Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-16, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. mars 2002síða 12

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 53 • leygardagur • 16. mars 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Eftir øllum at døma missur VB seinasta møguleikan fyri heiðursmerkjum, tá tær um vikuskiftið ferðast til Vestmanna. Vónin hjá VB er, at stÍF kann taka stig frá Stjørnuni HONDBÓLTUR – KVINNUR Jákup Mørk Tað er kanska nakað einstáttað, men tað er ein staðfesting, at hondbólts- árið hevur verið ein long sigursgongd hjá kvinnun- um úr Vestmanna, og nú er næstan komið á mál í hes- ari. VB Næst seinasta fetið í hesari verður leygardagin, tá VÍF á heimavølli tekur ímóti VB. VB var undan kapp- ingarárinum mett sum eitt av teimum liðum, sum kanska kundu arga VÍF, og í øllum førum varð roknað við, at tær fóru at ogna sær okkurt slag av heiðurs- merkjum. Hesum hava tær enn møguleika fyri, men tað krevur helst, at teir báðir seinastu dystirnir geva fýra stig, og tá annar av hesum er í Vestmanna, so munnul útlitini fyri hesum vera so sum so. Umframt at vinna á VÍF, so hevur VB ein annan møguleika at ogna sær heiðursmerki. Hesin er, tá StÍF sunnudagin vitjar í Klaksvík. Stjørnan hevur ikki verið eins sannførandi í endaspælinum, sum tær vóru í grundspæliinum, og ikki minst hava tær fleiri ferðir í ár havt stórar trupulleikar av at basa StÍF. Megnar StÍF hesa ferð at skapa sensatiónina, sum tær so ofta hava verið heilt nær við, so er ein vón fyri framman hjá VB. Hinvegin vil Stjørnan uttan iva gera sítt til, at seinasti heimadysturin kann kasta stig av sær, og tá hetta eisini vil tryggja liðnum eitt heiðursmerki, er einki at ivast í, at spælararnir fara at geva seg fult og heilt, til tess at geva VB durafjórðingin. Eftir tveir ósigrar skal VÍF nú vinna teir báðar seinastu dystirnar, um ætlaða gullið skal gerast veruleiki HONDBÓLTUR – MENN Jákup Mørk Størsta partin av hondbólts- árinum hevur støðan verið tann, at mansliðið hjá VÍF hevur verið greiður favor- ittur at vinna gullmerkini í landskappingini. Tó at liðið ofta hevur fingið dygga mótstøðu, so knógvaðu teir alla tíðina mótstøðuni, og tá argastu kappingarneytarnir so mistu av og á, dróg VÍF bara meira og meira frá mótstøðuni. H71 kann arga Enn hava teir møguleikan at avgera alt sjálvir, men nú er kortini farið at sansa at hjá VÍF. Ósigrar fyri Neist- anum og StÍF hava gjørt, at Neistin nú er eitt stig framman fyri VÍF, tó at teir gulu hava leikt ein dyst færri, og tí eru ikki ráð at missa meira hjá VÍF. Onkur hevur tosa um gummibein hjá føroya- meistarunum, men ilt er at siga, hvussu nógv veruliga býr í hesum. Uttan iva verð- ur ein partur av spurningin- um svaraður, tá VÍF á heimavølli tekur ímóti H71 leygardagin. Hoyvíkingar hava í enda- spælinum framvegis fyrsta sigurin tilgóðar, og hóast tað ikki er væntandi, at hesin fer at koma í Vest- manna, so kann tað ikki útilokast, at teir fara at arga eitt sindur. VÍF hevur nevnliga havt ein stóran trupulleika í ár, og tað er, at liðið sjáldan hevur givið prógv um, hvør munur eigur at vera á toppi og botni. Aloftast hava dystirnir móti niðaru liðunum verið sera javnir, og eitt nú mistu teir í grundspælinum stig móti H71, so hóast vestmenn- ingar helst ætlaðu tað, so eru allar súður enn ikki syftar. Ein annar dystur verður leiktur hjá monnunum sunnudagin, og tá er høllin í Vestmanna aftur karmur- in. KÍF hevur heimavøll móti strandingum, og tó at dysturin ikki hevur hin stóra týdningin á stigatalv- uni, so kann talan væl ger- ast um eina áhugaverda uppgerð. Júst móti StÍF hava kollfirðingar havt frægasta spælið á árinum frammi, og uttan iva vilja teir eisini