leygardagur 16. mars 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 53 - 16. mars 2002
Nr. 53 - 16. mars 2002
21
VIÐMERKINGAR
Ein vanvirðing av
pensjonistunum
Eyðólv Dimon
Valevni Javnaðar-
floksins í Suðurstreymoy
Rúna Sivertsen harmað-
ist frá tingsins røðara-
palli, at flestir fiskimenn
vóru illa fyri, tá teir um
fimti ára aldur, av
heilsuávum,
vórðu
noyddir at fara í land.
Hesum kunnu øll taka
undir við, men sam-
stundis er torført at
skilja, at Rúna Sivertsen
er kúrr, nú samgongan
krevur, at føroyskir pen-
sjonistar skulu fara aftur
til sjós ella gerast virknir
á arbeiðsmarknaðinum,
um teir skulu fáa betra
síni
pensjónsviður-
skifti. Teir pensjonistar
sum ikki gera hetta, fáa
einans 400 kr. afturat
um mánaðin. So lítið lá
aftanfyri lótirnar hjá
Fólkafloks tingliminum.
Ein rættur at gerast
pensjonistur.
At kunna gerast pen-
sjonistur er ein rættur,
og tey eldru skulu ikki
noyðast at fara til sjós
ella út á arbeiðsmarkn-
aðin fyri at fáa endarnar
at røkka saman. Sein-
asta útspælið hjá Lands-
stýrinum, sum einki
hevði við betran av
pensjónsviðurskiftunum
at gera, er tí einki annað
enn ein vanvirðing av
pensjonistunum. Hetta
er borgarligur politikk-
ur, tá hann er bestur.
Fyri reiðararnar og stjór-
arnar, sum kunnu fáa
niðursetta tíð og sam-
stundis áseta sær tíma-
lønina, er hetta uppskot-
ið kærkomið. Men fyri
vanliga løntakaran og
fiskimannin er sjónligt,
at í samgonguni hava
teir ongan stuðul.
Í læntum fjarðum
Samgongan hevur í fýra
ár tosað um, at hon fór at
koma við eini nýggjari
pensjónskipan, og nú
teirra seinasta fíggjarlóg
varð samtykt, so var
framvegis onki oyra sett
av til hækkan av pen-
sjónunum. Tá januar
mánaði var hálvrunnin,
boðaði landsstýrið til
kunningarfund
um
hækkan av pensjónun-
um. Men tá til stykkis
kom, so vórðu nakrar
skattalógarbroytingar
lagdar fram. Fyri at lóg-
arbroytingarnar skuldu
smakka betri hjá veljar-
anum, so vórðu tær
nevndar hækkan av pen-
sjónunum. Harnæst vísti
tað seg, at kommunur-
nar skuldu bera kostn-
aðin av lógarbroyting-
unum. Sanniliga í allar
mátar ein lógarbroyting í
læntum fjarðum. Ein
skattalóg, sum verður
kallað pensjónslóg og er
samtykt av løgtinginum,
men sum kommunurnar
skulu gjalda.
Hetta er pensjóns
politikkur
Her skal broyting koma
í. Javnaðarflokkurin set-
ur sum treyt fyri at fara
í eina komandi sam-
gongu, at pensjónirnar
verða
hækkaðar
tey
komandi fýra árini, so at
tær í 2005 eru 10.000 kr.
fyri støk og 16.000 fyri
hjún. Rættindini hjá
pensjonistunum
fara
ikki at verða sett eftir,
hvussu nógv ein hevur
orkað at goldið til eina
pensjónskipan. Hvussu
høga løn ein hevur fing-
ið, meðan ein var í ar-
beiðsførum árum, fer
heldur ikki at ávirka
útgjaldið. Tá tey gomlu
náa
pensjónsaldurin,
kunnu tey liva árini sum
pensjonistar,
og
tey
skulu ikki tvingast til
sjós ella út aftur á ar-
beiðsmarknaðin
sum
uppskotið hjá samgong-
uni vil.
Okkara uppskot
Hetta skal m.a.gerast við
at Samhaldsfasti, sum
samgongan hevur ynskt
har pipari grør, verður
styrktur.
Stovnsfæið
verður munandi økt, og
inngjaldið frá arbeiðs-
gevara
og
løntakara
verður hækkað úr _-2%.
