leygardagur 16. mars 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 53 - 16. mars 2002
Nr. 53 - 16. mars 2002
7
Føroya Rættur feldi
hósdagin harðastu
dómarnar higartil í
rúsevnismálinum. Ein
25 ára gamal dani
fekk tvey ára fongs-
ulsrevsing, meðan ein
25 ára gamal føroy-
ingur fekk tvey ár og
tríggjar mánaðir
handan rimar. Dóm-
arnir eru treytaleysir
RÚSEVNI
Stefan í Skorini
Hóskvøldið klokkan 18.30
feldi Føroya Rættur teir
harðastu dómarnar í narko-
málinum higartil. Tveir 25
ára gamli menn eru dømdir
at sita í minsta lagi tvey ár í
fongsli.
Harumframt verður hald
lagt á 25.000 krónur hjá
dananum og á 65.000 krón-
ur hjá føroyinginum. Hetta
er tað yvirskot, ið rætturin
metir, menninir hava havt
av handli við rúsevnum.
Teir skulu eisini gjalda sak-
armálskostnaðin.
Menninir eru dømdir
eftir paragraf 191 í revsi-
lógini. Henda lógin verður
nýtt, tá talan er um álvar-
som brot á lógina um eufor-
iserandi evni.
Føroyingurin tók við
dóminum og bað samstund-
is um at sleppa leysur, áðr-
enn hann skal sita dómin.
Danin valdi tó at skjóta
dómin inn fyri Eystara
Landsrætt, tí revsingin er
ov hørð.
Ákærin kravdi hinvegin,
at menninir framhaldandi
sita varðhaldsfongslaðir, og
at teir ikki sleppa leysir,
áðrenn dómurin skal sitast.
Hesum tók dómarin undir
við.
Amfetamin við
Norrønu
Høvuðsmálið, ið teir báðir
vóru funnir sekir í, var, at
teir høvdu smuglað 200
gramm av amfetamini til
Føroya við Norrønu í aug-
ust í fjør. Eisini vórðu teir
funnir sekir í at hava selt,
keypt og givið víðari rús-
evni sum hassj, kokain og
ecstacy pillarar.
Kjarnin í rættarmálinum
var smuglingin av amfeta-
mininum. Teir viðgingu at
hava flutt amfetaminið til
Føroya. Teir vildu tó bara
kennast við 187 gramm og
ikki 232, sum ákæruvaldi
vildi vera við. Teir fingu
dóm fyri at hava smuglað
200 gramm.
Tað var danin, ið hevur
fastan bústað í Føroyum,
sum skipaði fyri handlin-
um. Hann setti seg í sam-
band við rokkara-umhvørv-
ið í Hanstholm, og ein av-
tala varð gjørd um handilin
við amfetamini. Føroying-
urin, ið arbeiddi umborð á
Norrønu, fór til Danmarkar
eftir rúsevnunum. Hann
fekk eisini 30 ecstacy pill-
arar við sær til Føroyar.
Amfetaminið skuldi nýt-
ast at rinda aftur skuld, ið
føroyingurin hevði til yms-
ar persónar. Restin varð
goymd aftanfyri hvíldar-
heimið Naina í Gundadali í
Havn.
Báðir
høvdu
umleið
tjúgu ákærur hvør, og teir
vórðu funnir sekir í teimum
flestu. Tó var onkur einstøk
ákæra, ið dómarin ikki fann
haldgóð prógv fyri.
Skipaður handil
Danin varð tikin 11. januar
í ár. Hann hevði tá 165
gramm av amfetamini í
bilinum og nakrar ecstacy
pillarar. Síðani hevur hann
sitið varðhaldsfongslaður.
Føroyingurin
varð
í
fyrstu atløgu tikin 16. janu-
ar. Hann varð síðani leys-
latin dagin eftir, men hand-
tikin aftur 25. januar, tá
fleiri upplýsingar um hann
komu undan kavi.
Danin varð eisini funnin
sekur í at hava givið løg-
regluni rangar upplýsingar
undir avhoyringunum. Hes-
ar upplýsingar høvdu við
sær, at løgreglan hevði ein
mann í avbyrging uttan
haldgóða orsøk. Dómarin
gav manninum tríggjar
mánaða
fongsulsrevsing
fyri ta rongu frágreiðing-
ina.
