Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-19, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. mars 2002síða 11

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í FCK eru teir ovur- fegnir um, at tað eftir hálvt ára steðg aftur hevur eydnast at fingið suðurafrikan- aran og føroyingin sum álopsmakkarar ÚTISETI Jóannes Hansen Í Danmark hevur tað síðani vikuskiftið eingin endi ver- ið á positivu lýsingarorðu- num, sum fjølmiðlarnir hava oyst oman yvir FCK, sum í Parkini vann 6–0 og klæddi Esbjerg av inn at skinninum. Frágreiðingarnar um góða avrikið eru fleiri. Ser- liga verður sentrala mið- vallarpartin drigið fram. Talan er um norska Erik Mykland og um unga lið- formannin hjá FCK, Christ- ian Poulsen. Teir báðir sleppa at siga rósandi orð um hvønn annan, og tað verður undrast á, hvussu skjótt teir báðir hava funnið so mikið væl saman, at nor- ski Ståle Solbakken ikki so ofta verður nevndur. Todi á tindinum Todi Jónsson var sjálvandi fegin um, at tað aftur sunnudagin eydnaðist hon- um at skora, og at hann var við í uppspælinum til fleiri av hinum málunum. Sunnu- dagin vóru fleiri fótbólts- keypmenn í Parkini. Teir sóu tað, sum teir framman- undan fleiri ferðir áður hava sæð. Todi er ein fram- úr góður spælari, sum kundi spælt við fremstu lið- unum í Europa. Spurning- urin er, um hann eisini í framtíðini verður førur fyri at spæla hvørja ferð. Sjálv- ur fegnast Todi um, at hann sunnudagin var førur fyri at vera á vøllinum allar 90 minuttirnar. Donsku fjølmiðlarnir tosa ikki bara um Mykland og Christian Poulsen. Teir hava eisini á orði, at Zuma og Todi Jónsson spæla eins væl saman, sum teir gjørdu fyri einum ári síðani, tá teir skoraðu nógv mál og áttu sín stóra lut í, at FCK vann meistaraskapin. Donsku fjølmiðlarnir hava heft seg við, at bæði Todi og Zuma hava skorað fleiri mál síðstu tíðina. Í tveimum teimum seinastu dystunum hevur Zuma skorað triggjar ferðir, og Todi hevur skorað tvær ferðir. Tað verður roknað við góðum vánum fyri, at Zuma kann seljast fyri ein- ar 70–80 milliónir krónur, um tað fer at gangast hon- um væl, tá hann í summar fer at umboða Suðurafriku í HM endaspælinum. Men donsku fjølmiðlarnir stað- festa samstundis, at Zuma hevur ilt við at skora mál, tá hann ikki spælir saman við Toda. Tølini siga, at hann spældi átta dystir á rað, uttan at tað eydnaðist hon- um at skjóta mál. Síðani Todi kom aftur í FCK álopið, hevur Zuma verið sera væl upplagdur. Hann skoraði eitt mál ímóti Vejle, og hann skoraði tvær ferðir ímóti Esbjerg. – Todi er ein sera gávu- ríkur spælari. Hann er skjótur og sterkur, hann dugir væl við bóltinum, og hann hevur gott spælskil. Eg vóni sanniliga, at hann hesa ferð sleppur undan skaðunum, sum hava havt við sær, at hann hevur verið so nógv burturfrá, sigur Zuma. Donsku fjølmiðlarnir hava viljað havt Toda at siga teimum akkurát, hvat tað er, sum hevur við sær, at teir báðir eru serliga vanda- miklir, tá teir spæla saman: – Eg dugi ikki at siga tað. Innanhýsis spælfatanin er góð. Tað tykist vera inn- bygd, og vit mugu bara fegnast um, at tað riggar, svarar Todi. Og miðlarnir í Keypmannahavn staðfesta, at tað eru ein føroyingur og ein suðurafrikanari, sum rættuliga hava hvest álopið hjá FCK! AaB hongur í FCK er næstfremst í super- liguni, og tað verður fram- vegis mett at vera møgu- leiki fyri, at