Økingin í inngjaldinum
far løntakarin aftur við
samsvarandi lækking í
skattinum. Hetta er ein
pensjónspolitikkur, sum
fyrst og fremst virðir
rættin hjá eldru borgar-
unum at gerast pen-
sjonistar, og har rættind-
ini hjá pensjonistunum
heldur ikki verða sett
eftir, hvussu nógv ein
hevur orkað at goldið til
eina pensjónskipan.
Thomas Arabo
Um báðar kann sigast, at
teir hava verið realpolitik-
arar. Teir mundu nokk,
saman við Petur Reinert
sála, vera drívmegin aftan-
fyri, at fáa Tjóðveldis-
flokkin út úr sínari natio-
nalistisku isolatión mitt í
70unum. Viðspælarin í
Javnaðarflokkinum
var
tann ikki minni realpolit-
iski Atli Dam.
Hesir nevndu tyktust
hava tað til felags, at skuldi
tað skapast góðar fyritreytir
fyri tað fólk, ið her býr, so
nyttaði ikki at finna reinar -
ismu loysnir - tað verði seg
nationalismu, kapitalismu
ella sosialismu - men
praktiskar loysnir, ið hósk-
aðu til samfelagið bæði í
dygd og stødd. Sjálvandi
vóru loysnirnar merktar av
holdningum hjá teimum, ið
funnu loysnirnar, men tað
avgerandi var, at nýtuligar
loysnir vóru funnar.
Framburður og ábyrgd
Tað sum føroyingar helst
minnast
makkaraskapið
Finnboga og Atla best fyri,
er nokk keypið av Smyril í
1975 - eitt frambrot í
føroyskari samferðslusøgu.
Av øðrum í sama valskeiði
kann nevnast yvirtøkan av
Postverkinum og stovn-
setan av føroyskari Vaktar
og Bjargingartænastu.
Í 1993/94 var Finnbogi
landsstýrismaður í fíggjar-
málum í eini tíð, tá tað
ráddi um at halda undir
botnin á landskassanum, so
hann ikki fór undan, og ikki
sum nú, har tað ræður um
at halda lokinum, so tað
ikki dettur av. Eisini var
hann altíð við í samráðing-
unum undir leiðslu av
Maritu Petersen sálu. Har
var hansara praktiska nøs
sanniliga hent.
Avloysararnir
Signar sær út til at hava
fingið ein avloysara. Orða-
ríki skiparin á Glyvrum sær
út til at hava sum høvuðs-
mál at brenna brúgvar til
restina av tí politisku verð-
ini. Syndarligur varði at
seta yvir semjusøkjarin
Signar, ið vónandi enn
kemur at hava ávirkan í
Tjóðveldsiflokkinum.
Hvør so avloysir real-
politikaran Finnboga - ja
tann avloysarin er so ikki í
eygsjón í Tjóðveldisflokk-
inum í løtuni!
Karin Dahl Hansen
Talið á monnum, ið fáa
staðfest lungnakrabbamein
lækkar ár um ár av tí, at
fleiri menn hava sloppið
sær av við tubbakkið. Har-
afturímóti gjalda kvinn-
urnar alsamt prísin við
fleiri lungnakrabbameins-
tilburðum, av tí, at tær guv-
aðu stútt í nítjanhundrað og
sjeyti árunum. Men eisini
kvinnurnar har eru hildnar
uppat við at roykja og er tað
tí bert ein spurningur um
tíð, áðrenn talið á kvinnum,
ið fáa lungnakrabbamein,
dalar.
– Um eini fimm ár, haldi
eg at talið á nýggjum
lungnakrabbameinstilburð-
um hjá kvinnum fer at dala,
so sum tað longu er hent
hjá monnunum, heldur
Jørgen Falk, kunningar-
ráðgevi hjá »Center for
Forebyggelse«.
Frá tí, hildið verður uppat
við at roykja, og til vandin
fyri at fáa lungnakrabba-
mein er munandi minkaður,
ganga umleið tíggju ár, og
tí tekur tað eina tíð, áðrenn
teir
færru
roykjararnir
síggjast aftur í krabba-
meinshagtølunum.
– Vit eru um at heysta
úrslitið av fólkaheilsutil-
tøkunum, og av tí, at amtini
nú taka roykiloki í álvara
og bjóða avvenjingarskeið.
