Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-16, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. mars 2002síða 16

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Sosialurin Nr. 53 - 16. mars 2002 spældu sera nógv bæði í útvarpi, sjónvarpi og konsertir. Men eisini í fongslum, til vælgerandi endamál og til mótmælisfundir. Og øll vinstrasíðan fekk viðvind við okkum. Vit hoyrdust meira, og vit kundu gera meira. Og tað kundi ikki sleppast undan, at vit blivu kravdir eftir týðiligari boðskapi. Og plátan På Väg, sum kom út í 1973, var eisini merkt av hesum krøvum, og at vit royndu at finna okkum sjálvar. Á På Väg syngi eg bara við á ein- um lagi, Jakten på Dalai Lama. Sjálvt um eg skrivaði og legði alt tilrættis. Og vit byrjaðu at merkja trýstið á okkum. Fólk vildu hava svar. Og vit koyrdu alternativ verk, so sum Sture Starring Story saman við Tidningsteatern. - So var tað vit gjørdu Fri Information. Her var alt meira erligt. Vit sleptu øllum vit fyrr høvdu hildið aftur. Plátan var kanska tann mest erliga hjá Hoola Bandoola Band. Og tann mest politiska. Og fyri fyrstu ferð, skrivaði eg ikki alla plát- una. Av níggju løgum, skrivaði Björn Afzelius fýra. Hoola Bandoola Band fór ígjøgnum eina demokratiseringstíð. Tað var ikki longur bara eg, sum skuldi skriva, men allir skuldu gera sítt. Og tað, sum kanska var eitt sindur syrgiligt, var, at meðan eg tók eitt stig aftur, var tað bert Björn sum tók stigið fram. Men soleiðis var tað í sjeytiárunum. Vit sum vóru ung í sjeytiárunum, kunnu leggjast undir nógv. Vit vóru romantiskt uppreistrar- sinnað, vit høvdu fríar tankar um sex og rúsevni, og vit lurtaðu ikki eftir nøkrum. Vit vóru vit, og vit gjørdu tað vit vildu. Og vit trúðu veruliga, at vit skuldu broyta heimin. Til dømis er lagið Victor Jara við á Fri Information. Victor Jara var ein ungur yrkjari, sum bleiv myrdur í alduni av hernaðarkvettinum í Chile, tá Allende eisini bleiv myrdur. Pengarnir frá hesum lagnum fóru óskerdir til Chile-nevndina. Hóast hetta var okkara mest politiska pláta, fingu vit sera nógvan kritikk frá vinstru síðuni. Og tað løgna er, at nú vóru vit ov bersøgnir. Vit vóru farnir yvirum markið. Men eg havi altíð hildið fast við at tað eri eg, og eingin annar sum ger av hvat eg skrivi. Og tá fólk merkja, at tey ikki kunnu stýra tær, blíva tey oftast bangin. Og tá er man kanska ikki so ynsktur, sum tá man ger sum onnur siga. Og tá vit kendu, at vit næstan vóru blivnir eitt amboð hjá ávísum bólkum innan vinstravongin, gjørdu vit av at fara hvør til sítt. Björn gav út meira rockkendar plátur fyri Nacksving í Göteborg, meðan eg stovnaði Kabaréorkestern. - Kabaréorkestern gav út sína fyrstu plátu í 1978, nevnd Sjö- mansvisor. Og her er millum annað lagið Titanic – andraklass- passagerarens sista sång. Hann er veruliga um endan av sjeytiárunum. Tá alt vit høvdu stríðst fyri, bleiv upployst í ymsar bólkar, og ongin longur vildi verða við: Du tog vårt foto av barnen, dina smycker och din hatt / jag tog en tröja, jag tänkte at havet är säkert kallt. / nör vi steg ut ur vår hytt och såg hur