týsdagur 19. mars 2002síða 12
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 55 - 20. mars 2002
23
BRIDGE
Bogi Simonsen og Arnbjørn Sivertsen
FM pør semifinala
32 pør spældu við í FM semifinaluni fyri pør 16. mars.
Spælt var í tveimum røðum, og komu 9 pør úr hvørjum
raði víðari í finaluna, sum verður spæld 20. apríl í
Bridgehúsinum í Havn. Kappingin gekk stak væl,
kappingarleiðari var Símin Lassaberg, og við telduna
syrgdi Jógvan Juel Rasmussen fyri, at tey røttu úrslitini
komu upp á veggin at hanga. Byrjað var at spæla kl 13, og
eftir 60 spøl kl 22 um kvøldið var greitt, hvørji 18 pør fóru
í finaluna:
Rað A
1 Robert Langgaard - Eyðun Anthoniussen
85
2 Helgi Joensen - Eyðun Joensen
74
3 Heðin Mouritsen - Jóannes Mouritsen
73
4 Per Kallsberg - Dánjal Pauli Mohr
52
5 Magni Jøkladal - Árant Berjastein
50
6 Hallberg Arnfríðsson - Kaj Alstrup
46
7 Jógvan Ranghamar - Atli Hansen
30
8 Niels Nielsen - Bjarki Johannesen
14
9 Hanus Bærentsen - Steingrím Weihe
-7
Rað B
1 Marner Joensen - Dia Jacobsen
45
2 Arnbjørn Sivertsen - Hans Jacob Petersen
42
3 Bogi Simonsen - Rói á Rógvu Joensen
41
4 Gunnar Mouritsen - Fríðrik Heinesen
26
5 Jens Pauli G. Nolsøe - Høgni Hansen
25
6 Petur Annfinn Johannesen - Eilif Petersen
13
7 Carl Mikkelsen - Egil Helmsdal
7
8 Eyðun Jensen - Pól Joensen
4
9 Eyðun Jakobsen - Øssur Winthereig
-10
Vit skulu síggja eitt spæl frá FM semifinaluni.
Spæl A25
N/EV
AJ1052
J5
AQ1098
4
K973
-
83
KQ764
KJ75
4
Q105
AK98763
Q864
A1092
632
J2
V
N
E
S
Petur A
Hans J
Eilif
Arnbjørn
Johannesen
Petersen
Petersen
Sivertsen
-
1sp
2hj
2sp
pass
3kl
4kl
4sp
5kl
pass
pass
D
pass
pass
pass
Skeivar hendur eru ofta spennandi at melda, og fær
hugflogið í gongd hjá spælarum. 2hj hjá Eilif er merkt av,
at tað er parakapping - tað loysir seg betri at melda major
kontrakt heldur enn minor. 3kl hjá Hans Jacob vísti
singleton og inviteraði til útgang. Tá Eilif meldaði
kleyvaran, hevði Petur Anfinn eina torføra avgerð. Hann
hevði hampuliga góð kort og skuldi velja ímillum at stuðla
kleyvaran hjá makkaranum ella at dupla 4sp. Teir vóru í
hættuni, so hann metti tað vera best at melda útgang.
Kanska er duplingin hjá Sunnan nakað hørð, men í
parakapping skal man dupla ofta fyri at fáa gott úrslit.
Norðan hevði eisini víst eina sterka hond, og hansara pass
til 5kl er eitt slag av kravpassi, ið biður makkaran dupla
ella melda 5sp.
Útspælið var kl2. Eilif tók á borðinum, spældi hjartara
til Q og ess, fekk kleyvara aftur, spældi hjartara til kongin
og trumfaði ein hjartara. Nú vóru ikki fleiri trumfir eftir á
borðinum, og mótspælið skuldi hava eitt stikk í hjartara
afturat og fyri rú ess. Úrslitið var ein duplaður niður í
hættuni, 200 til NS. Men tað gav umleið miðal, tí eitt par
var farið tveir duplaðir niður í 6kl (500), og eitt annað par
hevði roynt seg í 4hjD og fýra eftir hæli (1100).