Ákæruvaldið kravdi sera
harða revsing fyri hesi lóg-
arbrotini. Orsøkin er, at tal-
an er um sera hørð rúsevni í
hesum málinum. Ákæru-
valdið førdi fram, at amfe-
tamin, ecstacy og kokain
eru sera vandamikil rús-
evni, og tað eigur at hava
herðandi ávirkan á dómin.
Harumframt varð víst á, at
føroyingurin tvær ferðir
fyrr er dømdur eftir lógini
um euforiserandi evni.
Hann viðgekk í rættinum,
at hann hevur verið misnýt-
ari av rúsevnum í fleiri ár,
og at hann ofta stóð í skuld
til veitarar av rúsevnum.
Danin er hinvegin ongantíð
fyrr dømdur.
Ákærin vísti á, at virk-
semið teirra hevur verið
sera umfatandi, og tað er
farið fram undir skipaðum
viðurskiftum. Eisini varð
víst á, at nøgdirnar, sum
talan her er um, eru
rættiliga stórar.
Enn eru fleiri rættarmál í
narkomálinum, sum ikki
eru
avgjørd.
Væntandi
verða hesi sett á skránna
komandi fýra vikurnar.
RÚSEVNI
Stefan í Skorini
Føroya Rættur gjørdi hós-
dagin av at leingja varð-
haldsfongslingina
hjá
tveimum monnum, ið eru
skuldsettir í rúsevnismál-
inum.
Ein 27 ára gamal maður
hevur fingið varðhalds-
fongslingina longda í tvær
vikur tó ikki í avbyrging.
Hann er skuldsettur eftir
lógini um euforiserandi
evni, og tá kann hann bara
sita avbyrgdur í átta vikur.
Ein 33 ára gamal dani
hevur fingið varðhalds-
fongslingina longda í fýra
vikur. Tvær tær fyrstu vik-
urnar eru í avbyrging. Hes-
in er skuldsettur eftir revsi-
lógini, tí hansara lógarbrot
eru álvarsamari.
Ein annar dani, sum býr í
Keypmannahavn,
fekk
mikudagin sína varðhalds-
fongsling
longda
við
tveimum vikum í avbyrg-
ing.
Rættarmál í gjár
Í gjár vóru tveir menn, sum
eru 23 og 27 ára gamlir, í
Føroya Rætti. Teir vóru
ákærdir fyri brot á lógina
um
euforiserandi
evni.
Hesir menninir eru tiknir
seinni, eftir at løgreglan
hevur fingið upplýsingar
ígjøgnum avhoyringar og
kanningar í narkomálinum.
Yngri maðurin er ákærd-
ur fyri at hava selt eitt kilo
av hassji og fyri at hava 45
gramm av hassji á sær, tá
hann varð handtikin.
Tann eldri er ákærdur fyri
at hava selt og keypt umleið
tvey
kilo
av
hassji
tilsamans ígjøgnum fleiri
ár.
Harðastu dómar higartil
Teir báðir menninir fingu í
gjár harðastu revsing higartil
í rúsevnismálinum. Danin
fekk tvey ára fongsulsrevsing
og føroyingurin fekk tvey ár
og tríggjar mánaðir handan
rimar
Mynd: Jens Kr. Vang
Fingu longda fongsling
Framsýning hjá
Havnar Fimleikafelag
Nú fimleikaárið er kom-
ið at enda, standa árligu
fimleikaframsýningarna
r fyri framman. Hesar
verða í Ítróttarhøllini á
Nabb leygardagin 16.
mars kl. 16.00 og mána-
dagin 18. mars kl. 19.00.
Tær árligu fimleika-
framsýningarnar
eru
dagar, sum flestu fim-
leikarar síggja fram til
alt árið. Dagarnir eru
spennandi og eingi ivi
skal verða um at hetta
eru dagar sum eru dagar
fimleikanna.
Fimleikararnir
eru
spentir at vísa fram tað
tey hava vant í vetur.
