Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-19, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. mars 2002síða 11

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 54 - 19. mars 2002 Nr. 54 - 19. mars 2002 21 - Val í ótíð má avgjørt ikki verða reglan men heldur undantakið sigur løgmaður, sum eisini dámar best norsku skipanina, ið sigur, at tað skal vera val 4. hvørt ár LØGTINGSVAL Jan Müller Mánadagin 18. mars klokkan 11.00 skrivaði Anfinn Kallsberg, løg- maður undir skjalið ella kunngerðina, sum sigur, at val verður til løgtingið týsdagin tann 30. apríl. Við hesum hevur hann hildið orð sítt um ikki at skriva út val í ótíð. –Eg haldi tað er eitt óskil ikki at hava fýra ára valskeið. Val í ótíð má avgjørt ikki verða reglan men undantakið sigur løg- maður, sum eisini dámar best norsku skipanina, sum sigur, at tað skal vera val 4. hvørt ár. Hann vil tó ikki fara so langt sum at skjóta upp, at eisini fáa lógarfest slíka skipan. Uppá fyrispurning um tað ikki hevði verið gott við einum nývali fyri langari tíð síðani fyri á tann hátt at reinsa politisku luftina í Tinganesi sigur løgmaður, at tað hevði ikki verið rætt. - Støðan í Føroyum er tann, at fær tú ikki eina reint borgarliga ella eina reint sosialistiska sam- gongu, so fær tú nakrar spurningar í einum høgra- vinstra politikki, sum tað altíð vilja vera ósemjur um í eini samgongu. Hevur tú eina høgra ella eina vinstrasamgongu, so hevur tú ósemjur um sjálvstýris- spurningar ella sambands- spurningar. Tað vilja tí altíð vera nøkur øki við ósemj- um, tí flokkar eru í prin- sippinum dundrandi ósamdir um hesi økini. Men nøkur av hesum málunum mugu loysast. Tú kanst ikki bara leggja øll slík mál til síðis, tí tey stinga seg upp í gerandis- degnum. Og tí er greitt, at tú fær nakrar ósemjur. Og sjálvur haldi eg ikki, at slíkar ósemjur eiga at hava við sær val í ótíð sigur løgmaður, sum annars hevur verið noyddur at liva við eini samgongu í fýra ár, ið hevur verið rættiliga ósamd í nógvum málum. Og sum mikið politiskt rumbul hevur verið rundan um. Løgmaður viðgongur, at tað er nógv torførari at reka landspolitikk í einum landi sum Føroyum í mun til flest onnur lond. Tí hevur tvær dimensiónir: høgra-vinstra og loysing-samband. -Vit fáa ikki hasi viðurskiftini uppá pláss, fyrr enn man hevur fingið greiðu á spurninginum um loysing og samband. Harafturímóti kanst tú reka høgra og vinstrapolitikk eins og aðrastaðni. Blussið skrúvað niður Nú løgmaður hevur skrivað út val verður eingin ting- fundur. Ikki tí at skipanin ikki loyvir tí. Hvørki løgting ella landsstýri sita sum starvsstjórn fyri tað. Parlamentariska grundar- lagið er uppá pláss. Lands- stýrið hevur framhaldandi fult mandat til at taka avgerðir í øllum málum fram til valið. Løgmaður sigur, at sjálvandi verður blussið munandi skrúvað niður. Tað verða mest av- greiðslumál, sum lands- stýrið fer at arbeiða við næstu vikurnar. Løgmaður viðgongur, at vandin fyri at okkurt ser- stakt mál stingur seg upp og løgtingið verður kallað saman aftur er altíð til- steðar. Men hann roknar ikki við tí sjálvur. Tað nýtast tó 12 ella 13 at- kvøður til at kalla tingið saman. Sambart tí nýggju stýriskipanarlógini situr gamla løgtingið til tað nýggja er góðkent. Tvs. at tað gamla situr út um valdagin. Møguleiki er so eisini fyri, at løgmaður fer at eita Anfinn Kallsberg væl eftir valið. Ymiskar reglur eru tó fyri, hvussu fram skal far- ast, men kemur eitt val og eitt nýtt ting verður góð- kent uttan at man hevur fingið eina nýggja sam- gongu, tá situr landsstýrið