leygardagur 16. mars 2002síða 19
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 53 - 16. mars 2002
37
12
Sosialurin Nr. 53 - 16. mars 2002
Verður The Lord of the Rings
(Ringenens Herre) sigursharri,
tá ið Oscarvirðislønarnar
verða latnar?
Og ein ringur at vinna yvir
allari kapping. . .
New Zealandarar eru ikki heilt
ólíkir føroyingum, tá ið tað
kemur til altjóða kapping, í so
máta, at alt landið fylgir við,
tá onkur sær út til at fara at
klára seg væl. Øll ganga nú
spent og bíða eftir Oscar-
kvøldinum tann 24. mars
2002. New Zealandski leik-
stjórin Peter Jackson, leikstjóri
av filminum "Heavenly
Cratures" við Kate Winslet, er
farin har ongin annar hevur
torað at fara fyrr, nevniliga at
filmatisera meistarverkið hja
Tolkien: The Lord of the
Rings. Hetta vísir seg at hava
loyst seg, tí fyrsti partur í eini
røð av trimum filmum, The
Lord of the Rings: The
Fellowship of the Ring, hevur
vunnið ikki færri enn 13
Oscar nomineringar. Hetta
kann samanlíknast við
"Titanic" og "Borte med
Blæsten", ið hvør vunnu 14
Oscar nomineringar.
Upptikin á meira enn 100
ymiskum økjum í New Zea-
landi, hendan fasinerandi
søgan, er ein av teimum film-
um, ið fólk hava verið mest
spent eftir at síggja hetta
ártíggju. Peter Jackson, og
hansara hold av meira enn
2000 hjálparum, brúktu eitt
gott ár uppá at fáa hesa
søguna um "Middle Earth" á
skermin. Alt var ógvuliga
loyniligt, meðan upptøkan fór
fram. Ongin visti, hvar tað
gekk fyri seg, hóast nógv
royndu at lúra seg framá. Tað
var rættiliga spennandi at fara
á Café í Wellington - man
visti ongantíð um man fór at
renna seg inní onkran kendan,
so sum Elijah Wood ella Liv
Tyler. So stoltir eru New
Zealendarar av filminum, at tá
ið New Zealandska premieran
av filminum varð hildin í
Wellington, varð Wellington
býur næstan ókenniligur.
Serliga býráðið gjørdi nógv
av, og broytti fleiri vegaskeltir
í býnum. Millum annað stóð
tað "Welcome to Middle
Earth" á skeltum, har vanliga
stóð "Welcome to Welling-
ton". Sjálvt fartelefonfyritøk-
urnar broyttu sendararnar, so
at á fartelefonini stóð, at man
var í "Middle Earth" heldur
enn í Wellington.
Fra tí vakra landslagnum til
álvar, dvørgar og gandarar,
The Lord of the Rings er fyltur
við "special effects", so tað er
ikki óvæntað, at hesin film-
urin er ein av teimum fremstu
í kappingini at vinna Oscar
fyri "cinematography" og
"visual effects".
Harafturat hevur Peter
Jackson hevur eisini vunnið ta
stóru æru, at verða nominer-
aður sum besti leikstjóri,
ímeðan filmurin sjálvur er
nomineraður, sum besti
filmur.
So fer Lord of the Rings at
verða sigursharri Oscar-
kvøldið? Vit ganga spent og
bíða.
Vinnur The Lord of the Rings?
TELDUBRÆVIÐ
Frá: Janhild Svabo Blum, New Zealand, janhild@blum.co.nz
Til: turid@sosialurin.fo
Evni: Vikuskifti
FRAMSÝNING
Turið Kjølbro
Týsdagin og mikudagin í kom-
andi viku verða myndir úr trim-
um nýggjum upprunaføroyskum
barnabókum sýndar fram í
Smiðjuni í Lítluvík. Bøkurnar
talan er um eru Í Geyma eftir
Dánial Hoydal, sum Hanni
Bjartalíð hevur myndprýtt,
Geistasteinar sum Edward Fuglø
hevur myndprýtt, og Margreta og
mjólkin, sum Bárður Oskarson
hevur myndprýtt. Samstundis
letur framsýning upp við øðrum
verkum hjá Hanna Bjartalíð.
Hanni Bjartalíð er útbúgvin á
Nordiska Kostskolan í Kokkola í
Finnlandi, har hann starvast sum
listamaður. Hann hevur sýnt
nógv fram í Føroyum, á ólav-
søku, várframsýningum, norð-
oyastevnu, og í Smiðjuni í Lítlu-
vík. Eisini sýnir hann javnan
fram uttanlands, serliga í Dan-
mark og Finnlandi.
Við á framsýningini í Smiðj-
uni í Lítluvík hevur hann olju-
málningar og grafikk. Hanni
Bjartalíð arbeiðir nógv við smá-
um myndum, og tí vera eini 50-
60 myndir við.
