leygardagur 16. mars 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 53 - 16. mars 2002
Nr. 53 - 16. mars 2002
13
– Tað er greitt, at í
Menasmálinum eru
mistøk gjørd, sum
hava verið óheppin.
Fróðskaparsetrið
hevurlongu tikið
neyðug stig at herða
mannagongdirnar á
Fróðskaparsetrinum í
samband við vísinda-
samstarv. Hinvegin
vil eg gera vart við, at
samstarv millum
Fróðskaparsetrið og
privatar fyritøkur
eisini kann ganga sera
væl segði Óli Holm,
landsstýrismaður
m.a. í svari sínum til
Finn Helmsdal í sam-
bandi við fyrispurn-
ingar um Fróðskapar-
seturið
FYRISPURNINGUR
Á TINGI
Jan Müller
– Er tað satt, at sáttmáli um
vísindaliga
arbeiðið
í
Menas
málinum
varð
undirskrivað av oljufelag
og útlendskari ráðgevandi
fyritøku, uttan at Fróðskap-
arsetrið var vitandi um tað?
Hvør hevur skrivað ritverk-
ið, sum í dag liggur á borð-
inum og er úrslitið av Men-
as verkætlanini? Er tað
rætt, at hetta ritverk- ella
partar av tí – er á so lágum
vísindaligum støði, at tað
ikki er borðbart? Um tað
verður landsstýrismannin-
um greitt, at álvarsliga at-
finningarsom viðurskifti
valda ella fara fram á Fróð-
skaparsetrinum, hvat ætlar
hann so at gera við tað?
Hetta vóru nakrir av rætti-
liga skakandi spurningun-
um, sum tingmaðurin Finn-
ur Helmsdal herfyri setti
landsstýrismanninum Óla
Holm. Nú hevur hann so
svarað spurningunum og
fara vit her at tríva í svarini.
Óli Holm vísir á, at hann
eins og tá talan er um hinar
spurningarnar, hevur roynt
at útvegað sær so nógv við-
komandi tilfar sum møgu-
ligt. Hann hevur havt fund-
ir við rektaran, seturskriv-
aran og eisini við deildar-
leiðaran á Søgu- og samfel-
agsdeildini um hetta mund-
ið. Eisini hevur hann fingið
skrivliga frágreiðing frá
rektaranum og upprit um
málið, sum táverandi deild-
arleiðarin hevur latið ver-
andi deildarleiðara. Við
støði í hesum tilfari og við
fyrivarni fyri, at tað kunnu
vera skjøl, ið hann ikki
kennir, sær sáttmálaspurn-
ingurin soleiðis út fyri hon-
um:
Forsøgan
Í januar 2000 vendi stjórin
fyri BP Amoco í Føroyum
sær til rektaran á Fróðskap-
arsetrið Føroya og bað um
fund. BP Amoco vildi vita
meira um Fróðskaparsetrið,
og um møguleikar vóru fyri
samstarvi. Tann 27. januar
2000 høvdu rektarin og
seturskrivarin fund við
stjóran fyri BP Amoco í
Føroyum umframt tvey
bretsk umboð fyri BP
Amoco.
Á fundinum greiddi rekt-
arin frá almenna virksemin-
um á Fróðskaparsetrinum
og møguleikar fyri sam-
starvi. Rektarin gjørdi BP
Amoco greitt, at um teir
vildu vita meira ítøkiligt
um hesar møguleikarnar
ella vóru hugaðir at taka lut
í einumhvørjum, máttu teir
tosa við deildirnar sjálvar,
tí tað er á deildunum, at
tann neyðugi kunnleikin
um tær einstøku verkætlan-
irnar og møguleikarnar eru.
Semja var um, at hetta var
ein kunnandi fundur.
Í februar 2000 fekk Fróð-
skaparsetrið bræv frá BP
Amoco, har felagið segði
frá, at tað hevði áhuga fyri
eini kanning í sambandi við
oljuvinnuna, sum kanska
fór at vera. Tað brævið varð
sent Søgu- og samfelags-
deildini við spurningi, um
deildin hevði nakað upp-
skot. Tann 24. februar 2000
boðaði deildin frá, at hon
fór at koma við einum út-
spæli. Tann 16. mars 2000
sendi Fróðskaparsetrið BP
Amoco skriv, har uppskotið
hjá Søgu- og samfelags-
deildini »A Socio-Econo-
mic Base-line Study« var
lagt við. Talan var um eina
verkætlanarlýsing við tíðar-
og
kostnaðarætlan.
