Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. mars 2002síða 6

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 53 - 16. mars 2002 Nr. 53 - 16. mars 2002 11 STARVSDAGUR Solby A. Eliasen – Mær dámar líka væl at arbeiða her nú, sum tá eg byrjaði, sigur Frígerð Jacobsen, sum hevur ar- beitt á Posthúsinum í Klaksvík í 25 ár. – Um ein hugsar um tað, so hava starvsfólkini í Postverk Føroya yvir- høvur verið í sama starvi í langa tíð, vísir Frígerð á. Frígerð sigur, at á skrivstovuni á Posthúsi- num í Klaksvík er bert ein kona, sum hevur ver- ið styttri enn hon. Og tann konan hevur verið har í fimtan ár. – So her má vera okkurt gott, okkurt sum dregur, ha? – Eg byrjaði blaðung, 19 ára gomul á skrivstov- uni, hevði júst átt eitt barn. Eg bleiv sera væl móttikin, greiðir Frígerð frá. Hon sigur, at tá var alt øðrvísi, tí at tá vóru ongar teldur, so alt varð skrivað við hond. Men so komu teldurnar og øll hin tøknin eisini, og brádliga gekk alt so nógv skjótari. – Men tað var kortini líka spennandi at ar- beiða, hóast alt, sigur Frí- gerð. Hon sigur at, at tey onkuntíð plaga at práta um gamlar tíðir, hvussu hugnaligt tað var at ar- beiða tá. – Ikki tí, tað er fram- vegis hugnaligt at ar- beiða her, tað er bara øðr- vísi. Spurd um, hví hon ikki hevur roynt okkurt annað og møguliga farið onkra aðrastaðni, svarar Frí- gerð: – Klaksvíkingar eru ikki so grammir at fara aðrastaðni – í øllum før- um eru nógvir, sum verða verandi her alt sítt lív, uttan at royna aðrar leiðir. Tey, sum fara, koma sjálvdan aftur. Her er so smátt at koma aftur, um tú hevur verið úti í stóru verð, sigur Frígerð, sum sjálv bert hevur ver- ið burtur frá starvi sínum í eitt hálvt ár vegna barnsburð, øll 25 árini, hon hevur starvast á Posthúsinum í Klaksvík. 25 ára starvsdagur: Dámar líka væl enn UNDIRSJÓVARTUNNIL Ragnhild Ellingsgaard Klaksvík, Sosialurin: Fýra ár eru liðin, síðani undirsjó- vartunnilin undir Hvalfirði- num varð tikin í nýtslu, og í samband við, at farast skal undir ein undirsjóvartunnil í Norðoyggjum, hevði Vinnulívsráðið saman við Handilsfelagnum í Klaks- vík boðið Gísla hendan vegin. Gísli skuldi greiða frá høvuðssjónarmiðum í tun- nilsætlanini undir Hval- firðinum, lýsa tær áskoðan- ir, settar vóru fram og meta um avleiðingarnar, sum tunnilin hevur havt fyri bygdarmenningina norðan fyri Hvalfjørð. Eini 110 fólk møttu upp til fundin, og hetta er heilt nógv, tá hugsað verður um, hvussu nógv fólk vanliga møta til almennar fundir og fyrilestrar í Klaksvík. Vitjað Klaksvík fyrr Gísli Gíslason er borgar- stjóri á Akranesi í Íslandi og hevur eisini vitjað í Klaksvík fyrr. Fyrru ferð helt hann ein fyrilestur um søguna aftan fyri undirsjó- artunnilin undir Hvalfirði- num, sum tá var í gerð. Hetta var ein drúgv søga við nógvum klandri millum tey, sum høvdu álit á hesi uppgávu, og tey ivingar- somu, sum vóru ímóti henni. Hildið varð uppá, at stór líkindi vóru fyri, at kostn- aðurin fór at gerast ov mikil, og at fíggjargrundar- lagið sostatt var óálítandi. Eisini varð sagt, at tunnilin bert fór