týsdagur 19. mars 2002síða 13
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 54 - 19. mars 2002
25
Á heimavølli megnaði
Sóljan ikki at taka av
seinasta møguleikan-
um fyri at bjarga
sessinum í bestu
deildini, og so kundi
Kyndil draga andan
heldur lættari
HONDBÓLTUR –
KVINNUR
Jákup Mørk
Tað var lagnudystur á
Giljanesi
fríggjadagin.
Sóljan skuldi í seinasta
dystinum
taka
ímóti
Kyndli, og tað var undan
dystinum greitt, at taparin
noyddist
tungu
leiðina
niður í aðru deild.
Roknast kundi tí við, at
talan fór at gerast um ein
bæði spennandi og dra-
matiskan dyst, men hetta
varð tó av ongum. Tølini
siga sítt týðiliga mál um, at
munurin var stórur, og eftir
dystin var helst eingin av
fjølmentu heimaáskoðar-
unum, sum siga nakað sum
helst ímóti, at Kyndil hevði
sigurin uppibornan.
Eftir
eina
hampuliga
javna byrjan, tók Kyndil at
draga frá um miðjan hálv-
leikin, og so gekk tað fyri
tað mesta ein veg. Kanska
var spælið hjá teimum
grønu ikki so ógvuliga
sannførandi. Til hetta var
týdningurin av dystinum
helst ov stórur. Men tað
vóru tó einastakar orsøkir,
sum gjørdu sítt til, at
sigurin gjørdist somikið
sannførandi.
Fyrstu løtuna, tá munurin
kom í, var tað kanska ser-
liga
Fríða
Petersen
í
málinum, sum stóð seg væl.
Einar tríggjar ferðir á rað
hevði hon fínar bjargingar
móti mest sum leysum
sóljuleikarum, og tá Kyndil
so fekk fulla nyttu úr
mótálopunum, gjørdist tað
beinan vegin tungt hjá
Sóljuni.
Hin orsøkin til stóra
munin, var, at hvørgin av
útlendsku leikarunum hjá
Sóljuni
fingu
nakran
serliga stóran leiklut hesa-
ferð. Asta Petrauskiene,
sum ivaleyst verður besti
málskjúttin hetta kapping-
arárið, var hálvskadd. Hon
megnaði ikki at stríðast við
verjuna, og tá Kyndil so
eisini um miðjan fyrra
hálvleik valdi at mansverja,
var hennara leiklutur mest
sum liðugur. Eymu lær-
vøddarnir loyvdu henni
ongan tíð at gera nakra
roynd at skræða seg leysa,
og uttan størstu hóttanina,
var talan um eitt ógvuliga
skert vágalið.
Hartil skal leggjast, at
hóast Kristina í málinum
hevði nakrar bjargingar, so
megnaði
hon
ikki
at
einsamøll at halda Sóljuni
inni í dystinum, og so hvørt
sum bóltarnir fuku inn
aftan fyri hana, gjørdist
vónloysi á liðnum alsamt
sjónligari.
Sum dysturin leið, so
gjørdist
talan
um
ein
tryggan sigur til Kyndil, og
tá alt var liðugt, kom til
sjóndar, undir hvørjum
trýsti kyndilsliðið hevur
verið seinastu vikurnar.
Gleðisrópini
harðnaðu
fyri hvønn bólt, sum varð
sendur í málið, og tá sein-
asta bríkslið hevði ljóðað,
tustu leikarar og onnur av
væl mannaða beinkinum
inn á vøllin, har øll kundu
hálsfevnast og fegnast um,
at liðið hevði byrgt fyri
vanlagnuni at flyta eina
deild niður.
Tað megnaði Sóljan so
ikki, men hóast hetta, so
tóktust tær meira avklár-
aðar í niðurflytingarspurn-
inginum enn Kyndil.
Tað er tó líti at ivast í, at
talan bert verður um eitt
fyribils farvæl til vágaliðið.
