leygardagur 16. mars 2002síða 13
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 53 - 16. mars 2002
At ein maður, sum
einki hevur við
hvørki Føroyar ella
føroyskan at gera, á
miðjari nátt skal
ringja til Russlands at
spyrja hvørt Føroyar
kunnu fáa Olympiska
viðurkenning, heldur
Heðin Mortensen
vera ótrúliga langt
úti. Hann heldur, at
hetta bert kann vera
við til at forða fyri
drúgva arbeiðinum,
sum ÍSF hevur framt í
hesum sambandi
OL-VIÐURKENNING
Jákup Mørk
Tá
Fregnir
hóskvødið
komu á gøtuna, var ein av
høvuðssøgunum, at tað
undir ongum umstøðum fer
at eydnast Føroyum at fáa
altjóða Olypmiska viður-
kenning.
Blaðið
hevur
hesar upplýsingar frá vara-
forsetanum
í
altjoða
olympisku nevndini, Vitalij
G. Smirnov.
Einki við ST at gera
At fáa olympiska viður-
kenning hevur annars í
nógv ár veirð eitt av aðal-
málunum hjá ÍSF, og tá vit
fríggjamorgunin
fingu
orðið á Heðin Mortensen,
ÍSF-forseta, var hann ikki
serliga blíður um tíðindini,
sum Fregnir høvdu borið.
- Hatta er langt úti. Tað
má eg bara siga. At ein
maður, sum einki hevur við
hvørki Føroyar ella før-
oyskan at gera, á miðjari
nátt skal ringja til Russ-
lands at spyrja ein slíkan
spurning.
Sjálvandi
er
svarið »njet«. Smirnov
hevur ikki ánilsi fyri, hvat
tað er, sum spurt verður
um, og hann spyur eisini
aftaná, hvar Føroyar liggja.
Høvuðsorsøkin til, at
Føroya ikki kunnu fáa
olympiska viðurkenning,
siga Fregnir vera, at vit ikki
eru limir í ST, men heldur
ikki hetta vil Heðin Mort-
ensen góðtaka.
- Hetta er eitt arbeiði,
sum er farið fram ígjøgnum
nógv ár, og at hasir
menninir nú fara at draga
ST-limaskap og spurningin
um fullveldi upp í málið,
sigur bara, hvønn kunnl-
eika teir hava til málið.
Kann bert gera
fortreð
Aðra staðni í blaðnum er
skriv frá Heðini Mortensen
og Anfinn Kalsberg um
arbeiðið
við
at
vinna
Føroyum olympiska viður-
kenning. Her verður mill-
um annað víst á, at ein av
treytunum fyri viðurkenn-
ingini er, at nóg nógv
sersambond skulu hava
altjóða góðkenning, og júst
hetta leggur Heðin Morten-
sen eisinii stóran dent á.
- Vit eru í løtuni í ferð við
at
greiða
limunum
í
olympisku nevndini frá,
hvussu støðan hjá Føroyum
er. At vit longu í nógv ár
hava verið virkin á altjóða
pallinum. At hópur av
sersambondum longu hava
altjóða góðkenning, og at
fara soleiðis til verka, sum
hesir menninir nú hava
gjørt, er at blanda politikk
upp í málið, og tað harmar
meg almikið. Uttan at tað
skal misskiljast, so kundu
vit fyri tað tikið loysing í
morgin, so tað er als ikki
soleiðis, at hetta er tað
sama sum at hvør lítil bygd
í
heiminum
kann
fáa
olympiska viðurkenning.
- Hetta er jú eitt arbeiði,
sum er farið fram tvørtur
um flokspolitisk mørk, tí
vit ynskja jú øll, at Føroyar
kunnu
fáa
olympiska
viðurkenning. Hvat motivið
fyri hesum er, er ilt at siga,
men tað kann so bara leggja
fót fyri okkum, sigur ÍSF-
forsetin, og leggur afturat.
- Men tað skal so ikki
eydnast teimum. Halda teir
tað, so kenna teir ikki
Heðin Mortensen, tí eg eri
nógv treiskari enn so. Og
eg kann eisini siga, at halda
hasir smádreingirnir á við
hasum, so verður skriv sent
til Smirnov, har vit greiða
frá, at teir á ongan hátt
umboða Føroyar ella før-
oyskan ítrótt í hesum høpi.
Hava stuðul
Um arbeiðið, sum nú liggur
fyri framman í hesum høpi,
sigur Heðin Mortensen
annars, at í summar skal
eitt rættiliga umfatandi
kunningarbeiði fara fram.
- Vit skulu nú tosa við
hvønn einstakan lim í
Olympisku nevndini, og
greiða teimum frá, hvussu
støðan hjá Føroyum er. Tí
kann ein slíkur fyrispurn-
ingur til varaforsetan bara
gera okkar støðu veikari, tí
hevur hann fyrst sagt nei,
so kann hann seinni hava
trupult við at broyta svarið.
