Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-16, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. mars 2002síða 15

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Sosialurin Nr. 53 - 16. mars 2002 MENTAN Signar í Homrum Líka síðani eg sá Mikael Wiehe framføra ”Basin Street Blues”, havi eg hugsað mær at hitt mannin. Hann er líka hugtakandi sum hann er lítillátin. Og eftir at hava sett meg í samband við umboðsfelagið hjá honum, fingu vit í lag eina tíð, har vit kundu hittast. Og ein kaldan mikudag setti eg so kós móti Malmö úr Göteborg. Tað er eitt fitt petti at koyra, okkurt um 300 kilometrar, so eg hevði góða tíð at hugsa í bilinum á veg suðureftir vestur- strond Svøríkis. Eg havi sjálv- andi hoyrt nógv um Mikael Wiehe, bæði áðrenn og aftaná eg flutti til Svøríki, og geri mær tí nakrar tankar um, hvat man sigur, tá man tekur í hondina á eini ”stjørnu”. Sigur man: ”Góðan dag, harra Wiehe” ella ”Tjena, Micke. Läget?” Ná, eg hugsi sum so, at tað man fara at koma av sær sjálvum, tá eg hitti hann. Tá eg nærkist Malmö, gongur tað upp fyri mær, at tey ið gera vegakort, als ikki hava sama hugsunarhátt sum eg. Tað sum sær so ótrúliga einfalt út á kortinum, sær ikki líka einfalt út, tá eg skal velja millum ymsar banar og vegamót á veg inn í Malmö. Ikki frítt, at eg banni innantanna, tá eg fyri triðju ferð koyri gjøgnum ta rundkoyring- ina, sum skuldi leitt meg út á Stadiongatan. Men líka mikið hvar eg hyggi, so síggi eg ikki nakað skelti, har tað stendur Stadiongatan á. Eg hevði, áðrenn eg fór úr Göteborg, lagt mær ein tíma upp fyri til at leita, men klokkan gongur skjótt, meðan eg koyri tvørtur um og ígjøgnum býin, og leiti eftir onkrum, sum eisini stendur á kortinum. Men so finni eg onkusvegna fram til ítróttarøkið, og tá er lættari at vita, hvar eg skal koyra. Og langt um leingi, snari eg so inn á Råd- mansgatan. So er bara at finna nummar 23C, og seta bilin frá mær. Tá eg so gangi móti íbúðar- húsunum, har vit skulu hittast, síggi eg, at Mikael Wiehe stendur í inngongdini og veittrar. Hann letur hurðina upp fyri mær, og bjóðar mær vælkomin. Eg føli meg ikki noyddan at siga, hvørki harra Wiehe ella Micke, sam- røðan byrjar mest av sær sjálvari. - Eg hugsaði, at tað mundi vera tú, ið koyrdi framvið, sigur Wiehe. - Tú sást mær rættiliga leitandi út. Men eg vóni, at ferðin hevur gingið væl? - Jú takk, sigi eg, tað gekk bara væl at finna. Hugsi við mær sjálvum, at tað er ongin gongd leið at siga Mikael Wiehe, hvat Mikael Wiehe – yrkjari, tónleikari, hetja - Tað er sera umráðandi, at tú tekur tónleikin í álvara. Tekur tú stigið frá at vera frítíðartónleikari, til at tað verður títt arbeiði, skalt tú eisini vera til arbeiðis hvønn dag, sigur Mikael Wiehe. Tónleikaliga er Mikael Wiehe sterkari enn nakantíð. Wiehe er kanska tann sjónligi umboðsmaðurin fyri ættarliðið, ið setti síni merki á sjeytiárini. Tá alt skuldi broytast, og alt verða betri. Signar í Homrum hevur hitt Mikael Wiehe í Malmö Myndin er tikin á konsert í Norðurlandahúsinum í 2000 Mynd: Jens K. Vang Sosialurin Nr. 53 - 16. mars 2002 5 eg veruliga haldi um vegamerk- ingina í heimbýi hansara. So vit fara upp gjøgnum trappurnar, og koma inn í eina íbúð, sum hann hevur sum arbeiðspláss. Tað er nevniliga so, at í sama bygningi hevur Miakel Wiehe tvær íbúðir. Eina sum bústað, og eina sum eitt arbeiðspláss. Og har er hann hvønn gerandisdag, um