enda árið væl, tó at tað heldur ikki verður talan um nøkur heiðurs- merki í ár. Hondbóltur 1. deild kvinnur 16.03 14.30 VÍF-VB 17.03 14.30 Stjørnan-StÍF 1. deild menn 16.03 16.00 VÍF-H71 17.03 16.00 KÍF-StÍF Fótbóltur Kappingin um Løgmanssteypið 16.03 Sumba-B71 16.03 FSV-AB Dystir um vikuskiftið Nú er trýst á VÍF Eftir tvey tap eru vestmenningar nú í vanda fyri at missa gullið, sum tóktist vera trygt. Tí er alneyðugt við sigrum í teimum báðum seinastu dystunum Vónin hjá VB VB hevur helst ikki nakrar serliga vónir um stig í Vestmanna, men mugu ístaðin vóna, at StÍF kann gera okkurt við Stjørnuna norðuri í Klaksvík 23 22 Nr. 53 - 16. mars 2002 VIÐMERKINGAR Tummas E. H. Joensen Valevni Sambands- floksins í Eysturoynni. Norðoyartunnilin skal vera vælkomin. Men ferðslan má ikki ígjøg- num bygdina í Leirvík. Hví leggja eina ætlan fyri tingið, ið er so ó- fullfýggja, at eingin tingmaður veit hvat tað er, ið hann samtykkir ? Enntá er tað so galið, at landstýrismaðurin og landsumsitingin ikki vilja leggja navn til hetta uppskotið. Er hetta ikki bert valagn úr einum enda í annan? Hvat sigur veljarin til, at samgongan ikki virðir ynskini hjá tildømis bygdafólkinum í Leir- vík? Sjálvandi vilja leirvík- ingar ikki hava alla ferðsluna til og úr Norð- oyggjum ígjøgnum bygdina. Verandi bygda- vegur er ov mikið trafik- keraður frammanundan. Eingin kann bjóða fólki slíkt. Hesir menn eru púra kaldir. Bert teir fáa sum mest av atkvøðum í Norðoyggjum, so er alt í lagi. Beinleiðis sagt, so leggja Fólkaflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og Tjóðveldisflokkarnir líka lag í, hvat ið fólkið í Leirvík siga ella meina. Hetta kann ikki bjóðast Leirvíksfólki ! Tað at Leirvíksfólk skulu hava alla hesa ferðsluna ígjøgnum bygdina, er nakað ið ikki er tikið við á hesum sinni. Tað skal hugsast um eina aðraferð (um somu persónar verða valdir aftur) og tað er júst afturval, ið hesir vilja tryggja sær nú ! Teir hugsa møguliga eisini soleiðis, at tá tey hava klára alla hasa tungu ferðsluna hjá IRF bilunum í so langa tíð, ja so ger tað einki, um tey fáa nakrar hundrað Norðoyarbilar afturat, tí hindringar og larmur er væl bara nakað, ið hesi fólk skulu venja seg við. Hesi fólkini skulu tryggja vinnulívinum í Norðoyggjum møgu- leikan at menna seg við hjálp av tunnilinum. Tjóðveldisflokkurin, Fólkaflokkurin og Sjálv- stýrisflokkurin ynskja kanska eisini, at veljarin í Leirvík fer at fyrigeva valevnunum hjá flokk- unum í Leirvík hesa gerð, tí teir kundu jú ikki gera við, at tað bleiv soleiðis ella ? Tryggjast við Sambandsflokkinum Eg vóni ikki at veljarin gloymir hetta tann 30. apríl. Eftir míni metan kann hetta ikki góðtak- ast. Nei, hetta líkist ong- um. Sjálvandi skulu Norðoyingar hava sín tunnil og fólkinum í Leirvík skal verða tryggja, at ferðslan ikki kemur ígjøgnum bygd- ina. Hetta kann best tryggjast, við at gera ein tunnil undir bygdina ella tað, at tunnilin kemur upp tætt við verandi Leirvíkstunnil. Sambandsflokkurin vil arbeiða fyri, at borg- arin í Leirvík ikki skal tølast av allari ferðsluni úr Norðoyggjum, tað skal verða vist! So gevi pláss fyri politikarum sum hugsa seg um, hava fólkið á staðnum uppá ráð og leggja ábyrgdar- full liðugtgjørd uppskot fram á tingborð. Sólja Fríða Jóanisdóttir Røða hildin á Háskúlanum leygardagin 23. februar í sambandi við Nýtt Hugfar 2002. Góðan dagin.Eg eiti Sólja Fríða Jóanisdóttir, og eri formaður í Fólka- floksungdómi.Eisini eri eg valevni hjá Fólkaflokkinum í Suðurstreymi til komandi løgtingsval Fyrst fari eg at siga nak- að um hugsjónarliga grund- arlagið hjá Fólkafloks- ungdómi og greiða eitt sindur frá um virksemið hjá felagnum. Fólkafloksungdómur byggir sínar hugsjónir á