leygardagur 16. mars 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 53 - 16. mars 2002
Nr. 53 - 16. mars 2002
19
VIÐMERKINGAR
Vil Føroya fólk hava
eina trygga framtíð?
Fríðálvur Jensen
valevni Sambands-
floksins í Suðursteymi
Ella er tað soleiðis at vit
skulu hava ein hasard-
politikk her á landi – við
eini skerjing í vælferð-
ini. Er tað ikki betri við
einum skilagóðum og
hóvligum politikki, og
einum almennum húsar-
haldi, sum livir eftir
evnum – fólkið velur!
Tá vit stríddust til
seinasta løgtingsval, fall
tað mær mangan fyri
bróstið, at nú skuldi tann
føroyska skútan beinast
inn á eina fullveldiskós,
uttan at fólk fingu svar
uppá, hvat hetta kom at
kosta, og hvussu eitt
fullveldi kom at ávirka
føroyska samfelagið.
Mín meining tá var
tann sama sum nú, at tað
tóktist at vera eitt rák av
bankamálinum og ein
kensla av romantikki,
sum nú skuldi fáa Før-
oya
fólk
burturúr
ábyrgdarloysinum
og
eyðræningini frá dansk-
ari síðu, og so kann
fólkið spyrja, hvat kom
av skafti í so máta.
Eg minnist eisini orð-
ini, sum vórðu søgd um
tey, sum royndu at halda
eitt sindur aftur, at hesi
vildu onki, og at tey bara
sóu myrkur, og onki
annað.
Nøkur økir, sum hava
nú ligið undir hesi
harðrendu
fullveldis-
kósini:
• Heilsuverkið – hvør
minnist ikki kjakið
um sjúklingar, sum
vórðu sendir til hús í
úrtíð, og at nógvir av
bygningunum eru í so
vánaligum standi, at
hesir eru til vanda fyri
sjúklingar og starvs-
fólk
• Almannaverki – hvør
minnist ikki orðini um
at
hjálpa
teimum
veiku við fleiri sam-
býlum, ellisheimum
o.ø., og at almanna-
veitingarnar
skuldu
uppá sama støði, sum
í okkara grannalond-
um
• Bústaðarøkið – hvør
minnist ikki lovorðini
um ein skipaðan bú-
staðarpolitikk
- og soleiðis kundu vit
hildi áfram!
Fólkaflokkurin, sum
altíð førir seg fram, sum
tann einasti veruligi
borgarligi flokkurin í
Føroyum, hevur nú í 4 ár
tosað um eina sokallaða
FÓLKATRYGGING,
men hvar bleiv hon av,
var tað bara nakað tit
brúktu í tykkara valstríði
seinast,
ella
hvussu
bleiv?
Tjóðveldisflokkurin
skuldi, sum vit jú vita,
leggja størsta dentin á at
fáa greiðu á tí politiska
óskili, sum hevði valda,
tí nú skuldu vit skipa
okkum sjálvi, men hvat
er komið av skafti í so
máta – jú, øktar almenn-
ar útreiðslur til serfrøð-
ingar o.a., sum kostar tí
føroyska skattgjaldar-
anum í milliónavís av
krónum, sum t.d. kundu
verið nýttar til omanfyri
nevndu økini.
Sjálvstýrisflokkurin
kom, sum ketta upp úr
høvdatrogi, og skuldi
eisini leggja seg eftir at
útvega føroyingum okk-
urt, sum líktist eini
FÓLKATRYGGING,
men skili er tað sama –
onki kom.
Her eru bert nakrar av
teimum avleiðingum og
teirri raðfesting, sum
hetta landsstýri hevur
staðið fyri hesi seinastu
4 árini – tí nú skuldi alt
snúgva seg um tað eina
– fullveldi!
Nei, lat okkum fáa
annað fólk framat, so-
leiðis at skil kemur á, og
at vit raðfesta omanfyri
nevndu
økini
høgt,
soleiðis at tey veiku
veruliga fáa hjálp, og at
vit húsast við skili,
soleiðis at tann føroyski
búskapurin tolir eina
niðurgongd – uttan at
hetta gongur útyvir væl-
ferðina.