- Danski statsministarin
hevur júst givið sín stuðul
til kennar. Vit hava stuðul
frá øllum Norðanlondum í
hesum. Vit hava stuðul frá
øllum Norðurevropa. Tað
einsta staðið, har vit ikki
tykjast hava fullan stuðul,
er í Føroyum, og tað má eg
siga er harmiligt.
- Eg kann bara siga tað,
at um endin verður, at
Føroyar ikki kunnu fáa
Olympiska viðurekenning,
so hava hasi fólkini fingið
tað, sum tey ynsktu, og tað
vildi
verið
ógvuliga
beklagiligt, sigur ein alt
annað enn blíður ÍSF-
forseti at enda.
Við at vinna á
Tjaldri í næst
seinasta dystinum
tryggjaði Kyndil sær
fjórða plássið á
stigatalvuni
HONDBÓLTUR –
MENN
Jákup Mørk
Fyrsta liðið, sum hevur
leikt allar sínar 24 dystir
hetta kappingarárið er
Tjaldur. Seinasti dysturin
fyri teirra viðkomandi
var á heimavølli móti
Kyndli, sum í mangar
mátar hevur havt eitt sera
misjavnt kappingarár.
Byrjanin til hetta árið
var júst í Runavík, og ta
ferðina vann Kyndil við
einum máli. Nakað sum
annars skuldi vísa seg at
gerast fyrri at bert tveim-
um sigrum í grundspæl-
inum. Í endaspælinum
hevur Kyndil í mangar
mátar roynst væl drúgv-
ari, og nú teir aftur vitj-
aðu í Runavík, eydnaðist
teimum at endurtaka eitt
máls sigurin á Tjaldri.
Javnt allan vegin
Talan var alla tíðina um
ein sera spennandi dyst
hóskvøldið. Kanska var
tað Kyndil, sum hevði
nøsina
framman
fyri
nevið hjá Tjaldri, men tó
ongan tíð soleiðis, at
nakar veruligur munur
kom ímillum.
Eftir javnleik í hálv-
leikinum
helt
sama
gongdin fram í seinna
hálvleiki. Eitt skifti mið-
skeiðis í hesum var tað,
sum um bæði liðini bara
steðgaðu við at skora. Er
tað nakað, sum er um-
ráðandi í hondbólti, so er
tað at avmarka hesar
»deyðu« løturnar, og her
var Kyndil stinnari hós-
kvøldið. Munurin varð
øktur í trý mál, og tá
Tjaldur stutt eftir fekk
heilar tríggjar útvísingar
á rað, tóktist alt vera
avgjørt.
Kyndil megnaði tó ikki
at binda ein veruligan
knút á posabandið. Í
øllum førum ikki so-
leiðis, at munurin varð
øktur nakað, men nóg
mikið at tryggja sigurin,
varð hetta kortini. Tjald-
ur royndi seinastu løtuna
at spjálka eitt sindur, og
tað var eisini um reppi, at
hetta eydnaðiast. Tvær
ferðir
innan
seinasta
minuttin tveittu teir hjá
Kyndli bóltin burtur, men
meðan Tjaldur skoraði
fyrru ferðina, so gjørdist
sending
til
seinasta
kontrabóltin ov long, so
so fekk Kyndil kortini
sigurin.
Væl nøgdir
Hóast hetta ikki seinasti
dysturin hjá Kyndli, so
merkti úrslitið, at teir nú
hava tryggjað sær fjórða
plássið á stigatalvuni.
Tað mundi annars vera
fáur, sum roknaði við
hesum, tá endaspælið fór
ígongd, og kyndilsvenj-
arin, Jónleif Sólsker,
tykist eisini vera væl
nøgdur um endastøðuna.
- Vit eru nøgdir. Tað er
heilt víst. Ikki minst, tá
hugsað verður um, at vit
bara høvdu tvey stig, tá
vit fóru undir enda-
spælið. Her hava vit tó
fingið helmingin av stig-
unum, og hóast vit hava
tapt hampuliga stórt móti
onkrum av ovaru liðun-
um, so hava vit fingið tey
stigini, sum vit skuldu
hava.
Ikki minst eri eg fegin
um, at vit eisini hava
tikið okkum fram um
fleiri av liðunum, sum
hava nýtt nógvan pening
til at styrkja um hópin.
Sjálvir hava vit mest sum
bara egnar leikarar, og
tað gerst ikki minni
gleðiligt av, at vit hesa
ferð máttu vera bæði
Bárð Johannesen og Jan-
us Einar Sørensen fyri
uttan, sigur Jónleif Sól-
sker at enda.