virðingina fyri hvørjum einstøkum menniskja og rættin hjá okkum øllum at vera einstaklingar við egn- um virðum, ynskjum og evnum. Vit virka fyri einum skip- aðum, stabilum, rættarliga og sosialt tryggum sam- felag fyri allar Føroyingar. Einstaki borgarin skal hava frælsi til sjálvur, eftir evnum, vilja og undir ábyrgd, at leggja egnu viðurskifti tilrættis. Vit ynskja eitt tíðarhósk- andi samhaldsfast vælferð- arsamfelag, har vit øll í felag hjálpa teimum, ið ikki klára seg sjálvi, og tryggja øllum mansømulig livikor. Í Føroyum skulu føroy- ingar ráða. Í Føroyum skulu føroy- ingar ráða. Tí taka vit fult undir við samtyktini hjá løgtinginum um sjálvstýri Føroya fólks. Vit ganga inn fyri eini skipaðari og tryggari til- gongd fram í móti sjálv- stýri. Á ein fíggjarligan skila- góðan hátt skulu vit yvirtaka øll málsøkir, til vit at enda á eini fólkaatkvøðu taka fullveldi, tá tíðin er búgvin til tess. Soleiðis fáa vit veruligt sjálvstýri - stigvíst og mið- víst. Grundstøðið undir bú- skapinum er framleiðslu- virðið í landinum. Besta trygdin fyri, at samfelagið fær sum mest burtur úr framleiðsluvirð- inum, er privati ognarrætt- urin og ein fríur markn- aðarbúskapur. Uppgávan hjá tí almenna er at skapa karmar og seta mørk. Einskiljing. Tað almenna í Føroyum eigur ein sera stóran part av føroyska vinnulívinum. Hetta ger, at tað almenna kemur í eina óhepna tví- støðu, har tað bæði ásetur spælireglurnar og kappast í móti privata vinnulívinum. Fyri at sleppa úr hesi tvístøðu og fyri at minka um fíggjarliga váðan hjá tí almenna, skulu øll almenn vinnuvirkir einskiljast og almenna skuldin niður- gjaldast samsvarandi. Henda einskiling skal sjálvandi fyriskipast væl og virðiliga og taka ta tíð, ið verður neyðug. Hetta verður ikki løtu- verk. Ein treyt er, at einskilj- ingin í hvørjum føri er bú- skaparligur fyrimunur. Onnur treyt, at starvsfólk sleppa at keypa virðisbrøv og sostatt eiga uppi í og ávirka egið arbeiðspláss. Eitt virkið felag Fólkafloksungdómur er eitt virkið felag, ið skipar fyri regluligum fundum fyri limunum og øðrum áhug- aðum. Eg kann nevna, at vit hava skipað fyri fundum um ymisk evnir, ið eru frammi í tíðini, t.d. ein- skiljing, bústaðar trupul- leikarnir hjá ungum og sjálvstýrismálið. Nú tað stundar til val, fer virksemi okkara at økjast munandi við nógvum fund- um og øðrum tiltøkum. Limir felagsins verða kunnaðir regluliga við brøvum og telduposti. Eisini ber til at fylgja við á heimasíðu okkara huxa.fo, t.e. h-u-x-a- punktum-fo. huxa.fo veður dagførd regluliga við tíðindum v.m. frá felagnum. Á huxa.fo ber eisini til at siga sína hugsan um ymisk evnir og at tekna seg sum lim í felagnum. Nú áðrenn eg endi, fari eg at tosa um nøkur viður- skiftir – trupuleikar – hjá ungdóminum, ið liggja mær á hjarta. Betri, stuttligari og lættari... Sum valevni hjá fólka- floksungdómi, ætli eg mær fyrst og fremst at arbeiða fyri at betra um møgu- leikarnar hjá ungdóminum. Tað skal verða lættari, stuttligari og betri at verða ungur, og vaksa upp í Før- oyum. Tá ið eg sigi, at tað skal verða betri, so meini eg fyrst og fremst við at betra um útbúgvingar, læru og íbúðar møguleikarnar hjá okkum ungu. Her hugsi eg fyrst og fremst um tey, sum eru undir 18 ár og ikki fáa útbúgvingarstuðul, men sum ístaðin fáa endurgjald fyri part av útreiðslunum, tey hava. Hettar er ein óvirðilig støða hjá teimum undir 18 ár at vera í. Sjálvandi skulu tey undir 18 ár eisini hava studning á jøvnum føti við onnur undir útbúgving, annars bíða tey við at útbúgva seg, og tað kann ikki verða ætlanin. Tey undir 18 ár hava eisini aðrar trupuleikar, um tey t.d. ætla sær í býin eitt kvøldið; diskuteque/kon- sert ella annað tiltak har ung møtast. Tá