Jónas Johnsson
– at samla fólkið fyri
hægstu virðum lívsins og
sýna politiska ábyrgd í
øllum lutum
– at í Føroyum skulu før-
yingar ráða og byggja
land
– taka fulla ábyrgd og fult
ræði, stig fyri stig, í
øllum viðurskiftum okk-
ara
– raðfesta borgaran, her-
undir sjúk og veik, fram-
um betong, asfalt, stál og
annað kalt
– miðvíst vísa á borgara
vinarligar loysnir, skilvíst
frælsi og rættskafni í
øllum lutum
– varðveita og betra skila-
góð og virðilig sambond
við onnur lond – til
fólksins gagn
– arbeiða fyri tí góða lívin-
um við byrðadyggari
vælferð – ikki einstaka
ideologi
– slætta um vinstra-høgra
sjaskið og virka sum
politisk miðleingja
– mótvirka býttum yvir-
dirvi og skammuligum
afturhaldni
frá
polit-
iskum íspólum.
Av hesum mugu øll
skilja, at: uttan umboð
floksins á tingi fer Før-
oyaskútan at rulla illa.
Oljan ið slættar og smyr
Tíðindini um olju longur
niðri enn væntað, væl
goymd í basalti, kunnu
verða gott nýtt. Einki er
likið út. Upprunaligar risa-
goymslur eru kanska varð-
veittar. Váðafýsnið økist og
tøknin mennist. Bara nakrir
eyka metrar at bora –
eingin forðing.
Kanska eru olju-dino-
saurar undir Føroyum. Men
omaná eru so heilt víst
flokkar, ið hava tikið okk-
ara sjálvstýrispolitikk til
sín. Teirra skráir miseydn-
aðust totalt – ár eftir ár og í
98.
Abbaflokkur
kann
vinna seg til deyðis, men alt
fleiri
stúra
missin
av
meistrandi
klípinum
–
úrmælingunum. Tí kemur
hann
styrktur
av
váli
hesaferð. Nógv verða borin
av angist og velja tað
ósømiliga, ið er sáað í
sambandskari herferð. Men
fleiri
síggja
mjólkandi
neytakonurnar
órodnar
skonkja
annað
manns
mjólk – og jólamennirnar,
ið vilja geva gávur, men
sjálvir maka sær, meðan
danin sveittandi rindar. Teir
kalla tað »rættindi« og tosa
so samvitsku-persiennur-
nar niður, um nakar gluggi
skuldi ljósa eitt sindur á
tapetinum hjá teimum.
Sjálvstýrisflokkurin er
fyri virðiligheit, arbeiðs-
semi og tekur við ábyrgd
undir ábyrgd.
Allir rópa sjálvstýri í dag,
men uppruna sjálvstýris-
vongsins eigur Sjálvstýris-
flokkurin og hann hevur
tær óspiltu ílegurnar.
Borið djúpt, rakið rætt,
veljið Sjálvstýrisflokkin.
Jógvan Arge
Valevni tjóðveldisfloksins í
Suðurstreymi
Eitt av aðalmálunum hjá
tjóðveldisflokkinum er at
fáa dómstólar, rættarskipan
og løgreglu á føroyskar
hendur. Hetta er í fullum
samsvari við løgtingssam-
tyktina um sjálvstýri Før-
oya fólks.
Tá alt kemur til alt, er
hetta hitt týdningarmesta
málsøkið í allari sjálv-
stýristilgongdini.
Uppi í hongur spurn-
ingurin um at skipa rætt-
arsamfelagið Føroyar og
spurningurin um rættar-
trygdina hjá føroyingum.
Tað hevur alstóran týdn-
ing, at føroyingar koma
beinleiðis upp í arbeiðið
við øllum hesum týdning-
armiklu málum, sum í dag
eru á donskum hondum
burturav.
Tað er umráðandi, at vit
menna okkara løgfrøðiliga
kunnleika, okkara kunn-
leika til at viðgera lógir og
skipanir og á tann hátt gera
okkum út til at sita fyri
dómstólum, ákæruvaldi og
løgreglu.
Vit eiga eisini at gera
nógv burturúr at undirvísa í
løgfrøði í Føroyum. Ikki
minni eiga vit at gera burt-
ur úr gransking á hesum
øki.
Grannar
okkara
fyri
vestan hava tann lærusetn-
ing, at løgfrøði er sjálv-
ræði. Hendan niðurstøða er
runnin úr sjálvsstýrisstríð-
num hjá íslendingum fyri
eini øld síðani. Vit eiga at
leggja okkum teirra orð í
geyma.