Dysturin í tølum
Tjaldur-Kyndil 26-27
(16-16)
Málskjúttar:
Tjaldur: Mortan Hansen
7(4), Dragisa Stojovic 6,
Sverri Justinussen 4,
Hartvig Joensen 3, Jans
Martin Knudsen 3, Zoran
SXarcevic
2,
Dan
Thorleifsson 1
Kyndil:
Høgni Klein
7(1), Josef Abrahamsen
5, Ken Zachariasen 4,
Hans Andreas Dahl 4,
Jónleif Sólsker 3, Regin
Johannesen
3,
Leif
Mikkelsen 1
Brotskøst: Tjaldur 6,
Kyndil 3
Útvísingar: Tjaldur 5,
Kyndil 4
Dómarar úr Neistanum:
Kristian Johansen &
Sophus Dal-
Christiansen.
Halda teir, at hetta fer at
eydnast teimum, so kenna
teir ikki Heðin Mortensen, tí
eg eri nógv treiskari enn so,
sigur ÍSF-forsetin millum
annað um tað, sum
hóskvøldið varð ført fram í
Fregnum
Tjaldur-Kyndil 26-27 (16-16):
Endaðu sum
teir byrjaðu
Sabotasja
C
M
Y
K
24
FORNMINNI
Ingrid Bjarnastein
Ein lutur er ikki antikkur fyrr
hann er yvir 100 ára gamal.
Bókin hjá Ólavi, Historie om det
evige liv er útgivin í 1640, so
hon kemur væl og virðiliga undir
heitið antikvaritet.
– Eg veit ikki, hvaðani bókin
kemur, sigur Ólavur Klakk. –
Men hon hevur altíð verið í hús-
inum. Eg havi fingið hana frá
abba mínum. O. F. Joensen, og
hansara forbókstavir eru eisini
prentaðir í bókina. Hvaðani abbi
mín hevur fingið bókina, havi eg
ikki hóming av.
O.F Joensen, ella Óli í Skúla,
sum hann eisini varð róptur, sat á
tingi fyri Sambandsflokkin í eini
30 ár. Hann var reiðari, átti
handil, var riddari av Dannebrog,
so tað var ikki bert ein og hvør,
ið átti bókina undan Ólavi.
Bókin Historie om det evige
liv fortelur tær, hvussu tú skalt
liva fyri at sleppa í himmalin. Og
um tú vilt vita nakað um bókina
verður tú noyddur at lesa í henni.
Gomul andaktsbók
Historie om det evige liv er
skrivað av einum týskara, og hon
er útgivin í Danmark í 1640.
Henda bók er ein gomul andakts-
bók, og tað eru fleiri bøkur av
slíkum slagi í Føroyum, og
Ólavur sigur, at hon er ikki nógv
verd, men heilt avgjørt stuttlig at
eiga.
Niels Pauli Danielsen, prestur,
veit at siga frá, at slíkar bøkur
vórðu brúktar at lesa úr heima
við hús.
– Fyrr í tíðini vóru fólk nógv
heima, á bóndagarði ella líkn-
andi, og tá savnaðust tey til
lestur í húsinum einaferð um
dagin saman við húskallum og
arbeiðskonum, og tá lósu tey úr
andaktsbók, greiðir Niels Pauli
Danielsen frá.
– Luther hevði eina bók, sum
hann kallaði Husandagter, og er
hon skrivað júst til hetta brúkið.
Hetta er ein gamal katólskur
siður, sum hevur sitið fastur í
føroyingum í nógv ár. Eg veit
framvegis um fólk, sum lesa
lestur heima ístaðin fyri at fara í
kirkju.
Niels Pauli sigur, at søgurnar
siga, hvussu fastur kristindóm-
urin er grógvin í fólk, og hetta er
ein leivd frá gamlari tíð.
Andaktsbøkurnar eru nógvar,
men sjálvur hevur hann ikki
hoyrt um júst hesa hjá Ólavi.
Nr. 53 • leygardagur • 16. mars 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Barnabókaútgáva
hevur rættiliga vind
í seglunum í løtuni
Lesið síðu 3
Ein leivd úr gamlari tíð:
362 ára gomul bók
Ólavur Klakk í Klaksvík eigur eina
362 ára gamla andaktsbók. Hann
hevur fingið hana frá abba sínum,
men hvaðani hon upprunaliga
kemur frá, veit hann ikki at siga
Mynd: Álvur Haraldsen
Ólavur Klakk í Klaksvík hevur eina heldur sjáldsama bók á bókahillini. Bókin
er nevniliga frá 1640, og eitur Historie om det evige liv. Ólavur veit sjálvur
ikki, hvaðani bókin kemur, men sjálvur hevur hann fingið hana frá abba
sínum, O.F Joensen, ella Óla í Skúla, sum hann eisini varð kallaður
25