Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-16, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. mars 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 53 - 16. mars 2002 15 Teir írarnir, sum vóru ímóti at herða land- sins reglur um fostur- tøku, vunnu ein tepran sigur á fólkaatkvøðuni, men hóast sigurin var tepur, kom hann sum ein jarðskjálvti fyri stjórnina og ta katólsku kirkjuna BAKGRUND Árni Joensen Tað finnast ikki mong lond á okkara leiðum, har stjórnin er til reiðar at skriva út fólkaatkvøðu fyri at banna kvinnum at fáa fosturtøku, sjálvt um vandi er fyri, at tær fara at taka lívið av sær. Upprunin til orðadráttin og fólkaatkvøðuna í Írlandi var í veruleikanum eitt óhugnaligt mál. Ein 14 ára gomul genta gjørdist við barn, tá faðir vinkonu hennara neyðtók hana. Hetta var fyri tíggju árum síðani. Írsku myndugleik- arnir sýttu fyri at lata gent- una sleppa av landinum at fáa fostrið tikið. Men írski hægstirættur broytti av- gerðina, tá tað kom fram, at gentan hevði hótt við at taka lívið av sær. Rætturin gav gentuni loyvi til fostur- tøku - ikki í Írlandi kortini, men í Manchester í Ong- landi. Maðurin, sum hevði neyðtikið gentuna, fekk bert fýra ára fongsul. Í upp- skotinum, sum stjórnin legði út til fólkaatkvøðu, varð skotið upp, at kvinnur, sum fáa fosturtøku, skulu fáa 12 ára fongsulsrevsing. Politisk megi Bertie Ahern, forsætisráð- harri hevur neyvan verið heilt greiður yvir avleið- ingarnar, tá hann gjørdi av at halda fólkaatkvøðu um fosturtøkulógina. Bløðini vóru á tremur av lesara- brøvum. Tey flestu vóru varisliga orðað, men hin- vegin var eingin ivi um boðskapin aftanfyri: Ein hvøss atfinning at dupult- moralinum. Og spurningarnir, sum hanga í luftini nú eftir fólkaatkvøðuna, eru fleiri: Nær fer tað írska sam- felagið at viðurkenna, at 7.000 kvinnur á hvørjum ári fara til Bretlands at fáa fosturtøku? Hvussu kann Bertie Ahern, sum sjálvur er fluttur frá konuni og inn til ein av sínum skrivarum, rætta tann moralska fremstafingurin ímóti øðr- um? Og hvussu stórt álit kunnu fólk hava á teimum monnum, sum standa á odda fyri katólsku kirkjuni eftir tær nógvu og óhugna- ligu avdúkingarnar av tí, sum veruliga hendir í kirkjuni? - Latum okkum tosa um kvinnurnar í hesum landi. Seinastu 20 árini hava meiri enn 100.000 írskar kvinnur fingið fosturtøku, og tey flestu kenna onkra teirra, stóð í einum av teimum nógvu lesarabrøvunum upp undir fólkaatkvøðuna. Síðani fólkaatkvøðuna hevur Berti Ahern gjørt alt fyri at doyva ósigurin. Hann hevur m. a. víst á, hvussu tepur meirilutin ímóti uppskotinum var, og kirkjan, sum stuðlaði upp- skotinum av fullum huga, hevur sýtt fyri at gera nakrar viðmerkingar til úrslitið. Men eitt tykist vist. Tann politiska megin, sum liggur í úrslitinum, verður ikki ruddað av vegnum í einari handavend ella við tøgn. Fyri fyrstu ferð hevur írska fólkið víst, at tað er til reiðar at seta seg upp ímóti ovurstóru ávirkanini hjá katólsku kirkjuni Atkvøðugreiðslan gjørdi eisini ein greiðan skilnað millum býirnar og bygdar- samfelagið. Í Dublin var meiriluti ímóti stjórnarupp- skotinum á øllum valstøð- um. Í býnum eru nógvir ungir veljarar, og teir hava fleiri ferðir víst, at teir vilja hava Írland broytt til eitt nútímans samfelag, og at teir sýta fyri at lata seg tøla av moralskum viðmerking- um ella leiðbeiningum frá kirkjuleiðarum. Kvinnurøddin Tað er heldur eingin ivi um, at røddin hjá teimum írsku kvinnunum er vorðin týði- ligari við fólkaatkvøðuni. - Úrslitið hevur ikki loyst