Eftir tógvið stríð við
danir fingu íslendingar
egnan lógskúla í 1908. Teir
fóru miðvíst at granska
egna søgu og rættarstøðu,
og næmingar úr hesum
skúla førdu orðið, tá íslend-
ingar samráddust um full-
veldi í 1918.
Tað var íslendinga egni
serkunnleiki, sum gjørdi, at
teir vunnu samráðingarnar,
so fullveldi Íslands kundi
setast á stovn í 1918.
Íslendsku royndirnar siga
eisini, at skalt tú menna
tína egnu skipan, kanst tú
ikki nýta embætisfólk, sum
bert er skúlað í øðrum skip-
anum. Neyðugt er at hava
fólk í fyrisitingini, sum eru
skúlað í teirri skipan, tey
skula umsita og virka í.
Tjóðveldisflokkurin virk-
ar fyri veruligum fram-
brotum á hesum øki, og tí
er farið er undir fyrireik-
ingar til at taka hesi máls-
øki yvir.
Onki er meira sjálvsagt
fyri eina tjóð, enn at hon
smíðar og umsitur sínar
egnu lógir og rættarskipan.
Sosialliberali mentaði miðflokkurin, ið bæði
hevur flogið og vil
Løgfrøði er sjálvræði
Høgni Mikkelsen
Valevni Sambandsfloksins í
Suðurstreymoy
Oddagreinin í blaðnum hjá
Javnaðarflokkinum hevur
við
ávísum
millumbili
skrivað og gitt um, hvussu
ein komandi samgonga
kemur at síggja út. Hesar
gitingar bera boð um, at
Javnaðarflokkurin er í eini
tvístøðu.
Tann eina oddagreinin
vísir á tveir samgongu-
møguleikar, nevniliga:
A.
Javnaðarflokkurin,
Fólkaflokkurin og Tjóð-
veldisflokkurin
B.
Javnaðarflokkurin,
Fólkaflokkurin og Sam-
bandsflokkurin
Javnaðarflokkurin vísir
her á eina loysingarsam-
gongu ella á eina sam-
ríkissamgongu.
Hvussu
kann flokkurin bæði brúka
loysing og samríki?
Beint eftir at úrslitið av
fólkatingsvalinum
var
greitt,
segði
formaður
Javnaðarfloksins í sjón-
varpinum, at stundin nú var
komin til at tosa minni um
loysing ella samríki og
ístaðin heldur at tosa meira
um høgra- og vinstra-
politikk.
Í sambandi við seinastu
veljarakanning segði for-
maður Javnaðarfloksins í
Útvarpinum, at kanningin
vísir á nógvar samgongu-
møguleikar. Men skulu vit
hava eina sterka samgongu,
sum hevur breiða undirtøku
í fólkinum, so sum Javn-
aðarflokkurin eisini hevur
tosað og skrivað um, so
kann eg bert síggja tveir
møguleikar, nevniliga eina
loysingarsamgongu
ella
eina samríkissamgongu, so
nógv bendir á, at Javn-
aðarflokkurin framvegis er
í eini tvístøðu, tá talan er
um samríki ella loysing.
Men longu aftur í kvøld
hevði formaður Javnaðar-
floksins nýggj signal í
sjónvarpinum. Nú sigur
hann, at tað kortini helst
verður ein samgonga mill-
um Javnaðarflokkin og
Sambandsflokkin.
Hví eru útmeldingarnar
so skiftandi ? Og hví brúkr
formaður Javnaðarfloksins
so nógva orku til at fáa ein
fyrrverandi loysingarleið-
ara inn í flokkin?
Komandi samgonga
Kristina Háfoss
Valevni Tjóðveldisfloksins
www.hafoss.com
Føroyska vinnulívið er ein
av hornasteinunum í før-
oyska samfelagnum og er
tað ikki nøkur sjálvfylgja,
at vit í dag hava eitt vinnu-
lív.
Hetta
vinnulív
er
sprottið úr einstaklingum,
ið hava havt dirvi og áræðið
til at gerast íbirtarar og
harvið at fara í holt við egið
vinnuvirksemi.
