leygardagur 16. mars 2002síða 14
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Sosialurin Nr. 53 - 16. mars 2002
Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720,
teldupostur: turid@sosialurin.fo
Blaðstjórn: Turið Kjølbro
EG MEINI TAÐ
Tað eru óhugnalig tøl, sum í
løtuni eru at síggja í fjølmiðl-
unum, sum viðvíkja børnum
og ungum fólki. Fyri 20 árum
síðan vóru tað í vesturheimin-
um umleið 8 til 10 prosent av
børnunum, sum høvdu so-
kallaðar socio-emotionellar
trupulleikar í størri ella minni
mun. Í dag liggur hetta tal á
umleið 20-25 prosentum!
Fleiri og fleiri børn og ung
verða send til serundirvísing
og til viðgerð hjá psykologum
og psykiatarum.
WHO og Barnagrunnurin
hjá ST hava gjørt eina frá-
greiðing, har tey vísa á, at
hvørt ár doyggja 1,5 milliónir
ung av misbrúki, avleiðingum
av barnsburði, sjálvmorði og
skaðum av vanlukkum ella
harðskapi. Tað er eisini mill-
um tey ungu, at 50 prosent av
nýggjum HIV-smittaðum
finnast. Talið av børnum og
ungum við depressiónum, og
av børnum og ungum, sum
gera enda á sær sjálvum, er
eisini nógv vaksið seinastu 20
árini. Depressión er nú fjórða
størsta sjúkuorsøk millum
ung, og fær væntandi annað
plássið longu áðrenn ár 2002
er av. Psykologar og psyki-
atarar siga seg drukna í áheit-
anum um hjálp og í arbeiðs-
uppgávum, sum teir ongan
livandi tjans hava til at full-
føra. Í Danmark er bíðitíðin
til at sleppa framat hja einum
barnapsykiatara hálvtannað
ár!
Ofta verður orsøkin til hesi
ótespiligu tøl førd aftur til tað
trýstið serliga nógvar barna-
familjur liva undir í mun til
vantandi tíð og vaksandi krøv
um materiellar ágoðar. For-
eldrini arbeiða so nógv fyri at
fáa ráð til alt, sum ein vanlig
familja í dag sigst at tørva, at
tey hava ikki tíð at taka sær
av børnunum, og teir sperdu
stovnarnir — barnagarðar,
skúlar, frítíðarheim — hava
heldur ikki umstøður og ráð
til at geva børnunum tað, sum
teimum tørvar allarmest - tíð
til nærveru og umsorgan.
Hetta hevur við sær, at fleiri
og fleiri børn útvikla strongd,
angist, órógv og trupulleikar
við at eta. Ein kann bara gita
sær til árinið, hetta hevur á
heilsuna hjá børnunum
framyvir, tá tey gerast vaksin.
Frágreiðingin hjá WHO og
ST-barnagrunninum vísir á, at
trupulleikarnir hanga saman
við teim sera stóru og skjótu
broytingunum, sum fara fram
samfelagsliga, sosialt, tøkni-
frøðiligt og mentanarliga í
hesi tíðini. Hetta samanhildið
við alla ta tíðina børnini eru
latin til sín sjálvs saman við
sjónvørpum við satellitt-
móttakarum og við teldum
við atgongd til alnótina, sum
aftur í sær sjálvum gevur
atgongd til hvat sum helst,
sum ofta ikki er ætlað eygun-
um á børnum. Ongantíð áður
í søguni hava børn og ung
havt so lætta atgongd til
pornografiskt tilfar. Og kann-
ingar vísa, at tey ungu sjálvi,
sum jú hava eitt náttúrligt
forvitni, leita sær hetta til-
farið fram, og at nógv av
teimum eisini lata seg ávirka
av tí og spæla sær við tankan
um at føra tað út í lívið, sum
tey síggja og uppliva í sjón-
varpinum og á alnótini. So-
leiðis er tað eitt kent fyrbrigdi
her niðri í Danmark og í
øðrum evropeiskum londum,
at fleiri og fleiri ung fáa eitt
avskeplað forhold til náttúr-
ligan seksualitet, t.d. eru tað
tíverri fleiri og fleiri ung, sum
neyðtaka onnur ung — og
ofta í størri bólkum, har
summir av brotsmonnunum
eru heilt niður í 12 ára aldur!