hann ikki er á konsertferð. - Tað er sera umráðandi, at tú tekur tónleikin í álvara. Tekur tú stigið frá at vera frítíðartónleik- ari, til at tað verður títt arbeiði, skalt tú eisini vera til arbeiðis hvønn dag. So eg siti her frá klokkan átta um morgunin, til fýra — fimm seinnapartin. Tað krevur disciplin í byrjanini, men man venur seg, sigur Wiehe og vit sessast í sofuni í arbeiðsrúm- inum. Har er nógv útgerð, og tað sæst, at her verður nógv arbeitt. Umframt eitt flygel, hevur hann 6 ymisk ljómborð, og einir 7 gittarar hanga á vegginum. Plátu- spælari, fløguspælari, bandspæl- ari standa á eini hill, og við síðuna av einum 12-kanals miksipulti stendur ein gamal Tandberg spolbandupptakari. - Tá eg siti her og arbeiði, verður hvør nóti festur á band. Eg goymi alt sum eg geri, og tað hevur mær mangan verið hent, tá eg skrivi tónleik til ávísar verk- ætlanir. Eg kann nevna sum dømi, at tá eg arbeiddi saman við Malmö Musikteater í 1999, við at seta upp leik yvir bókina hjá Mary Andersson, ”Dåliga Mäns- kor”, skrivaði eg umleið 80 løg til leikin. Hetta var alt, alt ov nógv, men við at taka støði úr bókini, og taka fram gamlar upptøkur, so gekk tað bara so einastandandi væl at arbeiða, at eg mestsum fekk ikki afturhald. Tá so leikurin bleiv settur upp endaliga, nýttu vit átjan løg, harav tvey sum eg skrivaði fyri nógvum árum síðani. Lagið ”Up in Michigan”, sum var annað av teimum gomlu løgunum, var faktiskt tað fyrsta lagið eg nakrantíð skrivaði”. Rætt og skeivt Eg havi fyrireikað meg við at lesa greinar um Wiehe, og havi skrivað mær spurningar niður áðrenn vit hittust, men eg leggi hetta til viks, tí eg kenni at eg fái meira burturúr við at lata Wiehe siga frá um lív sítt. Eitt sum hugtekur meg, er hansara inni- liga arbeiði fyri demokrati og rættvísi, og eg spyrji hann hvussu hetta byrjaði?. - Faðir mín, sum var dani, var við í mótstøðurørsluni undir krígnum, og var ikki bangin fyri at siga. hvat hann hugsaði, og hann stóð veruliga fyri tí hann segði. Eisini fór hann til Finn- lands at berjast móti russum. Og abbi mín var við í missións- rørsluni, umframt at hann seinni bleiv stjóri í Skånska Cement, tað sum seinni bleiv Skanska. Og frá hesum báðum haldi eg at eg bleiv, uttan at geva mær so nógv far um tað, varugur við, hvat er rætt og skeivt. Tað er sum um, at liggja tveir og berjast, so heldur man við tí veikara. Um man heldur við tí sterka, so verður tað skeivt onkursvegna. Men tað var ikki fyrr enn í ’68, at hetta rættiliga kom fram. Og tað var gjøgnum tónleikin, at eg veruliga byrjaði at geva hesum ans. - Tá eg var smádrongur, búðu vit beint uttan fyri Keypmanna- havn, men foreldur míni fóru frá hvørjum øðrum, og eg og beiggi mín fóru við mammu til Malmö. Men ein leygardag um mánaðin sluppu vit til pápa at vitja og hann sat hvønn morgun, og lurtaði eftir Louis Armstrong, Dave Brubeck, Bach, Telemann, Bill Haley og Big Bill Broonzy. So at siga øllum tónleiki lurtaði hann eftir, og har haldi eg, at eg fekk hug fyri tónleiki. Og tá eg so var tíggju ár, fekk eg ein gittar og byrjaði at spæla. Men tá eg var sekstan ár fann eg eina altsaxofon uppi á loftinum hjá mammubeiggja mínum, og júst um hesa tíðina gjørdist jazzurin rættiliga vældámdur, og eg legði gittaran frá mær, og spældi saxofon ístaðin fyri. Og vit vóru nakrir sum gjørdu ein bólk, Bluncks Lucky Seven, har beiggi mín eisini var við. Hann