at súgva fólk og tænastur inn á høvuðsøkið í Reykjavík. Men tunnilsgerðin gekk væl, og 4 ár eru nú liðin, síðan tunnilin varð tikin í nýtslu. Gísli greiddi frá, at ferð- slan ígjøgnum tunnilin er økt ár undan ári, og ávirk- anin av tunnilinum er nógv størri, enn væntað varð. Hugburður broyttur Gísli segði eisini, at undir- sjóvartunnilin undir Hval- firðinum hevur havt ómeta- liga stóra ávirkan fyri Akranes, samstundis sum hann greiddi frá teim fram- burðsmøguleikunum, ið tunnilin hevði verið við- virkandi til. Eitt nú er hugburðurin hjá íbúgvunum á Akranesi broyttur munandi av hesum ferðsluábøtum. Fyrr vóru ávísir tættir sum handils- virksemi, virksemi hjá ar- beiðstakarum og ymsar tænastur vard av fjarstøðini til høvuðsstaðin Reykjavík. Tann støðan hevði bæði fyrimunir og vansar. Eftir at tunnilin varð latin upp, hava partar av hesum grein- um noyðst at stríðst ímóti kapping frá høvuðsstað- num, samstundis sum hetta marknaðarøkið hevur latið upp fyri nýggjum møgu- leikum. – Fyri at møta kappingini og kunna nýta møguleikar- nar hevur roynst á dirvið hjá akurnesingum, og yvir- høvur kann sigast, at teir hava klárað seg stak væl, og hetta hevur aftur ført til betri tænastu og økt ar- beiði, segði Gísli Gíslason. Heldur fyrimunur – Eg pástandi ikki, at Norð- oyartunniln fer at hava somu ávirkan eins og Hval- fjarðartunnilin, men rokn- ast kann við, at okkurt líkn- andi kann henda í Føroy- um, segði Gísli. – Vit mugu minnast til, at meginøkið i Íslandi er nógv størri enn føroyska megin- økið. Hinvegin kann sigast, at hóast Klaksvík og Akra- nes líkjast nógv, so er Klaksvíkin lutfalsliga sterkari øki enn Akranes mótvegis høvuðsstaðnum. Ikki er lætt at gita, hvørja ávirkan hesi ymsu lutføllini hava, men roknast kann við, at Klaksvík hevur fittar møguleikar at fáa størri fyrimunir, heldur enn vans- ar, burtur úr betri samferð- slu, segði borgarstjórin á Akranesi at enda. Gísli Gíslason í Klaksvík: Undirsjóvartunnil positivt árin á Norðoyggjar – Eg byrjaði blaðung, 19 ára gomul á skrivstovuni, hevði júst átt eitt barn. Eg bleiv sera væl móttikin, greiðir Frígerð frá Eyðfinn Reyðberg handar Gísla Gíslasoni gávu frá Norðyoya Sparikassa eftir fyrilesturin hóskvøldið - Eg pástandi ikki, at Norðoyartunniln fer at hava somu positivu ávirkan eins og Hval- fjarðartunnilin, men roknast kann við, at okkurt líknandi kann henda í Føroyum, segði Gísli Gíslason, sum almennum fundi í Klaksvík hóskvøldið Klaksvíkingar hildu saman, tá ferðslu- politiið úr Havn hós- dagin var norðuri í Klaksvík og gjørdu ferðslumátingar. FERÐSLA Ragnhild Ellingsgaard Klaksvík, Sosialurin: Longu hálvan tíma eftir, at ferðslupolitistarnir vóru komnir til Klaksvíkar, frættist í býnum, at ferða- mátingar vórðu gjørdar í Norðoyggjum. Onkur skemtiligur norð- ingur hevði hongt eitt stórt skilti upp í býnum, har skriva stóð: "Løgreglan tekur ferðamátingar í Norð- oyggjum í dag !" Ávarðu dúgliga Hetta skiltið var skríggj- andi grønt, og sást av tí sama langan veg. Um 10- tíðina mikumorgunin hekk tað norðan fyri Statoil- støðina