Hetta er altsamalt serstak-
liga óhugnaligt, og spurning-
urin er, hvat vit skulu gera
við tað. Hvussu kunnu vit
venda hesi skeivu gongd? Vit
kunnu jú ikki bara leypa av
tokinum í ferðini ella steðga
menningini við tøknini - t.d.
sløkkja øll sjónvørp og kopla
alnótina frá...! Tøknifrøðiliga
menningin gongur sína gongd
uttan náði. Til ber heldur ikki
at siga, at nú skulu konufólk-
ini aftur til kjøtgrýturnar
harheima at ansa børnunum,
so tey eru undir betri eftirliti
— í fyrsta lagi tí tær allar-
flestu kvinnurnar als ongan
hug hava til at venda aftur til
fortíðarinnar lágstatus og til
at seta seg sjálvar uttanfyri
ávirkan, har samfelagsligar
avgerðir verða tiknar. Í øðrum
lagi tí tær allarflestu barna-
familjurnar kunnu ikki klára
seg uttan tvær inntøkur.
Nei, einki av kynunum
eigur at standa við sviðusoð
orsakað av hesum. Bæði kyn
mugu býta ábyrgdina og upp-
gávuna millum sín. Tí tað er
eingin ivi um, at vit verða
noydd til at taka okkum betur
av okkara børnum og ungu í
framtíðini, skulu vit venda
gongdini. Her má politiskur
vilji og visiónir til, har um-
hugsað verður, hvussu vit
kunnu innrætta samfelagið
soleiðis, at pláss verður fyri
at geva ta tíð og ta umsorgan
børnunum og teim ungu
tørvar, so vit lofta teimum,
áðrenn tey verða fangað av
skeivu gongdini. Og tað gera
vit ikki við at stinga høvdið
niður í sandin sum strutsurin
og lata sum um hesi fyri-
brigdini ikki eru til, men við
at tosa opið um, hvørjir
trupulleikar kunnu standast
av menningini. Vit mugu
geva okkum tíð til at vísa
børnunum, hvar mørkini
ganga etiskt og moralskt —
og soleiðis vísa teimum, at vit
taka okkum av teimum og
teirra trupulleikum! At tey
ikki standa einsamøll við
øllum.
Eingin tíð til børnini
og tey ungu
Elin Heinesen skrivar:
GAMLAR HAVNARMYNDIR
Lagt til rættis:
Birgar Johannessen
Hildið verður, at hendan
myndin er tikin í 1953 ella
har á leið. Hon er tikin
oman eftir Varðagøtu.
Vinstrumegin síggjast m.
a. húsini, har Gunnar
Stockholm hevði handil.
Høgrumegin sæst KFUM
o. s. fr. Høgrumegin sæst
eisini oman í Villumsgøtu
og húsini har um leiðir.
Niðast sæst portrið, sum
gekk frá Varðagøtu og inn
til katolikkaprestin.
Myndaeigari: Kári Arge
Varðagøta 1953
Tórshavnar Skipasmiðja um krígstíð
Hendan myndin er helst
tikin í tíðarskeiðnum 1940-
45.
Á Vestaruvág sæst ein
slupp, sum hevur málað
føroyska flaggið á síðuna
og navnið FØROYAR er
eisini málað á síðuna.
Hetta varð gjørt undir
seinna heimsbardaga, og tí
verður hildið, at myndin er
tikin um hetta mundið.
Myndaeigari: Kári Arge
Sosialurin Nr. 53 - 16. mars 2002
3
MENTAN
Turið Kjølbro
Leiðarin á Bókadeild Føroya
Lærarafelags kann ikki annað
enn fegnast, nú hann situr yvir
tølunum fyri árið í fjør. Allar
bøkurnar, forlagið gav út í fjør,
seldu væl, bæði barnabøkurnar,
sum eru ætlaðar bókaklubbanum
og hinar útgávurnar. Ein seldi so
mikið væl, at sløk hálv mió.
krónur var eftir til forlagið, tá ið
avtornaði.
- Bókaklubbin hevur viðgongd,
talið á limum veksur støðugt, og
bøkurnar, sum koma í bóka-
klubban, verða eisini væl seldar í
handlunum. Tí verða nógvar av
samprentsbókunum útseldar. Vit
kunnu tí ikki siga annað enn, at
stórur áhugi er fyri føroyskum
barnabókum.
