leygardagur 16. mars 2002síða 17
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Sosialurin Nr. 53 - 16. mars 2002
FERÐAÆVINTÝR
Dagfinn Olsen
Klaus Kiesewetter er týskari, ið
fyri mongun árum síðani fann
sær unnustu í Føroyum, og her
hevur hann búð í eini 19 ár. Tey
eiga hús við Skálafjørðin, men
búgva í løtuni í Keypmannahavn.
Men tey eru vís í, at tey venda
heim aftur til Føroya.
Klaus Kiesewetter hevur vitjað
heima í Føroyum síðstu tvær
vikurnar. Hann hevur hildið fyri-
lestur um starv sítt sum ferða-
leiðari við Suðurpólin og hós-
kvøldið 7. mars vitjaði hann við
ljósmyndum í Stóra Pakkhúsi í
Vági, har eini hálvthundrað fólk
savnaðust. Fyrilesturin var sam-
starv við Norðurlandahúsið, har
fyrilesturin var leygardagin.
Breyt ísin beinanveg
Ferðamannaskip, størri og
smærri, sigla til Antarktis og
Klaus er ferðaleiðari. Somu skip
leggja eisini leiðina til Føroya á
summri.
Tær stóru ísfløturnar, Antark-
tis, stóðu á breddanum í Pakk-
húsinum og Klaus breyt beinan-
vegin ísin, tá hann byrjaði sína
heitu frásøgn.
Lítillátin legði hann fyri við at
umbera, at hann ikki tosaði før-
oyskt raðið. Men á hampuliga
góðum føroyskum helt hann
fram, at hann legði ikki í, um
onkur hevði hug at smílast, so
tað vóru áhoyrararnir vælkomnir
at gera.
So kom skemtiliga søgan um
ta ferðina, hann ringdi til oljuav-
greiðslumannin í Runavík at fáa
olju umborð, tí tangin var
”spræn-tómur”!!
Látur í millum áhoyrararnar og
sum tikið verður til, so er ísurin
brotin og ferðin til Antarktis
kann halda fram.
Klaus byrjaði fyri eini 7 árum
síðani sum ferðaleiðari við slík-
um skipum. Hann fór tá við
einum skipi til Íslands. Í dag
siglur hann við ferðamannaskip-
inum Bremen, ið eisini vitjar
Føroyar av og á.
Søguligt
Ljósmyndirnar koma á hvíta
løriftið. Enn er tað ikki hvítar
ísfløtur, vit síggja, tí Klaus fer
nágreiniliga til verka. Lagt verð-
ur fyri við søguliga partinum,
gomul kort frá farnum tíðum, tá
Antarktis enn ikki var í heimin-
um ella hugaheiminum á fólki.
Tó vóru tað tey, ið undraðust. Og
teir, ið løgdu út á vandaferðir og
uppdagaðu og kortløgdu. Og teir,
ið løgdu árarnar inn á ferðum
sínum.
Sjógarpar sum Cook og aðrir,
koma á løriftið, áðrenn Klaus
Kiesewetter kemur fram til egnu
ferð sína í Antarktis.
Lagt verður fyri í Argentina og
síðani verður siglt til Falklands-
oyggjar. Har hittir Klaus tjøldur,
eins og hann so ofta ger á ferð-
um sínum. Á ferð í New Zelandi
hevur hann sæð tjøldur 12. mars,
á grækarismessu. Svørt tjøldur,
ið eru heldur størri enn tey, ið vit
kenna.
Ferðin heldur fram og á lørift-
ið koma stórfingnar myndir.
Kongapingvin, albatrossar,
leivdir av gomlum hvalastøðum,
litrík hús, eins og í Føroyum.
Seyður.
Minuøki frá Falklandskríg-
num, ið ikki eru ruddað. Og
syðsta kirkja í heiminum.
Høvini hækka 70 metrar
Klaus er fjálgur frásøgumaður, ið
afturvið myndunum, leiðir lurtar-
an inn í aðra, ókenda verð hinu-
megin knøttin.
Ferðin heldur fram og komið
verður til Suðurorknoyggjar og í
Weddelshavið, har ísur er.
Bert 2% av Antarktis er ísfrítt.
Smeltaði allur ísurin, so hækk-
aðu heimshøvini 70 metrar.