tann trupulleika, at á hvørjum ári fara 7.000 írskar kvinnur til Bretlands at fáa fosturtøku, segði Bertie Ahern, forsætisráð- harri eftir fólkaatkvøðuna, og tí hevur hann rætt í. Men tað er ikki óhugsandi, at írski almenningurin fær eina aðra uppfatan av trupulleikanum enn hana, sum forsætisráðharrin sjálvur hevði í tonkunum. Tað er ikki so leingi, til írar aftur skulu á valstaðin. Teir skulu velja nýtt tjóðarting, og Berti Ahern hevði ivaleyst hugsað sær at fingið eina aðra byrjan til valstríðið enn hana, hann fekk. - Fáa vit í Útnorði eitt fiskivinnupo- litiskt tekin um, at ES vil hava okkum uppí, fara vit at umhugsa støðu okkara, segði ís- lendski uttanríkis- ráðharrin, Halldór Ásgrímsson, í Berlin hósdagin. ÚTNORÐUR OG ES Árni Joensen Tað var í einum fyrilestri í Týska uttanríkispolit- iska felagnum í Berlin, at íslendski uttanríkis- ráðharrin kom við tí, ið verður tulkað sum eini greið boð til ES: Ísland er til reiðar at søkja um limaskap í Evropasam- veldinum, men bert um samráðingarnar føra til eitt úrslit, sum íslend- ingar kunnu góðtaka. Hann vísti samstundis á, at higartil er tað felags fiskivinnupolitikkurin hjá ES, sum hevur verið tann størsta forðingin. - Men fáa vit tað rætta tekinið, nú ES er í ferð við at endurskoða fiski- vinnupolitikkin, fara vit at umhugsa støðu okk- ara, segði Halldór Ás- grímsson og legði afturat: - ES eigur at boða Ís- landi, Noregi, Grønlandi og Føroyum frá, um samveldið hevur áhuga í at fáa okkum uppí. Í dag er alt Útnorður uttanfyri, og høvuðsorsøkin er felags fiskivinnupoli- tikkurin. Avgera sjálvir Halldór Ásgrímsson legði dent á, at íslend- ingar vilja hava sína fiskivinnupolitisku ser- støðu, fer landið upp í ES. Hann segði, at allar avgerðir um at gagnnýta fiskastovnarnar undir Íslandi skulu takast í Íslandi, eisini kvotuáset- ingar. - Eingin skal halda, at vit fara at søkja um limaskap í einum felags- skapi, sum krevur at fáa ræðið á okkara egna tilfeingi, segði uttanrík- isráðharrin. Hann vísti á, at teir flestu fiska- stovnarnir við Ísland eru einans í íslendskum sjógvi og tí ikki felags við onnur lond. Kortini legði hann afturat, at tað finnast stovnar, sum ferðast um íslendska markið, og sum tí kunnu kallast felags tilfeingi. Sjálvur er Halldór Ás- grímsson fyri íslendsk- um ES-limaskapi. Í Berlin segði hann seg síggja trupulleikar fyri framman, og at tað er neyðugt við nýhugsan í Íslandi. - Eg haldi, at tað ber til at finna eina loysn, men tað er greitt, at tað er neyðugt at samráðast um tað. Sum støðan er í dag, hevði tað verið sera gagnligt fyri orðaskiftið í Íslandi, um vit fingu staðfest, hvønn týdning orðið "felags" hevur í sambandi við fiski- vinnupolitikkin, segði íslendski uttanríkisráð- harrin. Írland - eitt øðrvísi land UTTAN ÚR HEIMI ES eigur at boða Útnorði frá um tað vil hava okkum uppí Bertie Ahern, forsætisráðharri greiðir atkvøðu á fólkaatkvøðuni. Úrslitið kann gerast bæði honum og katólsku kirkjuni ein dyggur smeitur Mynd: Reuters 15 14 Nr. 53 - 16. mars 2002 Ísraelski herurin tók í gjár sínar seinastu stríðsvognar úr teim- um palestinsku býun- um. Men palestinski leiðarin, Yasir Arafat, sigur, at afturtøkan er bert ætlað at sissa amerikanararnar MIÐEYSTUR Árni Joensen - Teir hava tikið stríðs- vognarnar úr býum okkara, áðrenn amerikanski sem- ingsmaðurin, Anthony Zinni, kemur higarso hetta er ikki annað enn eitt av teirra vanligu propaganda- tiltøkum, segði Yasir Arafat í gjár. Hóskvøldið gav Ariel Sharon, forsætisráðharri herinum boð um at fara