teir kunnu fáa Brøndby aftur. Munurin er sjey stig, men kanska hann fer at minka komandi viku- skifti. Tá fer Brøndby at spæla á útivølli ímóti Silke- borg, sum í botnstríðnum hevur so sera nógv brúk fyri stigunum. Dysturin hjá FCK er ikki minni torførur enn tann hjá Brøndby. FCK fær í Parkini vitjan av AB, sum teir ofta áður hava havt tað torført ímóti. Hinir dystirnir komandi viku- skifti eru hesir: Es- bjerg–AGF, Lyngby–AaB, OB–Viborg og Vejle–FCM. Mánakvøldið var síðsti dysturin í 22. leikumfari- num. FCM tók í Ikast ímóti AaB. Aalborg vann 1–0. Málið fingu teir í 2. hálv- leiki, og sigurin var uppi- borin. Við sigrinum er AaB við 40 stigum undir liðini á FCK, sum tó er næstfremst, tí teir hava betri málmun enn AaB. Molde fór í fyrradag- in á venjingarlegu í Farum, har teir seinnapartin í dag skulu spæla venjing- ardyst ímóti heima- liðnum ÚTISETI Jóannes Hansen Jákup Mikkelsen hevur aftur fingið danskt gras undir fótbóltsskógvarnar. Í fyrradagin fór fótbóltsliðið hjá Molde til Danmarkar á venjingarlegu. Teir skulu halda til í Farum, og teir verða í Danmark í eina viku. Í Noregi eru grasvallirnir ikki so mikið góðir hesa ársins tíðina, at tað ber til at venja á teimum. Tí er tað, at Molde liðið er farið til Dan- markar, har teir komandi dagarnar skulu venja á grasi í Farum. Seinnapartin í dag skal Molde spæla venjingardyst ímóti besta liðnum hjá Farum. Við øll- um milliónunum, sum um- stríddi borgarstjórin, Peter Brixtofte, hevur skaffað teimum, og við navnframu Poul Hansen og Christian Andersen við stýrisvølin stríðast teir fyri at vinna sær rættin til uppflyting í superliguna. Seinni dysturin á Dan- markar ferðini verður spældur sunnudagin. Hann verður ímóti svenska Hels- ingborg. Um líkindini verða til tað, so fer hann at verða spældur í Helsing- borg. Um tað ikki fer at bera til at spæla á grasi svensku megin Oyrasund, so verður dysturin spældur í Farum. Jákup Mikkelsen er framvegis í støðugari kapp- ing um plássið millum stólparnar á besta liðnum í Molde. Síðani vit seinast umrøddu føroyska felagið í norskum fótbólti, hava teir spælt tveir venjingardystir. Ímóti Ålesund spældu teir undir opnum himli og í vánaligum líkindum. Ta ferðina var Jákup Mikkel- sen í málinum, og tað eydn- aðist honum at halda tætt. Molde vann 1–0. Dysturin ímóti Rosen- borg varð spældur í innan- dura høll. Hann endaði 2–2, og ta ferðina var tað Eddie Gustafsson, sum vardi Molde málið. Venjarin heldur fram Í síðstu viku varð nýggjur sáttmáli undirskrivaður millum Molde FK og Gunde Bengtsson, svenska venjaran, sum hevur verið í Molde í gott og væl eitt ár. Nýggja sáttmálaskeiðið er fram til ársenda í 2004. Í Molde fjala teir ikki yvir, at teir eru stak væl nøgdir við venjaran, sum teir rokna við er førur fyri at lyfta Molde so mikið høgt, at liðið hvørt ár verður við í onkrari av europeisku kappingunum. Venjarin ásannar, at tað var eitt vónbrot, tá teir í síðsta umfarinum í fjør mistu rættin til at spæla Europa Cup. Gunde Bengtsson sigur seg avgjørt rokna við, at vánirnar eru góðar fyri, at tað skal gang- ast uppaftur betri í ár, enn tað gjørdi í fjør. Molde venjarin er ikki hvør sum helst. Hann er 56 ára gamal, og hann hevur verið venjari hjá fleiri kendum feløgum. Millum hesi eru IFK Göteborg, Feyenoord og grikska Panathinaikos. Við Gunde Bengtsson við róðrið gjørd- ist