Føroyar
hava tørv á tílíkum ein-
staklingum og eigur ein enn
meira málrættaður politikk-
ur verða lagdur til rættis, til
tess at birta áhugan millum
enn fleiri føroyingar at
gerast íbirtarar.
Skapa íbirtaraanda
Áhugin fyri, at gerast íbirt-
ari er ikki nakað, ið kemur
eftir einum degi. Skulu vit
hava ein betri íbirtara-
hugburð millum føroyingar
er rætt, at útbúgvingar-
verkið longu frá børn eru í
ungum aldri stuðlar ungum
í, at gerast íbirtarar. Hetta
kann eitt nú gerast við at
skapa tættari bond millum
fyritøkur og útbúgvingar-
skipanina, við at skipa fyri
fleiri
"Business-games",
undirvísing innan íbirting
eitt nú við at læra tey ungu
reiðskap, ið skal til, til tess
at kunna gerast sjálvstøð-
ugur vinnurekandi o.s.fr.
Meira váðafúsan kapital
Væntandi váðafúsi kapital-
urin er ein tann stórsta
forðingin fyri nógvar før-
oyskar íbirtarar. Nógvir
føroyingar liggja inni við
góðum hugskotum, men
uttan neyðugan kapital
kunnu hesi hugskot ikki
gerast veruleiki. Bankarnir
skulu hava ávísa trygd og
hevur ein íbirtari ikki hesa,
er ikki møguleiki fyri at fáa
fígging.
Tað vildi uttan iva verið
ein sera góð íløga í før-
oyska búskapin og sam-
felagið sum heild, at seta á
stovn ein grunn, ið er fúsur
at fíggja áhugaverd hugskot
í byrjanini soleiðis, at hesi
kunnu fáa møguleika fyri,
at síggja dagsins ljós og
vónandi mennast til eina
framtíðar vinnu í Føroyum.
Vit hava í dag ikki nakran
grunn, ið kann veita nóg
váðafúsan byrjunarkapital
og átti peningur verið settur
av á hvørjum ári til tílíkan
íbirtaragrunn. Møguleikin
fyri at fáa fígging úr tílík-
um íbirtaragrunni eigur at
gerast munandi lættari enn
úr núverandi vinnuframa-
og framtaksgrunnum og
eigur ein íbirtaragrunnur at
fáa eitt avkast av íløgum
sínum, um íbirtarans fyri-
tøka gerst ein stinn fyritøka
við yvirskoti.
Peningur í ein íbirtara-
grunn er peningur, ið sam-
felagið fær aftur fleirfalt í
longdini.
Ein føroyskur virðis-
brævamarknaður fer óivað
at bøta um trupulleikan við
váðafúsum kapitali, men
tað fer framhaldandi at
verða trupult fyri íbirtarar
at fáa pening til at byrja
eina fyritøku.
Færri forðingar
Ongin ivi er um, at ein
hornasteinur fyri, at fáa
fleiri til at fara í holt við at
gerast íbirtarar er at beina
burtur forðingar og í staðin
skapa rættar fyritreytir og
karmar.
Í dag eru karmarnir ikki
nóg rúmligir fyri íbirtarar.
Hóast positiv stig eru tikin
seinastu árini við meira
ráðgeving til íbirtarar, KT-
klekingardepli og lægri
partafelagsskatti, so er enn
nógv, ið kann gerast betur.
Ov nógvar útreiðslur og
pappírsarbeiði eru enn av at
stovna og reka fyritøku og
er hetta ikki bert við til at
gera áhugan fyri íbirting
minni, men somuleiðis
ávirkar hetta búskapin og
kappingarevni hjá vinnu-
lívinum skeiva vegin.
Sum heild er neyðugt, at
gera tað lættari at gerast
íbirtari.
• Lóggávan á vinnulívs-
økinum skal sum heild
verða endurskoðað til
tess, at beina burtur allar
óneyðugar umsitingar-
ligar byrður
• Mannagongdin í sam-
bandi við stovning av
fyritøkum skal gerast
einklari
• Persónligar fyritøkur eiga
í størri mun at verða
javnsettar á skattaøkinum
við partafelagsfyritøkur.