BP
Amoco boðaði fyrst í apríl
frá, at teir vóru sinnaðir at
arbeiða víðari við uppskot-
inum.
20. juni 2000 var fundur
á Fróðskaparsetrinum har
trý umboð fyri BP Amoco
møttu saman við tveimum
umboðum frá ráðgevandi
fyritøkuni Menas í London.
Við á fundinum vóru har-
umframt rektarin, seturs-
skrivarin, deildarleiðarin og
føroyskur
serfrøðingur,
sum um hetta mundið hevði
arbeiðsstað á setrinum í
samband við eina aðra
verkætlan.
BP Amoco segði frá, at
tað hevði fyri sín part latið
verkætlanina upp í hend-
urnar á Menas, sum skuldi
samstarva við Søgu- og
samfelagsdeildina á setrin-
um.
Deildarleiðarin
á
Søgu- og samfelagsdeildini
segði frá, at hann fekk ikki
sjálvur farið inn í verkætl-
anina, men at áðurnevndi
serfrøðingur kundi átaka
sær uppgávuna. Avtalað
varð, at partarnir skuldu ar-
beiða víðari við arbeiðs-,
tíðar- og kostnaðarætlan.
Sjálvt verkætlanararbeiðið
fór tó ikki veruliga ígongd
fyrr enn eftir at BP Amoco
hevði fingið leitiloyvið frá
Oljumálastýrinum.
Spurningurin um
sáttmála
Rektarin
og
táverandi
deildarleiðarin hava upp-
lýst fyri mær, at á fundinum
20. juni 2000 varð gjørt av,
at setursskrivstovan skuldi
gera uppskot til sáttmála,
sum partarnir, t.e. Fróð-
skaparsetur Føroya, BP
Amoco og Menas, skuldu
undirskriva. Fróðskapar-
setrið hevur ein standard-
sáttmála, sum verður lagað-
ur til í hvørjum føri sær og
brúktur við høvi sum hes-
um. Sáttmálin skuldi um-
setast og varð tí sendur
millum setursskrivstovuna
og Søgu- og samfelags-
deildina nakrar ferðir.
Sáttmálauppskotið varð
sent Menas, men ráðgev-
andi fyritøkan svaraði ikki.
Rykt varð úrslitaleyst eftir
sáttmálanum fleiri ferðir út
eftir heystinum 2000. Í
november fekk deildarleið-
arin at vita frá Menas, at BP
Amoco og Menas høvdu
skrivað sáttmála sínámill-
um. Hetta kunnaði hann
setursskrivaran um. Tað
tykist sum setrið tók til
eftirtektar, at eingin sátt-
máli fekst. Ein orsøk til
hetta var, at so langt nú var
útliðið, at ein sáttmáli nú
tóktist lítið endamál at
hava. Verkætlanin skuldi
eftir ætlan verða liðug í
seinasta lagi januar 2001.
Av notati hjá táverandi
deildarleiðaranum, dagfest
10.02.02, sæst, at sáttmálin
millum Menas og BP
Amoco varð undirritaður í
september 2000. Við støði í
sama notati kann upplýsast,
at fleiri sáttmálauppskot
vórðu send Menas, ið
skuldi røkja samskiftið
millum BP Amoco og verk-
ætlanina. Tað tykist sum
hvørki BP Amoco ella
Menas hava svarað til sátt-
málauppskotini, eins og
hvørki Menas ella BP
Amoco hava kunnað Fróð-
skaparsetrið um, at sáttmáli
longu var gjørdur teirra
millum. Í sambandi við tog-
anina um sáttmála hevur
Menas yvir fyri Søgu- og
samfelagsdeildini
gjørt
greitt, at Fróðskaparsetrið
var at meta sum undirveit-
ari í mun til Menas og ikki
javntsettur samstarvspartur,
so sum fatanin hjá Fróð-
skaparsetrinum
annars
hevði verið á fundinum 20.
juni 2000.