Trumfur skal út fyri at seta 5kl.
Føroya Tele Cup
Tann 6. apríl verður skipað fyri tí stórstu parakappingini,
ið hevur verið í Føroyum tey síðstu nógvu árini.
Kappingin er væl stuðlað av Føroya Tele og hevur tískil
fingið navnið Føroya Tele Cup. Allir peningurin, sum
kemur inn frá Føroya Tele Cup, fer óskerdur til tey bæði
føroysku landsliðini, ið skulu til Italia at spæla við í EM í
juni.
Pláss er fyri 40 pørum til kappingina, sum verður spæld
í Bridgehúsinum í Havn, og er seinasta freist at boða frá
luttøku mikukvøldið 3. apríl, hjá Boga Simonsen 318811
(heima) 228596 (fartelefon) ella hjá Marjun Restorff
319142 (heima). Byrjað verður kl 10:00 um morgunin og
spæld verða umleið 60 spøl. Kappingin verður skipað sum
ein barometurkapping. Føroya Tele letur nógvar sera góðar
vinningar til kappingina.
Níggju pør í finaluna
Robert Langgaard og Eyðun Anthoniussen vunnu innleiðandi
umfarið í rað A í bridge
Marner Joensen og Dia Jacobsen vunnu innleiðandi umfarið í
rað B í bridge
Holte IF, við Bárði B.
Mikkelsen á liðnum,
sær út til at vera
komið aftur á beint.
Seinasti dysturin í
endaspælinum varð
spældur leygardagin
og hann endaði við
sigri. Hjá føroysku
kvinnum eydnaðist
ikki at spæla seg í
semifinalurnar
FLOGBÓLTUR
Sveinur Tróndarson
Her heima er kappingarárið
í flogbólti endað fyri einari
viku síðani, men soleiðis er
ikki í Danmark har fleiri av
okkara fremstu flogbólts-
leikarum dagliga leika.
Undan seinasta vikuskifti
var longu greitt, at Bárður
B. Mikkelsen og liðfelagar
hansara í Holte longu
høvdu leikt seg í hálv-
finalurnar, men fyri at
sleppa
undan
at
hitta
oddaliðið HIK Ålborg,
skuldi Holte vinna dystin
móti Skovbakken, sum
eisini var komið víðari.
Úrslitið av dystinum var,
at Holte vann við trimum
settum móti tveimum og
sigurin ber í sær, at Holte
skal spæla semifinalu móti
DHG úr Odense, sum
gjørdist nummar tvey í
endaspælinum.
Bárður Mikkelsen sigur
úr
Keypmannahavn,
at
talan gjørdist um ein sera
spennandi dyst. Teir byrj-
aðu best og vunnu fyrsta
sett, men tað tók ikki móti
frá Skovbakken. Teir bardu
seg manniliga inn aftur í
dystin og tá tey bæði næstu
settini vóru farin aftur um
var Skovbakken framman
fyri. Nú vistu Holte-leik-
ararnir, at skuldu teir sleppa
undan HIK í semifinaluni
var neyðugt at vinna og tí
tóku teir seg saman og
vunnu fjórða sett sjálvt um
Skovbakken hevði havt
tríggjar matchbóltar við
støðuna 24-21. Fimta sett
endaði við greiðum Holte
sigri og sostatt eydnaðist
ætlanin við at sleppa undan
HIK í semifinaluni.
Settúrslitini
í
Holte
gjørdust annars 25-20, 23-
25, 21-25, 26-24, 15-10.
Semifinalurnar
verða
leiktar bestar av trimum.
Fyrsti
dysturin
verður
leiktur um vikuskiftið og
verður
hann
leiktur
í
Odense. Næsti dysturin
verður leiktur vikuskiftið
4.-5. apríl og verður hann -
sum skilst - sendur bein-
leiðis á nýggju ítróttarrásini
Viasat Sport.
Sum vit søgdu frá sein-
ast, høvdu eisini føroysku
kvinnurnar møguleika at
spæla seg í semifinalurnar.