spældi banjo, og vit spældu nógv í Malmö, umframt at vit spældu á Konserthuset í Stockholm og Odd Fellow Paladset í Keyp- mannahavn. Ein felagskapur vit spældu nógv fyri í Malmö, var KS. Tað var eitt stað, sum nevndist KS College, men tað, eg ikki visti, var, at KS stóð fyri Konservativ Skolungdom, ein undirdeild til MUF (Moderata Ungdomsförbundet)... - Tað sum eg eri mest glaður fyri við at hava spælt jazz, er, at eg lærdi tónleik sum ein hond- verk. Tónleikurin var meira enn bara undirhald. Eg haldi, at eg kann siga, at eg fekk eitt for- stáilsi fyri tónleiki, sum eg havi havt sera nógva gleði av seinni. Men í 1967 hevði Beatles broytt heimin, og tað var ikki nógv at gera hjá einum jazzbólki. So eg fór aftur at spæla gittar, og saman við beiggja mínum og einum øðrum vinmanni fóru vit til Paris, og spældu á gøtuhorn- um, mest Beatles. Men eg var meira ein Bob Dylan, so eg litaði hárið svart, fekk svartar sólbrill- ur, og hevði altíð ein munn- harpuhaldara um hálsin. Sjálvt tá eg svav... - Vit høvdu bólkin Moccers í eini tvey ár, men so gjørdust eg og bróðurin ósamdir um, um vit skuldu hava harmoniku við ella ikki, og vit upploystu bólkin!. Tá fór eg til Lund at lesa sociologi og bókmentir. Har kom eg í samband við bólkin Spridda Skurar, sum lagskrivari og tað var í tí bólkinum eg kom í samband við Björn Afzelius og Peter Clemmedson. Bólkurin upploystist nokk so skjótt, og eg, Björn, Peter og aðrir stovnaðu bólkin, sum kom at verða Hoola Bandoola Band. Hetta var síðst í sekstiárunum, og bylgjan við Beatles avmyndum fánaði burtur og tað gjørdist møguligt at syngja á svenskum. Navnið Hoola Bandoola Band var skemt at byrja við. Vit funnu uppá tápulig nøvn, bara fyri at arga útvarpsvertir, at fáa teir at siga hesi nøvn. Men tað var Eddie Bruhner, sum í eini sjónvarps- sending avdúkaði okkum, at navnið Hoola Bandoola Band var úr jólasendingini hjá Disney. Og so bleiv navnið hangandi. - Sjeytiárini blivu merkt av tí sum kallaðist progg-tónleikurin. Tað vóru øll vit vinstrahallu, sum settu okkum fyri at broyta heim- in. Vit spældu okkara tónleik, á okkara máli. Tað hevði verið soleiðis, at tað gjørdist gjørligt at syngja á svenskum, men tað skuldi verða ríkissvenskt. Stock- holmsmál við øðrum orðum. Men hetta løgdu vit líka í, vit gjørdu sum vit vildu. Og í Vaxholm byrjaðu plátufeløg sum MNW at geva út undirgrunds- tónleikin, og proggrørslan var veruleiki. Várið 1971 var Hoola Bandoola Band við í eini sjónvarpssending sum kallaðist Midnight Hour, og ein sum sá hesa sendingina var Stikkan Andersson í Polar Music. Hann bjóðaði mær beinanvegin upp til Stockholm at skriva sáttmála við Polar. Eg fór upp til Stockholm, og hitti Björn Ulväus og Agnetu Fältskog, sum vóru eitt slag av umboðsfólki fyri Stikkan. Eg spældi nøkur løg fyri teimum, og teimum dámdi tað tey hoyrdu. Eg gekk síðani nakrar dagar runt í Stockholm og bíðaði eftir svari frá Stikkan, men einki svar kom, og eg fór niður aftur til Malmö. Samstundis setti Roger Wallis seg í samband við okkum, um at koma til MNW. Eg fór so í ein plátuhandil at lurta eftir plátum frá teimum báðum feløgunum. Tónleikurin frá Polar var fyri tað mesta standard dansbandstón- leikur, meðan tónleikurin frá MNW var meira rockkendur. Meira ”eg geri sum eg vil” tónleikur. Og so gjørdu vit av at fara í studio fyri MNW. Men áðrenn gjørdi eg tað, at eg flutti pengarnar eg hevði