sum ein starvsstjórn, hevur tað ikki parlamentariskt grundarlag aftanfyri seg. Eitt úrslit av løgtings- valinum kann blíva, at Anfinn Kallsberg heldur fram sum løgmaður í eini minnilutastjórn saman við smærru flokkunum. Men tá er fortreytin tann, at Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin ikki fáa meiriluta einsamallir, og at Tjóðveldisflokkurin í andstøðu ikki atkvøð- ur ímóti eini minni- lutastjórn. Løgmaður útilokar ikki hesum møguleikanum men heldur tað tó vera lítið sannlíkt, at Fólkaflokkurin fer at halda fram sum stjórnarflokkur, fær hann misálit frá veljarunum. LØGTINGSVAL/ ANALYSA Jan Müller Nú valið stendur fyri framman verður nógv gitt og mett um samgongu- møguleikar. Onkur veljar- akanning hevur givið teimum báðum stóru and- støðuflokkunum reinan meiriluta, men í tí seinastu kanningini restaði ein tingmaður í reinan meiri- luta. Verandi samgonga stendur fyri at tapa valið siga somu veljarakann- ingar. Endin kann so verða, at tað í veruleikanum aftur vera teir smærri flokkarnir, sum koma at gera av, hvør skal í Tinganes komandi fýra árini. Vit hava spurt Anfinn Kallsberg, løgmann um hann sær tað sum ein trumf sum verandi løgmað- ur, at hann koma at sita sum løgmaður leingi aftaná valið? - Tað er ikki bara ein spurningur at sita sum løgmaður. Man skal eisini virka sum løgmaður. Hevur tú ikki parlamentariskt grundarlag aftanfyri teg, so er eingin meining í at sita sum løgmaður. - Men leggur tú tøl saman og finnur út av, at tú ikki hevur meiriluta ímóti tær, so kanst tú væl halda fram við eini minnilutastjórn? - Tað er rætt, men tað ber í sær, at vit hava eitt løg- ting, sum ikki er samt um nakað annað. - Men um nú veljara- kanningin er røtt, og t.d. Miðflokkurin fær tveir tingmenn og Sjálvstýri- sflokkurin fær ein – kann tað so ikki hugsast, at tú við samráðingunum við teir smáu kann bjóða teimum góðar landsstýrissessir og harvið manna eitt minni- lutalandsstýri - sjálvandi við tí fortreyt, at Tjóð- veldisflokkurin í andstøðu ikki fer at atkvøða ímóti tykkum - fyri harvið at kunna halda Javnaðar- flokkin og Sambands- flokkin uttan fyri ávirkan? - Nú eru tit í so spekula- tivir. Hatta er ein hypotet- iskur spurningur sum Ed- mund plagar at siga. Man má hava virðing fyri veljar- unum. Fer Fólkaflokkurin úr 8 niður í 4 til 5 ting- menn, og harvið verður tann stóri taparin, er greitt, at tað verður ein sera løgin støðu, um hann samstundis skal sita sum stjórnarber- andi minniluti. Men tað er greitt, at teoretiskt ber tað til. Demokratiið ikki altíð so demokratiskt - Kemur tú í ta løgnu lyklastøðu, hvat fer tú so at gera? - Man skal altíð taka velj- aran í størsta álvara. Tað er fundamentið undir demo- kratiinum. At hava parla- mentariskt grundarlag er so ein spurningur um mate- matikk. Um talkombina- tiónir. - Men er Anfinnur troytt- ur av at vera løgmaður, ella tekur hann við tí møgu- leikanum, um hann verður til steðar? - Tað er fullkomiliga upp til Føroya fólk at gera av. Men tað er greitt, at í teimum kanningum, sum eru gjørdar um løgmans- evni, havi eg fingið sera stóra undirtøku, men tað sentrala í hesum er, at tann flokkurin, sum skal bera tað ígjøgnum og umseta tað í gerandisdegnum, er fyri eini stórari afturgongd. Hettu eru tvey viðurskifti, sum als ikki hanga saman. Eg dugi heldur ikki at síggja, at man kann sita sum løgmaður, um flokk- urin fær eitt misálit frá veljarunum. Anfinn Kallsberg heldur, at hetta er eisini ein spurningur um, hvussu valið fer at fella út í teimum ymsu valdømununm. Hann viðgongur, at Fólkaflokk- urin