Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-16, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. mars 2002síða 18

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Sosialurin Nr. 53 - 16. mars 2002 RØÐA Dagfinn Olsen Grækarismessa ber boð um skifti. Tjóðfuglurin — tjaldrið — boðar vár. At Messa Spurdi tú eitt nokkso at sær komið barn, so hevði svarið helst verið, at tað at messa er nakað, ið prestur ger. Messurnar eru mangar og kaða vit á fremstu bløð á so mongum av okkara bókmentum, so velja rithøvundar okkara ofta at rita og datera fororð sítt á eina ávísa messu. Onkur hevur so gjørt tað øvugta og uppfunnið messur ella sligið fast, at tá júst hansara fororð varð skrivað, var eingin messa. Tíðir skifta. Og júst grækarismessa er tekin um skifti. Vit heilsa á grækaris- messu — 12. mars - tjóðfugli okkara vælkomnum. Vit heilsa tjaldrinum vælkomnum, hóast enn er heldur baldrut, hugsar ein um veðrið. Tí tjaldrið er flyti- fuglur, sum føroyingar so mangir. Tíðir skifta. Vágur er bygd, sum í farnu øld bar um boð um fólk, ið vildi nakað, her var virksemi, og fólk savnaðust úr øllum Føroyum. Her hendi nakað. Fólk ferðaðust til Vágs úr øllum landinum at finna arbeiði, - mest fiskaarbeiði. Og mong settust niður her. Gjørdust vágbingar. Tey tilkomnu eiga helst eina mammu, ella ommu, ið kanska er um 60 — 70 ára aldur og sigur ”noy” og fortelur um barnadagar í Fuglafirði ella í Havn, og kallar ónsdag fyri mikudag, tórsdag fyri hósdag. Og so koma fløkjurnar í — hesar vælsignaðu fløkjur, ið bara binda okum tættari, í staðin fyri at spjaða. Tí, fløkjur, - her bent á dia- lektir - , binda okkum saman: hugsa tær, um tær ikki vóru. Hvussu nógv longri ger tað ikki samrøðuna, um vit skulu hugsa um gerandisheitini. Bara tað, at ein sigur . . ha?” So hevur ofta ein samrøða sæð dagsins ljós. Ofta vinarlag fyri lívið Meira skal ikki til! Tíðir skifta Í Pakkhúsium var fyrilestur hóskvøldið. Klaus Kiesewetter greiddi frá ferðum sínum í Anktarktis. Og fram kom, at eisini har hitti hann tjøldur. Og eisini í New Zelandi hevði hann sæð tjøldur , enntá 12. mars — á grækarismessu. Svørt tjøld- ur, ið eru heldur størri, enn tey, vit kenna. Spurt verður: hví er t.d. starin ikki tjóðfuglur — hann er hjá okkum alt árið Hví hava ein flytifugl? Slíkt er innantómt skvaldur og eigur at verða kutað burtur við einum klippi. Um nakar, so eru føroyingar tekin um, at fólk eru til at flyta og tað gera tey eisini. Mong leita sær útbúgving uttanfyri land- oddarnar og mong eru eisini tey, ið búleikast fjart frá Føroya klettum og klára seg væl, men tó hava tey fosturlandsalsk og vitja og minnast upprunan. Eins og flytifuglurin! Og romantisk ella heimfødd hugsan um, at Føroyar hava ligið fjarskotnar og avskornar frá umheimnum, er bert boð um vantandi innlit. Føroyar hava ongantíð ligið uttan samband við umheimin. Her eru altíð komin skip. Antin at ræna ella selja. Samband hevur so altíð verið, so ella so. Og úrslit komið buturúr — so ella so. Og føroyingar hava leitað fjarskotnar leiðir at finna til lívsins uppihald og at finna íblástur. Og til land okkara hava fólk leitað og borið við sær gripir