- Eg arbeiði ofta við eini tesu,
sum eg geri eina myndarøð
burturúr. Á myndunum royni eg
so at lýsa ta upplivingina, sum
liggur til grund fyri tesuna.
- Prosessin at mála er nógv
meiri umráðandi fyri meg enn
tað endaliga úrslitið. Tá ið
myndin so er liðug, eru allir
tankarnir, sum eru millum meg
og myndina, burtur. Seinastu
framsýningarnar hjá mær hava
ikki verið so kommersiellar. Tær
hava verið rættiliga alternativar
og bera dám av altjóða list.
Bundin og tó
Bókin Í Geyma, sum Hanni
hevur teknað til, er rættiliga
nógv øðrvísi enn barnabøkur vit
kenna. Og Hanni dylir ikki fyri,
at tað hevur verið ein avbjóðing
at gera myndirnar til bókina.
- Hetta er fyrstu ferð eg havi
teknað til eina heila bók, og skal
eg vera erligur, hevur tað ikki
verið ein løtt uppgáva. Ikki minst
tí, at so nógvir persónar eru í
bókini, sum eg má læra at kenna
fyri at kunna tekna teir. Tekning-
arnar eru gjørdar í samstarvi við
høvundin, og tað í sjálvum sær
hevur bundið meg eitt sindur.
Høvundurin hevur havt eina
ímynd um, hvussu persónarnir
skulu síggja út, men hann hevur
kortini givið mær fríar teymar og
hevur góðkent míni hugskot. Ein
teknari til barnabøkur má leggja
seg upp at høvundinum. Tað
hevur verið spennandi, ikki
minst tí, at hetta er ein rættiliga
nógv øðrvísi barnabók, sigur
Hanni Bjartalíð, sum hevur
teknað til bókina síðani seinasta
summar.
Persónarnir í bókini hava
nøvn, vit vanliga brúka sum
tiltak, kúllur, gellan, skræðugák,
kánus og so framvegis.
- Sjálvur hevur mær dámt best
at teknað Klikkheys. Hann er tann
fríasti, rennur runt og skrálar upp,
sigur Hanni Bjartalíð.
Hanni Bjartalíð er ungur
listamaður, sum longu hevur
gjørt vart við seg við sermerkt-
um stíli.
- Summi leggja meg undir at
vera naivistur, men tað eri eg als
ikki hóast tað minnir um.
Hann hevur ein gest við úr
Finnlandi, Anna Seppala, sum er
27 ára gomul. Hon sýnir fram
grafisk verk á framsýningini,
sum verður opin frá týsdegnum
og restina av vikuni.
Klikkheys stuttligast at tekna
- Tað er fyrstu ferð, eg havi teknað til eina føroyska barnabók, og tað hevur
avgjørt verið ein avbjóðing, sigur Hanni Bjartalíð, listamaður.
Í komandi viku ber til at síggja tekni ngarnar, sum eru gjørdar til tríggjar
nýggjar upprunaføroyskar barnabøkur. Framsýningin er í Smiðjuni í Lítluvík
Myndir til bókina, Í Geyma
Hanni Bjartalíð er ungur lista-
maður, sum longu hevur gjørt vart
við seg við sermerktum stíli
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Í sambandi við, at nýggja
kommunulógin
forðar
kommunum at eiga og reka
vinnufeløg, spurdi eitt
felag á Tvøroyri kommun-
una, um ætlanin var at
privatisera
partafelagið,
sum eigur Rankan.
Jú, hetta var ætlanin,
segði kommunan og vísti
felagið tí sín áhuga at
keypa skipið.
Málið útsett
– Á fundi vid flestu kom-
munustýrislimirnar í nov-
ember, vórðu eini átta
áhugaði feløg kunnað um,
hvussu kommunan ynskti
at avvikla Rankan. Treytir-
nar vóru: 1. at skipid fram-
haldandi
skuldi
hoyra
heima á Tvøroyri, 2. at
kommunan skuldi loysast
frá øllum veðhaldum og 3.
at keyparin skjeyt inn
nýggjan partapening. Tíð-
arfreist varð sett, og øll
feløgini, sum høvdu áhuga,
skuldu koma við einum út-
spæli.
Felagið, sum Sosialurin
hevur tosað við, fekk eina
áheitan frá fakfeløgunum í
Tvøroyri um at bjóða sam-
an við teimum.
– Hetta mettu vit at vera
ein stóran fyrimun fram um
aðrar, og hildu vit, at vit
fóru at fáa skipid, men vit
gjørdust klókari. Eg hand-
aði okkara uppskot, sum vit
høvdu havt hjálp frá sakfør-
ara at evna til. Nevndarfor-
maðurin, sum var einsa-
mallur á skrivstovuni, breyt
brævbjálvan upp, meðan eg
var hjástaddur, las boðið og
segdi síðan, at málid var út-
sett.