vattnet börjat strömma in / såg jag en tår, eller var det kanske en droppe vatten på din kind. / Vi gick fram till baren och fick ett gratis glas champagne / Och vi skålade för imperiet och för varann / Nu börja’ skeppet sjunka snabbare och dess lutning var ganska stor / Många hoppade i vattnet men vi beslöt att stanna ombord Her endar samrøðan hjá okk- um, tí hann hevði annað at takast við. Men hugtakandi var at hitta mannin, sum kanska mest av øllum sjeytitalstónleikaranum hevur hildið fast við sínar hug- sjónir. Restin av greinini er skrivað út frá tí eg havið lisið um Mikael Wiehe, og tónleikinum hjá honum. Kabaréorkestern kom við einari plátu afturat, Elden är lös, sum kom út í 1979. Og fyri fystu ferð var hann ikki greiður yvir, hvat hann vildi. Einastu ferð har hann veruliga hevði trupulleikar við at skriva tekstirnar. Tað var líkasum, at hann vildi fevna um ov nógv. Hvar hann var, hvør hann var og hvar hann stóð. Og tað merkti øll áttatiárini. Plátan Kråksånger er kanska ein tann besta plátan hjá honum. Hon er ymisk í sjálvum sær. Øll løgini skilja seg nógv frá hvørjum øðrum, og øll eru sterk hvør sær. Og pláturnar Lindansaren (1983) og Hemmingwayland (1985) eru í sama anda. Leitandi og sveimandi, men við góðum løgum. Í 1986 gjørdu Wiehe og Afzelius aftur eina plátu saman um heimsins forfylgdu. Plátan seldi yvir 300.000 eintøk, og konsertferðin var ein dundrandi sigur fyri teir báðar. Aftaná 15 folkparkskonsertir, høvdu teir sligið áhoyrarametið 13 ferðir. Og hetta meðan áttatiárini mest snúðu seg um at tæna sær sjálvum mest, og tá orð sum solidaritetur ikki var nakað man tosaði um. Teir báðir hildu fram við konsertum at stuðla Sandinistinum í Nicaragua, Svensk Rock mot Apartheid och ANC tiltakið í Scandinavium í Gøteborg, har eisini Olof Palme luttók. Sjálvur sigur Wiehe, at han metir ANC tiltakið, sum endin á tí solidariska tónleikin- um. Tann síðsta stóra manifesta- tiónin. Aftaná gjørdust ”Micke” og ”Affe” nakað trygt. Nakað man kundi rokna við. Vóru teir við, kundi ein vera vísur í, at okkurt gott var í væntu. Og at tiltakið varð væl vitjað. Samstundis sum hann hevur hetta tíðarskeiðið sum eina avgerandi broyting í lívi hansara, var hetta eisini tíðin tá fyrra hjúnabandið fór í søguna. Um sítt privatlív hevur hann aldrin verið opin, og tí veit man heldur ikki nógv um hetta. Tað at hann varð skildur frá konuni, kom aldrin ordiliga fram í pressuni, tí har var ikki so nógv at fara eftir. Ikki so vanligt, tá hugsað verður um kendar persónar, men soleið- is er Wiehe. Tónleikurin talar fyrst og fremst. Og tað røkkur oftast. Um plátuna frá 1988, Basin Street Blues, sum eisini er tann plátan sum vakti mín áhuga fyri Wiehe, sigur hann sjálvur, at tað er tann mest inniliga og perón- liga plátan hann hevur gjørt. Plátan kom eisini at skapa nógv kjak, um hvat hann veruliga meinti við tekstunum. Men ongantíð fært tú hann at koma við einari frágreiðing, júst hvat hasin setningurin er um, ella hvat hann meinar við hasum brotin- um. Sjálvur sigur Wiehe, at hann altíð hevur lagt seg eftir at skriva tekstir, har tú