- Tað kann væl hugsast, at
góða búskaparliga støðan í
landinum er ein orsøk, men eg
rokni eisini við, at ein orsøk er,
at fleiri foreldur keypa børnum
sínum bøkur og at bøkurnar, vit
geva út, eru góðar bøkur, sigur
Niels Jákup Thomsen.
Bíligar
Talið á bókum, Bókadeildin
gevur út, liggur um 40 um árið,
har 30 eru smábarnabøkur,
barnabøkur og ungdómsbøkur,
sum koma í bókalubban. Hinar
eru aðrar útgávur, í fjør eitt nú
ein fløga og ein kókibók. Bóka-
deildin fær á hvørjum ári umleið
1 mió. krónur úr landskassanum
til sítt virksemi og umsetningurin
hesi nógvu seinastu árini hevur
ligið um 4,3 mió. krónur.
Longu sum pinkubarn kanst tú
gerast limur í bókaklubbanum,
og støðugt fleiri foreldur velja at
tekna børn síni sum lim áðrenn
tey gerast ársgomul.
- Í fleiri ár hevur gongdin
verið tann, at tá ið børnini gerast
9-12 ára gomul, falla tey frá. Tá
eru so nógv onnur tilboð, men
fleiri foreldur halda fram at
keypa bøkurnar við vón um, at
børnini lesa bøkurnar, tá ið tey
byrja at lesa sjálv. Nøkur melda
seg úr eina tíð, kanska tí, at tey
halda, at tey eiga nóg mikið av
bókum, men tá ið so onkur serlig
bók kemur út, melda tey seg
uppíaftur.
Bøkurnar, sum ikki koma í
bókaklubban, kunnu bóka-
klubbalimir keypa fyri bóka-
klubbaprís, sum er væl bíligari
enn bókin annars kostar. Bøkur-
nar, Bókadeildin gevur út, eru
ikki dýrar og tað er tilvitað frá
forlagnum.
- Vit mugu ansa eftir, at bókin
ikki verður so dýr, at fólk aftra
seg at keypa hana, og verður hon
ikki keypt, er einki vunnið. Tí
halda vit prísin á einum rími-
ligum støði. Myndabøkur, sum
vit selja fyri umleið 90 kr., kosta
væl meiri í til dømis Danmark,
sigur Niels Jákup Thomsen.
Gott úrval
Fleiri bøkur, sum forlagið gav út
í fjør, skaraðu framúr, hvat sølu
viðvíkir. Bøkurnar um Harry
Potter, har tann fyrsta er nærum
uppseld, kókibókin og Dagbókin
hjá Onnur Frank.
- Góður matur úr sjónum varð
prentað í 5000 eintøkum, men
varð útseld eftir stuttari tíð.
Síðani er bókin prentað aftur.
Tað er ógvuliga dýrt og orku-
krevjandi at geva eina slíka bók
út, men tað loysir seg, tí vit hava
fingið góðar 400.000 krónur
burturúr, sigur Niels Jákup
Thomsen.
Eisini Dagbókin hjá Onnu
Frank, ein týðing eftir Fridu S.
Johannessen, varð útseld.
- Bókin kom ikki út fyrr enn
18. des., men varð longu útseld
tveir dagar seinni. Tað er fyrstu
ferð, at vit uppliva, at ein slík
bók selur so væl. Orsøkin er
ivaleyst, at bókin er ógvuliga
kend, nógv hava lisið hana á
donskum, men ein onnur orsøk
er eisini, at upp undir jól í fjør
vóru ikki so nógvar føroyskar
bøkur at velja ímillum.
Fyri framman
Týsdagin í næstu viku koma ikki
færri enn tríggjar upprunafør-
oyskar bøkur í senn. Talan er um
Í Geyma eftir Dánial Hoydal,
Geislasteinar eftir Sólrun
Michelsen og Margreta og
mjólkin eftir Siggu Vang.
Geislasteinar er framhald av
bókini Hin útvaldi. Ein ógvuliga
spennandi og væl skrivað
fantasysøga, sum Edvard Fuglø
hevur myndprýtt. Í Geyma er ein
rættiliga nógv øðrvísi barnabók,
sum Hanni Bjartalíð hevur
myndprýtt. Søgugongdin fer
fram í hundanstíðini og
høvuðspersónar eru nøvn, vit
vanliga brúka sum tiltak, eitt nú
Kúllur, Gellan, Roksimalena. Øll
bókin spælir upp á orð og er
skrivað í talumáli. Margreta og
mjólkin er søgan um hvaðani
mjólkin stavar. Bókin er ætlað
teim smáu og er rættiliga ítøki-
lig. Bárður Oskarsson hevur
myndprýtt. Í sambandi við hesar
útgávurnar, verða myndir úr
bókunum sýndar fram í Smiðjuni
í Lítluvík týs- og mikudagin.