eigur helst ikki at- kvøður til meira enn sjey tingmenn, men fekk átta við seinasta val. Tá hevði Javnaðarflokkurin fleiri avkvøður men fekk ein mann minni. So demo- kratiið er ikki altíð so demokratiskt leggur løg- maður aftrat. Tað er greitt, at løgmaður við hesum leggur alstóran dent á, hvussu valúrslitið verður í smærri og bíligu valdøm- unum so sum Sandoy og Vágunum. Løgmaður sigur seg annars ikki duga at meta um úrslitið av valinum, men hann vónar, at veljara- kanningin sigur fólka- floksveljarum, at tað er brúk fyri at gera eitt stórt arbeiði. (Lesið eisini samrøðu við løgmann í morgin um valið komandi, blaðm.) Løgmaður helt orð: einki val í ótíð Anfinn Kallsberg skrivar undir kunngerð um val til løgtingið 30. apríl. Harvið helt hann tað hann hevði lovað: einki val í ótíð Mynd Jens K Vang Løgmaður útilokar ikki minnilutastjórn Smílið rakk útum skermin, tá Pætur við Keldu var ein av gestunum í vælum- tóktu sendinigini “Gitið ein sang”, sum SVF sendi fríggja- kvøldið TÓNLEIKUR Ragnhild Ellingsgaard Klaksvík, Sosialurin: Fríggjakvøldið var klaks- víkingurin Pætur við Keldu við í donsku undirhalds- sendingini “Gitið ein sang”. Hóast navnið var orsøk til eitt sindur av byrjunartrupuleikum hjá vertinum Amin, so stóð Pætur einki aftanfyri hini. Smæðin, men tó Illa gekst hjá vertinum Amin at úttala navnið hjá Pætur, verturin fór enntá so langt sum at samanbera hetta við ein spiritus-prøva. Um Amin dumpaði ella ikki, skulu vit lata verða ósagt, men Pætur hjálpti honum uppá land aftur, tá hann skemtandi svaraði: Kald mig bara Peter ! Hóast Pætur virkaði eitt sindur smæðin í byrjanini, so var smílið alla tíðina við. Og smílið rakk nógv longur enn bara til upptøkutólini í Danmark. Pætur mundi verma manga føroyska stovu hetta kvøldið, kanska serliga hjá klaksvíking- unum, sum fjølmentir sótu framman fyri skíggjanum. F sum Føroyar Pætur prógvaði eisini rættiliga sína vitan innan gamlar Grand Prix-slag- arar, tá hann fleiri ferðir kom við rætta svarinum til spurningarnar hjá vertin- um. Gamli hitt-sangurin “Krøller eller ej” hjá Tommy Seebach fekk Pætur upp av stólinum. Saman við Jeanett Debb og liðskiparinum Jens megn- aði Pætur at fáa gott lag í allar áskoðararnar. Tá sendingin leið móti endanum, fekk Pætur eisini til uppgávu at framføra lagið “Yesterday”. Liðskip- arin byrjar við klaver undirspælinum, men Pætur biður hann heldur flyta hann upp í F-dur. Onkur tók skemtandi til aftaná, at hetta var ein góður máti at fáa Føroyar settar í ljósið. Kald mig bare Peter ! Pætur við Keldu stóð seg heilt væl í donsku undirhaldssendingini “Gitið ein sang” Vit hava hitt nøkur fólk á gøtuni, og fregnast um, hvat tey fingu tíðina at ganga við seinasta fríggjakvøld FÓLK Á GØTUNI Ragnhild Ellingsgaard Fía Joensen og Unn Baldursdóttir, báðar 18 ár - Vt hugdu sjálvandi eftir Pæturi í donsku sendingini. Sum klaks- víkingar vóru vit alvor- liga stoltar av honum, og hann var virkuliga fittur og kerur. Pætur hevur avgjørt evnini til at koma langt innan tónleikaheimin, men hann manglar kanska okkurt viðvíkj- andi stíli. Men líkamik- ið, so riggaði hann ordi- liga gott. Hann var eitt sindur smæðin, men fall ikki burtur. Vit væntaðu ikki, at hann fór at klára seg so gott, sum hann gjørdi. Han riggaði yvir- raskandi gott. Alis Eliassen, 35 ár - Eg hevði saman við familjuni lagt kvøldið soleiðis til rættis, at vit bara hugnaðu okkum framman fyri sjónvarp- inum. Og Pætur var sjálvandi høvuðsorsøkin til, at vit settu okkum at hyggja. Hann var eitt sindur smæðin í byrjanini, men sum sendingin