Hetta kundu tær gera við at
vinna á Rosenlund Volley í
seinasta heimadystinum. Tá
tað samstundis vóru hesi
bæði liðini sum togaðust
um seinasta semifinalu-
plássið var greitt, at dyst-
urin fór at gerast spenn-
andi, og tað var júst tað
hann gjørdist.
Tíverri
fyri
Alvildu
Ólavsdóttir
og
Anniku
Joensen var tað ikki við
teimum sum vinnarum, og
tí er kappingarárið liðugt
fyri teirra viðkomandi.
Sum sagt gjørdist dystur-
in sera spennandi og javnur.
Eitt nú í øðrum setti spældu
liðini heilt upp til 30-28
áðrenn Rosenlund slapp
avstað við sigrinum. Í triðja
setti kom Frederiksberg
aftur í aftur, men tað var
bara stokkutur hiti, tí tey
bæði seinastu settini vann
Rosenlund.
Úrslitið hevði við sær, at
Rosenlund fór avstað við tí
seinasta plássinum í hálv-
finaluni meðan Frederiks-
berg Volley sat eftir við
ongum.
Holte heldur kósina
23
22
Nr. 55 - 20. mars 2002
FLOGBÓLTUR
Sveinur Tróndarson
Seinastu árini hevur eitt
nýtt fyribrigdi tikið seg upp
í føroyskum ítróttarhøpi.
Tað eru gallaveitslurnar,
sum eru farnar at stinga seg
upp, beint eftir at tær ymsu
landskappingarnar eru end-
aðar og meistararnir eru
kosnir.
Undirtøkan
til
hesar
veitslurnar hevur verið góð
og tað má takast sum eitt
tekin um, at tørvur hevur
verið á eini slíkari veitslu tá
kappingarárið er av.
Í fjør var Flogbóltssam-
band Føroya á fyrsta sinni
vertur fyri eini slíkari galla-
veitslu, og tiltakið var so
væl eydnað, at avgjørt er at
endurtaka tað í ár.
Veitslan er tí sett á skrán-
na at vera á Hotel Føroyum
tann 6. apríl og tey, sum
hava hug at vera við, skulu
boða frá luttøku hjá FBF í
seinasta lagi fríggjakvøldið
22. mars klokkan 20, verð-
ur sagt úr Flogbóltssam-
bandinum.
Kostnaðurin fyri galla-
veistluna í ár er 225 krónur.
Tað er hálvthundrað krónur
minni enn í fjør. Tey, sum
hava boðað frá luttøku,
skulu rinda atgongupening-
in á konto hjá Flogbólts-
sambandinum í seinasta
lagi mánadagin 25. mars.
Tá FBF hevur skrásett inn-
gjaldið verða atgongumerk-
ini send við postinum.
Gestirnir á gallaveitsluni
fáa, umframt eitt gott
kvøld, ein góðan bita.
Matarlepin sigur frá, at
gestirnir fáa royktan laks
við asparges, salat og
heimabakaðum
breyði,
lambssteik við grønmeti og
sós av soðnum, og íslag-
køku og kaffi omaná.
Aftaná borðhaldið verður
dansur.
Tiltakið byrjar klokkan
19.30 og dyrnar verða
stongdar klokkan 20.00.
Kjósa bestu
leikararnar
Samstundis
sum
galla-
veitslan í fjør var tann fyr-
sta av sínum slagi, var tað
eisini fyrstu ferð, at føroy-
sku
flogbóltsleikararnir
kjósaðu teir bestu leikarar-
nar á teimum ymsu pláss-
unum.
Tað hevur stóran týdning
at fáa viðurkenning fyri tað
ein ger, og í so máta er flog-
bóltur einki undantak.
Tað besta av øllum í sam-
bandi við ársins leikara-
heiður er, at tað eru hinir
leikararnir í meistaradeild-
ini, sum kjósa bestu leikar-
arnar og tað merkir, at tað
er ein »serkøn« meting sum
stendur aftan fyri heiðurin.
Øll liðini í meistaradeild-
ini hava fingið atkvøðu-
seðlar sendandi í postinum,
og hesir seðlar skulu fyllast
út og sendast FBF aftur í
seinasta lagi mánadagin 25.
mars.