IFK Göteborg svenskur meistari, og Panathinaikos vann steypakappingina, meðan núverandi Molde venjarin var í grikska felag- num. Krúnan í venjara- starvinum higartil var iva- leyst, tá IFK Göteborg í 1987 – við Gunde Bengts- son sum venjara – vann UEFA Cup kappingina. Jákup aftur í Danmark Zuma vil hava Toda undir liðini á sær Nr. 55 • mikudagur • 20. mars 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo 21 20 Nr. 55 - 20. mars 2002 Ein lítillátin viðmerk- ing til Jógvan á Lakjuni Oddfríður Marni Rasmussen Í Sosialinum tann 15. mars var avslørandi viðtala við løgtingsmannin og for- mannin í Mentanarnevnd Føroya Løgtings, Jógvan á Lakjuni. Fyrst vil eg rósa Turið Kjølbro fyri at hon so snildisliga fekk allan tramansskapin fram í hes- um manni. Yvirskriftin var ”Lista- fólk eiga at vera lítillátin”. Eg vil fyrst siga eitt sindur um orðið ”lítillátin”. Orða- bókin sigur: Ein, ið heldur lítið um seg sjálvan, lítið framførur, eyðmjúkur. Hetta er tað sum formaður- in í Mentanarnevnd Løg- tings vil hava listafólkini í Føroyum at verða, lítillátin. Eg var ein av teimum fáu listafólkunum, sum sat í tinginum, tá ið listaálitið var til aðalorðaskifti. Tað sum har varð sagt av nógv- um politikkarum, føli eg skomm av, at tað nakrantíð kom fyri míni oyru. Tann framferðarhátturin, sum Jógvan á Lakjuni brúkti, ja, tað orðið stendur eisini í orðabókini, og tað er óvitandi og í ringasta føri skít býttur. Hann segði millum annað á tingsins røðarapalli at: ”Álitið er komið nú”, sum um hetta álitið definerar mentanina, sum altíð hevur verið í Før- oyum. Tað ger tað ikki. Hetta er eitt listaálit og ikki eitt álit, sum sigur hvat mentan er. Víðari segði hann at: “Vit mugu viðgera tað álvarsligt”, og tað var faktiskt tað mest óseriøsa, sum var sagt tann dagin. Síðani segði hann, at teir í Fólkaflokkinum ikki høvdu havt stundir at gjøgnum- ganga álitið, men at ment- anin altíð hevði staðið ovar- laga á stevnuskrá teirra, og so las hann úr eini stevnu- skrá frá 1986, las okkurt um, at mentanin altíð hevði havt Fólkafloksins áhuga, men eftir sum teir ikki høvdu havt stundir at lisið álitið, so kundi hann bara snakka frá hjartanum, sum hann málbar seg. Hjartað hjá Jógvani á Lakjuni er ikki so reint, sum hann gongur runt og fortelur fólki, tað síggja vit í áður- nevndu grein í Sosialinum. Hann vil ikki stuðla sam- tíðarlistini, ella sum hann sigur: ”List sum hann ikki skilir”. Samtíðarlist, ella kontempurallist, hevur tað fyri at hon er framman fyri sína tíð, hon provokerar og hon setur fólki spurningar, sum ikki hoyra nútíðini til, sum so, hon er visioner. Formaðurin í Mentanar- nevndini provokerar við ikki at lesa listaálitið – hann provokerar við at gera seg sjálvan óvitandi, býtt- an. Men alíkavæl, setur hann seg sum smakksdóm- ara fyri hvat er góð og hvat er vánalig list. Hvat billar hann sær inn? Tað er ikki hansara uppgáva at siga, hvat er góð og hvat er vána- lig list, tí tað er hann ikki sakkønur í. Sakkønur, var eitt orð hann hefti seg við. Hann heldur, at um fleiri sakkøn fólk sita í eini nevnd, so fara tey at geva sær sjálvum nógvar pengar, men Jógvan á Lakjuni, so- leiðis fungera ráðini ikki. Ein sakkønur er ein mað- ur/kona, sum hevur skil fyri tí listagrein, sum hann/hon umboðar. Tað nyttar onki at seta ein smið at døma eina kakukapping. Tú má hava sakkøn