Í stóran mun er hópurin
mannaður við ungum leik-
arum, og verður hildið fast
við hesar, soleiðis at tær
kunnu búnast eitt ár í
oddinum av aðru deild,
heldur enn í botninum av
fyrstu deild, so er lítið at
ivast í, at talan verður um
eina sterkaru Sólju, sum
um eitt ár aftur verður at
síggja millum bestu liðini í
landinum.
Dysturin í tølum
Sóljan-Kyndil 15-26
(5-10)
Sóljan: Asta Petrauskiene 5
(1), Hertha Jónsdóttir Sim-
onsen 4, Marjun Johansen
3 (1), Sólja Jóanisdóttir 2,
Heidi Maria Akselsen 1.
Kyndil: Palma Petersen 5,
Marjun Tróndarson 5, Lotte
Sørensen 5 (3), Ann Han-
sen 3, Annika Ljósstein 3,
Rakul
Napoleonsdóttir
Joensen 2, Linda Weihe 1.
Útvísingar: Sóljan 3,
Kyndil 1
Brotskøst: Sóljan 2, Kyndil
Dómarar úr Neistanum:
Kristian Johansen og Jacob
Jónsson. Lága leikferðin
gav teimum litlar og ongar
trupulleikar.
Eftir eina tíð við hampu-
liga lítlum aktiviteti, eru
ungir føroyskir leikarar
nú aftur við at gera um
seg í venjingum hjá út-
lendskum feløgum.
Jón Rói Jacobsen úr
HB er júst afturkomin av
eini ferð til Onglands,
har hann hevur vant
undir fyrrverandi enska
landsliðsvenjaranum,
Glenn Hoddle, í Totten-
ham, og nú slepur Hjal-
grím Elltør at royna seg
undir einum øðrum fyrr-
verandi landsliðsvenj-
ara.
Hesa ferð er tað Gra-
ham Taylor, sum fyri
stuttum tók við venjara-
sessinum í Aston Villa,
sum er venjarin. Graham
Taylor var annars venjari
hjá Watford, tá tveir
føroyskir leikarar fyri
nøkrum árum síðani
royndarvandi við felag-
num, so heilt ókunnugur
við føroyskar leikarar er
hann ikki, og hvør veit.
Kanska fer okkurt at
spyrjast burtur úr vitjan-
ini hesaferð.
-jm
Hjalgrím til
Onglands
Jón Rói Jacobsen er júst afturkomin úr Onglandi, og nú
fer Hjalgrím Elttør at royna seg hjá Aston Villa
Mynd: Álvur Haraldsen
Sóljan-Kyndil 15-26 (5-10):
Sóljan misti sessin
Eftir eina javna byrjan, var tað Kyndil, sum dróg frá, og so hvørt sum málini skolaðu inn, gjørdist stórsigurin alt meira vísur
Mynd: Álvur Haraldsen
Sjáldan hevur gleðin á kyndilsliðnum verið so stór, sum hon var fríggjadagin, tá liðið tryggjaði
sær enn eitt ár í bestu hondbóltsdeildini
Mynd: Álvur Haraldsen
25
24
Nr. 54 - 19. mars 2002
FS Vágar og Sumba
skulu spæla saman
við teimum tíggju
feløgunum í bestu
deildini
LØGMANSSTEYPIÐ
Jóannes Hansen
Í gjár var aftur eitt kavafølv.
Tað eru venjarar og fót-
bóltsspælarar kring landið
ivaleyst eins harmir um,
sum eitt nú bóndur og bil-
førarar. Kavin hevur verið
fótbóltsvenjingunum
og
venjingardystunum til stór-
an ampa. Sunnudagin eyd-
naðist tað at fáa teir báðar
síðstu dystirnar frá hondini,
sum skuldu spælast, fyri at
tað kundi farast undir
bólkaumfarið.
Í bólkaumfarinum eru
fyrstu dystirnir á skránni
komandi sunnudag. Seks
dystir á skránni hvønn dyst-
ardagin. Tað vil við øðrum
orðum siga, at tað kann
skjótt koma stórur brøkur í,
um kavin fer at arga. Upp-
runaliga var ætlanin at 2.
páskadagur skuldi vera frí-
dagur. Tá tað var neyðugt at
flyta kappingina ein leik-
dag, varð 2. páskadagur tik-
in afturat. Páskaaftan er
framvegis leysur.
