Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-16, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. mars 2002síða 22

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 Nr. 53 - 16. mars 2002 Nr. 53 - 16. mars 2002 43 P/F Frants Restorff Vit sóknast eftir fólki til fast starv til handilin Arbeiðstíðirnar eru hesar: kl. 06.00–13.00, kl. 13.00–19.00 kl. 19.00–23.30. Allar dagar í vikuni. Løn eftir S og K Pf. Frants Restorff Tórsgøta 13 · Tlf. 311060 Postsmoga 41 · 110 Tórshavn Tekniskur leiðari til Gøtu Kommunu Hervið verður søkt eftir tekniskum leiðara til kommununa, hálva tíð. Høvuðsverkevni: • Hava dagligu leiðsluna av øllum tekniskum út- búnaði í kommununi • Projekteringsarbeiði og eftirlit • Uppmátingar-, kortleggingar- og skrásetingar- arbeiði • Býar- og byggiplanlegging • Málsviðgerð og ráðleggingararbeiði • Stýring av kommunalum viðlíkahaldsarbeiði • Luttøka í dagligum umsitingarligum uppgávum v.m. • Skrivari hjá teknisku nevnd Førleikakrøv: • Verkfrøðingur, byggifrøðingur ella onnur við- komandi útbúgving • Royndir í omanfyri nevndu arbeiðsøkjum er ein fyrimunur • Førleika í projekteringsarbeiði og byggilist • Hollan telduførleika • Opin,fyrikomandi og samstarvshugaður Løn sambært sáttmála við avvarandi yrkisfelag. Nærri upplýsingar starvinum viðvíkjandi fáast við at venda sær til bygdarrásskrivaran á telefon 441012. Starvið verður at seta sum skjótast. Bygdarráðið skilar sær rætt til frítt at velja ímillum um- søkjararnar ella ongan at taka. Skrivlig umsókn, saman við avritum av prógvum og møguligum viðmælum, skal verða Gøtu kommunu, postrúm 40,FO-510 Gøtu,í hendi innan 25.mars 2002, kl.18.00. Við hesum verður søkt eftir einum motorpassara til Strandfaraskip Land- sins, at seta í fast starv frá 15. apríl 2002. Motorpassarin skal byrja umborð á Bars- skor, men skal til eina og hvørja tíð kunna verða fluttur umborð á øll skip hjá Strandfaraskipum Landsins, sum fyri- skipað av leiðsluni. Uppgávurnar hjá skipunum Høvuðsuppgávan hjá Strandfaraskipum Landsins er at nøkta landsins tørv á fólka- og farmaflutningi. Hetta verður gjørt eftir fastlagdari ferðaætlan, og annars verður skipað fyri serflutningi við ferðafólki kring oyggjarnar. Arbeiðs- og vaktarskipanin er fyriskipað í mun til galdandi ferðaætlan hjá tí skipi, ið ein er settur umborð á. Umborð á Barsskor verða knýtt íalt 3 fólk, og tvey sigla við hvørja ferð.Arbeiðstíðin verður 63 tímar um vikuna. Siglt verður í 2 vikur og síðani 1 vika avspáking. Dagliga farleiðin er Klaksvík-Kallsoy. Umstøður eru ikki at búgva umborð. Starvið fevnir um Motorpassarin skal vera við til at tryggja, at maskinaríið er í so góðum standi at øll, bæði manning og ferðafólk, kunnu kenna seg trygg, og annars at veita leið- sluni eina skilagóða rakstrarfyrisiting. Motorpassarin skal eisini verða við til at tryggja, at allar lógir og reglur á økinum verða fylgdar, og at arbeiðsgongdin er í trá við málsetningin hjá fyritøkuni. Aðrar høvuðsuppgávur hjá motorpass- aranum at vera við til: • Seta upp viðlíkahaldsmannagongdir- og ætlanir • Hava eftirlit við maskinarínum • Tryggja gott samstarv við myndug- leikar og aðrar samstarvsfelagar • Leypandi meta um viðlíkahaldstørvin á maskinarínum Førleikakrøv • Vinnubræv sum maskinistur ella motorpassari • Siglingarbók • Heilsuprógv, ikki eldri enn 2 ár • Prógv í nýtslu av bjargingarútgerð • Roykkavari/sløkkileiðari, ikki eldri enn 5 ár Setanartreytir Setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og avvarandi yrkisfelag. Umsóknir Umsóknir við avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu sendast til: Strandfaraskip Landsins att. Starvsfólkadeildin Boks 88 FO-110 Tórshavn og skulu vera fyritøkuni í hendi í seinasta lagi 25. mars 2002. Um tú ynskir nærri upplýsingar, kanst tú ringja til Páll Heinesen, starvsfólkaleið- ara, á tlf. 343000 ella e-post: ssl@ssl.fo Starv Motorpassari Strandfaraskip Landsins er ein landsfyritøka undir Vinnumálastýrinum / Samskiftisdeildini. Høvuðsuppgávan hjá fyritøkuni er at lúka landsins tørv á innan- landa fólka- og farma- flutningi, og skal fyri- tøkan í so stóran mun sum gjørligt rekast á handilsligum støði. Fólka- og farmaflutn- ingurin setir stór krøv um eina góða kundatæn- astu, herundir trygd, reglusemi og skjótleika. Árliga rakstrarætlanin hjá Strandfaraskipum Landsins javnvigar við yvir 100 mió. kr. Talið á starvsfólkum svarar til 180 fulltíðarstørv, herav umleið 155 operatørar. Talið á flutningsanlegg- um er 12 skip, 40 bussar og 15 lastbilar. Flutn- ingsuppgávurnar fevna um alt landið. Bilur við skaða til sølu Merki: Ford Mondeo Flair 1.8 bensin – 5 hurða, svartur Árg.: 1997 KM.: 66.300 Bilurin verður seldur, sum hann stendur nú. Bjartur Brekkstein, sýnsmaður Tlf. 345771 • Fax 345607 t-postur: bjb@trygging.fo at hitta mánadag – hósdag millum kl. 08 30–10 00 og fríggjadag millum 0830–16 00 Vaskikona Søkt verður eftir vaskikonu at byrja beinanvegin. Klaksvíkar Klubbi Uppsalagøta 11 · Box 182 Klaksvík www.sosialurin.fo www.sosialurin. www.sosialurin.fo www.sosialurin. AUTO 1234 TO 311234 TO 123 AUTO -Dag & nátt- Hýra bil - ring 311234 BENZIN DIESEL KIOSK -Alt døgnið- AUTO 311234 Skrivstovufólk/Málsviðgeri Skipaeftirlitið søkir hervið eftir einum skrivstovufólki/málsviðgera til setan skjótast gjørligt. Skipaeftirlitið er skipað sum deild í Fiskimálastýrinum. Starvið inniber m.a. hesar uppgávur: • Málsviðgerð • Skrivarauppgávur • Journalleiðari • Bókhaldsuppgávur • Arbeiði við skipsskjølum • Vanligt skrivstovuarbeiðið • Telefonavgreiðsla Førleikakrøv: Til starvið krevst viðkomandi útbúgving sum t.d.: • skrivstovuútbúgving ella líknandi útbúgving • HH-prógv, merkonomprógv ella líknandi • góð evni at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli • telduførleika á høgum brúkarastøði • góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt • góð samstarvsevni Í starvinum er møguleiki at fáa skipaða eftirútbúgving innan viðkomandi arbeiðsøki og verður sett sum eitt krav um hetta ikki er lokið. Setanartreytir: Starvið verður lønt sambært avtalu millum Fíggjarmálastýrið og avvarðandi yrkisfelag. Setanarøkið fevnir um Fiskimálastýrið og stovanr undir tí, umframt hini aðalstýrini og Løgmansskrivstovuna. Tænastustaðurin í løtuni er Skipaeftirlitið. Skipaeftirlitið verður í Tórshavn til 1. august 2002, tá tað verður flutt til Miðvágs. Ein treyt fyri starvið er, at viðkomandi, ið settur verður, kemur at starvast á Skipaeftirlitinum í Tórshavn