av alskins slagi — bæði handligar og andligar. Nei, føroyingar eru ikki heim- føddir og uttan týdning í al- heimshøpi. Hugsið bert um — í gásareyg- um - “føroysku kvæðini”, dansin! Tey ganga fyri seg á fløtunum í Fraklandi og aðra- staðir, har trø og skógur er gerandiskostur. Og stevið og dansurin finst eisini á europeiska meginlandin- um, um enn ikki í upprunalíki, sum hjá okkum, her hann er varðveittur. Sum eitt innskot komi eg her at hugsa um, at kanska skulu vit ansa okkum við at eyðmerkja okkum - og hetta og hatta — at tað er ”serføroyskt”. Hvat er galið við bara at vera føroyskt? Tað er saktans gott. Undanfarnu orð benda jú á, at alt er ein alheimur, ið hongur saman. Avmarkingarnar gerast alt færri í okkara tíð, sum heimurin minkar. Alt er uppdagað, land er funnið og at senda eitt sms-boð ella eitt teldubræv til New Zelands, har tjøldur eisini halda til, tekur bert nøkur sekund. Tíðir skifta og verðin er veruliga vorðin lítil. Men vit siga, at tjøldrini vitja heim til Føroya. Kaða vit so í okkara heimliga cosmos, so er mangt at tríva í. Vágsbygd hevur sanniliga fostrað flytifuglar, hóast tað sermerkir fólkið, at kærleikin til heimbygdina er stórur. Ikki er sjáldan, at t.d. Útvarp Føroya ringir til fjarskotnar krókar í heiminum, og ein vág- bingur tekur hornið á Amager ella í Alaska. Fólk eru eins og flytifuglarnir. Fólk flyta! Vágsbygd merkti, um nøkur — árinini av kreppuni, ið herjaði fyri bert 8- 9 árum síðani, men sum hjá mongum longu tykist gloymd. Fólk fluttu og vístu eisini harvið, at dugur var í. Tey kundu saktans javnsetast við arbeiðsmegi á øllum økjum í okkara grannalondum. Føroyingar tykjast ikki vera ráðaleysir. Tá hart hevur leikað á búskaparliga, eru fjarleiðir royndar, við góðari eydnu. Vit hoyra og lesa nú um reystmenn- ini í Grønlandi í baldrutu fimti- og sekstiárunum. Taka vit og gera status í Vági í dag, so sær gott út. Tá eg kom higar fyri eini 6 —7 árum síðani var tað eitt spæl at fara til arbeiðis í bili klokkan 8 á morgni og somuleiðis um mid- dagsleitið. Ferðslan var ikki nógv. Tað var heldur deyðligt! Í dag er tað sum í stórbýnum, ella, verri. Virksemi er nógv og ferðslan helst størri, enn vegirnir eru gjørdir til. Men tó er gongdin í Føroyum tann í dag, at flytingin er í hásæti og øll eru samd og flyta sama veg. Miðstaðarøkið dregur. Og hóast ymisk álit um økis- menning, útoyggjaálit og annað, so kann eg ikki siga annað, enn at eg havi ikki álit á øllum hes- um álitunum! Sum ein, ið er fluttur hinvegin, er lætt at síggja trupulleikar, ið ein sum miðstaðarbúgvi ikki gav sær far um. Fólk hava onkuntíð spurt meg, hvussu tað er at vera sokallaður norðoyingur, millum suðuroyingar, ið eru so mælskir. Eg havi altíð svarað, at eg trívist væl. Tí tað er satt . Men kanska eg traðki onkran á tærnar, - tað gerst ikki við- , um eg fari víðari og eri ordilga ærligur: Hetta mælska fólkaslag fyri sunnan er tað einasta, ið koyrir á vegum, har bilar mugu halda av fyri hvørjum øðrum. Infrastruk- tururin er út av lagi vánaligur. Og brátt er oyggin einasti útjað- ari í Føroyum. Skil tað, tann ið skilja kann. Tunnilsgerðir eru í gongd til — ja, eg veit ikki