Í fjør vóru Helga Nord-
endal úr Drátti og Rúni
Weihe úr Fram kosin bestu
leikarar, men í øllum føri
hjá kvinnunum skal nýggj-
ur leikari kjósast. Helga
hevur nevniliga ikki leikt í
ár og kemur tí ikki upp á
tal, men tað eru nógvir að-
rir góðir leikarar at velja
ímillum.
Hjá
monnum
verður spennandi at síggja
um tað fer at eydnast Rúna
at endurtaka bragdið frá í
fjør.
Umframt at velja ársins
leikara skulu flogbóltsleik-
ararnir kjósa besta álops-
leikara, besta blokkleikara,
besta verjuleikara og besta
hevara. Harumframt skalt
ársins stjørnuskot kjósast
og – sum nakað nýtt – skal
eisini ársins venjari veljast.
Vinnararnir
fáa
allir
steyp til ognar til minnis
um heiðurin.
Nú skulu bestu leikararnir kjósast
Um vikuskiftið verð-
ur seinasta flogbólts-
kappingin hjá teim-
um yngru í hesum
kappingarárinum, og
tá hon er farin aftur
um vita vit, hvørji lið
eru Føroyameistarar í
teimum ymsu deild-
unum
FLOGBÓLTUR
Sveinur Tróndarson
Havnin verður um viku-
skiftið á tremur við ungum
flogbóltsleikarum,
sum
fegnir vilja gerast Føroya-
meistarar. Kappingin, sum
er tann seinasta á árinum,
verður leikt í Gundadals-
høllini og øllum skúlunum í
høvuðsstaðnum, og tá hon
er farin aftur um, eru Før-
oyameistararnir í teimum
ymsu deildunum funnir.
At tað eru nógv sum hava
fingið hug at leika flogbólt
sæst best við, at ikki færri
enn 93 lið hava boðað frá
luttøku, og tað ger, at allir
dagarnir í vikuskiftinum
skulu í brúk. Hetta fær ikki
fyrireikararnar at missa
móti, heldur tvørturímóti, tí
tað er júst ungdómurin,
sum er framtíðin hjá flog-
bóltinum eins og hjá hinum
ítróttargreinunum.
Kappingin í Havn er sum
sagt tann seinasta, og tá hon
er liðug vera FM-vinnarar-
nir í teimum ymsu deildu-
num kosnir. Nú er tað kort-
ini ikki so, at FM-vinnarar-
nir av sær sjálvum eru teir
sum vinna kappingina í
Havn. Í fjør avgjørdi aðal-
fundurin hjá Flogbóltssam-
bandinum, at ein nýggj
stigaskipan skuldi takast í
nýtslu. Henda skipan ber í
sær, at liðini hava fingið
stig í hinum trimum kapp-
ingunum sum verið hava,
og tey stigini hava tey við
sær í finaluna.
Støðan í teimum ymsu
deildunum er tann, at hjá
gentum 10 er Fleyr á odda
við 11 stigum. Teimum á
baki kemur Nøvan við sjey
stigum og Mjølnir við fýra.
Hjá dreingjunum í sama
aldri er Fleyr eisini á odda.
Teir hava tíggju stig, meðan
SÍ a og SÍ b hava seks stig.
Hjá gentum 12 er TB á
odda við 10 stigum meðan
Dráttur hevur átta. KÍF er
nummar trý við trimum
stigum. ÍF er á odda hjá
dreingjum 12 við 11 stigum
meðan TB hevur átta og SÍ
sjey stig.
TB er eisini á odda hjá
gentum 14. Her hava tær 10
stig meðan Mjølnir hevur
fimm og KÍF fýra. Hjá
dreingjunum í sama aldri
hevur ÍF 10 stig meðan
Fleyr og SÍ hava fimm stig.
Sørvingar klára seg sera
væl í kvinnuunglingadeild-
ini. Her liggja tær á odda
við sjey stigum meðan koll-
firðingar hava fimm. Fleyr
kemur á triðjaplássi við
trimum stigum. ÍF er klárt á
odda í mansunglingadeild-
ini. Teir hava tíggju stig
meðan Fleyr og SÍ hava
fýra stig.