Áhoyrararnir anda djúpt, meðan
teir helst hugsa um, hvussu nær
fjørðuni teirra heim stendur. Og
tosað verður um dálking og
holini í ozonlagnum yvir
Antarktis.
Ljósmyndarøðin førir fjøldina
víðari.
Djarvir japanarar við
sjóverki
Vulkanir og gamlar hvalastøðir.
Klaus greiðir frá ferðum á
leiðini, ið er ein leið, ið ikki altíð
hevur gott veður at bjóða teim
ferðandi.
Mangir japanarar eru við á
ferðini. Og Klaus undrast á hetta
djarva og treiska fólkaslag. Ikki
er alt sjóvant fólk. Men japanarar
vilja ikki missa tamarhald á sær
sjálvum ella sum danir siga,
missa andlit. Japanarar halda á.
Teir fara ikki frá fyrilestri
orsakað av sjóverki. Partvís av
áhuga, partvís av treiskni. So
heldur liggja á gólvinum og
lurta.
Og tað er komið fyri, at
tolkurin hjá Klaus hevur staðið
misslittur í andliti og við
spýggjubakka til reiðar, men
gevast vil hann ikki.
Klaus greiðir frá hesum við
einum farra av skemti, men tað
hómast, at hann undrast og eisini
ein farri av virðing tykist liggja
handan frásøgnina.
Lond gera krøv
Ferðin gongur longur suður.
Meira ísur, men skipini eru ís-
styrkt. Tó eru tey ikki ísbrótarar,
sum frásøgumaður okkara so
hegnisliga var við frásøgubyrjan.
Alskyns málmur, mineral, eru
á Suðurpólinum. Lond hava
áhuga og gera krøv.
Í 1959 varð avtala gjørd, ið
sigur, at Antarktis er fyri øll,
einki skal takast og eingi vápn
eiga at vera har. Henda avtala
varð longd í 1998 og er galdandi
í 50 ár. Tó er ofta vert at seta
spurnartekin við, hvørt mongu
granskingarstøðirnar eru til
granskingar- ella hernaðarenda-
mál.
Lagt verður norðureftir aftur.
Farið verður í land á Horninum
—Cap Horn — um viðrar. Har
er jú tiltikið fyri vandamikið
veður.
Har eru eini 800 seglskip
gingin burtur, tilsamans eini
15000 sjófólk.
Minnisvarði er á Horninum
yvir tey, ið hava latið lív. Ein
familja býr har, eins og vit kendu
tað frá vitapassarum í farnum
tíðum. Familjan hevur sáttmála í
eitt ár, frá 23. desember til 23.
desember.
Til Svalbard
Vónleyst er neyvt at endurgeva
frálíka fyrilesturin og framúr
góðu ljósmyndirnar. Ferðin, ið
Klaus hevur greitt frá vardi frá
28. november, til síðst í februar.
Mest eru tað týsk og ameri-
kansk skip, ið gera ferðirnar.
Prísirnir eru ymiskir. Úr Týsk-
landi kostar ein ferð í einar 14
dagar úr 3000 euro. Talið skal so
faldast við 7,5, so her talan um
ferð, ið ikki rættiliga telur við í
luksusflokkinum.
Á ferðini, ið Klaus greiddi frá,
byrjaðu ferðaseðlarnir á eini
9000 euro. Úr Europa og so er
eisini talan um 25 samdøgur.
Ofta eru tað eldri fólk, ið gera
hesar ferðir. Tey eru oftast
týskarar, amerikumenn ella
japanarar. Sjáldan skandinavar,
tó at Klaus hevur hitt sviar.
Ein hugtakandi ljósmyndarøð
er at enda og somuleiðis fyri-
lesturin. Fyri bert at undirstrika
hitan og skemtið í góðu frásøgn-
ini merkir blaðmaðurin sær
útumkomin, at á bilinum (helst
hjá Klaus) við fremmandum
plátum á, stendur ikki vanliga
merkið á síðuni: Rent a car, men
hinvegin Rent a wreck! (leiga at
vrak).
Uttanfyri dyrnar á Stóra Pakk-
húsið liggja restirnar av stórkav-
anum, men tað er, sum eru tær
minni nú, enn tá vit fóru innar at
síggja og hoyra um ísvíddirnar í
Antarktis.