hvar? Úr Suðuroynni hoyrist einki. Eg má siga, at eg skilji ikki rættuliga mælska fólkaslagið, sum ber orð fyri at brúka seg, men sum í mínari verð so av- gjørt hevur fingið minst burturúr síðstu 30 árini og sum so avgjørt má vera Føroya tolnasta fólka- slag. Holini eru mong og tey vera væl fleiri! Nær suðuroyingar síggja eitt ljós fyri endanum av tunnlinum er ein spurningur, ið eg fegin vildi vitað svar uppá! Tíðir skifta. Grækarismessa ber boð um vár og ljósari tíðir, so hvør veit, vónin livir! Axel Tórgarð skrivar nakað soleiðis í bókini Dagar í nøvn í árinum : Grækarismessa er til minnis um tiltikna pávan, sum fekk navnið Gregorius hin Mikli. Hann doyði 12. mars ár 604. Hann skipaði fyri mongum til- tøkum og gav boð um leiðbein- ingar um lívið í kirkjuliðnum og hjá tí einstaka. Hann sigst. m.a. hava fingið í lag sonevnda gre- gorianska kirkjusangin, sum tey kønu halda føroysku kingoløgini eru komin av. Upprunaliga griska heitið merkir: hin árvakni. Grækarismessa er ein av teimum døgunum, ið boða várið. Tey gomlu plagdu at kvøða hetta ørindi: Grækarismessa hvítaskegg Hann lokkar børnini út um vegg Men Bartolomeus vetursins vin Hann koyrir børnini inn til eldin ígen. Grækarismessuhald er íkomið í nýggjari tíð og dagurin verður eisini róptur tjaldursdagurin. Um flytifuglurin, tjóðfuglurin- so setti seg í miðum landi ella í útjaðara, so eru ynskini greið. Tjaldur, ver vælkomið! Skifti og flyting Spurt verður, hví starin ikki er tjóðfuglur okkara — hann er hjá okkum alt árið Hví hava ein flytifugl? Slíkt er innantómt skvaldur og eigur at verða kutað burtur við einum klippi, segði Dagfinn Olsen millum annað í grækarismessu røðu í Vági Sosialurin Nr. 53 - 16. mars 2002 11 FERÐAVINNA Stefan í Skorini Skotska stjórnin hevur saman við ferðavinnuni gjørt nógv fyri at varðveita fornminni í Skotlandi. Nógvur peningur er játtaður at umvæla gamlar borgir og bygn- ingar, og hetta er ein av stóru atdráttunum hjá ferðafólki. Skotland hevur eina sera ríka, áhugaverda og spennandi søgu. Vit kenna eitt nú søgurnar um William Wallace og Robert the Bruce og tey mongu kríggini við arvafíggindan fyri sunnan, sum eru víst í heimskenda filminum Braveheart. Nakrar av borgunum og skansunum frá teimum døg- um standa enn uppi, og summar borgir eru væl varðveittar. Ferðavinnan í Skotlandi bjóðar ferðafólki og áhuganum at vitja hesar borgir og fáa eina hóming av, hvussu fólk búleikaðust tá. Hugtakandi og áhugavert at vitja og síggja gomlu bygningarnar, ið hava staðið í nógvar øldir. Økið kring Aberdeen goymir eisini fleiri dýrgripir frá fornum tíðum, ið eru verdir at kanna nærri. Hetta økið, ið eisini verður nevnt Grampian, hevur verið miðdepil í gamla Skotlandi, tá kríggj móti grannanum fyri sunnan nærum var gerandiskostur. Í miðbýnum stendur ein partur av tí gamla býlinginum enn. Ein partur er burtur, men seinastu árini hevur stjórnin gjørt eitt stórt arbeiði fyri at varðveita hesi fornminni, og skotar eru sum heild ógvuliga ernir av hesum. Um veggirnir kundu tala Crathes Castle er ein sonn perla. Slottið liggur stutt uttanfyri Aberdeen og hevur eina sera spennandi søgu. Slottið varð bygt í 