Og tað hevur nakað at siga
fyri deyðatalið av tí, at
lungnakrabbamein er ein av
krabbasjúkunum,
ið
er
drepandi,
sigur
Hans
Storm,
deildarlækni
í
»Kræftens Bekæmpelsi«.
Bert fimm prosent av
lungnakrabbameinssjúk-
lingunum verða lekt.
Í 1998
fingu
stívliga
1300 kvinnur og knappliga
2000 menn lungnakrabba-
mein, meðan talið tíggju ár
fyrr, fyri menninar var
2250.
Afturgongdin
í
lungnakrabbameinstilburði
er hjá tí partinum av
monnum í fimtiárunum og
í byrjanini av sekstiárun-
um, sum er í vinnu, sjónsk-
ast.
– Roykilok er ein ógvu-
liga góð íløga fyri sam-
felagið. Tað hevur nógv at
siga fyri trivnaðin hjá fólk-
inum, men eisini fyri tær
upphæddir, ið vit brúka í
heilsuverkinum til viðgerð-
irnar, sigur Jørgen Falk.
Hann vísir til California í
USA, har talið á roykjarum
er fallið, og tað er enda við
einum eyðsýndum falli í
talinum á lungnakrabba-
meinstilburðum og blóð-
reinslusjúkum.
– California er prógvið
um, at tann langi, áhaldandi
leikur gevur ágóða í færri
sjúkum og deyðum, sigur
Jørgen Falk.
Marjun Gaardbo
borgarstjóri
Skrivað hevur verið hesar
seinastu
dagarnar
um
stórskúla í Eysturoynni og
at Nes kommuna sum hin
einasta longu hevur boða
frá, at hon ikki fer at luttaka
í nøkrum stórum skúla-
samarbeiði í Eysturoynni.
Orsøkin til hesa støðu-
takan hjá Nes kommunu er,
at Tofta skúli nøktar ver-
andi tørv nøkur ár fram, og
at Nes kommuna hevur
arbeitt við og gjørt tekn-
ingar av eini komandi víðk-
an av Tofta skúla, sum m.a.
umfatar nýggja fimleika-
høll, teldurúm, bókasavn
og sangstovu. Hesa skúla-
víðkan sleppa vit ikki
undan at gera, og meta vit,
at fyrsta útbyggingarstig
hjá okkum er komið so
mikið langt, at vit gera
ongar broytingar nú.
Nes kommuna er ikki
fyri at flyta 8. og 9. flokk í
løtuni, men vit hava ikki
nakað ímóti at byrja bleiv
við 10. flokki sum t.d.
kundi farið inn á Kambs-
dal, hetta sum eina roynd.
Á Kambsdali eru møgu-
leikarnir góðir, har er ein
stór ítróttarhøll, kantina og
møguleikarnir annars sera
góðir. Harafturat eru møgu-
leikarnir betri fyri at næm-
ingarnir fáa síni ynskir um
vallærugreinar uppfylt.
Ein annar møguleiki er
samstarv millum skúlarnar
um vallærugreinar. Hesa
loysn kundi møguliga verið
byrjað
uppá
komandi
skúlaár.
Sjálvandi eiga vit alla tíð-
ina at vera vakin yvir fyri
komandi menning og fólka-
vøkstri í okkara øki, og
royna at loysa trupulleikar-
nar so hvørt – helst áðrenn
teir koma.
Roykilok stuðlar til færri krabbameinstilburðir
Dalandi tubbaksnýtsla stuðlar til færri krabbameinstilburðir hjá monnum
Finnbogi og Signar takka fyri seg
Viðm. til stórskúla í umbúna í Eysturoynni
Atli Hansen
form. Í Felagnum Nótaskip
Til at byrja við vil eg fegin
siga frá, at eg eri ógvuliga
tilvitaður um mína dupultu
støðu sum formaður í Fe-
lagnum
Nótaskip
og
politiskur kandidatur. Míni
ørindi við hesi grein eru
sum formaður í Felagnum
Nótaskip og sum ein, íð
javnan hevur samskifti við
Fiskimálastýrið at siga
almenninginum frá nøkrum
mannagongdum og fyri-
brygdum í hesum stýri,
sum ikki kunnu góðtakast
av Felagnum Nótaskip.
At greinin so kanska
verður litað av, at ein við
aðrari poilitiskari áskoðan
enn eg, situr við róðri har,
gerst ikki við. Vit eru ikki
meira enn menniskjur, men
atlitið til at kunna um, hvat
íð gongur fyri seg, má telja
meira enn persónligt erk-
visni.
