Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-19, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. mars 2002síða 12

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 54 • týsdagur • 19. mars 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Sambært Dániali Andreasen, formanni í FSF, verður avgerð tikin á nevndarfundi í dag, um sáttmáli skal skrivast við tann danska venjaran, sum FSF leingi hevur samráðst við LANDSLIÐSVENJARIN Jóannes Hansen Nevndin í Fótbóltssam- bandi Føroya fer á nevndar- fundi seinnapartin í dag at taka støðu til, um sáttmáli skal skrivast við tann venj- aran, sum teir hava havt samband og samráðst við síðani síðst í januar. Dániel Andreasen, for- maður í Fótbóltssambandi Føroya, sigur, at talan er um ein danskan venjara. Hann vil ikki siga, hvønn venjara talan er um. – Vit hava samráðst við henda venjaran, og vit kenna treytirnar, sum vit kunnu fáa hann fyri. Á fundinum seinnapartin týs- dagin er ætlanin, at nevndin skal taka støðu, um vit skulu skriva undir eina av- talu ella ikki, sigur FSF for- maðurin. Dánial Andreasen sigur, at uppleggið, sum liggur á borðinum, er, at sáttmáli skal gerast við ein venjara, sum skal vera í fulltíðar- starvi hjá Fótbóltssam- bandinum. Allan Simonsen var í parttíðarstarvi. Um- framt at vera landsliðsvenj- ari arbeiddi hann í klædna- fyritøkuni, sum hann átti saman við øðrum. Tann venjarin, sum FSF hevur samráðst við, skal vera í fulltíðar starvi hjá FSF – um sáttmáli verður skrivað- ur við hann. – Eftir at vit hava sam- ráðst við venjaran í fleiri vikur, og tá vit kenna treyt- irnar, sum vit skulu sam- starva undir, so er bara eftir at taka eina støðu, og tað mugu vit gera nú. Tað ber ikki til, at óvissa skal valda um tann spurningin meiri, sigur nýggi FSF bossurin. Og hvat mælir tú til? – Longu undan aðalfund- inum varð hetta málið við- gjørt. Tá varð mett, at tað var ikki rætt, at ein fráfar- andi nevnd setti landsliðs- venjaran. Síðani aðalfundin hava nevndarlimirnir havt møguleika at seta seg inn í málið, sum vit nú halda er búgvið at taka støðu til. Tað verður lagt á borðið púra opið, og so er tað upp til nevndina at taka støðu. Hvussu verður við venj- aranum, um tann, sum tit hava samráðst við, ikki verður settur? – So er talan um eina nýggja støðu. Tann støðan verður, at tað heldur enn at seta venjara í fulltíðarstarv verður hildið fram við ein- um venjara undir somu treytum, sum teimum sum vóru galdandi, tá Allan Simonsen var venjari. Skulu tit so undir at kanna marknaðin av nýggj- um? – Tað, sum er sera týdn- ingarmikið nú, er, at fund- urin týsdagin finnur fram til, hvussu tað skal vera við venjaranum, sum vit higar- til hava samráðst við. Tað hevur skund. Um nevndin kemur til ta støðu, at tað ikki er ráðiligt at seta venj- ara í fulltíðarstarv, so mugu vit arbeiða út frá tí. Tað hevur ikki so øgiligan skund. Fyrstu undankapp- ingardystirnir eru á skránni í september. Sjálvandi er tað rætt at seta ein venjara so skjótt, sum tað ber til, men eg haldi ikki, at vit eru undir trýsti – burtursæð frá at vit skulu finna fram til, hvussu tað skal vera við venjaranum, sum vit higar- til hava samráðst við. Fleiri eru áhugaðir Dánial Andreasen sigur, at tað eru fleiri venjarar, sum hava sett seg í samband við Fótbóltssambandið, tí teir hava verið áhugaðir í venj- arastarvinum: – Umframt úr Danmark hava vit eitt nú havt sam- band við venjarar úr Hol- landi og Brasilia. Eg rokni ikki við, at tað er nakar trupulleiki at finna ein venjara. Men, sum eg segði, so verður neyvan tal- an um venjara fulla tíð, um vit ikki seta tann, sum vit hava samráðst við. Dánial Andreasen ásann- ar, at Fótbóltssambandið er ikki so væl fyri fíggjarliga, at tað ikki skal hugsast um tann spurningin, tá venjarin skal setast. – Á fundinum týsdagin fara vit eisini at viðgera fíggjarætlanina fyri í ár. Sum kunnugt hava vit tey bæði seinastu árini havt rakstrarhall. Í fjør var tað omanfyri hálva aðru milli- ón. Vit stremba eftir at av- marka hallið so nógv, sum tað ber til, men tað ber ikki til við sama virksemi, sum vit hava havt, at fáa javnvág í 2002. Hallið verður minni, enn tað var, men talan verður framvegis um hall. Hvussu stórt tað verð- ur er m. a. treytað av, hvussu tað verður við venj- aranum. Hetta segði Dánial Andreasen fyrrapartin í gjár. Nevndarfundurin í