kanst taka brot úr, og líkasum hanga á veggin, sum eina áminning, men kortini ikki lata verða við at minnast heild- ina. Og við slíkum sníkjandi svarum, hevur hann eyðmerkt seg sum persón og yrkjara. Ein, sum tú ongantíð heilt ert vísur í, hvat hann meinar. Tú verður noyddur at hugsa sjálvur, at gera tína egnu metan um trupulleikan hann vísir á. Byrjanin av nítiárunum var í mangar mátar tvíeggjað fyri Wiehe. Hann hitti núverandi konu sína, ættað úr Chile og gav út eina plátu sum sýndi eina lívsgleði Wiehe ikki hevði sýnt fyrr: Allt är förändrat. Den stora, stora skillnaden är kärlek / att älska nån, som älskar en tillbaks / Den stora, stora skillnaden är kärlek / Och ingenting är längre som det var Men sølu viðvíkjandi var hetta ein tung tíð fyri Wiehe. Plátan Det ligger döda kameler i min swimmingpool frá 1992, seldi einans 7.000 eintøk. Ein næstan katastrofalur niðurtúrur fyri hann. Men persónliga sá tað út sum hann hevði funnið frið í sær sjálvum. Lívið var ikki longur ein bardagi fyri tí sum er rætt, at fáa tað góða fram um tað ónda. Í staðin fyri, gjørdi hann tað, ið hann var mentur at gera, og góðtók, at alt nú einaferð ikki gongur sum ein ætlar. Og hann gjørdi eisini nakrar plátur við nógvum undarligum løgum, og enn meira undarliga lagdar till rættis. Ongin av hesum fekk nevnisverda umrøðu, men fóru heldur stillisliga framvið. Men í 1995 kom so plátan Trollkarlen, sum at byrja við heldur ikki fekk nógva umrøðu, men sum við tíðini stendur sum plátan, ið vendi gongdini. Her fór Wiehe aftur til sínar røtur, aftur til fólkatónleikin við góðum løgum og alt væl lagt til rættis. Og sjálvur sigur hann, at tað kendist sum um hann aftur var seytjan ár, og óður inn á alt og øll. Og hetta júst um tað tíðina tá hann var mest sum heilt avskrivaður sum nakað, ið eitt plátufelag vildi hava nakað við at gera. Á tí politisku síðuni, vunnu sosialdemokratarnir valið á heysti 1994, og tveir mánaðir seinni atkvøddu sviar seg inn í ES. Og fram til 1998 var skorið niður upp á alt í samfelagnum, og løgið sum tað ljóðar, kendist politikkurin meira høgravendur hetta tíðarskeiðið enn tá Bildt sat við valdið. Sjálvur sigur Wiehe, at hetta var úrslit av 20 árum av høgravendum kjaki, og at broyt- ingin hevði komið líkamikið hvør hevði sitið í stjórnini. Kanska var tað bara gott, at tað vóru sosialdemokratarnir sum høvdu ræðið, tí annars hevði tað kanska gingið heilt galið. Og sum ketta upp úr høvdatrogi, savnaðust limirnir í Hoola Bandoola Band aftur, fyri at gera eina konsertferð tað summarið. Spurdur um hann helt, at Hoola Bandoola Band hevði nakað at bjóða uppá 20 ár seinni, við sínum vinstrahallu fremstifing- rum og friðarboðskapi, svarar Wiehe. - Jú, tað haldi eg. Heimurin er blivin verri, men vit eru blivnir betri... Aftaná hesa konsertferðina, sum eisini ein pláta kom burtur- úr, var friðarligt hjá Wiehe. Men í 1998 kom plátan Sevilla út. Hetta var at bróta upp úr nýggj- um fyri Wiehe. Allir tónleik- ararnir vóru skiftir út, og eingin politikkur var í tekstunum. Ein friðarlig fløga, beint úr hjartan- um. Eitt av løgunum, var