úr teimum palestinsku býun- um, og í gjár kunngjørdi herleiðslan, at hon hevði tikið hermenninar úr býun- um Ramallah, Qalqilya, Tulkarem og Betlehem á Vestara Áarbakka og úr flóttafólkaleguni al-Boureij í Gaza-geiranum. Men her- leiðslan gjørdi vart við, at hermenn framvegis stóðu á varðhaldi kring býirnar og flóttafólkaleguna. Avgerðin hjá ísraelsku stjórnini at hertaka býin Ramallah fyrst í vikuni var størsta ísraelska hernaða- rtiltakið í teimum pale- stinsku økjunum síðani kríggið í 1967. Ísraelsmenn hava sagt, at tiltakið varð neyðugt av trygdarorsøk- um. Hóskvøldið kom ameri- kanski semingsmaðurin, fyrrverandi generalurin Anthony Zinni, til Ísraels. Frammanundan hevði stjórnin í Washington lagt stórt trýst á ísraelsku stjórnina fyri at fáa hana at taka herin úr teimum palestinsku økjunum. Vápnahvíld ella frið Á semingsferðini fer An- thony Zinni at royna at fáa ísraelsmenn og palestinar til samráðingarborðið. Grundarlagið undir roynd- um hansara er vápnahvíld- aruppskotið, sum CIA- stjórin, George Tenet, gjørdi í fjør, og sum m. a. mælir til at skipa ein geira millum ísraelsmenn og palestinar. Sharon hevur sagt, at hann er til reiðar at tosa um vápnahvíld. Arafat hellir meiri til friðaruppskotið, sum saudiarabiski krún- prinsurin hevur lagt fram, tí tað hevur til endamáls at fáa eina endaliga loysn á kreppuni og ikki bara eina vápnahvíld. Men Arafat hevur sagt, at tað stóra til- takið hjá ísraelska herinum í vikuni hevur næstan beint fyri hesum møguleikanum. Abdullah krúnprinsur hevur sagt, at hann fer at leggja friðaruppskotið fyri fundin, sum arabiska sam- gongan fer at halda í beitut seinni í hesum mánaðinum, men at tað er treytað av, at Arafat verður á fundinum. Ísraelska stjórnin sigur, at Arafat skal hava loyvi úr Jerusalem, skal hann til Beirut, men hesum hevur Arafat sýtt fyri at lurta eftir. - Tað er nakað, sum eg ætli mær at avgera sjálvur. Eg havi rætt at fara, og eingin skal forða mær, segði hann hósdagin. UTTAN ÚR HEIMI Búskapur og vinna: Sigla væl Tað gongur væl í donsku sjóvinnuni. DFDS og Torm, sum eru ávikavist næst- størsta og triðstørsta reiðaríið í Danmark, hava júst boðað frá, at bæði høvdu størri avlop í fjør enn í 2000. Hjá DFDS var rakst- rarúrslitið 202 mió. krónur, og tað var meiri enn tvær ferðir so gott sum árið fyri. DFDS sigur, at reiðaríið hevði framgongd bæði í farma- og ferðafólka- flutninginum. Hjá Torm var úrslitið í fjør næstan tvær ferðir so gott sum í 2000. Avlopið í rakstrinum var 530 mió. krónur. Leiðslan í Torm sigur, at hóast afturgongd á altjóða flutningsmarkn- aðinum hevur felagið staðið seg væl á tí marknaðinum, sum flytir ymiskar servið- gjørdar oljuvørur. Størsta danska reiða- ríið, A. P. Møller, fer at kunngera sín roknskap tann 26. mars. Sviar keypa danskt Samstundis sum ein norsk kanning vísir, at norðmenn keypa meiri í Svøríki nú enn nakran- tíð, vísir ein donsk kanning, at sviar hava ongantíð keypt so nógv í Danmark sum nú. Vøksturin hevur ver- ið ógvuliga sjónligur seinastu trý árini, og árið í fjør var einki undantak. Í 2001 keyptu sviar fyri 3,2 mia. krónur í Danmark, og tað er 1,3 mia. krón- ur meiri enn árið fyri. Sjálvt um nógvir danir eisini fara yvir um Oyrasund at keypa, vísir kanningin, Dan- mark hevur stórt avlop á marknahandlinum við Svøríki. Hildið verður, at danir keyptu fyri 0,6 mia. krónur í Svøríki í fjør. Orsøkin til, at sviar gera meiri av at fara til Danmarkar at keypa, er, at tað er vorðið lætt- ari, eftir at fast sam- band er komið um