Liðini eru nógv í tali,
at felagið hevur nógvu
árini valgt at hava 2
framsýningar, eina fyri
teimum yngru liðunum
og eina fyri tey eldru.
Til tað yngru fram-
sýningina luttaka lið frá
Børn og foreldur til 5.
flokk, meðan til tað
seinnu framsýningin lut-
taka lið frá 4. - 5. flokk
amboð til tey vaksnu
liðini.
Amboðs- og rútmu-
fimleikur eru við til
báðar framsýningarnar.
Hvørt árið endar fim-
leikaframsýningarnar
við handan av nálum og
ídnisprógvum, og í ár er
einki undantak hesum
viðvíkjandi. Talan er um
5- 10- og 15 árs nálir.
Tað er altíð ein serligur
dámur yvir eina tílíka
handan. Og at fáa eina
tílíka viðurkenning fyri
fleiri árs fimleikaarbeið-
ið, er sanniliga eisini
nakað at verða stoltur av.
Dámurin
er
ikki
minni, tá ið talan er um
ídnisprógv.
Ídnisprógv verður bert
givið til ein fimleikara á
hvørjum liðið.
Ídnisprógv verður bert
latið til fimleikarar sum
eru í skúlaaldri og tað
sum sermerkir ídnis-
prógvið er, at fimleikar-
in sum fær prógvið skal
hava møtt væl upp, hava
verið sera íðin og ágrýt-
in.
Fimleikaárið hjá Hav-
nar Fimleikafelag hevur
hildnast væl, bæði tá
talan er um innanhýsis
tiltøk
og
innanhýsis
kappingar.
Eisini tá talan er um
Stórkappingina
sum
FFS skipaði fyri í feb. og
mars í ár. Her vann HF 3
av 4 kappingum.
Viðmerkjast skal at
smágentur
A,
sum
vunnu sín bólk, fara við,
til DM í Danmark sum
gestalið.
Okara gentur verða
dømdar á sama hátt sum
hini liðini, tó luttaka tær
ikki í sjálvum DM.
Kappingin
verður
leygardagin 6. apríl.
Hóast vanliga fim-
leikaárið er liðugt, so
eru vit ikki heilt liðug
enn.
FM kappingarnar fyri
amboðsliðini, sum FFS
skipa fyri, verða í apríl
og mai mánaða. Spenn-
andi verður at síggja,
hvussu fer at gangast
felagnum í hesum kapp-
ingum.
Eisini verður summar-
fimleikur aftur á skránni
mánadag og mikudag kl.
18.00.
Byrja
verður
mikudagin 3. apríl.
At enda ynskja vit í
Havnar Fimleikafelag at
takka fyri í vetur og
ynskja øllum eina góða
framsýning og eitt gott
summar.
Tað er ikki so lætt at
selja saltfisk í løtuni,
sum tað onkuntíð
hevur verið. Goymsl-
urnar eru í størra
lagi, og prísurin er
lækkandi. Men einki
hóttafall er kortini,
siga føroyskir fram-
leiðarar
FISKIVINNA
Edvard Joensen
Eiði: Saltfiskagoymslurnar
í Føroyum eru vaksandi, tí
meira verður arbeitt av salt-
fiski, enn flutt verður út.
Eingin virkisleiðari, Sosial-
urin hevur tosað við, sigur
seg tó stúra fyri gongdini.
Saltfiskamarknaðurin í
Suðureuropa er minkandi.
Lutvíst tí fólk leggja mat-
vanar um. Men eisini kann
ein grund vera, at megin-
parturin av ES skifti valuta
fyrr í ár, og fólk ikki enn
hava vant seg við nýggja
peningin.
Møguliga kenna fólk seg
ikki heilt trygg við hendan
nýggja valutan og duga ikki
reiðiliga at rokna prísirnar
um. Tí gerast tey kanska
eitt sindur varin við, hvat
tey keypa, verður ført fram.
Virkisleiðarar, Sosialurin
hevur tosað við, halda, at
framleiðslan í Føroyum er
heldur meira í ár enn
undanfarin ár. Men ikki so
stór kortini, at tað skal gera
nakran mun.
