen Nicla-
sen, fiskimálaráðharri á,
tá hann setti fiskivinnu-
ráðstevnuna sum Farec
skipaði fyri á Hotel Føroy-
um fríggjadagin.
– Í fríheit liggja vit mitt
í millum Noreg og Ísland
og tað skulu vit halda fram
við. Í Íslandi er alt frítt og
Noregi er alt bundið niður,
segði Jørgen Niclasen.
Jørgen Niclasen spáddi
at oljuvinnan fer at geva
fiskivinnuni kapping um,
fólkið.
– Tí mugu treytirnar hjá
fiskivinnuni gerast betri
og hesum náa vit bert við
lønsemi. Tey politisku
málini kunnu bert náast
við kapping og lønsemi,
segði Jørgen Niclasen,
fiskimálaráðharri
FISKIVINNA
Jústinus Leivsson Eidesgaard
Tað besta fólkameingið
innan fiskivinnuna varð
savnað saman, tá Jørgin
Niclasen, fiskimálaráðharri
setti fiskivinnustevnuna,
sum FAREC við Óla Samró
á odda skipaði fyri fríggja-
dagin. Og tað kundi næstan
sæð út sum at føroyingar
vóru komnir fyri at fáa rós.
Frammanundan vistu teir,
at kanningin hjá Farec sein-
astu trý árini av fiskivinnu-
num í Føroyum, Noregi og
Íslandi gav føroyingum eitt
sera gott skoðsmál, meðan
karakterurin hjá íslending-
um var miðal og heilt í
botni hjá Norðmonnum.
Ella sum fiskimálaráð-
harrin lýddi mær í oyra
uttanfyri
fundarhølið:
"Hetta er hugaligt fyri okk-
um."
– Tá í høvuðusvinnan
gevur pening, so geva vinn-
urnar, sum eru knýttar av
hesi eisini. Soleiðis er tað,
tá vinnurnar ikki eru knýtt-
ar saman av somu eigarum,
men kappast og tað er júst
tað sum hendir í Føroyum í
løtuni, segði Óli Samró,
sum hevur staðið fyri kann-
ingini hjá Farec.
– Í 1996 gav fiskiskapur-
in á nærleiðunum undir-
skot, á miðleiðunum eitt lít-
ið yvirskot og tað sama á
fjarleiðunum. Í dag gevur
fiskivinnan yvirskot sum
heild og hetta kemst av, at
tað eri ein fullkomilig hug-
burðsbroyting hendi í før-
oysku fiskivinnuni seinastu
árini. Eg sigi ikki at føroy-
ska fiskivinnan er tann
besta, men mín kanning
vísir, at hon hevur havt
størstu framgongdina í
kanningarskeiðnum, segði
Óli Samró, tá hann legði
kanningarúrslitini fram.
– Hugburðurin og út-
gangsstøði er so ymisk í
hesum trimum londunum,
at talan kundi verið um
tríggjar ymiskar heimspart-
ar. Í íslandi verða serlig
atlit tikin til tey, sum eiga
partabrøvini í fiskivinnuni,
í Noregi verður serliga
hugsað um at varðveita bú-
sitingarmynstri meðan í
Føroyum er eindarhugsanin
galdandi.Tað vil siga, at her
syrgir virkið, skip og vinn-
ur knýtttar at fiskivinnuni
fyri at standa seg, skilt frá
hvørjum øðrum. Í flotanum
er tað næstan óhugsandi í
Føroyum, at trolaraeigarar
fáa sær línubátar ella øvugt.
Tey íslendsku fiskiskipini
geva nógvan pening. Men
hetta kemst av, at tey hava
nógv størri kvotur. Ein ís-
lendskur feksfiskatrolari
veiðir í meðan yvir 5000
tons um árið, meðan ein
føroyskur veiðir í meðal
eini 1800 tons. Hóast hetta,
so er fíggjarliga úrslitið
roknað upp á tons munandi
betri fyri tann føroyska,
segði Óli Samró.
– Við undantaki at uppi-
sjógvaflotanum, so er løn-
semi og kappingarføri í
norska fiskiflotanum sera
vánaligt. Hóast hetta so eru
skip og virkið í Noregi
nýggjari enn í Føroyum og
Íslandi. Hetta kemst av
studningi til fiskivinnuna.
– Høvdu føroysk virkir
møguleika at keypa fisk
eins bíliga og norsk og ís-
lendsk, so høvdu einstøk
feløg komið út við einum
úrslitið sum lá omanfyri
100 milliónir. Hetta er
sjálvandi stuttskygt at siga,
um so var, so hevði eisini
kappingarførið rokið niður.
Høvdu íslendsk skip fingið
føroyskan prís fyri fiskin,
so høvdu tey havt eitt risa-
yvirskot, segði Óli Samró.
Kanningin hjá Óla Samró
byggir á hópin av rokn-
skapum hjá skipum og
virkjum í hesum trimum
londum.
– Øll lið í føroysku fiski-
vinnuni miða í móti at
vinna pening. Vinnan er
mannað av vinnarum, ikki
grátikonum. Teir føroyingar
sum yvirlivdu kreppuna eru
so væl trimmaðir í dag, at
alt óneyðugt feitt er skorið
burtur og eg fari at rósa
politikkarunum fyri at hava
hildið seg burtur frá fiski-
vinnuni. Eisini er infra-
struktururin í Føroyum
munandi batnaður seinastu
árini. Fyristilli tykkum í
vetur, at allir lastbilarnir
stóðu fastir í Kollfjarðar-
dali, tí ikki var koyrandi
eftir Oyggj. Tveir undirsjó-
artunnlar eru á veg og
sjálvsagt má ein fiskivinnu-
tjóð hava gott vegasam-
band. Vit liva jú av fiski-
vinnu, segðii Óli Samró.
Vit fara í komandi bløð-
um at greiða meira frá
fiskiráðstevnuni á Hotel
Føroyum.
FAREC-ráðstevnan á Hotel Føroyum:
Føroyingar komu fyri at fáa rós
Jørgen Niclasen:
Fiskivinnan skal fáa frið
Eg sigi ikki at føroyska fiskivinnan er tann besta, men mín kanning vísir, at hon hevur havt
størstu framgongdina í kanningarskeiðnum, segði Óli Samró
Í fríheit liggja vit millum Noreg og Ísland,og tað skulu vit halda fram við, segði Jørgen Niclasen