Oyrasund, og at svensku ferðareglurnar eru linkaðar. Ein triðja orsøkin er, at svenska krónan hevur verið fallandi í virði mót- vegis donsku krónuni. Úr Norðurlondum: Minni oljudálking Norska stjórnin krevur, at dálkingin hjá olju- feløgunum skal minka munandi. Í sambandi við komandi boringar í Barentshavinum hevur stjórnin gjørt av at gera eina nýggja reglugerð um dálkingina frá slík- um boringum, og stjórnin hevur gjørt greitt, at einki felag fær loyvi at bora, fyrr enn nýggja reglugerðin er liðug. Stjórnin hevur eisini gjørt av at kanna, hvørja ávirkan olju- vinna kann fáa á við- urskiftini í Barentshav- inum. Oljufeløgini høvdu boðið sær til at hava umsitingina av hesum kanningum um hendi, men hósdagin boðaði Einar Steens- næs, oljumálaráðharri frá, at feløgini fáa ikki umsitingina. Kanna ikki fleiri Í Danmark hava mynd- ugleikarnir gjørt av at steðga arbeiðinum at kanna, hvussu mangir og hvørjir arbeiddu saman við gomlu eyst- urtýsku fregnartænast- uni Stasi. Loyniliga danska løgreglan PET og fregnartænastan hava kannað skuldset- ingar ímóti sjey dønum, men higartil er bara ein maður ákærdur og dømdur fyri at hava njósnast fyri gamla Eysturtýskland. Hann fekk fýra mánaða fongsul. Løgmálaráðið í Keypmannahavn hevur nú gjørt av at steðga kanningararbeiðinum. Sagt verður, at tað er ikki grundarlag fyri at reisa fleiri ákærur. Dýrt vaktarhald Vandin fyri, at onkur skal gera seg inn á amerikansku og ís- raelsku sendistovurnar í Oslo, kostar norsku løgregluni nógv arbeiði og nógvar pengar. Hvørt samdøgur eru 20 løgreglumenn á varð- haldi við tær báðar sendistovurnar, og hetta seinasta árið hevur vakt- arhaldið kostað løg- regluni 12 mió. krónur. USA umhugsar at byggja eina nýggja og tryggari sendistovu í Oslo. USA og Bretland taka undir við einum suðurafrikanskum uppskoti um at fáa zimbabwiska for- setan, Robert Mu- gabe, at skipa eina savningarstjórn saman við andstøð- uni ZIMBABWE Árni Joensen Tá suðurafrikanski vara- forsetin, Jacob Zuma, kom til zimbabwiska høvuðs- staðin Harare hósdagin, hevði hann eisini onnur ørindi enn at ynskja Robert Mugabe, forseta tillukku við sigrinum á forseta- valinum seinasta viku- skiftið. Bretska blaðið Indepen- dent skrivaði í gjár, at í við- førinum hevði Zuma eisini eitt uppskot frá suður- afrikansku stjórnini, sum mælti Mugabe til at skipa eina savningarstjórn saman við andstøðuleiðaranum Morgan Tsvangirai og flokki hansara Fylkingini fyri demokratiskari broyt- ing. Almennu myndugleik- arnir í Zimbabwe siga, at Mugabe vann forsetavalið, men bæði innanlands og uttanlands verður forsetin lagdur undir umfatandi valsvik. Forsetin í Nigeria, Oluse- gun Obasanjo, skal eisini hava biðið Mugabe skipa eina savningarstjórn saman við andstøðuflokkinum. Fær stuðul Sambært Independent er tað suðurafrikanski for- setin, Thabo Mbeki, sum er komin við hugskotinum um eina savningarstjórn í Zimbabwe, og blaðið sigur seg hava fingið váttan fyri, at stjórnirnar í London og Washington taka undir við suðurafrikanska uppskot- inum. Sambært Independent vónar Mbeki, at uppskot hansara kann forða fyri einari kreppu millum Vesturheimin og Zimbab- we, tí ein tílík kreppa kann fáa álvarssamar avleiðingar fyri tann syðra partin av Afrika. Samstundis kann Mbeki slappa burtur úr teimum nógvu atfinning- unum frá teimum, sum halda, at hann hevur vent eygunum burtur frá tí, sum hendi í sambandi við for- setavalið í Zimbabwe. Ísrael tikið seg aftur – Arafat ivast Mæla til savningarstjórn í Zimbabwe Mynd: Reuters C M Y K 14