Hinvegin
gongur
tað
seinni undan við útflutn-
inginum, enn tað fyrr hevur
gjørt. Tað kemst av, at
goymslurnar í Europa eru í
meira lagi, og soleiðis
verða tær føroysku eisini
størri, enn gott er, siga teir.
Páll Gregersen, stjóri á
fiskavirkinum í Gøtu, sigur,
at har arbeiða tey somu
nøgdir, sum tey plaga, men
tað fer nakað minni av
landinum hvørja viku. Tað
ger sjálvandi størri goymsl-
ur, sum so aftur helst fer at
ávirka prísin nakað. Hann
metir, at saltfiskaprísurin er
lækkaður eini 10 prosent.
– Vit eru eitt sindur varn-
ir og hava ikki arbeitt tað
heilt stóra av saltfiski, sigur
Petur Mohr, virkisleiðari á
Norðís á Eiði.
Hann sigur, at har hava
tey tamarhald á støðuni og
fylgja gjølla við, hvussu
útlitini eru.
Hann
væntar
nakað
minni av saltfiski á virkin-
um eftir páskir, tí sum er,
eru útlit fyri, at tað ikki
verður bati í marknaðinum
beinanveg.
Petur Mohr heldur eina
orsøk til fallandi marknað-
in millum annað vera, at
fólk eru við at skifta mat-
vanar suðuri í Europa.
– Saltfiskaprísurin hevur
verið sera høgur, og fólk
eru ivaleyst farin at eta ann-
að enn fisk. Eitt nú høsnar-
ungar ella annað, sum fæst
væl bíligari enn fiskur.
Um so er, skal ikki rokn-
ast við at tey leggja um
aftur beinanveg, hóast salt-
fiskaprísurin lækkar eini 10
prosent ella so. Tað skal
nógv størri lækking til, fyrr
enn fók aftur fara at velja
fiskin fram um tað, tey nú
eru farin at brúka, heldur
hann.
Hann vísir á, at í fjør varð
toskur III keyptur fyri 25,-
krónur kg., meðan prísurin
í hesi vikuni var einar átta
krónur.
Tað ger ikki nakra stóra
sølu beinanveg, sigur hann,
tí væntast kann, at teir, sum
hava stórar goymslur við
dýrum fiski í eitt nú
Spania, vilja selja tær fyrst,
áðrenn teir keypa nýtt.
Petur Mohr væntar ikki,
at føroyingar fara at arbeiða
saltfisk til at hava liggjandi
á goymslu, hóast fiskurin
kanska fæst bíliga her í
Føroyum.
– Føroysku fyritøkunar
eru smáar og hava ikki ráð
at binda fisk á goymslu,
sigur Petur Mohr, virkis-
leiðari á Norðís á Éiði, sum
væntar, at fiskaprísurin
sum heild kann fara at
lækka nakað í framtíðini.
Saltfiskamarknaðurin lækkandi
Saltfiskamarknaðurin í Suðureuropa er lækkandi í løtuni, og
tað fer ivaleyst eisin at merkjast á avreiðingarprísunum í Føroy-
um, vænta føroyskir virkisleiðarar
Savnsmynd
C
M
Y
K
7
6
Brúktbilavika hjá Wenzel
Brúktbilavika hjá Wenzel
Frá mánamorgun 18. mars
og vikuna út kanst tú gera
eitt gott brúktbila keyp hjá
Wenzel
Sera lagaligir prísir
Bilarnir eru allir kannaðir
og umvældir á
verkstaðnum
3 mánaðir brúktbila garanti
Allir okkara brúktu bilar eru
eisini vaskaðir og bonaðir
Fígging kann útvegast
Vit taka eisini tín brúkta bil
í býti
Sera góð dekktilboð í
samband við keyp av bili
Vit hava eisni teir bestu
brúktu bilarnir
Akranesgøta 5 • 100 Tórshavn • tel. 313874/ fax 311173
www.wenzel.fo
Akranesgøta 5 • 100 Tórshavn • tel. 313874 / fax 311173
www.wenzel.fo