Tað sum mest hevur verið
at hoyrt - og tað er nógv -
um
henda
fiskimála-
ráharran í hansara skeiði, er
okkurt um tunfiskaveiðu,
hvalaveiðu og hvussu hann
hevur stýrt teimum stóru
londunum í svartkjaftasam-
ráðingunum. Einki úrslit
nakra staðni. Eingin áhugi
og eingin umhugsan fyri
heildini í verandi flota.
Herfyri sóu vit ein av
okkara størstu skipabólkum
- rækjuflotan - heita á
landsstýrismannin um at
fáa teirra trupulleikar við-
gjørdar. Eingin bað um
stuðul, men bara um loyvi
til at greiða landsstýris-
mannninum frá, hvussu
álvarsom støðan var. Men
hvat gjørdi landsstýris-
maðurin? Ikki eitt vet.
Hann rann undan og vildi
einki gera - í hvussu so er
ikki fyri flotan sum heild.
Frá Felagnum Nótaskip
hava vit javnan heitt á
landsstýrismannnin
um
ikki at lata meira burtur av
okkara kvotum, tí her
verður galin endi. Og nú
dregur álvarsliga á luftina.
Men úrslitið hevur verið
tað sama sum hjá rækju-
monnunum. Einki svar og
eingin kunning um broyt-
ingar. Tað má man sjálvur
gita seg til.
Tá íð kvota verður sett á
svartkjaftin og bara tey
væntaðu uml. 15000 tons
vera til hvørt av skipunum
soleiðis sum tað sær út
løtuni, so er einki út at geva
fyri at fáa endarnar at røkka
saman. Tað samlaða virði
av øllum kvotunum hjá
einum svartkjaftaskipi -
sild, makrelur, lodna og
svartkjaftur - verður tá
millum 35 og 40 mió. kr.
Hetta er gjørt upp við dag-
sins høgu prísum. Og vit
vita at lond, sum vit sam-
starvast við sum stranda-
lond til ymiskar stovnar,
seta fram alt harðari krøv
um niðurskurð av sild og
makrelkvotuni. Hetta kan
gerast veruleiki fyri 2003.
Tey nýggjaru nóta- og
svartkjaftaskipini
skulu
hava inntøkur fyri uml. 40
mió. kr. fyri at svara hvørj-
um sítt. Bert eitt kvink
niðureftir í fiskaprísum ella
uppeftir í oljuprísum kann
skjótt føra henda flotan út í
somu trongu støðu sum
rækjuflotin er í .
Kortini
hevur
lands-
stýrismaðurin aftur tikið
burtur av makrelkvotuni
hjá nóta-skipunum. 1500
íalt tons íalt ella uml. 10 %
av tí, sum hesin bólkur
higartil hevur fingið tillut-
að. 1000 av hesum tonsun-
um eru latin til ídaðar-
skipini sum hjáveiða til at
fiska hestamakrel, hóast
tað ikki er meira neyðugt
hjá teimum, sum fiska
hestamakrel at fáa makrel
til hjáveiðu enn tað er hjá
upsafiskarunum at fá eina
seyðakvotu til hjáveiðu fyri
at kunna fiska upsa..
Líknandi kvotur vóru í
síni tíð latnar til t.d.
Prestland, Fram, Pelagos og
helst onkran annan. Ikki ein
stertur av hesum makreli er
fiskaður sum hjáveiða til
nakað sum helst, men er
friskaðaur beinleiðis sum
makrelur og hevur tí bara
verið við til at gjørt alt hetta
øki til eina fløkju. Vanliga
fáa vit einki at vita, tá íð
sovorði hendir, men vit
vóru spurdir, um vit vildu
lata 200 tons av makreli til
eitt skip, sum skuldi luttaka
í royndarfiskiskapi eftir
makreli komandi summar.
Allir - bæðið vinnan og
Fiskimálastýrið
-
vóru
samdir um, at 200 tons var
hóskandi og játtaðu. Men
her er 500 tons farin burtur
av - eingin veit til hvat.