Skráin
Sumba og FS Vágar spældu
seg leygardagin í bólkaum-
farið. Tað fer at verða spælt
í trimum bólkum, sum eru
mannaðir soleiðis:
Bólkur 1: Sumba, B36,
VB og NSÍ.
Bólkur 2: FS Vágar, GÍ,
TB og EB/Streymur
Bólkur 3: HB, B68, KÍ
og Skála.
Í bólki trý verður bara
spælt norðanfjørðs. Í bólki
eitt verður talan um lokal-
uppgerðir millum VB og
Sumba, og B36 og NSÍ
skulu tvær ferðir um Suður-
oyarfjørð.
Átta av teimum tólv lið-
unum koma í fjórðingsfin-
aluna. Síðsta umfarið í
bólkaspælinum
verður
sambært skránni leygar-
dagin 20. apríl. Fjórðings-
finalurnar verða spældar
dýrabiðjhudag,
sum
er
fríggjadagin
26.
apríl.
Fyrru hálvfinalurnar eru
settar at vera spældar
sunnudagin 28. apríl, og tað
verður ikki fyrrenn eftir
løgtingsvalið týsdagin 30.
apríl, at tað fer at vera
greitt, hvørji lið skulu í fin-
aluna. Seinnu hálvfinalurn-
ar eru settar at verða spæld-
ar sunnudagin 12. mai.
Komandi sunnudag verð-
ur
spælt
soleiðis:
Sumba–B36, VB–NSÍ, FS
Vágar–GÍ, TB–EB/Streym-
ur, HB–B68 og KÍ–Skála.
Ivaleysur sigur og sera
tætt
Vágamenn spæla í ár á
Valloyruni í Sandavági. AB
kom vestur hagar at verja
javnleikin og so dúva uppá
eitt mál upp á kontra, tá
heimaliðið fór at leggja ov
nógv fyri í álopsroyndun-
um. Hetta órógvaði heima-
liðið, sum hevði bóltin
nógv tann størsta partin av
tíðini, men sum hevði stór-
ar trupulleikar at spæla seg
ígjøgnum trunkan av AB
monnum í egnum brots-
teigi. Tá tað restaðu átta
minuttir av 1. hálvleiki
glapp, og so var tað bara
ein spurningur um, hvussu
stórur sigurin skuldi verða.
Úr Vágum frætta vit, at AB
hevði eitt skot uppá mál, og
tað hevði málverjin ongar
trupulleikar at taka sær av.
Í Sumba var tað væl tætt-
ari, tá B71 vitjaði. Í 1. hálv-
leiki var heimaliðið kanska
eitt sindur grammari, men
tað eydnaðist teimum ikki
at fáa mál. Í 2. hálvleiki var
sera javnt, og tá komu øll
trý málini. Nebosja legði
heimaliðið
framum,
tá
seinna umfarið var trettan
minuttir gamalt minuttir.
Bergur Winther rakk akku-
rát bóltinum, sum tóktist
vera á veg út av baklinjuni.
Hann lyfti høgt afturum
seg, og ein hálvan metur frá
málstrikuni stýrdi Nebosja
í málið.
Støðan helt sær inntil tað
restaðu tíggju minuttir. Tá
javnaði Eli Hentze við
brotssparki. So var aftur
heilt spennandi, men bara í
eina lítla løtu. Sumbingar
fingu brotsspark, og Eirik-
ur Joensen skoraði sigurs-
málið. Í báðum førunum, tá
hann bríkslaði fyri brots-
sparki, metti Jens Petur
Brattalíð, at verjan í brots-
teiginum hevði felt álops-
spælara.
Løgmanssteypið
2. umfar
Sumba–B71 2–1 (0–0)
1–0: Nebosja Velkjovic 58.
1–1: Eli Hentze br 80.