Sum sagt verður kapp-
ingin í Havnini um viku-
skiftið sera drúgv, og skrá-
in, sum annars er at síggja á
heimasíðuni hjá FBF, sum
eitur
www.fbf.fo,
sær
annars soleiðis út:
Gentur 10 spæla í Kom-
munuskúlanum leygardag-
in 23. februar. Fýra bólkar
eru og bólkur eitt og tvey
byrja klokkan 9.45. Bólkur
tvey og trý byrja umleið
klokkan 13.30 og enda-
spælið
verður
umleið
klokkan 16.30. Tað er Fleyr
sum hevur ábyrgdina av
hesi kappingini.
Dreingir 10 spæla á
Læraraskúlanum og eisini
teirra kapping verður leyg-
ardagin 23. februar. Tveir
bólkar eru og fyrri bólkurin
byrjar klokkan 9.45 meðan
tann seinni byrjar umleið
klokkan 13.15. Endaspælið
verður umleið klokkan
16.30. Tað er Mjølnir sum
hevur ábyrgdina av hesi
kappingini.
Gentur 12 eru so væl
mannaðar at tær spæla í
tveimum skúlum. Bólkur
eitt og tvey spæla í Hoyvík-
ar Skúla, meðan bólkur trý
og fýra spæla á Studenta-
skúlanum. Byrjað verður
samstundis og tað merkir,
at bólkur eitt og trý byrja
klokkan 9.45 og bólkarnir
tvey og fýra byrja umleið
klokkan 12.45. Tá hesir
bólkar eru lidnir, vera
fjórðingsfinalur spældar á
teimum skúlum, sum bólk-
arnir eru staddir, og ikki
fyrr enn hesir dystir eru
leiktir savnast liðini til
semifinalur og finalur í
Hoyvíkar skúla.
Tað er SÍ sum hevur
ábyrgdina av kappingini í
Hoyvíkar Skúla meðan KÍF
hevur ábyrgdina av kapp-
ingini á Studentaskúlanum.
Dreingir 12 spæla í
Gundadalshøllini leygar-
dagin og tað er ÍF sum hev-
ur ábyrgdian fyri hesi kapp-
ing. Byrjað verður klokkan
13.45 og spælt verður á
trimum vallum í senn.
Gentur 14 spæla eisini í
Gundadalshøllini, men tær
byrja klokkan 9.45. Eisini
gentur 14 eru í trimum
bólkum og eisini tær spæla
á trimum vallum í senn. Tað
er TB sum hevur ábyrgdina
fyri hesi kapping.
TB hevur eisini ábyrgd-
ina av kappingini fríggja-
kvøldið. Tá kappast dreing-
ir 14, kvinnu- og mansung-
lingar og av tí at tað bara er
ein bólkur í hvørjum av
hesum aldursbólkum, verða
teir avgreiddir á hvør sínum
vølli í Gundadalshøllini.
Kappingin byrjar klokkan
18 fríggjakvøldið.
Seinastu kappingarnar –
tær vera sunnudagin – eru
tær hjá dreingjum og gent-
um 16 ár. Dráttur stendur
fyri kappingini hjá gentum
16, meðan Fleyr stendur
fyri kappingini hjá dreingj-
unum. Hjá gentunum eru
tveir bólkar meðan tað bara
er ein bólkur hjá dreingj-
unum, og tað merkir at
genturnar spæla á tveimum
vallum samstundis.
Kappingin sunnudagin
byrjar klokkan 13.00.
Nú landskappingin er av,
skulu bestu leikararnir í
flogbólti finnast. Gallaveitsla
verður 6. apríl á Hotel
Føroyum, har leikararnir við
atkvøðugreiðslu finna besta
leikaran
Savnsmynd: Álvur Haraldsen
FM-kapping fyri tey yngru
Flogbóltssamband Føroya skipar aftur í ár
fyri Gallaveitslu fyri flogbóltsleikarunum
og eins og í fjør verður hetta høvið brúkt
til at kjósa bestu flogbóltsleikararnar á
teimum ymsu plássunum
C
M
Y
K
22