Fyri at greiða fløkjuna
eitt sindur varð avgjørt
undir fyrrverandi lands-
stýrismanninum at lata
ídnaðarbátunum endurgjald
fyri at lata fiskiloyvi undir
Føroyum
innaftur. Teir
fingu allir millum 2 og 3
mió. kr. í part fyri tað, sum
teir sjálvir gjørdu upp til at
vera 80 % av teirra
fiskiskapi. Nú koma teir
innaftur - ein í síðstu viku -
hvør
við
sínum
20%
ídnaðarloyvi og einstak-
lingar kunnu bara fara út til
fiskimálaráðharran og biða
sær kvotur burtur av hjá
øðrum skipabólkum. Tað
sær lætt út. Og so eru fleiri
av hesum skipunum grund-
aði 100 % á útlendskan
kapital.
Tað er torført at skilja, at
sami flokkur, sum játtaði
ídnaðartrolarunum 2 - 3
mió. kr. í stuðul fyri at lata
loyvið inn og sum nú smátt
um smátt er við at geva
teimum loyvir aftur, ikki vil
tosa við rækjuflotan um
eina hjálpandi hond.
Hetta líkist søguni, sum
vit nú frætta um í fjøl-
miðlunum og sum nú skal
fyri rættin. Inndrigin loyvir
verða útafturbýtt til
Felagið Nótaskip hevur
eisini í longri tíð fyrireikað
eina rættarsak, tí at man
ikki fær landsstýrismannin
á tal. Vit kenna øll søguna á
tveimum reiðarum, sum
bert við at leggja eina tekn-
ing av einum nýbygningi á
borðið
hjá
landsstýris-
manninnum fingu tillutað
stórar sildakvotur, sum nú
góðu teimum gomlu plim-
sollarunum, sum áður ikki
kundu seljast, eitt virði
uppá 10 mió. hvør og so
vóru teir seldir eftir einum
degi og tekningin til ný-
bygningin brend. Og annar
liggur enn - 2 ár seinni.
Henda sakin við makrel-
inum til ídnaðarbátarnar
gevur okkum helst eitt
grundarlag fyri at leggja
eina aðra rættarsak og fyri
at fáa skipaði viðurskifti á
okkara øki er helst neyðugt
at leggja nakrar sakir og fáa
dómstólarnar at vísa eina
praksis, sum kann staðfesta
hvør íð ræður yvir hvørj-
um. Í londunum rundan um
okkum hevur man fyri
langt siðan fingið skil á
hesum og tað er eingin
møguleiki fyri at leggja
sama fantasi fyri dagin sum
føroyski landsstýrismað-
urin við fiskimálum javnan
tykist at gera.
Men tað er ikki bara sum
at siga tað. Tað er dýrt at
føra sak í Føroyum. Og tað
er stórt spell, at okkara
landsstýrismaður í staðin
fyri at koma upp á síðuna
av okkum í vinnuni og
berjast saman við okkum
fyri at loysa trupulleikarnar
skal leggja seg eftir at
skapa trupulleikar, sum
sum bæðið við sakarmáli
og inntøkumissi álvarsliga
eru við til at tyngja fíggjar-
liga um hjá hesum part-
inum av flotanum.
Tað er ikki lætt at leggja
eftirfarandi rakstrarætlanir
fyri fíggingarstovnarnar tá
íð ein ongantíð kann rokna
við, at næsta ár verður sum
tað undanfarna.
Hetta ber ikki til í longd-
ni. Tað má steðgast og vit
mugu gera tað, sum er
neyðugt.
VIÐMERKINGAR
Frits Strøm
Eg havi ongantíð ætlað
mær at lagt meg út í kjak
í bløðunum um fiski-
skap. Men táið Ejler
skrivar á handan hátt,
føli eg meg noyddan til
at koma við einari rætt-
leiðing,av tí at eg havi
verið við og havt við
íðnaðarbátar at gjørt
síðani 1991. Síðst vit
hildu lágan profil blivu
vit blakaðir av Føroya-
grunninum uttan sakliga
grund.Tá var tað ein
annar veiðibólkur sum
dugdi at rópa hart í bløð-
unum.
Um hvør í eigur mesta
rættin til Svartkjaftin í
mun til grannalond okk-
ara eri eg samdur í.Um
hvussu
nógv
Svart-
kjaftaloyvir eru og skulu
verða, fari eg ikki at
leggja meg út í,tað tekur
fiskimálaráðharrin sær
av. Ejler skrivar at
trupulleikin er innan-
hýsis, tað er rætt men
hvar?