Tað er sostatt við støði í
frammanfyristandandi alt
sum bendir á, at sáttmáli er
gjørdur millum oljufelagið
BP Amoco og ráðgevandi
fyritøkuna Menas í septem-
ber 2000, og at meira enn
tveir mánaðir gingu, áðrenn
Fróðskaparsetrið fekk hetta
upplýst.
Mistøk gjørd
Fróðskaparsetrið hevur í
eftirmetingunum
av
Menas-málinum ásannað,
at mistøk eru gjørd. Seturs-
leiðslan hevur staðfest, at
reglurnar um, at sáttmáli
skal undirskrivast, áðrenn
slík verkætlanararbeiði fara
í gongd, eru neyðugar og
skulu haldast. Í samsvar við
hetta havi eg fingið upp-
lýst, at tað er avgjørt, at
aðrar verkætlanir ikki verða
settar í verk, fyrr enn ein
undirskrivaður sáttmáli er
tøkur. Eg kundi lagt afturat,
at tað eisini er umráðandi,
at dagliga samskiftið innan-
hýsis á Fróðskaparsetrinum
er gott. Tað er eisini umráð-
andi, at vit framyvir tryggja
okkum, at har vit eru við í
vísindaligum ella øðrum
samstarvi við førleika-
mennandi endamáli, sum
oljufeløg fíggja, skulu vit
vera við á jøvnum føti við
møguligar útlendskar sam-
starvspartar.
Høvundarnir at »Kann-
ing av árinunum av eini
oljuvinnu í Føroyum« eru
teir fýra, sum undirskrivað
hava frágreiðingina á síðu
7, og eru hesir allir í starvi
hjá ella knýttir at ráðgev-
andi fyritøkuni Menas.
Tað er mín fatan, at leik-
luturin
hjá
føroysku
granskarunum, sum vóru
tilknýttir verkætlanini, hev-
ur verið sum undirveitarar
– subcontractors, og meti
eg ikki, at teir kunnu
ábyrgdast á jøvnum føti við
bretsku høvundarnar. Mær
er eisini upplýst, at føroy-
ingarnir hava lítla og onga
ávirkan havt á frágreiðing-
ina.
Skoytt kann verða uppí,
at táverandi deildarleiðarin
fyrst í 2001 segði stjóran-
um í Menas frá, at Fróð-
skaparsetrið
ikki
vildi
standa sum útgevari av frá-
greiðingini. Í tíðarskeiðin-
um november 2001 til
januar 2002 hevur rektarin
yvir fyri Menas og BP
Amoco skrivliga og munn-
liga kravt, at fyri at lýsa
orðini á forsíðuni »í sam-
starvi við« skuldi í fororð-
inum standa, at setrið hevur
skipað ein bólk av serfrøð-
ingum, sum høvdu savnað
og skipað tilfar sum íkast til
frágreiðingina. Men kravið
varð ikki gingið á møti. Tí
kom frágreiðingin út uttan
at tað var tilskilað, hvør
leikluturin hjá setrinum
hevði verið.
Tá ið spurt verður, um
frágreiðingin vísindaliga er
borðbær, verður gingið út
frá, at frágreiðingin er ein
vísindalig ritgerð og byggir
á vísindaligar meginreglur.
Tann 22. februar 2002 varð
»Kanning av árinunum av
eini oljuvinnu í Føroyum«
almannakunngjørd. Tað ber
ikki til hjá mær politiskt at
meta um vísindastøðið.
Hetta er ein uppgáva hjá
vísindafólki. Skal farast
eftir tí umrøðu, ið frágreið-
ingin hevur fingið í før-
oyskum fjølmiðlum, tykist
ivi at verða um fakligu
dygdina í týðandi pørtum
av hesi frágreiðing. Sjálvur
havi eg bert hug at minna á,
at talan er um eina frágreið-
ing frá einari ráðgevandi
fyritøku. Frágreiðingin set-
ur sær fyri at umrøða ymisk
viðurskifti í sambandi við
oljuvinnuna, sum kanska
kemur, og at eggja til al-
ment orðaskifti um samfel-
agslig viðurskifti. Greitt er,
at tað í øllum førum eru teir
fýra frá Menas, sum skriv-
að hava frágreiðingina, ið
mugu standa til svars fyri
henni.
Eg meti ikki, at tað í dag-
liga virksemi Fróðskapar-
setursins valda álsvarlig at-
finningarsom viðurskifti.
