Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-16, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. mars 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 53 - 16. mars 2002 Nr. 53 - 16. mars 2002 9 Danska farmaskipið Klevstrand rendi fríggjanáttina á land norðanvert Fútaklett. Skipið slapp sjálvt av aftur fríggja- morgunin LANDGONGD Edvard Joensen Vágar: Klevstrand sigldi á land um midnáttarleitið hóskvøldið og varð stand- andi alla náttina. Um hálvgum níggju tíðina fríggjamorgunin flotnaði skipið av aftur. Vaktar- og Bjargingar- tænastan fekk um midnátt- ina hóskvøldið fráboðan um, at Klevstrand var farin á land. Brimil fór í Vest- mannasund og var hjá skip- inum, meðan tað stóð uppi í fjøruni. Tá fullfløtt var aftur um hálvgum níggju tíðina fríggjamorgunin, flotnaði Klevstrand avaftur, fylgdist síðan við Brimli og á Vest- manna. Vagthavandi á Vaktar- og Bjargingartænastuni sigur við Sosialin, at ein riva er komin í ein barlasttanga frammi á skipinum, og iva- leyst verður kravt, at skaðin verður umvældur, áðrenn skipið fer aftur í millum- landasigling. Veðrið var gott í Vest- mannasundi, meðan skipið stóð á landi, og eingin vandi var nakrantíð fyri skipi ella manning. Rendi á land í Vágum Skaldið úr Fuglafirði fær í dag handaða Barnamentanarvirðis lønina hjá Skúlabóka- savnsfelagnum VIRÐISLØN Eirikur Lindenskov Leygardagin 16. mars fær Alexandur Kristiansen, lærari og skald úr Fugla- firði, handaða Barnament- anarvirðislønina hjá Skúla- bókasavnsfelagnum. »Skúlabókasavnsfelagið letur í einstøkum førum virðisløn fyri barnamentan- arligt arbeiði. Hon er ætlað felagsskapum og persón- um, sum á ymiskan hátt hava arbeitt fyri og stuðlað føroyskari barnamentan.« Alexandur Kristiansen hevur á dygdargóðan hátt stuðlað føroyskari barna- mentan gjøgnum nógv ár. Hann fær virðislønina fyri við sínum fjølbroyttu barnayrkingum at vekja og menna hugin hjá føroysk- um børnum fyri sangi og yrkingum. Barnayrkingarnar hjá Alexanduri lýsa av lívs- gleði – gleði yvir at liva, gleði yvir at spæla við orð- unum. Orðamyndirnar eru stuttligar og originalar, og børnunum dámar tekstirnar væl. Barnamentanarvirðisløn- in varð stovnað av Skúla- bókasavnsfelagnum í 1985, og hon hevur verið handað 5 ferðir: í 1985 til Pedagog- felagið, í 1987 til Havnar Sjónleikafelag, í 1989 til Barnabókaklubban hjá Bókadeildini, í 1995 til Ingrið Sondum, Bjørg Matras og Jóhannes Enni og í 1999 til Vilhelminu Larsen í Dali. Virðislønin er ein plakat, áseymað mynd, sum lista- kvinnan Astrid Andreassen gjørdi í 1983. Alexandur Kristiansen heiðraður FLØGUÚTGÁVA Tíðindaskriv Kærleiki millum menn- iskju og til fosturlandið eru høvuðsevnini á spildur- nýggjari fløgu, sum kom út saman við Fregnum í gjár. Á fløguni eru fýra løtt løg, ið benda á tað fólksliga. Tað er sandingurin, Jógvan Jón Petersen, sum hevur tikið stig til fløgu- útgávuna og hevur lagt hana til rættis við peninga- ligum stuðli frá nógvum feløgum og stovnum. Fløgan kann ikki keypast í handlum, men fæst einans saman við blaðnum í blað- búðunum – og Fregnir er ikki dýrari av teirri orsøk, blaðið kostar enn sum áður 20 krónur at keypa. Umframt Jógvan Jón Petersen, sum spennir seg út sum sangara, eru nógvir aðrir kendir tónleikarar við á fløguni. Teir eru Ronnie Nielsen, Kim Hansen, Tor- bjørn Jensen, Malan Thom- sen og James Olsen sum syngja, Finnur Hansen við ljómborði, Niclas Johansen við elgittara og Jan Zach- ariassen, sum spælir onnur ljóðføri og hevur forritað og ljóðblandað tónleikin á fløguni. Á fløguni, sum eitur »Byggið land« eru fýra løtt løg. Í sanginum »Løtur vit eiga« syngur Jógvan Jón um ein, ið minnist aftur á unnustu sína og tokkan teirra millum. »Byggið land« er ein sannur tjóð- skaparsangur við móður- landinum, Føroyum, í mið- deplinum. Tað eru teir báð- ir, Ronnie Nielsen og Kim Hansen, ið syngja hendan nemandi fosturlandssang. »Ítróttarrómur« verður kanska ein nýggj landa- plága í sambandi við ítrótt- artiltøk og stevnur. Tað er James Olsen, sum syngur hendan sera lívliga sangin. Seinasta lagið snýr seg um løtuna, tá ið dagurin byrjar. Tað er Malan Thomsen, sum syngur »Góðan mor- gun«. Við reinu rødd síni biður hon okkum skúgva dapurskygni til viks og møta degnum við upp- brotnum ermum og einum brosi. Alexandur Kristiansen, skald og lærari í Fuglafirði, er her avmyndaður á lendingini á Kirkju. Hann fær í dag handaða Barnamentanarvirðislønina hjá Skúlabókasavnsfelagnum Mynd: EirikurLindenskov Nýggj fløga við Jógvan Jón Jógvan Jón Petersen hevur gjørt orð og løg á fløguni við fólksligum fosturlandssagnum, sum Fegnir gevir út – Vøggustovurnar eru tær, sum eru harðast raktar, sig- ur Katrin Bjarnadóttir, leið- ari á Vøggustovuni á Kon- mansmýru. Stovnarnir eru ymiskt skipaðir. Til hvønn stovnin hevur tú eina normering um, hvussu nógv arbeiðs- fólk skulu vera. Eitt nú eru fleiri arbeiðsfólk normerað til eina vøggustovu enn til ein barnagarð. – Av tí at fíggjarveitingin frá kommununi er fyri hvørt barnið og gjaldið fyri hvørt barnið ikki er nóg høgt, so sigur tað seg sjálvt, at tá ein stovnur við fleiri arbeiðsfólkum pr. barn hev- ur minni pening til sjálvan raksturin, tá lønirnar eru trektar frá, greiðir Katrin Bjarnadóttir frá. Katrin leggur dent á, at vøggustovan als ikki er ímóti eindargjaldinum. Tað hon kanska heldur fílist eitt sindur inn á er, at skoðbráð- ið at tillaga seg var eitt sindur ov stutt, og stovnar- nir hava tískil ikki nátt at gjørt tær neyðugu tillag- ingarnar. Verri fyri Tað kann tykjast sum um býráðsumsitingin kanska ikki hevur tikið hædd fyri øllum, ið takast skal hædd fyri, tá eindargjaldið varð ásett. Spurningar sum hvørjum lønarstiga peda- gogarnir eru á og vasking hóska ikki rættiliga saman við gjaldið. – Vit her uppi á Kon- mansmýru hava fleiri peda- gogar á síðsta lønarstiga, og fáa teir tí meira í løn enn pedagogar, sum ikki hava arbeitt so leingi. Gjaldið fyri vasking í vøggustovu er pr. barn, og kravt er at gólvvíddin í vøggustovuni skal verða størri enn gólv- víddin í barnagarði. Hetta er nakað til dømis nakað, ið hædd ikki er tikin fyri. Vøggustovan á Kon- mansmýru hevur eftir ver- andi skipan til dømis ikki ráð til avloysarar til stytri sjúkralegur. – Tær longru sjúkralegur- nar klára vit, tí tað fáa vit endurgoldið frá kommunu- ni, men um sjúkralegan er stutt, hava vit ikki ráð til tess. Vit eru skipað sum ein stovnur, og tað vil siga, at vit gjalda millum annað fyri bókhald, olju og streym, og tað ger at hesir pengarnir verða skornir burtur onkra aðrastaðni. Katrin Bjarnadóttir sigur, at eindargjaldið í sær er fínt. Tað setur krøv til stovnin at gera røttu priori- teringarnar. Jan Christiansen, borgarstjóri sigur, at hildið verður fast við eindargjaldið. Ongin munur skal vera á gjaldinum til ansingarplássum EINDARGJALD Ingrid Bjarnastein – Tað kann vera, at tað er ein lítil munur á onkrum stovnum her og har. Hetta hevur við sær, at hjá onkr- um stovnum kann tað verða ein lætti, og onkrir stovnar koma at svíða fyri tað. Men hetta er bert ein spurningur um tilvenjing hjá teimum ymsu stovnunum. Kanska tað kann verða eitt sindur tungt ta fyrstu tíðina, men stovnarnir venja seg við tað so við og