Den jag kunda va’, sum hann skrivaði til tann tá krabbameinssjúka Björn Afzelius. Tá hann var liðugur við lagið, fór hann upp til Göteborg, og spældi lagið fyri Afzelius. Tá hann hevði framført lagið fyri Afzelius, helt hesin fyri, at handan sangin skuldi Wiehe framføra á jarðarferðini hjá sær. Og tað gjørdi hann eisini, tá Björn Afzelius andaðist tann 16. februar 1999. Sjálvur sigur Wiehe: - Affe var mín vinur. Eg droymi ofta um hann, og sjálv- andi sakni eg hann. Og eg gerist keddur, tá eg hugsi, at hann ikki longur er til. Men tó er hann onkursvegna framvegis saman við mær. Tá eg spæli øll tey gomlu løgini, hoyri eg hansara aðru stemmu inni í mær. Aftaná deyða Afzelius, av- gjørdu hinir í Hoola Bandoola Band av, at gera nakrar konsertir till minnis um hann, og tað blivu so tvær í Malmö, tvær í Oslo og ein í Keypmannahavn. Tað hevði borið væl til at hildið fleiri kon- sertir, tí atgongumerkini vóru útseld beinanvegin, men teir vildu ikki at tað skuldi mis- nýtast, men heldur verða eitt síðsta kapittul, úr einari bergtak- andi søgu. Yvirskotið frá kon- sertunum varð givið til Reyða Kross at brúka til miðstøðina fyri pínd í Malmö. Sunnunáttina 25. oktober 1999 hoyrdust Sieg Heil herróp uttan fyri bústaðin hjá Mikael Wiehe í Malmö, og samstundis var ein minni spreinging. Beint eftir ringdi onkur til 112, og segði frá, at hann var keddur um, at Wiehe ikki var deyður. Eftir hetta fór Wiehe út í opið kríggj við ta vaksandi nýnazismuna í Svøríki. Og í einari grein í bløðunum, fanst hann hvassliga at, at vegan- rørslan var greiðari kannað av løgregluni, enn nazistarnir, hóast allan teirra yvirgang. Hetta var ikki fyrstu ferð, at Wiehe var morðhóttur, men tað var fystu ferð, at hóttanin var framd í verki. Sjálvur sigur Wiehe, at sjálvandi ávirkar hetta lívið. Men hann er ikki bangin, men hevur tikið neyðug stig at verja seg og síni kæru. Men at liva aftanfyri læstar dyr, vil hann ikki, tí tá hava hini vunnið. Nógv stríð hevur verið aftur og fram, og hóttanir koma framvegis til hansara. Og til fleir konsertir hevur løgreglan vart Wiehe, um nakað skuldi hent. Í november mánaða árið eftir, fullu fleiri dómar í málum um nýnazismu. Millum hesar eisini teir ið høvdu verið við til hóttanina 25. oktober árið fyri móti Wiehe. Tónleikaliga er Mikael Wiehe sterkari enn nakantíð. Plátan En sång til modet sum kom út í mars 2000, var stórliga fagnað, og Wiehe er kanska tann sjónligi umboðsmaðurin fyri ættarliðið, ið setti síni merki á sjeytitalið. Tá alt skuldi broytast, og alt blíva betri. Men tað bleiv ikki heilt sum ætlað, og nógv varð ógjørt. Men spurdur um hann fram- vegis brennir líka nógv fyri sakini, sum fyri 30 árum síðani, svaraði Mikael Wiehe: - Login er líka sterkur nú, sum tá. Men nú eri tað eg sum stýri loganum, og ikki øvugt. Framhald av síðu 5 - Login er líka sterkur nú, sum tá. Men nú eri tað eg sum stýri loganum, og ikki øvugt Mynd: Jens K. Vang Sosialurin Nr. 53 - 16. mars 2002 7 MENTAN Bergur Rasmussen Stemningurin er avslappaður millum Spírarnar hetta kvøldið vit vitja handan leiktjøld í Sjón- leikarahúsinum í