Ferðaleiðari við
marglætisskipum
á Antarktis
Til ísklæddu víddirnar við Suðurpólin ferðaðust fyri 50 og 100 og
kanska eisini 200 árum síðani, bert tjøldur og annar flytifuglur, hvalur
og kópur. Og so eisini polarfarar, ið uppdagaðu heimin, menn, ið ikki
vóru sum fólk flest. Seinni stungu hvalastøðir og granskingarstøðir seg
upp. Í dag ferðast vælbjargað ferðafólk til hvítu fløturnar og ein av
ferðaleiðarum teirra er Klaus Kiesewetter, ið hevur búð í Føroyum í
eini 19 ár
Amundsen
Svens Nordenskjold expedition
Sosialurin Nr. 53 - 16. mars 2002
9
FERÐAÆVINTÝR
Dagfinn Olsen
Eftir fyrilesturin um Antarktis í
Gamla Pakkhúsinum í Vági, hitti
blaðmaðurin Klaus Kiesewetter
fyri at frætta nærri um mannin,
ið ferðast so víða og sum eisini
kom ferðandi hendaveg og setti
búgv her á oyggjunum.
- Eg er føddur í Týsklandi í
1954. Kom til Danmarkar, búði
har í eini 8 ár, og kom so til
Føroya. Hitti her damuna, varð
verðandi, og vit hava verið sam-
an í eini 19 ár. Vit hava búð í
Runavík og hava framvegis hús
har, greiðir Klaus frá.
- Í Føroyum havi eg arbeitt við
at gera náttúrufilmar, lýsingar og
ferðafilmar, sum eg takist við
enn. Eg ferðist kring øll Norður-
lond. Og nú eisini Antarktis, har
eg byrjaði at sigla fyri 7 árum
síðani.
Tað var í 1967, at svenska
felagið Lindblad Explorer byrj-
aði hesar ferðirnar til ísfløturnar.
Seinni komu týskarar og
amerikumenn eisini uppí part.
Stuttligt er, at somu skip eisini
vitja Føroyar. Tey flyta seg eftir
veðrinum og fylgja summarin-
um.
Alt er ikki bert spæl og Klaus
viðmerkir, at tað hendir ymiskt á
ferðunum. Í fjør fekk Bremen, ið
Klaus er við, ein sjógv. Klaus
dylir ikki, at hann hevði kent seg
tryggari, hevði skiparin verið
føroyingar, heldur enn ein úr
Frankfurt ella Bremen, ið ikki
kennir vandarnar á sama hátt.
Dragandi náttúra
Men hví kom Klaus til Føroya?
- Tað var náttúran, ið dróg. Eg
hevði lisið um Føroyar, tá eg var
í Danmark. Tá var eg 15 mán-
aðar í Føroyum. Tað var í 1979
og eg arbeiddi á Landssjúkra-
húsinum og gekk í Hoydølum á
HF fyrsta árið. So fór eg at lesa í
Århus og Aalborg. Síðani byrjaði
eg at taka upp, tók myndir og
filmstubbar úr Føroyum og setti
saman. Tá hevði eg arbeitt í
Danmarks Radio og við lokal-
sjónvarpi við upptøkum. Eg
hevði eitt lítið studio tá, sum so
vaks ígjøgnum árini.
- Um summarið hevði eg
arbeiði hjá Sigurð Simonsen. Eg
var ferðaleiðari, serliga fyri
ferðamannaskipini. Soleiðis kom
eisini í lag, at eg fekk fyrsta
túrin. Tá varð eg spurdur, um eg
vildi koma við til Íslands og
Svalbard. Soleiðis byrjaði tað,
sigur Klaus, sum nú siglir í
Antarktis.
Talan var tá um størri skip,
eini 500-700 fólk, har meira
tónleikalív og annað er við í
myndini eisini. Klaus fann útav,
at minni skip eisini vóru, ið
gjørdu meira burturúr at vísa
fram náttúruna, har tey komu.
- Hetta hevur so vundið uppá
seg. Fyrst Svalbard, Grønland og
Kanada og Alaska og fyri
tveimum síðani eisini Antarktis.
Men alt er free-lance, eg velji
sjálvur. Og mær dámar sera væl,
sigur Klaus.
Á ísbjarnavakt
- Vit búgva nú í Keypmanna-
havn, har daman hevur nomið
sær útbúgving. Eg ferðist nógv.