Møguleiki skal verða
fyri, at seta á stovn per-
sónliga fyritøku við rætti
til m.a. partafelagsskatt-
ing og frádrátti av út-
reiðslum, uttan at skula
seta á stovn smáparta-
felag ella partafelag og
gjalda stór innskot í
hesum sambandi. Hin-
vegin kemur ein at hefta
persónligt
fyri
krøv
mótvegis persónligu fyri-
tøkuni
• Ein íbirtaragrunnur skal
setast á stovn, ið veitir
byrjunarfígging til íbirt-
arar við góðum hugskot-
um
Eydnast at skapa hesar
karmar er ongin ivi um, at
Føroyar eftir fáum árum
vildi fingið munandi fleiri
virkisfýsnar føroyingar at
luttikið í føroyska vinnulív-
inum og harvið fingið eitt
munandi meira fjølbroytt
og styrkt vinnulív.
VIÐMERKINGAR
Vælferðin skapast
í Føroyum
Gestur Hovgaard
valevni Tjóðveldis-
floksins í Suðuroynni
Heimastýrisfólk
tví-
halda um, at danskir
pengar tryggja okkum
vælferðina. Eru hesir
pengar ikki til taks, sita
vit aftur við tarablað-
num í munninum, er
ikki óvanligt at hoyra.
Sannleikin er, at væl-
ferðin kann ikki tryggj-
ast við pengum og skip-
anum frá einum øðrum
samfelagi. Hetta kann
bara gerast við at skapa
og skipa vælferðina við
støði í egnum fortreyt-
um.
Vituligt er, at nógvir
pengar skulu til at reka
eitt nútímans vælferðar-
samfelag. Tjóðveldis-
flokkurin er eisini til
reiðar at brúka teir peng-
arnar ið skulu til. Hetta
sæst í tí veruleika, at
seinasta valskeiðið eru
m.a. pensjónirnar hækk-
aðar meiri enn nakran-
tíð, nýggj barnsburðar-
skipan sett í verk, nýtt
landssjúkrahús er í gerð
v.m. Ongantíð er meiri
brúkt uppá vælferð, og
íalt hava almanna- og
heilsumál fingið 416
milliónir meiri í hesum
valskeiðnum.
Onki er lættari enn
bara at lova uppaftur
fleri pengar, soleiðis
sum kappast verður um
nú uppundir valið. Men
hetta er og verður á-
byrgdarloysi.
Penga-
floymurin
ígjøgnum
80’ini prógvaði júst, at
tú kanst fáa minni væl-
ferð, tá hon ikki er
framd við umsitingar-
ligum skili. Í dag verður
nógv størri partur av
hvørjari krónu hjá tí al-
menna brúktur uppá
vælferðina, enn gjørt var
í teimum "góðu" 80’un-
um.
Spurningurin er tí ikki
bara,
hvussu
nógvir
pengar verða brúktir
uppá vælferð. Spurn-
ingurin er, hvat tú sum
borgari fært fyri tær
krónurnar, brúktar vera.
Menningin av vælferð-
ini er tí fyrst av øllum
ein menning av okkara
umsitingarliga førleika á
øllum
økjum. Tjóð-
veldisflokkurin er eisini
til reiðar at føra hesa
ábyrgdina longur ávegis.
Grundarlagið fyri um-
sitingarligum skili er ein
skipaður vælferðarpoli-
tikkur, har dentur næstu
árini eigur at verða
lagdur á:
At betra røktarskipan-
ina, serliga røktarheims-
tørvin.
At fáa ein skipaðan
bústaðarpolitikk, serliga
fyri ungar familjur.
At fáa ein skipaðan
barnapolitikk, herundir
ansingartrygd og longt
farloyvi.
At menna sjúkrahús-
verkið soleiðis, at alt
landið hevur fullgóða
tænastu.
Besta trygdin fyri væl-
ferðarsamfelagnum Før-
oyar er ein politikkur,
har sosial menning og
búskaparlig
ábyrgd
fylgjast. Seinastu árini
prógva, at hesa trygdina
veitir Tjóðveldisflokk-
urin.
Leivur Hansen
Tjóðveldisvalevni í
Suðurstreymi
Í grannalondum okkara
verður stórur dentur lagdur
á at hava ein miðvísan
heilsupolitikk.
Hesin politikkur verður
við jøvnum millumbilum
tikin upp til umrøðu og
endurskoðan, soleiðis at
hann altíð samsvarar við
tíðarinnar ynski og krøv.
Í Íslandi td. arbeiða tey
við tílíkum langtíðarætl-
anum, sum røkka minst
tíggju ár fram í tíðina.