1500-talin- um, og einki annað slott frá hesi tíðini er so væl hildið og varð- veitt sum Crathes. Fyri hálvt- hundrað árum keypti ein almenn- ur grunnur slottið frá familjuni, ið hevði átt tað, síðani tað varð bygt. Orsøkin til at familjan Burnett, sum fyrr varð nevnd Burnard, valdi at selja var, at ognarskatt- urin í Skotlandi var so høgur um hetta mundið, at eingin privat- persónur hevði ráð at eiga slott ella borgir. Almenni grunnurin varð settur á stovn, so hesi forn- minni ikki skuldu fara fyri skeyti. Tað var fyrst í 1300-talinum, at familjan fekk landøkið, har borgin stendur, frá Robert the Bruce, ið tá var kongur í Skot- landi. Familjan fekk økið, tí hon hevði stuðlað konginum í bar- daga. Sum eitt symbol fyri henda handil fekk Alexander Burnard eitt horn úr fílabeini frá konginum Robert the Bruce. Hornið er frá 1323, og tað hongur í Stórhøll á borgini, og fólk kunnu hyggja at horninum, sum hevur eina so ríka søgu. Tað var tó ikki fyrr enn í seinnu helvt av 16. øld, at borgin varð reist. Inntil tá búði familjan á økinum. Hóast tað er ein almennur grunnur, ið eigur sjálva borgina, so eigur fyrrverandi húsfólkið ein stóran part av innbúgvinum og tað umrødda hornið. Familjan Burnett letur tó hornið hanga í borgini í sínum rætta umhvørvið, so ferðafólk úr Føroyum eisini kunnu fáa gleði av hesum. Hesin sera virðismikli dýrgrip- urin var um at gleppa eigarunum av hendi í 1966. Tá brendi nýggi parturin av borgini, sum familjan framvegis búði í tá. Fólk fingu tó bjargað horninum og nøkrum øðrum lutum. Ein stórur partur av innbúgvinum í borgini stavar frá eisini fyrstu tíðini, tá fólk fluttu inn. Um veggirnir kundu tala, høvdu teir óivað havt nógv áhugavert at siga frá. Trongt Crathes liggur soleiðis fyri, at tað ikki hevur verið í nógvum bardøgum, og tí sær tað fram- vegis væl út og hevur at kalla somu útsjónd, sum tá tað varð bygt. Nakað er bygt afturat gjøgnum øldirnar, men upp- runaliga borgin stendur enn. Slottið hevur ongantíð verið í valdinum hjá nøkrum øðrum enn hesi somu familjuni. Inni í borgini er sera trongligt. Tað er bygt soleiðis, at eingin kann flyta seg skjótt úr einum enda í hin. Upprunaliga hevði Crathes einki vindeyga, ið fólk slapp ígjøgnum. Hetta ger tað torførari hjá fíggindum at taka tað og lættari hjá eigarunum at verja seg. Tá vitjað verður á borgini eru nógv sera áhugaverd rúm, ið øll hava sína serstøku søgu. Eitt nú kann nevnast The Green Lady´s Room, og sambært søgum spøkir tað í hesum rúmi. So seint sum í áttatiárunum siga fólk seg hava sæð kvinnuna í grønum klæðum ganga aftur. Fólk, ið kenna søguna hjá borgini væl, greiða ferðafólki frá, tá tey koma á gátt. Um veggirnir kundu tala Aberdeen er ein býur við sera forvitnisligum fornminnum. Gomlu borgirnar frá tíðini, tá William Wallace og Robert the Bruce livdu, eru fleiri, og tær eru avgjørt verdar av vitja, tí fleiri teirra eru ógvuliga væl varðveittar Crathes Castle liggur í sera vøkrum umhvørvi. Ein stórur og litfagur urtagarður liggur við slottið, og sera dugnaligir urtagarðsmenn syrgja fyri, at hann altíð er vakur á at líta Spírarnir í tornunum ota seg langt upp í luftina C M Y K 35 34