Umboðið fyri felagið,
sum bar nevndarformanni-
num brævbjálvan, hoyrdi
einki aftur um boðið, teir
høvdu latið.
– Seinni havi eg frætt, at
vit høvdu hægsta boð, og at
tað var orsøkin til, at einki
spurdist burturúr.
Bjóðast av nýggjum
– Men so komu aftur boð
frá býráðnum um, nú skuldi
bjóðast av nýggjum, og nú
hevði kommunan sakførar-
an, Sigmund Poulsen, at
standa fyri søluni. Tær
treytir, sum bjóðast skuldu
eftir, vóru stórt sæð avskrift
av okkara fyrra boði. Men
nú kravdi kommunan skriv-
liga váttan frá banka um, at
kommunan varð loyst frá
øllum veðhaldum og tann,
sum setti mest pening í,
skuldi fáa skipið.
Tá ið boðini vórðu latin
upp, vóru tey bert trý í tali.
– Tað eina felagið bjóð-
aði 4,6 milj. krónur við
ongari skrivligari váttan
um, at kommunan slapp
undan
veðhaldum,
eitt
annað felag bjóðaði 4,5
milj. krónur og hevði held-
ur onga váttan. Okkara boð
var 4,0 milj. krónur – sam-
an við eini skrivligari
bankaváttan uppá góðar 2
milj. krónur fyri veðhaldini
hjá kommununi.
Felagið, sum ikki fekk
Rankan, men í fyrstu atløgu
hevði hægsta boð, og í aðru
atløgu var tað einasta, sum
hevði skrivliga váttan um
veðhaldini, spyr:
– Hvat var nú hægsta
reella boðið?
Kommunan og
fakfeløgini
Sakførarin hjá kommununi
metti 4,6 milj. krónur at
vera hægsta boð, tí hann
helt, at bankaváttanin uppá
veðhaldini kundi avgreiðast
aftaná, hóast kravt varð, at
váttanin skuldi fylgja við
boðnum
– Sjálvandi selir kom-
munan til tann, hon vil,
men eg haldi, at sannleikin
og framferðarhátturin eigur
at koma fram. Ein annar
spurningur er, hvussu slíkt
kann henda á Tvøroyri, og
hvussu tað ber til, at fak-
feløgini ikki fáa uppbakk-
ing frá kommununi, sigur
felagið, sum kennir seg ikki
sørt vónbrotið.
Tá ið Tvøroyrar kommuna seldi Rankan:
Ivi um hægsta reella boð
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Tað er framvegis parta-
felagið, P/F Vørðan á Tvør-
oyri, sum eigur djúpvatns-
trolaran, Rankan.
Finnleif Guttesen, bý-
ráðsformaður, sigur, at tað,
sum er hent, er, at partapen-
ingurin í felagnum er øktur,
soleiðis at kommunan nú er
minnilutaeigari og hevur 2
av 5 nevndarlimum í felag-
num.
– Sjálvandi kann onkur
vera harmur, tí tað ikki
eydnaðist at keypa meiri-
lutan í felagnum fram um
ein annan, men sakførari
okkara helt, at sjálv trygdin
um at loysa kommununa úr
veðhaldsskyldunum
var
eingin trupulleiki. Sakfør-
ari hevði fingið at vitað frá
lánistovnunum, at allir, sum
høvdu bjóðað, vóru skikk-
aðir keyparar á tann hátt, at
feløgini vóru væl fyri
fíggjarliga. Hinvegin er
rætt, at skrivlig váttan
skuldi fylgja við boðnum.
Hægsta boð
Finnleif Guttesen sigur, at
tá ið feløgini, sum høvdu
bjóðað, øll vóru skikkaðir
keyparar, valdi kommunan
at taka av hægsta boðnum.
Hann vísir á, at tað, sum
kommunan vildi, var at
gera ein parteigarasáttmála,
har kommunan ikki átti
meirilutan – ein sáttmála,
sum samstundis tryggjaði,
at felagið ikki kann av-
hendast uttan víðari.
– Málið var at varðveita
skipið og arbeiðsplássini í
kommununi, sigur Finnleif
Guttesen, býráðsformaður.
Finnleif Guttesen, býráðsformaður á Tvøroyri:
Bankin segði, allir vóru skikkaðir
Finnleif Guttesen,
býráðsformaður á
Tvøroyri, sigur, at tá
ið feløgini, sum
høvdu bjóðað, øll
vóru skikkaðir keyp-
arar, valdi sakførarin
at taka av hægsta
boðnum.
– Sjálvandi selir
Tvøroyrar kommuna
Rankan til tann, hon
vil, men sannleikin og
framferðarhátturin
eigur at koma fram,
heldur felagið, sum í
fyrstu atløgu hevði
hægsta boð og í aðru
atløgu var tað einasta,
sum hevði skrivliga
váttan um veðhaldini
hjá kommununi.
C
M
Y
K
37
36