Havn. – Ný- prentaðar plakatir liggja runt um kring í hølinum. Atgongumerkini eru eisini klár. Tey, sum ikki eru á palli, sita og práta, fáa sær ein kaffimunn, ella anda út, tí leik- stjórin Jákup Veyhe biðjur tey seta tempoið upp. - Orsøkin til tað er at fáa leikin at sita per refleks, at fáa hann upp í hámønina at sita, so at siga, greiðir framleiðslustjórin Herleif Hammer frá. – Sjálvandi verður tempoið ikki so høgt, tá ið flennandi fólk sita í salinum, tí tá passa leikar- arnir sær løgir og loyva áskoð- arunum at flenna, áðrenn farið verður víðari í søguni. Meðan vit sita soleiðis og práta aftur og fram verður okkurt kjattið avbrotið, ella onkur siga- rettin stubbað, tí í hátalaranum hoyrir leikarin, at nú skal hann inn aftur á pallin. – Stuttligt alíkavæl at síggja, sigur Herleif, hvussu róligir spírarnir eru, tá ið ein góð løta er, inntil teir aftur skulu á pallin, og hvussu tendraðir teir eru, tá ið tað er beint upp undir, at tey skulu inn aftur! Hálvan tíma seinni ella so, tá ið wienarbreyðið er komið á borðið, nýtt kaffi er bryggjað og venjingin er liðug fyri kvøldið, sita vit og práta um leyst og fast rundan um leikin Renn fyri vívinum, sum verður frumsýndur í annað kvøld, leikbólkin Spírar og føroyskan áhugaleik yvir- høvur. At byrja við má eg rósa Beintu fyri tað hysteriska an- fallið Mary fær móti endanum, tí tað er langt í millum, at eg havi sæð øði so væl ímyndaða á palli. – Onkur viðmerking kom um øðina, og alt at flenna. Jú, stemningurin er góður. Tey vita, at tey eru sloppin væl frá venjingini í kvøld og enn eru nervar og scenuskrekkur passa- liga langt burturi, og kaffið er fløvandi hetta kavakvøldið og baksturin smakkar væl. Spírar? Eitt kundi eg tó gott tonkt mær at fingið at vitað: Hvaðan stavar idéin til leikbólkin Spírar? - Tað byrjaði í Mimir! Og so var aftur flent rundan um stóra borðið, men John Smith, alias Hallur, útgreinaði hendingina: Tað byrjaði við, at eg og Johanna prátaðu um at spæla sjónleik úti, men so bleiv hon forlovað í London og rýmdi frá okkum, so sótu vit eftir her og spekuleraðu, hvat so? Jú, vit stovnaðu leik- bólkin Spírar! Endamálið var altso at spæla útisjónleik og skipa eitt slag av total-teatur, tvs. at mørkini millum leikararnar á pallinum og áskoðararnar blivu minkað burtur so nógv sum møguligt. Men hóast tað enn ikki er vorðið til nakað við útileikinum, so hava tey evnað ein pall til, sum bæði kann leggjast saman, so hann fyllir sum minst og kann rullast á válin, har leikur skal standa. - Men hóast vit ikki hava fingið útileikin at rigga rættiliga enn, so er tankin um total-teatur ikki sleptur! Vit royndu eitt sindur av tí, tá ið vit settu Músa- felluna upp í fjør, greiða tey frá. – Vit vóru fleiri, sum í klædningi og bowlarahatti gingu runt í havnargøtum og ”seldu” blaðið, sum varð nýtt í leikinum. Tá ið áskoðarar komu og keyptu billet undan sýning stóðu tveir av leikarunum í køini úti í gongini. Teir skuldu jú brúka blaðið í opningsscenuni! siga tey. Vit hava eitt slagorð, letur so í Aksel, tað ljóðar soleiðis: Í mínari fortíð liggur spírin til framtíðar