leið, gjørdist hann bara kerari og kerari. Han kláraði seg framúr væl, og eg var stolt av honum. Sjálv var eg við til general-royndina á Grand Prixnum, og tað var heilt fantastiskt. Eitt stórt upplivilsi, sum gav mær gásarhold um allan kroppin. Vónandi kemur Pætur langt innan tón- leikaheimin, møguleik- arnir eru avgjørt til staðar, nú hann hevur verið so nógv frammi í donsku fjølmiðlunum. Petra Ósá, 42 ár - Eg og maðurin setti okkum væl til rættis framman fyri sjónvarp- inum fyri at fylgja við Pæturi. Fyrst fylgdu vit við, tá danska rásin sendi kappingina, og síðan eisini, tá sjón- varpið sendi ”Gitið ein sang”. Vit vóru bæði samd um, at hann kláraði seg heilt ótrúliga væl. Sjálv væntaði eg, at hann bara fór at sita niðri, og at hann fór at vera meir friðarligur. Men hann dugdi bara heilt væl, eisini at svara spurning- unum. Victor Dánjalsson, 48 ár - Eg var boðin í 50 ára føðingardag fríggja- kvøldið, men tað mátti so bíða. Eg ætlaði mær ongan veg, áðrenn eg hevði fylgt við Pæturi í donsku kappingini. Nú kenni eg hann væl, so sjálvandi var eg sera spentur at vita, hvussu hann fór at klára seg. Og hann var júst, sum vit klaksvíkingar kenna hann. Hann var fittur og blíður, og sum klaks- víkingur var eg stoltur av honum. Hvat gjørdi tú fríggjakvøldið ? - Vit kenna okkum burturgoymd uppi á Brekku, sigur Jóna Olsen, leiðarin á Varda Verkstaðnum í Klaksvík MENNINGARTARNAÐ Solby A. Eliasen Jóna sigur, at millum annað fær handilin hjá teimum nógv betri umstøður. Nýggja hølið gevur teimum møguleika til at stilla út í vindeygað, so at fólk kunnu síggja, hvat tey selja. - Tað eru nógv fólk, sum ikki vita av, at vit selja hvønn dag. Tey halda, at tað bert er til høgtíðir, greiðir Jóna frá. Nýggja hølið er bygn- ingurin, har Norðoya Deild hjá Toll og Skattstovu Før- oya í løtuni heldur til. - Vit eru glað fyri nýggja hølið, sigur Jóna Olsen. Jóna heldur, at tá hølið er innrættað til tey, fer tað at nøkta tørvin betur enn hølið á Brekku ger. - Men tað skal ein eykajáttan til fyri at fíggja tað, so vit fáa at síggja, hvussu verður við tí, sigur leiðarin á Verkstaðnum. Betri umstøður - Sum er, verður tørvurin als ikki nøktaður, tí at tá vit byrjaðu at arbeiða í erva eisini, tørvaði okkum mill- um annað eina lyft, greiðir Jóna frá. Hon vísir eisini á, at tað er nógv lættari at koma til nýggja hølið við koyristóli. - Verkstaðurin á Brekku liggur so langt uppi. Tað er sera torført at koma til og frá Verkstaðnum í, eitt nú, koyristóli - serliga í hálku, sigur hon. Til dømis fer arbeiðið við at gera plattar at hava nógv betri umstøður í nýggja hølinum. Sum er stendur alt tilfarið og allir plattarnir úti á parkeringsøkinum uttan fyri verkstaðin á Brekku, meðan tað í tí nýggja hølinum fer at verða pláss fyri at hava alt inni. Vardi Verkstaðurin hevur tríggjar deildir, ein ger plattar, ein fæst við seym- ing, veving og annað, með- an tann seinasta er ein ítrivspartur, har tey millum annað arbeiða við at klippa og líma. Verkstaðurin á Brekku er ásettur til fimtan heildags brúkarar og fýra starvsfólk á fulla tíð. - Men ikki allir brúk- ararnir eru allan dagin, so her eru umleið tjúgu, sigur Jóna Olsen. - Málsetningurin hjá okkum er, at man skal bæði arbeiða og uppliva nakað. Brúkarin skal eisini læra nakað nýtt her. Vit hava eitt námsfrøðiligt innihald, so vit skipa fyri túrum og øðrum eisini, greiðir Jóna frá. Verkstaðurin meira sjónligur á gøtuni Plattarnir verða settir uttan fyri, tí at tað er ikki pláss inni Jóna Olsen, leiðari á Varda Verkstaðnum í Klaksvík C M Y K 21 20