2–1: Eirikur Joensen br 82.
FS Vágar–AB 3–0 (1–0)
1–0: Hannus Olsen 37.
2–0: Kim Poulsen 65.
3–0: Birgir Joensen 74.
Gøtumenn vunnu
sunnudagin steypið í
Klaksvíkskappingini
til ognar, tá teir eftir
brotssparkskapping
sigraðu á KÍ í finaluni
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Eina viku seinni enn ætlað
varð árliga klaksvíkskapp-
ingin avgreidd um viku-
skiftið.
Lutakastið lagaði tað so-
leiðis, at tey bæði fremstu
liðini frá í fjør, B36 og GÍ,
hittust í aðrarir hálvfinal-
uni, meðan gomlu arva-
fíggindarnir, KÍ og HB
spældu hina hálvfinaluna.
Úrslitið gjørdist, at bæði
høvuðssðarfeløgini taptu
sínar dystir. B36 var annars
á odda 1-0 ímóti GÍ í hálv-
leikinum við einum máli
frá Bárði Mortansson, men
í seinna hálvleiki avgjørdu
Súni Fríði Johannesen og
Henning dystin til fyrimuns
fyri GÍ.
KÍ vann í sínari hálv-
finalu ein sannførandi 3-0
sigur á HB. Hjalgrím Elttør
legði vertirnar á odda fyri
hálvleik, og í seinna hálv-
leiki
kundu
Mørkøre-
beiggjarnir staðfesta sigur-
in við einum máli í part.
Sunnudagin skuldu so
teir báðir seinastu dystirnir
spælast. Í kappingini um
triðja plássið mátti B36 enn
einaferð taka til takkar við
2-1 tapi. Aftur hesa ferð
legði Bárður Mortansson
B36 á odda, men Uni Arge
javnaði fyri steðgin og í
seinna
hálvleiki
skeyt
Rókur Jespersen sigursmál-
ið hjá HB.
Í finaluni spældu so GÍ
og KÍ. Sum skilst úr Klaks-
vík var talan um ein ham-
puliga góðan dyst, har bæði
liðini royndu at leggja trýst
á mótstøðuna. GÍ legði seg
á odda, tá Henning Jarns-
kor slapp púra leysur móti
KÍ-málinum, men stutt eftir
javnaði Heðin á Lakjuni
fyri KÍ.
Beint fyri steðgin legði
GÍ seg aftur á odda, tá
Sámal Joensen setti brots-
spark í netið, men klaksvík-
ingar góvust ikki á hond-
um. Nýggi leikarin, Grímur
Vang, sum áður hevur spælt
við HB, javnaði eftir steðg-
in, og tá tað ikki komu fleiri
mál, gjørdist neyðugt við
brotssparkskapping.
Her
var GÍ stinnari parturin, og
gjørdust teir sostatt vinnar-
ar av kappingini fyri fimtu
ferð, og vunnu teir sostatt
steypið til ognar.
Longu
áðrenn
hann
hevur havt fyrstu venj-
ingarnar, hevur Jónleif
Sólsker boðað frá, at
hann kortini ikki fær
verið venjari hjá kvinnu-
landsliðnum í hondbólti.
Jónleif varð annars
settur sum venjari í des-
ember
mánaði,
men
broyttar
arbeiðsum-
støuður í gerandisdegn-
um hava ført við sær, at
hann ikki hevur møgu-
leika at taka sær av hes-
um.
Enn er ikki greitt,
hvønn Hondbóltssam-
bandið ætlar sær at seta
sum nýggjan venjara hjá
kvinnulandsliðnum.
-jm
Nýggjur venjari
má setast
Nú er klárt til bólkaumfarið
Vágamenn spældu seg leygardagin fram til bólkaspælið, tá teir vunnu 3-0 á heimavølli móti AB
Mynd: Edvard Joensen
GÍ vann í Klaksvík
GÍ vann um vikuskiftið árligu klaksvíkskappingina, meðan greipuvinnararnir úr B36 máttu
taka til takkar við aftasta sessinum
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
24