at byrja við. Tann, ið settur verður, má tí kunna tola broytingar í starvinum, og at økið verður umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur í Fiskimálastýrinum.Viðkomandi verður lærumeistari hjá møguligum lærlingi á Skipaeftirlitinum. Umsóknir: Umsóknir saman við avriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu vera Skipaeftirlitinum í hendi í seinasta lagi 25. mars 2002, kl. 15.30. Umsóknir skulu sendast til: Skipaeftirlitið Postsmoga 112 110 Tórshavn Fyrispurningar viðvíkjandi starvinum fáast við at ringja til Skipaeftirlitið á tlf. 311188 og tosa við Óla Hans Hammer Olsen, deildarstjóra. SKIPAEFTIRLITIÐ Jónas Broncksgøta 5 • Postsmoga 112 • 110 Tórshavn Telefon 311188 • Telefax 318882 • e-mail: skipaeftirlitid@skipaeftirlitid.fo Fiskimálastýrið Skipaeftirlitið SL fara við hesum alment at bjóða út rutusiglingina á Mykinesarleiðini. SL hava sum samferðslueind, vegna landið, til uppgávu at samskipa sjóvegis og landvegis samferðslu, herundir planleggja, stýra og hava eftirlit við rutusiglingini hjá landinum. Útbjóðingin fevnir um Harafturat ynskja SL at samstarvað verður um flutning, sum er uttanfyri vanligu ferðaætlanina á Mykinesarleið- ini, herundir eisini serflutning av ymiskum slagi. Krøv • Útbjóðingin skal virka fyri, at SL fær fíggjarligar og tænastuligar fyrimunir í rakstrinum • Sáttmálaskeiðið skal ætlandi byrja 1. mei 2002 • Øll krøv og treytir verða annars ásett í útbjóðingar- tilfarinum Tilboð Tilboð, merkt Útbjóðing Oyggjaleiðir, skulu vera innkomin til: Strandfaraskip Landsins att. Fólkaflutningsdeildin Postrúm 88 FO-110 Tórshavn í seinasta lagi 2. apríl 2002, kl. 12:00. SL skilar sær rætt til at velja ímillum innkomin tilboð ella ikki at taka við nøkrum av innkomnu tilboðunum. Teir arbeiðstakarar, sum bjóða, kunnu verða hjástaddir, tá til- boðini verða latin upp. Sæð verður burtur frá tilboðum, sum ikki eru innkomin til tíðina. Útbjóðingartilfar kann umbiðjast hjá SL, tlf. 343000 ella t-post: pjt@ssl.fo Áðrenn útbjóðingartilfar verður sent út, skulu kr. 1.000,- latast í depositum. Nærri upplýsingar um útbjóðingina kunnu fáast við at venda sær til Poul Jákup Thomsen, fólkaflutningsleiðara. Útbjóðing Mykinesarleiðin Høvuðsuppgávan hjá fyritøkuni er at lúka landsins tørv á innan- landa fólka- og farma- flutningi, og skal fyritøk- an í so stóran mun sum gjørligt rekast á handils- ligum støði. Fólka- og farmaflutningurin setir stór krøv um eina góða kundatænastu, herundir trygd, reglusemi og skjótleika. Árliga rakstrarætlanin hjá Strandfaraskipum Landsins javnvigar við yvir 150 mió. kr. Talið á starvsfólkum svarar til 180 fulltíðarstørv, herav umleið 155 operatørar. Talið á flutningsanlegg- um er 11 skip, 40 bussar og 18 lastbilar. Flutn- ingsuppgávurnar fevna um alt landið. Øki Leið Mykinesarleiðin 36. Sørvágur – Mykines Útbjóðing av koyring Koyring av suðuroyargróti 0/250 mm av havnarlagnum í Kollafirði (Langasandi) og niðan í Hundsarabotn fyri árið 2002 verður við hesum boðin út í almenna lisitatión. Frágreiðing og treytir viðvíkjandi koyringini fáast við at venda sær til Landsverk- frøðingin,Tórshavn. Lisitatiónin verður á skrivstovu Landsverkfrøðingsins fríggjadagin 22. mars 2002, kl. 13.00. C M Y K 43 42