eydnu! – Og so kom ein sera intern joke um eina búmerkjakapping, sum ongantíð rættiliga bleiv til nakað! – Og alt at flenna. Havnar Sjónleikarafelag Tónin verður meiri seriøsur, tá ið prátið kemur inn á samstarvið við Havnar Sjónleikarafelag, tí hóast spírarnir standa at bresta av virkisfýsni, áræði og hugskot- um, so vita tey fullvæl, at báðir partar trívast best í samstarvi. - Spírarnir levera ungdommi- ligt ágrýtni, meðan Havnar Sjón- leikarafelag hevur fasilitetirnar, hølið, administratiónina og for- bindilisini umframt eina skriv- stovu, ið er beinasom at hjálpa okkum, tá ið tørvur er á tí. Og Spírarnir hava sum so eisini sín uppruna í Havnar Sjón- leikarafelag. Fleiri teirra hava spælt í Ólavsøkukabarettum og verið við í øðrum tiltøkum, men tað var Óla P. kabarettin, sum førdi leikbólkin saman. Tað var í 2000, so sigast má, at teir fyrstu barnaskógvarnir eru traðkaðir til nú. Leikstjórin Tað er Jákup Veyhe, sum gjørdist heimskendur í Føroyum, tá ið hann saman við Sjúrði Skála, fór undir sendirøðina Pipar og Salt, sum hevur lagt teimum lag á. Jákup er mest sum sjálvlærdur leikstjóri. – Eg havi sjálvandi verið á onkrum skeiði, sigur hann lítillátin. Hetta er næsti leikurin hjá Spírunum Jákup Veyhe er leik- stjóri á. Tann fyrsti var Agatha Christie leikurin Músafellan, sum varð spældur á páskum í fjør. – Tað vit lærdu av at seta tann leikin upp, hevur gjørt tað nógv lættari at fáa Renn fyri vívinum at rigga, slær Jákup fast. – Vit hava lært, hvussu manna- gongdirnar eru! Jákup setti fyrr í vetur upp leik í Klaksvík. Tað var Mostir Char- ley, ið er at meta sum ein av klassikarunum innan skemti- leikir. Gott trý túsund fólk sóu Mostrina. Spírarnir smílast sælir, tá ið eg spyrji, hvat teimum dámar Jákup sum leikstjóra, og vanliga skálkabragdið legst um varrarnar á teimum: Jákup, hann er Jákup! – Jákup er altíð til tíðina, og tele- fonin hjá honum ringir ongantíð! – Hann avsluttar aldrinn setn- ingar! – Hopi ikki hann er her! – Nei, nei, hann er farin til hús, snakkið bara! Og so flenna øll. Meiri seriøst siga tey, at tað umdømi Jákup hevur sum leikari ger, at hann er høgt í metum teirra millum. – Tí hann veit, hvat hann snakkar um! Jú, stak hugnaligt hevur tað verið at sita og práta um leyst og fast rundan um Renn fyri vívin- um hetta mánakvøldið. Niður- teljingin er byrjað. Frumfram- førslan er leygarkvøldið, og eg havi sum so bara ein spurning eftir. Hann snýr seg um sjálvan pallin. – Har er einki teppi fyri, er tað, tí tað ikki er sett upp enn ella hvat? - Nei, tað er fyri at økja in- tensitetin í framførsluni. Har eru heldur eingin steðgur! - Men, hvussu virkar tað upp á tykkum leikarar? - Tja, tá ið tað er fyri, so fer man bara daffandi inn, so tað er gott, at teppið ikki fer niður millum brotini! Handan leiktjøldini í Sjónleikarhúsinum Hesar seinastu vikurnar hevur nógv virksemi verið í Sjónleikarahúsinum. Nýggj uppseting hevur verið fyrireikað. Og smátt um smátt varð málið rokkið. – Leikbólkurin Spírar spælir í hesum døgum leikin Renn fyri Vívinum hjá Ray Cooney Leikararnir í Renn fyri vívinum C M Y K 31 30