Sosialurinarkiv
Sosialurin 1932-01-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. januar 1932síða 2

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Til alt arbeiðsfólkið í Føroyum! Vit vilja við fáum orðum taka fram nekur få punktir um, hví vit velja javnaðarmenn (socialistar): Javnaðarmenn um alla verðina arbeiða til fólks hesta fyrst og fremst fyri arbeiðsfólkið, og har, stum javnaðarflokkarnir vinna fram, verða altíð livikor arbeiðsfólksins betri og betri, og landsvidurskiftini verða eisini betri. Tað sama vil eisini henda i Feroymm, so hvert sum vit vinna fram. Vit vilja, at øll skulu fyri sítt stríð i lívinum fáa tað gott I ellisárunum til dømis við ellisrentuni (eftir- lenin) -- 400 til 600 kr. til øll menniskjur, sum fylt hevir 60 ár. Siålvstyri og Samband hava verið ímóti. Vit vilja, at eingin skal verða settur á getuna, um fað av ymsum årsøkum gongst illa. Viðkomandi skal altíð hava tjans til at arbeiða seg upp aftur. Vit vilja hjálpa øllum gagnligum fram i oyggjunum og seta | verk arbeiðir, sum ikki enn eru byrjaði. Vit vilja, at allur lagaligur hagi skal dyrkast, so at ikki einans heima- fólk men eisini fiskarar hava arbeiði fyri hondum sínum um vetrarnar. | Vit vilja, at øll kongs- og prestajørd skal verða føroysk, men ikki privat ogn. | Vit vilja arbeiða til gagns fyri núlivandi fólki og lætta um byrðir eftirkomarar okkara. | Vit vilja ikki virka fyri at loysa okkum frå Danmark, men verða lið i danska ríkinum og fáa at njóta ! | | alt fað góða, sum donskum statsborgarum tilkemur. | | | Vit vilja hava sama rætt, sum vit nú hava, og arbeiða vinarliga og í góðum samkomulagi við Danmark. | Vit vilja ikki bert njóta, men eftir førimuni reyna at lætta um stafsins byrðir, sum viðkoma Føroyum. | | Vit vilja, at allur føroyski javnaðarflokkurin í ollum bygdum i framtidini arbeiðir hond í hond, so at flokkurin sjálvur ger stevnuskrá okkara og planleggur virkir okkara. Vit vilja virka fyri meira mentun (upplýsningi). Jarðaspurningin óttast vit heldur ikki, nú vit hava fingið ein góðan og dúgligan bónda í Kaldbak í okkara part. Hann er fyrstur á lista okkara í Norðstreymoy. |: Á Vit vilja stutt sagt virka fyri øllum, sum gagnar fólkinum og Feroyum. Á al ; Kandidatarnir, sum eru á okkara listum, eru allir góðir og allra bestu þá menn. Tað sama kann við rætti sigast um allar stillarar okkara. 0 Gott fólk! Veljið j ð Fl i eijl Javnaoarmenninar. b 3 i Higartil er lítið gott gjørt fyri arbeiðsfólkið i Føroyum. Men nú vóna vit, at tað verður betri skil. Og tað 5 3 skuldi ongan undra, nu vit royna at seta okkara egnu menn inn å ting til at virka fyri okkum har. Av øllum politikki er Socialisman best!