Bókadeildin hevur nøkur
upprunaføroysk handrit liggj-
andi, sum væntandi verða givin
út.
- Talið á upprunaføroyskum
barnabókum liggur um fimm um
árið. Flestu bøkurnar eru
fantasybøkur. Nógvar spennandi
bøkur eru komnar seinnu árini,
men saknur er á barnabókum,
sum lýsa Føroyar í dag, sigur
Niels Jákup Thomsen.
Av øðrum útgávum, sum ikki
eru barna- og ungdómsbøkur,
kunnu vit nevna Veðrið í
Føroyum í stórt hundrað ár eftir
Petur Skeel Jacobsen, ið kemur í
heyst. Teknisøga um Føroyinga-
søgu kemur væntandi út í
summar. Mark Jiminez, sum er
hálvur føroyingur og hevur búð í
Føroyum, teknar. Danial Hoydal
hevur tekstin til teknisøguna um
hendi.
- Nevndin fyri forlagið hevur
samtykt, at vit skulu geva fleiri
lættlisnar bøkur úr. Vit kundu
eisini hugsað okkum at givið
fleiri uppruna føroyskar mynda-
bøkur í litum út. Tær eru dýrar at
gera, men sum støðan er í løtuni
fer tað at bera til.
Trygd
Stuðulin til Bókadeild Føroya
Lærarafelags úr landskassanum
tryggjar, at útgávuvirksemið er
regluligt. Og ikki minst ein
rættiliga stóran mentunarligan
vinning.
- Stuðulin ger, at Bókadeildin
kann virka sum eitt forlag, at
fólk kunnu vera í starvi og at vit
kunnu løna og samsýna fólki,
sum arbeiða fyri forlagið, sum
skriva, tekna og so framvegis.
Fekk forlagið ikki stuðulin,
vórðu útgávurnar tilvildarligar
og óregluligar. Í dag setur eingin
spurnartekin við, um vit skulu
ella eiga at geva barnabøkur úr á
føroyskum, men fyri bara fimtan
árum síðani vóru rættiliga fáar
barnabøkur á føroyskum. Eg
haldi ikki, at Bókadeildin kann
samanberast við hini forløgini.
Eingin annar gevur barnabøkur
út og lítlir pengar eru í útgáv-
unum.
- Hinvegin kundu forløgini,
sum eru serliga virkin, fingið ein
stuðul á hvørjum ári, sum
tryggjar, at fleiri bøkur koma út.
Ein onnur loysn kundi verið, at
ein serlig játtan er til útgávur,
har forløgini kunnu søkja pengar.
Tað er umráðandi, at pengar eru
til at samsýna teimum, sum eiga
ein lut í útgávunum, ikki minst
teimum, sum skriva.
Niels Jákup Thomsen hevur
vónir um, at betri virkiskor til
høvundar og onnur listafólk, sum
mentunarálitið leggur upp til,
eisini fara at gagna barnabóka-
útgávu.
- Fáa høvundar og listafólk
umstøður at arbeiða, ivist eg ikki
í, at nógvar og góðar barnabøkur
verða skrivaðar. Onnur lond
leggja stóran dent á at týða teirra
barnabøkur til onnur mál. Hetta
verður eisini ein møguleiki hjá
okkum sambært mentunarálit-
inum, sigur Niels Jákup Thom-
sen at enda í viðtali.
Bókadeildin
metsølu
Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur rættiliga vind í seglunum
í løtuni.
- Allar bøkurnar seldu væl í fjør, einstakar útgávur seldu framúr
væl, og limatalið í bókaklubbunum er eisini økt, sigur Niels Jákup
Thomsen, leiðari á Bókadeild Føroya Lærarafelags
– Fáa høvundar og listafólk umstøður at arbeiða, ivist eg ikki í, at nógvar og
góðar barnabøkur verða skrivaðar, sigur Niels Jákup Thomsen
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
27
26