fólk til hetta, og um eg skal nema við mítt egna umráði, so vildi eg hildið at ein bókmentafrøðingur, ein forlagsmaður og ein rit- høvundur hava skil fyri bókmentum. Jógvan heldur eisini at tað er sera óhepp- ið, at listafólk geva sær sjálvum pengar. Hetta er ikki politikkur. Vit kunnu ikki geva okkum sjálvum lønarhækkan – vit kunnu ikki geva okkum sjálvum løn ella pengar. Vit, sum sita í ymiskum nevndum, sum hava við pengar at gera, kunnu bert geva øðr- um pengar, øðrum sum hava fortjent at fingið pengar ella løn, tí at tey onkursvegna hava víst, at tey hava uppiborið at yvir- liva sum listafólk. Vell! Fyri at fara aftur til aðalorðaskiftið í Løgtingi- num, so var tað eyðsæð, at formaðurin í Mentanar- nevnd Føroya Løgtings ikki, og eg endurtaki IKKI, hevði lisið listaálitið ”Mentan og Menning”. Tí, at tað sum hann fekk stam- að fram á røðarapallinum, bar brá av einari fullgjørd- ari óvitan, ja, hann nærmast reypaði sær av IKKI at hava lisið álitið. Hvat stendur so í hesum vælsignaða álitinum? Jú, um eg skal siga mína mein- ing, so er listaálitið (um tað verður góðtikið) við til at geva listafólkum umstøður til at yvirliva, fyri at siga tað heilt stutt. Eisini verður snakkað um armslongd. Hvat er so tað? Jú, tað vil siga tað sama sum, at peng- ar verða fluttir frá Menta- málastýrinum og til lista- ráðini. Hetta er við til at lætta um arbeiðsbyrðuna hjá Mentamálastýrinum, og til at fáa teir at handla eftir politiskum og etiskt for- svarligum reglum. Sum er, játta teir pengar til listatil- tøk, men hava ongar kvali- fikatiónir sum so til listar- liga dygt, og tað koma ráð- ini at hava, tí at har sita sak- køn fólk, sum bæði kenna til list, og sum kenna til umhvørvið, har listin verð- ur skapað. Vit í Føroyum hava altíð havt listafólk, sum hava verið framman fyri sína tíð, bæði rithøvundar, listamál- arar, týðarar (Victor Danielsen) og onnur lista- fólk við. Um vit skulu halda áfram við hesum, mugu vit fylgja við og stuðla hesum hartarbeið- andi partinum av samfelag- num. Eg var á heimasíðini hjá KLYS, tað er tað svenska LISA, og har stóð áhuga- verd grein um, hvussu pol- itikkarar fara um samtíðar- listina í Europa – eitt nú í Danmark. Teir fara so langt í síni áheitan á politikkarar, at teir siga, at tað sum hendir í Europa, er ikki minni enn brot á talufrælsi. Eg gevi teimum rætt. Um vit listafólk í Føroyum ikki fáa umstøður og tíð at skapa, og útinna føroyska list, so er tað óbeinleiðis brot á talufrælsi, tí at vit mugu arbeiða við øllum øðrum, so at vit hava ráð til at arbeiða við okkara listar- ligu evnum. Mín áheitan til landsins politikkarar er, og eg haldi at eg kann tala vegna teir uml. 2000 limirnar, sum eru í LISA, at tit mugu læra tykkum at skilja mun ímill- um list og mentan. Hetta er eitt listaálit og ikki sum yvirskriftin sigur, eitt ment- anarálit – hetta handlar um at vit yvirliva, um at hava tíð at fáast við tað sum vit duga. Og tí er tað sera óheppið, at formaðurin í Mentanarnevnd Føroya Løgtings í bløðunum og á tingsins røðarapalli, niður- setur okkum á henda hátt, tí at vit vilja ikki verða vístir fram sum okkurt slag av sjálvsamari apu, sum bara rakar inn undir seg alt sum liggur fyri. Vit vilja bara yvirliva. Býttisliga óvitandi VIÐMERKINGAR Bjarni Petersen Nú politikkarar heilt burt- urvísa eina FAS skipan ella nakað líknandi, so