hava tey bert atgongt til Margarinfabrikkina og kanska einaferð um mðr. til eina koncert í badminton- høllini. Hetta er ein trupulleiki. Stuðul til menturnarhús eigur eisini at raðfestast frammaliga, soleiðis at tað bæði her í Havn og aðra- staðni í landinum verða bygd nútíðarhús, sum kunnu rúma flest øllum tiltøkum bæði til gaman og álvara, tað skal kunna bera til at fara í býin og føla seg væl og vita, at her er gott og trygt at vera. Vit eiga ein væl skikk- aðan ungdóm, ið eisini dugir at uppføra seg í býnum. Tó eru tað nøkur fá, ið ikki duga sær hógv. Hesi fáu kunnu skjótt við síni framferð oyleggja fyri okkum øll. Í hesum sambandi haldi eg at Náttarravnarnar skulu hava eitt heraklapp fyri sítt góða arbeiði fyri at forða hesum. Nýggjan studentaskúla úti í Marknagili Í nógv ár hevur verið tosað um at byggja nýggjan stu- dentaskúla úti í Marknagili, - álvaratos, - skúlin í Hoy- dølum, er tað okkara stolt- leiki í 2002? Nei, her eigur at verða farið í gongd beinanvegin, soleiðis at umstøðurnar fáast upp á eitt virðiligt støðið. Eisini kann hugsast, at eitt samstarv serliga ímill- um Handilsskúlan og Studentaskúlan kann koma at gagna báðum ella rættari sagt øllum pørtum. Studentaskúlin úti í Marknagili eigur at rað- festast frammaliga. Sterk rúsevni eru ein vaksandi trupulleiki. Sterk rúsevni eru ein vaksandi trupulleiki. Men spyrja vit hví? So er mítt svar – at tey ungu hava ongar møgu- leikar uttan at vála á gøtuni. Høvdu vit havt góðar umstøður, sum t.d. ment- unarhús, sum kundu bjóða okkara ungu inn, so trúgvi eg, at trupulleikin hevði verið munandi minni. Har høvdu vit følt okkum væl og úrslitið hevði verið, at øll blivu góð við ment- unarhúsini og føldu tey, sum sítt tilhaldsstað, – færri trupulleikar, eisini um hugsað verður um rús- drekka og sterk rúsandi evnir. Ítróttarfeløgini og m.a. skótanir gera eitt so stórt og gott sosilalt arbeiði, at mín meining er, at tey fyri sítt stóra arbeiði fyri ungdómin eiga at fáa løn – ja góða løn – tey eiga fáa størri pen- ingaliga játtan á løgtingsins fíggjarlóg – tí hvussu hevði verið vorðið, um tey ikki vóru? Ja, tað tori eg næstan ikki at hugsa um – men tankin er ræðandi. Tað sama kann sigast um nógv onnur t.d. ungdóms- arbeiði innan ymsar sam- komur og trúarbólkar - tey gera eisini eitt ómetaliga stórt ólønt arbeiði. Ein stuðul til hesi – um tey vilja hava hann – hevði givið bonus Betri bústaðarmøguleikar Eisini nevndi eg, at tað skal verða lættari at verða ungur. Her hugsi eg serstakliga um, tá ið sett verður búgv. At byggja ella keypa hús í dag er næstan ómøguligt, um tú bara hevur tvær "vanligar inntøkur". Nei, tá hevur tú næstan ongan møguleika, tað kann ikki vera meiningin, at bara tey, sum hava rimmar høga inntøku, skulu fáa síni egnu hús. Her má og eigur okkurt munagott at gerast. T.d. kundi eg hugsað mær, at landskassin í fyrstu syftu keypti grundøkið, sum tú bygdi á, tú kundi so leigað fyri eina lága upp- hædd pr. ár og somuleiðis havt møguleikan at keypt eftir t.d. 15 árum, tað hevði hjálpt munandi um samlaða kostnaðin av húsunum, og hevði verið ein góð hjálp. Á bústaðarøkinum verð- ur neyðugt at gera okkurt munagott - annars kemur støðan at gerast munandi verri, enn hvat hon longu er. Tað er púra vist. Lesið meira á huxa.fo Nú fari eg at gevast, men ynskja tit at vita meira um Fólkafloksungdóm, so eru tit altíð vælkomin at spyrja. Fyri ikki at tala um tit hava hug at gerast limir í felagnum. Tit kunnu altíð tosa við meg ella ein av hinum báðum nevndarlimunum: Torkil Rasmussen ella Tummas Paula Djurholm. Ella tit kunnu vitja heimasíðu okkara: huxa.fo - t.e. h-u-x-a-punktum-fo Norðoyartunnilin eitt valagn! Betri, stuttligari og lættari... C M Y K 22