Tað er tó greitt, at í Menas-
málinum eru mistøk gjørd,
sum hava verið óheppin.
Fróðskaparsetrið
hevur,
sum áður nevnt, longu tikið
neyðug
stig
at
herða
mannagongdirnar á Fróð-
skaparsetrinum í samband
við vísindasamstarv. Hin-
vegin vil eg gera vart við, at
samstarv millum Fróðskap-
arsetrið og privatar fyritøk-
ur eisini kann ganga sera
væl. Mær er upplýst fleiri
dømi um, at samstarv við
privatar fyritøkur, eisini
oljufeløg, eru uttan trupul-
leikar og eru til stórt gagn
fyri fyritøkurnar, Fróðskap-
arsetrið og føroyska sam-
felagið. Tað hevur við
stuðli frá oljufeløgum borið
til at sett fleiri sera týðandi
granskingarverkætlanir í
verk, sum fígging ikki hev-
ur verið til av fíggjarlógar-
játtanini. Stuðulin hevur
eisini givið Fróðskaparsetr-
inum høvi til at geva nýggj
útbúgvingartilboð.
Í øllum starvi og sam-
starvi er vandi fyri at mis-
eydnast. Eg má staðfesta, at
samstarvið millum Fróð-
skaparsetri øðrumegin og
BP Amoco og Menas hinu-
megin gekk illa ella heilt
miseydnaðist. Eg meti tó
ikki, at eg eigi at taka onnur
stig í hesum sambandi
segði landsstýrismaðurin í
svari sínum til tingmannin.
Óheppin mistøk gjørd í Menasmálinum
Óli Holm, landsstýrismaður: – Talan er um frágreiðing frá ráð-
gevandi fyritøku, sum setur sær fyri at umrøða ymisk viðurs-
kifti í sambandi við oljuvinnuna, sum kanska kemur, og at
eggja til alment orðaskifti um samfelagslig viðurskifti. Greitt er,
at tað í øllum førum eru teir fýra frá Menas, sum skrivað hava
frágreiðingina, ið mugu standa til svars fyri henni
Vanlukkutrygging og
lívstrygging eru
ovaliga á skránni á
aðalfundinum í
Føroya Arbeiðara-
felag, ið er um viku-
skiftið. Politisku ar-
beiðaramálini verða
eisini havd á lofti,
men fylla ikki so
nógv, tí sera nógv mál
eru innkomin til
fundin frá lokal-
feløgunum
FAKFELØG
Dagfinn Olsen
Føroya Arbeiðarafelag tel-
ist millum tungvektararnar
í føroyskum fakfelagslívið
og aðalfundur felagsins
hevur vanliga áhuga mill-
um manna og millum polit-
ikarar.
Um vikuskiftið, fríggja-
dag og leygardag, hevur
Føroya
Arbeiðarafelag
aðalfund. Á skránni eru
vanligu innsløgini, so sum
ársfrágreiðing,
ársrokn-
skapur, val av nevnd og eis-
ini er vitjan úr Danmark í
samband við tryggingar-
viðurskifti og møguligari
víðkan hesum viðvíkjandi,
sum vit væntandi frætta
nærri um eftir fundin.
Fýra standa fyri vali í
nevndini og skulu veljast
fyri tvey ár. Ein hevur tikið
seg úr nevndini í úrtíð og
skal tí ein veljast fyri eitt ár
eisini. Eisini verður val av
næstformanni. Formansval
verður næsta ár.
Okkurt haltar
Pensjónsviðurskifti verða
væntandi eitt av høvuðs-
málunum á fundinum, men
serliga hava tryggingar-
viðurskifti áhuga, tí her
virkar illa.
– Vanlukkutrygging og
lívstrygging, har virkar illa
og okkurt haltar, sigur
Ingeborg
Vinther,
for-
kvinna í Føroya Arbeiðara-
felag.
– Hesi viðurskiftini virka
illa. Kemur ein arbeiðari
illa fyri, so skal hann, um-
framt at stríðast við sjúku,
til at stríða harða stríðið
ímóti skipanini, ið er stirv-
in, sigur Ingeborg Vinther,
og vísir til fesk dømi, ið
hava verið frammi.