vit kunnu verða kappingarfør- ir, so verða vit noyddir at gera okkurt annað, um vit skulu behalda tey bestu rækjuskipini. Grønlendingar og canadi- arar kunnu vit nokk ikki samanlíkna okkum við. Teir hava grunnar, sum geva meir enn dupult so nógv, sum teir, sum vit hava loyvi at fiska í. Tó hevur reiðaríið har – kontraktmessiga – yvir 10% meir eftir enn vit. Hetta kunnu teir loyva sær. Manningin forvinnur kort- ini meir, tí teir avreiða meir enn dupult so nógv sum vit. Aftrat hesum hava canadi- arar eina frítíðarskipan, har tú fært dagpening frá stati- num tá tú ert heima. Treytin er bert, at tú skal verða minimum 2 ella 3 mánaðar vekk um árið. Hetta er beinleiðis ólógligt í Føroy- um fyri fiskimenn, men í flakavinnuni á landi er onk- ur slík skipan galdandi. So als ongin møguleiki er at eftirlíkna grønlendsku ella canadisku ella fyri tann skuld russisku skipanina, tí fólkið hjá okkum far ov lít- ið, sum nú er. Har er als onki at taka. Reiðaríið far eisini alt ov lítiðm so har er heldur onki at fara eftir. Flemish Capp er altjóða øki, so tað er altjóða fyri- treytir, so tað er russarir og eystarar, vit fyri ein stóran part kappast ímóti. Ikki er neyðugt at koma inn á, hvat útreiðslurnar hjá teimum reiðaríunum er í mun til okkara, har manningarlønin næstan ongin. Íslendingar hava flagga felstu rækju- skip síni inn til teir, fyri at yvirliva. Bert 2 ordiliga ís- lendsk skip eru eftir á Flemish Capp nú. Eitt árið vóru tey 38 stk. Tað, sum eg ætlaði at koma inn á, er norska skip- anin. Um vit samanlíkna okkum við teir, so hava teir eina heilt aðra skipan enn okkara. Tað er í alt ov lítlan mun komi fram undir hesi diskutiónuni, sum verði hevur um rækjuvinnuna. Tað hevur bara verði sagt, at norðmenn klára seg, og annars onki um hví. Sambært Føroya Banka kann ein norskur rækjubát- ur, á stødd við okkara, for- renta 20 mill. meir enn ein føroyskur við sama fiskarí. Hví? Jú, tað er tí, at yvir- manningapartar teirra eru 1/2 av okkara ella minni. Haraftrat lønar tað seg hjá reiðaríinum at hava færri manns. Úrslitið er, at bæði manning og reiðarí hava meir at bíta. Ein norskur trolari hevur uml. 5 manns minni um- borð enn ein føroyskur trol- ari. Teir hava also 5 partar eyka at bíta millum mann- ingina. Eisini reiðaríið hev- ur nógv meir eftir vegna minni yvirmanningapartar. Hetta ger so, at reiðaríið er meir áhuga í at effektivisera fabrikkina við automatikki. Haraftrat vísir tað seg, at teir í meðal fáa uml. 1–2 kr. meir fyri kg., so onki tíðir uppá, at teirra rækjur eru verri arbeiddar enn okkara orsaka av minni fólki. Men harafturímóti hava teir eina nógv einklari framleiðslu, kókað ofta bert eina stødd og rest blanda saman í eina stødd til rátt. Um vit gjørdu soleiðis so fingu vit enn minni prís, so hetta er sum fyrr í tíðini at norðmenn fingu nógv meir fyri teirra saltfisk hóast verri kvalitet. Nógv hevur verið grenja um, at føroyskir fiskimenn hava fingið 15% frádrag av lønini, men ein norskur fiksimaður betalir næstan ongan skatt. So spurningurin er um vit ikki skulu taka norsku skip- anina upp, t.v.s. at hetta blívur ein spurningur ímill- um reiðarafelagið og yvir- manningarfeløgini og fiski- mannafelagið. Eg sigi ikki, at vit skulu kopiera teir, men tað man kunna finnast ein millum- vegur. Viðv. rækjuvinnuni C M Y K 20 í Sosialinum LÝSIÐ brúktum bilum við