Í Føroyum hava vit ongan
veruligan heilsupolitikk,
hóast røddir mangan hava
verið frammi um tað.
Hetta hevur eisini verið
afturvendandi hjartasuff frá
landslæknanum í ársfrá-
greiðingum hansara sein-
astu mongu árini.
Í eini sjónvarpssamrøðu
fyri nøkrum mánaðum síð-
ani um sama evnið, end-
urtók landslæknin áheitan
sína á politikararnar um at
geva hesum máli størri ans.
Hetta ikki minst við atliti
at ósunna kostinum, ið børn
okkara fylla seg við í dag,
við teimum persónligu
einsvæl og samfelagsligu
avleiðingunum, ið standast
av hesum.
Sum eina roynd at eggja
serliga teimum eldru skúla-
børnunum í kommununi at
eta sunnan og heilsufremj-
andi mat, skjeyt undirritaði
sum býráðslimur í fjør-
summar upp, at býráðið
skipaði fyri einum roynd-
artiltaki við hesum sum
endamáli.
Viðmerkjast kann í hes-
um sambandi, at Tórs-
havnar kommuna framm-
anundan veitir 300 tús. kr. í
stuðuli um árið til væl-
umtóktu døgurðaskipanina
hjá røktarheiminum Lágar-
garði, sum einir 130 heima-
búgvandi pensjonistar í
kommununi dagliga hava
gleði av.
Uppskotið um sunnan
skúlamat hevur í heyst og
vetur verið til ummælis hjá
teimum átta skúlastýrunum
í kommununi, og væntandi
verður ein politisk avgerð
tikin í málinum í næstum.
Persónliga haldi eg ikki,
at tað hevði verið av leið,
um landið - sum lið í einum
skipaðum og miðvísum
heilsupolitikki - gekk und-
an við at fáa eina hug-
burðsbroyting í lag á hesum
øki.
Soleiðis sum gjørt verður
í fullum álvara í granna-
londum okkara.
Har verður arbeitt mið-
víst við at fáa børnini í
fólkaskúlunum at halda
uppat við at eta pizza, burg-
arar, chips, cola og annan
ósunnan mat til døgurða.
Orsøkin er, at fleiri kann-
ingar hava staðfest, at
ósunnur kostur hevur bein-
leiðis ávirkan á atferðina og
innlæringarevnini hjá børn-
unum.
Sambært bókini "Kost,
Adfærd og Indlærings-
evne", sum danin Frede
Brauner gav út herfyri,
stava atferðar- og kon-
centratiónstrupulleikar hjá
mongum børnum aloftast
"bert" frá skeivum mati,
lágum blóðsukri og møði.
Maturin er alt ov týdn-
ingarmikil til, at vit leggja
ábyrgdina á børnini ella
tineygjararnar, sigur Frede
Brauner. Tí er tað eisini
ógvuliga avgerandi, at skúli
og frítíðarheim taka teirra
ábyrgd í álvara, meðan
børnini eru í teirra varð-
veitslu, sigur hann.
Hann heldur, at tað al-
menna ikki kann gera eina
betri íløgu enn at fáa
óhepnu kostvanarnar hjá
børnum broyttar. Í hesum
sambandi vísir hann á, at
meginparturin av teimum
fýra miljardunum, ið brúkt-
ar verða til serundirvísing
og skúlasykologar í Dan-
mark í dag, kundu verið
spardar, um børnini ikki
høvdu etið skeivan mat.
Ongin
veit
reiðiliga,
hvussu statt er á hesum øki
í Føroyum. Men at vit hava
og fáa líknandi trupulleikar
at dragast við her heima,
skerst ikki burtur.
Tí
eiga
skúlastýrini,
kommunustýrini og løgting
og landsstýri at taka málið í
fullum álvara og meðvirka
til at seta í verk góðar mat-
skipanir. Flestu foreldur
vilja fegin rinda fyri tað,
sum gagnar heilsuni og
skúlagongdini hjá børnum
teirra, samstundis sum tey
sleppa undan baksinum við
matpakkunum.
Skúlabørn
skulu
eta
sunnari. Skeivur matur
skapar taparar.
Tørvur á miðvísum heilsupolitikki
Skal gerast lættari at gerast íbirtari
C
M
Y
K
19
18