mitt í býnum, men seinni um dagin hevði onk- ur hongt tað uttanfyri býin á óbygdum øki. Ein kelda sigur, at longu um 9-tíðina varð ringt út til tey flestu arbeiðsplássini í býnum og ávarað ímóti ferðamátingunum, og hvør fartelefon bippaði óført við sms-boðum, sum søgdu frá, hvar í býnum, kanningar vóru gjørdar. Tóku fleiri Frá Politistøðini í Havn frætta vit, at hóast klaks- víkingar royndu sum fræg- ast at ávara móti ferðslu- mátingunum, so vórru fleiri bøtur givnar. Hetta vóru mest bøtur fyri ólógligar vinstra-park- eringar, men onkur varð eisini tikin fyri at koyra ov skjótt. Úr býnum verður sagt, at annar hvør bilur á høvuðs- vegnum fekk eina parker- ingsbót, so hóast væl varð boðað frá, so gekk ikki klaksvíkingunum heilt eftir vild hendan dagin. Komandi mánadag fara 14 lærlingar frá Tekniska Skúlanum í Klaksvík til Aberdeen at kunna seg um el- og maskinarbeiði í frálandavinnuni. ÚTBÚGVING Ragnhild Ellingsgaard Klaksvík, Sosialurin: Tekniski Skúlin í Klaksvík er saman við 3 øðrum før- oyskum skúlum limur í Oljuútbúgvingarsamtiki- num. Føroysku skúlarnir hava nú í eitt ár samstarva við Aberdeem College, og senda teir nú 14 lærlingar til Aberdeens í eina viku. Vitja borupall Ætlanin er, at lærlingarnir skulu fáa nakað av prak- tiskari frálæru á Aberdeen College, og harafturat skulu teir eisini vitja ein borupall í fullari stødd. Hesin boripallur er tó ikki ein veruligur boripall- ur, men ein simulator, ið stendur á landi. Simulatorin inniheldur øll tey amboð, ið vanliga verða nýtt á einum bori- palli, og sleppa lærlingarnir at royna øll hesi amboð. Annfinn Heðinsson er ein av teimum 14, sum skulu avstað, og hann gleð- ir seg. - Eg fekk boðini fyri ein- um 3 vikum síðani, og eri fegin um, at eg fái hendan møguleika, sigur hann. - Vit eru allir líka spentir, og væntandi verður hetta ein lærurík ferð. Vit sleppa at royna nøkur ting, sum ikki eru gjørlig í Føroyum, so hetta er avgjørt spenn- andi fyri okkum, sigur Annfinn. Ikki fyrstu ferð Hetta er ikki fyrstu ferð, at Tekniski Skúlin í Klaksvík sendir næmingar avstað til Aberdeen. Í novembur mánaði sendi skúlin 20 SIT-næmingar avstað á eina líknandi ferð. Tey skrivaðu eina frá- greiðing um túrin, eftir at tey komu heimaftur, og í hesi frágreiðing sæst, at tey fingu nógv burtur úr túri- num. Ætlanin er, at lærlingar- nir, sum nú fara avstað, eis- ini skulu skriva eina frá- greiðing um túrin hjá teim- um. Á hendan hátt fáa allir næmingarnir á skúlanum møguleikan fyri at fáa meir at vita um el- og maskinar- beiði í frálandavinnuni. Lærlingar vitja oljuvinnuna í Aberdeen Næmingarnir, ið fara avstað eru: Tummas Joensen, sP/F Einar Mortensen, Jan Venned, Klaksvíkar Sleipistøð, Annfinn Heðinsson, Pomek, Àrni Skorðastein, KJ-Hydraulik og Jákup Samson, Klaksvíkar Sleipistøð. Hans Arne Bertholdsen, lærari á Maskindeildini, verður eisini við. Klaksvíkingar ávaraðu móti politinum Frá Politistøðini í Havn frætta vit, at hóast klaksvíkingar royndu sum frægast at ávara móti ferðslumátingunum, so vórru fleiri bøtur givnar C M Y K 11 10