– Bæði viðvíkjandi út-
gjaldi og viðferð haltar á
hesum
økjunum,
vísur
Ingeborg Vinther á.
– Ein arbeiðari, ið kemur
illa fyri, verður altíð fyri
missi. Men eisini tey, ið
vanliga arbeiða yvirtíð, ella
nátt, fáa bert 80% av van-
ligari løn, sigur Ingeborg
Vinther.
Eisini viðurskiftini, tá eitt
virki fer á húsagang, eru
ógreið og virka illa. Ein
trygdargrunnur er, ið ikki
virkar væl. Hesi, og onnur
viðurskifti, hevur Føroya
Arbeiðarafelag gjørt vart
við í brævi til avvarðandi
landsstýrismenn og til pol-
itisku flokkarnar.
Politisk mál
Sum vanligt, so verða væn-
tandi ymisk av politisku ar-
beiðaramálunum
eisini
havd á lofti á aðarfundinum
hjá FA.
Men tey fylla ikki so
nógv hesaferð, tí sera nógv
mál eru innkomin frá lokal-
feløgunum til aðalfundin.
Ofta eru eisini politikarar
við á aðalfundum hjá Før-
oya Arbeiðarafelag.
– Eingin politikari er
boðin við á aðalfundin
hesaferð, sigur forkvinnan,
og sipar til, at løgtingsvalið
er í hondum.
– Men vit umhugsa tó
okkurt annað viðvíkjandi
politikarunum, sum eg ikki
komi nærri inn á her og nú,
sigur Ingeborg Vinther.
Drúgvur fundur
Í gjár, fríggjadagin, byrjaði
aðalfundurin hjá Føroya
Arbeiðarafelag. Og fundur-
in heldur fram í dag, leyg-
ardag.
Forkvinnan,
Ingebortg
Vinther, væntaði undan
fundinum ein góðan fund.
– Vit eru von við góðar
og positivar fundir, sigur
forkvinnan, sum tó ikki
vildi nærri inn á, hvat hon
sipaði til, tá hon mælti, at
ymsar ætlanir eru viðvíkj-
andi politiska økinum.
Aðalfundur í FA:
Tryggingar og pensjónsviðurskifti
ovast á breddanum
FYRISPURNINGUR
Á TINGI
Jan Müller
– Er tað rætt, at Søgu- og
samfelagsdeildin er for-
sømd, er ov illa mannað og
tí ikki megnar leiklut sín
spurdi Finnur Helmsdal,
tingmaður
landsstýris-
mannin í mentamálum,
sum svaraði við m.a. hes-
um orðum:
– Søgu- og samfelags-
deildin hevur í starvi ein
professara og ein lektara,
t.e. vísindastarvsfólk í føst-
um starvi, 2 adjunktar, t.e.
vísindastarvsfólk í útbúgv-
ingarstørvum, og í løtuni 2
Ph.D.-studentar,
sum
Granskingarráðið fíggjar.
Talið á vísindastarvsfólki
er ein fíggjarspurningur, og
hetta er starvsfólkatalið,
sum tað gjøgnum árini hev-
ur borið til at seta í starv.
Tað er greitt, at tað hevði
verið gott fyri søguligu og
samfelagsligu gransking-
ina, um tilfeingið hjá deild-
ini var størri bæði viðvíkj-
andi manning og fígging.
Fróðskaparsetrið hevur í
nógv ár ynskt at fáa ment
Søgu- og samfelagsdeild-
ina við fleiri vísindastørv-
um og betri umstøðum til
studentar og starvsfólk.
Heildarjáttanin til Fróð-
skaparsetrið hevur seinastu
árini rokkið til at fáa eitt
starv afturat í búskapar-
frøði. Studentar eru frá
2000 at rokna aftur tiknir
upp til lestur í samfelags-
frøði eftir ein steðg í nøkur
ár. Í 2001 eru studentar
tiknir upp til søgulestur.
Hóast hesa menning er
langt eftir á mál til at hava
rokkið ynskjunum á søgu-
og samfelagsfrøðiliga økin-
um í menningarætlanunum
hjá Fróðskaparsetrinum.
Søgu- og samfelagsdeild-
in er tann deildin, sum
hevur vánaligastar umstøð-
ur til undirvísing. Arbeitt
verður við at loysa bráð-
feingis hølistørvin, men
hetta er sum so nógv annað
ein fíggjarspurningur.
