Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-16, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. mars 2002síða 21

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 Nr. 53 - 16. mars 2002 Nr. 53 - 16. mars 2002 41 Skrivstovufólk/Málsviðgeri Sjóvinnufyrisitingin søkir hervið eftir einum skrivstovufólki/málsviðgera til setan skjótast gjørligt.Talan er um avloysarastarv. Sjóvinnufyrisitingin er skipað sum deild í Fiskimálastýrinum. Starvið inniber m.a. hesar uppgávur: • málsviðgerð innan sjóvinnulóggávu • útgávu av sjóvinnubrøvum, siglingarbøkrum og samleikaprógvum • átekna heilsuprógv, viðgera undantaksloyvir til mynstringar v.m. • vanligt skrivstovuarbeiðið • telefonavgreiðsla Førleikakrøv: Til starvið krevst viðkomandi utbúgving sum t.d.: • skrivstovuútbúgving ella líknandi útbúgving • góð evni at samskifta á føroyskum, norðurlendskum máli • telduførleika á brúkarastøði • góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt • góð samstarvsevni Grundleggjandi royndir innan virkisøkini er ein fyrimunur. Setanartreytir: Starvið verður lønt sambært avtalu millum Fíggjarmálastýrið og avvarðandi yrkisfelag. Setanarøkið fevnir um Fiskimálastýrið og stovnar undir tí, umframt hini aðalstýrini og Løgmansskrivstovuna. Tænastustaðurin í løtuni er Sjóvinnu- fyrisitingin. Tann, ið settur verður, má tí kunna tola broytingar í starvinum, og at økið verður umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur í Fiskimálastýrinum. Umsóknir saman við avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skulu vera Sjóvinnufyrisitingini í hendi í seinasta lagi 2. apríl 2002 kl. 15.30. Umsóknir skulu sendast til: Fiskimálastýrið, att: Sjóvinnufyrisitingin, Postsmoga 347, 110 Tórshavn Fyrispurningar viðvíkjandi starvinum fáast við at ringja til Skipaeftirlitið á tlf. 311188 og tosa við Óla Hans Hammer Olsen, deildarstjóra. Fiskimálastýrið Sjóvinnufyrisitingin Fulltrúi Starv sum fulltrúi á Sjóvinnufyrisitingini verður hervið lýst leyst til setan skjótast gjørligt. Sjóvinnufyrisitingin er skipað sum deild í Fiskimálastýrinum. Starvið inniber m.a. hesar upppgávur: • hava um hendi umsitingina av Manningarlógina, Sjómannalógina, Mynstringarlógina og Trygdarmiðstøðina fyri sjófólk í Klaksvík • hava um hendi umsitingina av sjóvinnubrøvum • samskipa leiklutin hjá Sjóvinnufyrisitingini í verkætlanum viðvíkjandi útbúgving av sjófólki • samstarv við leiðslu og aðrar fulltrúar í Fiskimálastýrinum um tvørgangandi uppgávur innan sjóvinnumál • luttaka í arbeiðinum viðvíkjandi FAS-skipanini Førleikakrøv: • viðkomandi utbúgving frá hægri lærustovni • góð evni at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli • vera til reiðar til at royna nýggjar avbjóðingar • kunna virka til lítar og á ein tryggan hátt í einum umhvørvi, har mál til tíðir hava nógvan skund • góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt • góð samstarvsevni Grundleggjandi royndir innan virkisøkini er ein fyrimunur. Setanartreytir: Løn og setanartreytir eru sambært avtalu millum Fíggjarmálastýrið og avvarð- andi yrkisfelag.Setanarøkið fevnir um Fiskimálastýrið og stovnar/deildir