fingið frá Stikkan Andersson fyri tok- ferðaseðilin aftur til hansara. Og júst tá vit vóru byrjaðir at taka upp fyri MNW, ringdi Stikkan til mín. Hann var dansandi óður, og lovaði at leggja yrkisleið mína í sand og øsku. Og pengarnar fyri ferðaseðilin vildi hann hava aftur... - Tað var um hesa tíðina, at okkara politiska samvitska vaknaði til lívs. Vit vóru eitt ættarlið, sum vaknaði. Vit byrjaðu at seta spurnartekin við tað sum var. Og samstundis sum svenski høgravongurin vísti fram Yngve Holmberg, ein svensk John F. Kennedy avmynd, sum um teir vildu hava sína egnu Svínavík, fóru vit longur út til vinstru. Vit byrjaðu at síggja, at alt ikki var gott. Vit sóu hvussu Apartheid í Suðurafrika kúgaði tey svørtu, hvussu Portugal stríddist fyri at ikki missa sína hjálond, hvussu Sovjet fór við sínum fólki, og mest av øllum, hvussu heimsins ríkasta land, USA við sínari makt royndi at bumba Vietnam aftur í miðøld- ina. Og vit góvust at drekka Coca-Cola, og góvust at keypa amerikanskan tónleik. Og vit hoyrdu um, hvussu ungdómar í USA noktaðu at fara til Vietnam, lótu hárið vaksa langt, lurtaðu eftir tónleiki, man ikki hevði vitað um fyrr, og byrjaðu at nýta rúsevni. Samstundis sum hernað- arjuntair tóku valdið ymsa staðni í heiminum. Og vit gjørdust meira varug við, gjøgnum sjónvarpið sum gjørdist meira útbreitt, at nógv í heiminum var av tí ónda, og ikki alt var so gott sum foreldur okkara høvdu sagt. Øll sjeytiárini komu at merkjast nógv av tí rørsluni sum tók seg upp. Men mest av øllum eri eg glaður fyri, at verða ein partur av einum ættarliði, sum sá at heim- urin var óndur, og gjørdi av at broyta hann. - Og tað var tá, at Hoola Bandoola Band veruliga fór til verka. Men vit vóru so langt frá einum sjeytitals øll-saman-um- alt bólki sum man kundi koma. Eg skrivaði sjálvur allan tón- leikin, og legði alt til rættis. Og tá vit komu í studio, drukku vit liturvís av øli, meðan vit tóku upp. Hetta hevði verið fullkomi- liga óhugsandi nú, men tað var í lagi tá. Burtur úr øllum hesum kom plátan Garanterad Individu- ell. Ongin sum bíðaði eftir plátuni, fekk rættiliga tað tey vildu hava. Ongin greiður politiskur boðskapur trein fram, og sjálvur haldi eg at plátan var illa innspæld. Men plátan fekk góðan kritikk, hóast at nógv høvdu eitt tógvið stríð at seta plátuna í ávísan bás. Men tá eg lurti eftir plátuni, er tað sum eg hoyri mest, hvussu vit royna at syngja á ríkissvenskum. Hesum høvdu vit ikki heilt sleppt enn, og tað tók eina plátu afturat, áðrenn vit so at siga sungu við egnum tungum. Men eitt annað sum eisini hendi við Garanterad Individuell, var at vit gjørdust eitt sindur útifrystir frá øðrum vinstrahallum bólkum. Fyrst var tað tað, at Stikkan Andersson vildi hava okkum. Bara tað var ein synd í sjálvum sær. Og hóast ljóðið á plátuni, so spældu vit væl. Vit vóru góðir tónleikarar. Og hetta var kanska eitt sindur for ”gott” til nógv fólk á vinstru síðuni. - Í 1972 góvu vit út Vem kan man lita på?. Hendan plátan fekk betri kritikk enn fyrra plátan, og vit slógu ígjøgnum vit hesari plátuni. Har vóru millum annað løgini Keops Pyramid og Her- kules. Plátan seldi nógv, og Hoola Bandoola Band gjørdist ein sera væl dámdur bólkur. Vit Framhald á síðu 6 - Sjeytiárini blivu merkt av tí sum kallaðist progg-tónleikurin. Tað vóru øll vit vinstrahallu, sum settu okkum fyri at broyta heimin Mynd: Jens K. Vang C M Y K 29 28