Sambært
lógini
fyri
Fróðskaparsetrið § 13, stk.
1 fara gransking og útbúgv-
ing á setrinum fram í meg-
indeildum. Søgu- og sam-
felagsdeildin er ein slík
megindeild.
Tá eg skal meta, um
Søgu- og samfelagsdeildin
er forsømd, ov illa mannað
og tí ikki megnar leiklut
sín, er neyðugt at síggja
hetta í sambandi við ta játt-
an, ið løgtingið hevur sam-
tykt at geva Fróðskapar-
setrinum. Her hevur løg-
tingið sýnt Fróðskaparsetr-
inum stóra vælvild, tí játt-
anin til Fróðskaparsetrið er
hækkað munandi seinnu
árini. Hinvegin er greitt, at
Fróðskaparsetrið er sjálvs-
ognarstovnur, sum sjálvt
umsitir heildarjáttanina. So
hvussu setrið velur at rað-
festa og býta játtanina mill-
um megindeildirnar er upp
til setrið sjálvt. Hetta kann
eg sum landsstýrismaður
ikki leggja meg út í.
– Eingin politikari er boðin við á aðalfundin hesaferð, sigur
forkvinnan í FA, og sipar til, at løgtingsvalið er í hondum. –
Men vit umhugsa tó okkurt annað viðvíkjandi politikarunum,
sum eg ikki komi nærri inn á her og nú, sigur Ingeborg Vinther
(Mynd: Jens Kr. Vang)
Setrið raðfestir sjálvt
FYRISPURNINGUR
Á TINGI
Jan Müller
– Finst nakar útlendskur
stovnur, sum eftirmetir
og góðkennir vísinda-
liga arbeiði Fróðskapar-
setursins spurdi ting-
maðurin Finnur Helms-
dal landsstýrismannin
Óla Holm í tinginum
herfyri. Í svari sínum
sigur Óli Holm, at sær er
upplýst, at eingin útl-
endskur stovnur hevur
beinleiðis eftirlit við ella
góðkennir virksemið á
Fróðskaparsetrinum. –
Universitetsundirvísing
og -gransking hevur frá
byrjan verið føroyskt
málsøki. Hinvegin taka
vísindastarvsfólkini lut í
akademiska samskiftin-
um, sum er millum uni-
versitetini í grannalond-
unum, og sum virkar til
frama fyri, at vísindaliga
stigið verður hildið uppi
og dagført. Samskiftið
byggir á sínámillum
próvdøming og meting-
ar á ymsu stigunum í
skipanini.
Í sambandi við vís-
indastarvssetanir verða
allar umsóknir mettar av
serfrøðingum á fakøkin-
um, aloftast 3 fólk, har
minst 2 eru útlendingar.
Próvdómararnir til flest-
allar próvtøkur á Fróð-
skaparsetrinum eru vís-
indastarvsfólk
á
út-
lendskum universitetum
ella fólk á stovnum, sum
taka ímóti og seta kandi-
datar í starv. Próvdómar-
arnir verða góðkendir av
Mentamálastýrinum.
Í minsta lagi 2 av
teimum 3 limunum í
dómsnevndunum
til
Ph.D.-ritgerðir á Fróð-
skaparsetrinum
skulu
vera av øðrum universit-
eti ella granskingar-
stovni innan gransking-
arøki Ph.D.-studentsins.
Próvdómararnir skulu
allir vera lektarar ella
professarar í føstum
størvum ella hava sam-
svarandi
førleika
á
granskingarøki Ph.D.-
studentsins.
Vísindastarvsfólkini á
Fróðskaparsetrinum
skriva greinir og bøkur,
sum verða prentaðar í
tíðarritum og givnar út á
forløgum, sum hava sín-
ar eftirlitsskipanir, sum
tryggja, at avrikini vís-
indaliga eru í lagi.
Somuleiðis eru vísinda-
starvsfólkini á Fróð-
skaparsetrinum
próv-
dómarar, virka í próv-
nevndum til Ph.D.- og
dr.phil.-ritgerðir og í
starvsmetingarnevndum
á útlendskum universit-
etum segði Óli Holm í
sínum aftursvari.
Setursarbeiðið
føroyskt málsøki
C
M
Y
K
13
12