undir tí, umframt hini aðalstýrini og Løgmansskrivstovuna. Tænastustaðurin er í løtuni Sjóvinnufyrisitingin. Tann,ið settur verður,má kunna tola broytingar í virkisøkinum og at økið verður umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur í Fiskimálastýrinum. Umsóknir: Umsóknir saman við avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skulu vera Sjóvinnufyrisitingini í hendi í seinasta lagi 2. apríl 2002 kl. 15.30. Umsóknir skulu sendast til: Fiskimálastýrið, att: Sjóvinnufyrisitingin, Postsmoga 347, 110 Tórshavn Fyrispurningar viðvíkjandi starvinum fáast við at ringja til Skipaeftirlitið á tlf. 311188 og tosa við Óla Hans Hammer Olsen, deildarstjóra. Fiskimálastýrið Sjóvinnufyrisitingin Nú Fuglafjarðar Mentannarhús er um at verða liðugt bygt, og væntandi verður tikið alment í nýtslu fyrst í juni mánaða, er avgjørt at skipa fyri búmerkjakapping. Fuglafjarðar Mentannarhús hevur til endamáls at verða karmur um øll hugsandi mentannarlig tiltøk t.d. konsertir, framsýningar, stevnur, fundir, veistlir, dans o.a. Búmerki skal kunna nýtast til alt vanligt virksemi í svart/hvítum prenti, eins væl og í litum. Navnið Fuglafjarðar Mentannarhús skal kunna setast afturat búmerkinum.- samanseting av búmerki og navni eru tí vælkomin. Uppskotið til búmerki kann verða í stødd A4 ella A5, men skal bæði kunna minkast og vaksast, so tað er nýtiligt á øllum, frá brævpappíri til plakatir. Uppskotið skal verða navnaleyst og bera frámerki, sum er 5 tilvildarlig taltekn (siffur). Saman við uppskotinum skal latast inn afturlatin brævbjálvi við sama frámerki uttan, sum uppskotsetarin hevur á uppskoti sínum. Í uppskotinm skal vera navnaseðil á A4-síðu, sum sigur frá navni, bústaði og telefon hjá uppskotsetarnum. Tá ið dømingin er endað, verða allir brævbjálvar latnir upp. Dómsnevndin, ið tekur støðu til innsendu uppskot, verður henda: Rúni Abrahamsen, arkitektur AF - Eyðun Hansen, formaður í Sjónleikarafelagnum - Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður. Til virðislønir eru avsettar 9.000 kr. Dómsnevndin avgerð, hvussu viðrslønirnar verða býttar. Tó skal 1. virðisløn skal ikki verða minni enn 5.000 kr. Dómsnevndin skilar sær rætt til, ikki at nýta innkomin uppskot. Vinnararnir verða kunngjørdir á hátíðarhaldi, í samband við at Mentunnarhúsið verður tikið alment í nýtslu. Uppskotini verða at senda til Fuglafjarðar Sjónleikarafelag innan Takk fyri stuðulin. Fuglafjarðar Sjónleikarafelag Postsmoga 14 530 Fuglafjørður Búmerkjakapping Valið er títt! Skulu børnini framhaldandi doyggja? Vel eitt valevni, ið velur lívið! www.provita.fo Bilur við skaða til sølu Merki: Peugeot Partner 5 Kombi 1.9 Árg.: 2001 KM.: 1.000 Bilurin verður seldur, sum hann stendur nú. Magni Petersen, sýnsmaður Tlf.: 345728 Fax: 345607 e-mail: mpe@trygging.fo at hitta mánadag – hósdag kl. 08.30–10.00 og fríggjadag kl. 08.30–16.00. Nýtt skeið Nýtt skeið Buss Trailara Lastbil Koyrikortið SP/F Stoffalág 82 Tel 318821 • 315298 Fartel 218777 Tórshavnar Trafikkskúli byrjar mánakv. 18.mars kl.19.00 (um nóg nógv tekna seg) team85 ê Bàin ê Bàin ê Bàin ê Bàin ê Bàin ê Bàin - hv¿nn h—sdag C M Y K 41 40