Tá ið Ejler skrivar at
íðnaðarskipini ikki hava
søgulig rættindi til svart-
kjaftin, mótsigur hann
sær sjálvum, tí í greinini
stendur hjáveiðan av
Svartkjafti var 30%.
Mær vitandi var veiðan
á kantinum eystanfyri
norður ímóti Fugloyar
Bankanum
um
vári
næstan bara Svartkjaft-
ur, og seinni um heystið,
táið vit komu aftur úr
Norðsjógvinum "mill-
um" Bankarnar.Eisini
sunnanfyri
Skeiva
Banka var bert Svart-
kjaftur, men hattar vita
teir skiparir sum vóru tá
betur enn eg.
Um hýsuyngulin er at
siga at royndir vóru
gjørdar við rist,og vóru
tær so góðar,at tað ikki
var nakar trupulleiki við
Hýsuni meira. Tað vita
menn á Fiskiransóknar-
stovuni sum vóru við til
hendan fiskiskap.Eisini
bleiv bóklingur gjørdur
um fyrimunir og vansar
við
íðnaðarveiðini
landsbúskaparliga,og
talaði hann greitt fyri
framhaldi.
Um
tey
"oyrini "sum hvør bátur
fekk, er at siga at tær
blivu bornar niðan í
bnkan, og síðani fór so
gott sum allir bátarnir á
heysin, eftir ikki at hava
verið á Føroyagrunn-
inum í hálvt annnað ár.
Til síðst vil eg bara
fegnast um tan stóra
framburð tey stóru nóta-
skipini hava veri fyri.
tað gagnar øllum. Hóast
tað kann tað ikki vera
meiningin at allir aðrir
fullkomuliga skulu burtr
úr myndini.
Viðmerking til grein
hjá Ejleri Jakobsen í
Sosialinum 6.3.2002
Fiskimálaráðharrin má fara at taka sítt starv í
størri álvara
Ikki øll vinnan er ovurerrin av sínum landsstýrismanni
Finnleif Guttesen
Tvøroyri
Hví er einki veiðubann ella
stongd økir á Suðuroyar-
leiðini?
Ein orsøk má vera, at
fiskurin, sum svimur her
fullur av rogni og sili, ikki
gýtur, tí annars skuldi
kunngerð
um
avmarka
veiðubann
eisini
verði
galdandi fyri økir rundt
Suðuroy. Tað kann eisini
verað ein onnur orsøk, og
er tað, at fiskivinnumála-
ráðharrin heldur, at eingin
orsøk er at bannað fisking á
Suðuroyarleiðini tí har eru
ongar stemmur at fiska eftir
alíkavæl.
Hygg at Føroyakortinum,
so sært tú, at veiðubann og
stongd økir eru allastaðni
uttan á Suðuroyarøkinum,
orsøkin kann bert verða, at
fiskurin ikki gýtur, sjálvt
um hann hevur rogn og sil,
ella at ongar stemmur eru at
fiska her suðri.
Útróðrarmenn í Suðuroy
hava eisini roynt, at gera
vart við sína ónøgd, sum
útróðrarfeløgini norðanfyri
nú gera við einum mót-
mælisskrivi. Her suðri er
tað ikki friðingarøkir ella
veiðubann,
sum
hava
órógva útrórabátarnar, men
sum norðanfyri, trolingin á
landleiðini og teir stóru
línubátarnar, sum hava
loyvi at royna millum 6 og
12 fjóðringar úr landi.
Útróðrarmenn í Suðuroy
mugu hava rætt til at fiska,
uttan at verða órógvaðir
óneyðugt, soleiðis sum teir
eru blivnir, nú í nógv
Harrans ár. Tí má fiskaríði
hjá trolbátum og stóru
línubátum avmarkast við
stongsli á ávísum økjum
rundt Suðuroy, so at út-
róðrarbátar fáa ein kjans, at
fiska í friði á hesum
stongdu økjunum.
At eingin vil ella hevur
gjørt nakað kann ikki
góðtakast, og má tað tí
verða eitt krav frá suðring-
um, til landsins myndug-
leikar, at okkurt skilagott
verður gjørt, so at útróð-
rarmenn í Suðuroy fáa ein
rímuligan kjans til at fiska,
so at teir og teirra familjur
kunnu liva av tí.
Suðuroy og veiðubann
C
M
Y
K
21
20