Eg skal til Týsklands og Noregs
at halda fyrilestrar. Í Noreg skal
eg eisini, - ja í læru, fyri at fáa
vápnaloyvi, nú eg liggi fyri at
fara til Svalbard. Umframt at
halda fyrilestrar umborð, skal eg
eisini halda ísbjarnavakt, so eg
fái hetta á pláss í apríl. Svalbard
og tann leiðin er áhugavert fyri
meg, tað mær dámar allar best.
Tá fara vit veruliga í ísin, sigur
Klaus.
Klaus greiðir frá um ymsu
munirnar, sum eru á ferðafólk-
unum, alt eftir stødd á skipi og
ferðamáli. Og eftir aldri og út-
búgving og tjóðskapi.
Klaus vísir ikki aftur, at um
gjørligt, so fer hann einaferð í
komandi tíðum at halda fyri-
lestur um Svalbard, Bjarnoynna
og Jan Mayen, nú hann skal
ferðast á hesum leiðum í
summar.
Hetta er lívið!
Húsini í Runavík eiga Klaus og
daman enn og Klaus sigur, at tey
eru vís í, at tey venda aftur til
Føroya at búgva.
Men hann gevst ikki við
virkseminum og ferðingini.
- Nei, tað geri eg ikki! Hetta
er lívið. Eg ferðist eisini til
heitaru londini, tá við størri
skipum, og tá er daman ofta við.
Nei, tað er ikki bara ísur, lær
Klaus.
Men hann heldur tó, at heldur
enn heitu londini, so er ísurin og
tær leiðirnar meira nakað fyri
hann.
Ævintýrari — ja og nei
Vilt tú siga, at tú ert ein ævin-
týrari?
- Eg veit ikki, hvat eg skal
siga. Nei, eg havi ikki hugsað
um meg, sum slíkan. Ofta verður
tá hugsað um fólk, ið ganga til
Suðurpólin, ella tílíkt. Kropsliga
krevst ikki nógv av mær. Skulu
vit nýta orðið ævintýrari, so er
tað ein nýmótans ævintýrari,
ævintýrari í nýggjari merking.
Men mær hevur altíð dámað væl
at ferðast, sigur Klaus Kiese-
wetter, og minnir á, at tað jú
eisini var hesin hugur, ið førdi
hann til Føroya.
- Eg rokni ikki við, at ferða-
hugurin fer frá mær, tað situr í
mær og eg vóni ikki, hann
hvørvur, sigur Klaus.
Gjølla til verka
Fyrilesturin um Antarktis var
bygdur søguliga upp. Nógv
kanningararbeiði tykist liggja
aftanfyri.
- Ja, tá eg geri av at fara ein
túr, so fái eg at vita eitt ár
frammanundan, um ferðin verður
til nakað. So fari eg á bókasøvn-
ini og finni fram alt um Cook,
Amundsen og aðrar. So lesi eg
alt ígjøgnum og tað dámar mær
eisini sera væl. Eg má so sjálvur
syrgja fyri, at eg havi minst 6
fyrilestrar við. Eisini krevst
almenn vitan og at ein veit um
Antarktis, djóralív, plantur og
annað, greiðir Klaus frá.
Eftir hvørja ferð skriva ferða-
fólkini frágreiðing, har ferða-
leiðarin eisini verður vigaður.
Klaus sigur, at á okkara
leiðum er ikki so nógv eftir, ið
hevur hansara áhuga, men hann
avdúkar, at t.d. Amazonas er eitt
mál, ið hann kundi hugsað sær at
vitjað.
- Tó er altíð okkurt nýtt, ið ein
kann uppliva, sigur Klaus
Kiesewetter, sum í summar skal
ferðast kring Svalbard og har á
leið og sum har m.a. skal royna
at sita á ísbjarnavakt.
Nútímans ævintýrari
Klaus Kiesewetter trívist í starvinum sum ferðaleiðari við
Antarktis. Spurdur, so viðgongur hann ikki beinanveg, at hann er
ævintýrari. Ikki, sum teir gomlu landnámsmenninir vóru tað,
men kanska í nýggjari merking. Men ferðahugurin er har, tað
kann ikki fjalast, sigur týskarin, ið gjørdist føroyingur
Klaus Kiesewetter ímillum pingvinir
C
M
Y
K
33
32