Fótbóltssambandinum verður seinnapartin í dag, og vit fara í blaðnum miku- dagin at venda aftur til venjaraspurningin. Í dag verður venjarin egg ella ungi – Tað, sum er sera týdningarmikið nú, er, at fundurin týsdagin finnur fram til, hvussu tað skal vera við venjaranum, sum vit higartil hava samráðst við, sigur formaðurin í Fótbóltssambandinum 23 22 Nr. 54 - 19. mars 2002 Fríggjadagin var mót- tøka í dagstovninum í Øsknagerði í Havn. Nógv spennandi var á skránni, og heilt fitt av fólki var komið saman MÓTTØKA Ingrid Bjarnastein Í sambandi við, at dag- stovnurin í Øksnagerði hevur fingið eina nýggja stovu, varð bjóðað til mót- tøku fríggjadagin. Dag- stovnurin lat upp fyri um- leið hálvum ári síðani, og nú er fjórða stovan klár at taka í nýtslu. Heilt fitt av fólki var komið saman seinnapartin fríggjadagin. Jan Christian- sen, borgarstjóri, bjóðaði vælkomin og síðani fór Terji Rasmussen á pallin at syngja eina løtu saman við børnunum. Børnini vóru røsk at syngja við. For- maðurin í mentamála- nevndini og arkitekturin fluttu eisini fram røðu, og til endans fór Terji aftur á pallin at syngja eina løtu afturat. Á Sankta Josefs Barnagarði eru tey glað fyri eindargjald- ið, í øllum førum higartil. Einasti trupulleikin er, at ráð er ikki avloysarar EINDARGJALD Ingrid Bjarnastein – Eindargjaldið riggar fínt, og vit eru glað fyri tað, sig- ur Louisa Smetz, leiðari á Sankta Josefs Barnagarði. Barnagarðarnir fáa nú eina fíggjarveitan fyri hvørt árið. Tað, sum ikki verður brúkt verður flutt yvir til næsta ár. Hetta vil siga, at um peningur loypur av, so fellur hann ikki aftur til kommununa, men til barnagarðin sjálvan, og fíggjarveitanin árið eftir minkar tó heldur ikki til- svarandi. Sankta Josefs Barnagarð- ur er elsti barnagarður í kommununi, og siga tey seg klára seg fínt fyri fíggjarveitingina. Av tí, at barnagarðurin er so gamal, so krevur hann kanska eitt sindur meira í viðlíkahaldi enn aðrir barnagarðar, men sigur Louisa, at hetta er ikki nakar trupulleiki. – Vit gera eitt sindur hvørt árið, og um tú brúkar peningin á ein skilagóðan hátt, so er ikki nakar trupul- leiki at viðlíkahalda ein gamlan barnagarð. Einasti vansin er, at vit hava ikki ráð til avloysarar, men tað hava vit sum so ongantíð havt. Men um vit skulu hava avloysarar fyri tær longu sjúkralegurnar, so kunnu vit søkja um at fáa endurgjald frá kommununi, og haðani kunnu vit so fáa 70% afturgoldið, greiðir Louisa Smetz frá. Men higartil hava ongir trupulleikar stungið seg upp viðvíkjandi eindar- gjaldinum, so á Sankta Josefs Barnagarði í Havn eru tey væl nøgd. Um vikuskiftið hevði Javnaðar- flokkurin valevnis- fund í Havnini VAL Ingrid Bjarnastein Javnaðarflokkurin hevði um vikuskiftið valevnis- fund. Á fundinum áttu øll umboð í øllum valdøm- unum at verða umboðað. Valevnislistin fyri Javn- aðarflokkin til komandi løgtingsval sær soleiðis út: Eysturoyar valdømi: William Max Hansen, Sunleiv Højgaard, Sylverius Jacobsen, Artur Johansen, Randi í Jógvanstovu, Katrin Jønsson, Andreas Petersen og Dan Reinert Petersen. Vága valdømi: Kristoffur Gaardlykke, Malan Helgadóttir, Rasmus Niclassen og Sigfríður Olsen. Sandoyar valdømi: Eyðstein Dalsgaard, Tummas Frank Joensen, Gerhard Lognberg og Birgir Mohr. Suðuroyar valdømi: Jóannes Eidesgaard, Rúni Lisberg, Sverre Midjord, Jastrid Nielsen, Henrik Old, Eliesar Poulsen og Mikkjal Sørensen. Norðstreymoyar valdømi: Soffi Egholm, Gunnvá Mortensen, Hans Jákup Simonsen og Hans Pauli Strøm. Suðurstreymoyar valdømi: Tummas Arabo, Bergur Dam, Eyðólv Dimon, Katrin D. Jakobsen, Elin Lindenskov, Kristian Magnussen, Jan Midjord, Bartal Nolsøe Poulsen, Kári Petersen, Hendrik Thomsen og Joan Ziskason. Norðoyar valdømi: Kaj Boetius, Vilhelm Johannesen, Torleif Sigurðsson, Jógvan Páll Poulsen, Jákup á Fløtti Jacobsen, Leif Waag Høgnesen og Mamy Dahl Sørensen. Hvør fuglur sang við sínum nevi Terji Rasmussen sang um kettlingarnar saman við børnunum til móttøku á dagstovninum í Øksnagerði fríggjadagin seinnapartin Mynd: Jens Kr. Vang Eindargjaldið: Ikki ráð til avloysarar Louisa Smetz sigur, at á Sankta Josefs Barnagarði riggar tað fínt við einum eindargjaldi Mynd: Álvur Haraldsen Javnaðarflokkurin valevnisfund Um vikuskiftið var valevnisfundur hjá Javnaðarflokki- num hildin í Havnini Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 22