við, sigur Jan Christiansen. Eindargjaldið er roknað út frá miðalrakstrakostnaði- num hjá øllum stovnunum í kommununi. Og heldur Jan Christiansen, at hædd er tikin fyri øllum tí, sum neyðugt er. – At vit hava ásett eitt eindargjald merkir ikki tað, at hetta er eitt sparitiltak frá býráðsins síðu. Eindar- gjaldið er ásett, so vit kunnu nærkast málinum, sum er 100% barnaansing í kommununi. Vit halda, at tað er fult ráðiligt at seta eitt eindargjald, tá barna- ansingin og tær neyðugu fortreytirnar eru í lagi, sig- ur borgarstjórin. Í heyst vitjar danski kreppu- og familju- terapeuturin, Kirsten Rudbeck í Føroyum. Hon fer at hava skeið í samskifti SKEIÐ Ingrid Bjarnastein Skeiðið gongur út uppá, hvussu tú uppbyggir sjálvsvirði títt og hevur tað eisini nógv við assertivan atburð at gera. Tað er ætlað fólkum, sum arbeiða við ungum, og sum eru í ein- um ungum umhvørvi. Meiningin er at læra betri samskifti soleiðis, at tú kanst læra tey ungu at siga frá, siga nei, uttan at tey kenna seg kroyst til at gera tað øvugta. – Tey ungu skulu læra at seta grensur, sigur Ólavur Grot, skeiðfyriskipari. – Hetta fyri, at tey ikki skulu enda í misnýtslu. Kirsten Rudbeck hevur arbeitt nógv við hesum, og hevur hon hildið tílík skeið í Danmark. Sum lærarar hevur hon havt millum annað donsku Marianne Davidsen-Nielsen, og eis- ini vælkenda assertións- venjaran, Anne Dickson úr Onglandi. Ólavur Grot hevur sjálv- ur tikið hetta skeiðið í Danmark, og er hann av sínum eintingum farin undir at skipa fyri hesum skeiði í Føroyum. Hann heldur, at tørvur er á tí her heima. – Ætlanin er, at læra tey, ið arbeiða saman við teim- um ungu at samskifta við tey á rættan hátt, soleiðis at tey ungu læra at seta markið. Misnýtslan í Før- oyum er størri enn vit halda, og tað er týdningar- mikið, at vit byrja at læra tey ungu at siga nei til rús- andi evnir longu frá barns- beini av, sigur Ólavur Grot. Ólavur Grot hevur útbúgv- ing innan misnýtslu, ser- liga stoffum og alkoholi. Hann hevur arbeitt í Dan- mark og USA við misnýt- arum, og hann sigur, at alt, sum oftast botnar í, at mis- nýtararnir hava ov lágt sjálvsvirði. Skipað verður fyri tveimum skeiðum. Tey eru skipað í tveimum. Fyrst eru tveir dagar, har tú lærir at samskifta greitt við onnur, og eisini er rollu- spæl á skránni. Síðani kemur tú aftur tríggjar vik- ur seinni. Tær tríggjar vik- urnar fært tú ymsar venj- ingar, sum tú skalt gera, og tá skeiðið endar tríggjar vikur seinni, fært tú restina setta uppá pláss. Tað verið seg, at Kirsten Rudbeck kemur at rætta uppá tað, ið er at rætta uppá, og annars fær tú restina avpussaða. Skeiðini verða í oktober og november mánaða. Annað skeiðið er ætlað leiðarum. Tá verður hugsað um dag- stovnar, lærarar og onnur. Hitt skeiðið verður fyri ar- beiðsfelagum. (Sí lýsing aðrastaðni í blaðnum) Lær at siga frá Halda fast við eindargjaldið Jan Christiansen, borgarstjóri, sigur, at hildið verður fast um eindargjaldið Eindargjaldið á stovnunum: Skoðbráðið ov stutt Býráðið í Havn gjørdi í fjør av, at fyrsta januar í ár, skuldu foreldur í kommununi yvir ein kamb gjalda sama gjald fyri ansingarpláss. Gjaldið er tað sama fyri øll, tó kostar tað eitt sindur meira at hava eitt barn í vøggustovu enn í barnagarði. Men av tí at ymsar fortreytir eru fyri stovnarnar hevur hetta við sær, at vøggustovurnar ikki eru so væl fyri undir nýggju skipanini EINDARGJALD Ingrid Bjarnastein Katrin Bjarnadóttir, leiðari á Vøggustovuni á Konmansmýru sigur, at skoðbráðið viðvíkjandi eindargjaldinum var í stytra lagi Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 9 8