týsdagur 19. mars 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 55 - 20. mars 2002
Nr. 55 - 20. mars 2002
19
Hol í lóggávuni, sum
eru rættað í Dan-
mark, verða ikki
rættað í Føroyum.
Landsstýrið hevur
avgjørt at rætting-
arnar skulu bíða, til
revsilógarøkið er
yvirtikið
REVSILÓGAR-
BROYTINGAR
Jóanes N. Dalsgaard
Lógin um skipatrygd ("lov
om skibes sikkerhed") er
ein serlóg. Serlógir kunnu
innihalda revsiheimildir,
t.e. forskriftir fyri hvussu
brot á lógina skulu revsast.
Upptil miðjuna av áttatiár-
unum funnust eingi dømir í
donsku rættarskipanini, um
serlóggávu, sum heimilaði
at revsa almennar stovnar.
Heimild var at revsa privat-
persónar, virkir, feløg o.tl.,
men ikki almennar stovnar.
Kortini kom tað fyri, at
kommunur vóru dømdar at
gjalda bót. Heimildin, sum
nýtt var í slíkum førum, var
orðingin "eller lignende",
sum var sett aftaná virkir,
feløg o.s.fr.
Men í januar í 1986 ásetti
hægstirættur, at orðingin
"eller lignende" yvirhøvur
ikki sipaði til almennar
stovnar. Við dóminum hjá
hægstarætti var ásett, at
skuldi ein almennur stovn-
ur kunna revsast, skuldi
hetta beinleiðis vera nevnt í
lóggávuni. Harvið kom
áðurnevnda hol í m.a.
lógina um skipatrygd, men
eisini í nógvar aðrar ser-
lógir, sum vóru orðaðar á
sama hátt.
Í 1995 skrivaði Straffe-
lovrådet, sum er ein ráð-
gevandi nevnd undir løg-
málaráðnum, at "det er
utilfredsstillende, hvis en
offentlig myndighed kan
overtræde lovgivningen og
gå fri for straf i tilfælde,
hvor en tilsvarende over-
trædelse begået af en privat
virksomhed ville medføre
strafansvar".
Straffelov-
rådet skýtur tí upp at gera
eina áseting í revsilógini,
sum ber í sær, at allir
løgfrøðiligir persónar, tað
verið seg almennir ella
privatir, skulu kunna revs-
ast, uttan so, at tað í lóg-
gávuni beinleiðis er ásett
nakað annað.
Fólkatingið tók tilmælið
frá Straffelovrådet til eftir-
tektar. Í juni 1996 varð
danska revsilógin broytt so-
leiðis, at almennir stovnar
nú hava revsiábyrgd ájavnt
við privatar løgfrøðiligar
persónar. Landsstýrið hev-
ur avgjørt, at broytingin
ikki skal setast í gildi í
Føroyum enn.
Sambært heimastýris-
lógini skulu føroyskir
myndugleikar spyrjast
eftir, áðrenn ríkislógar-
broytingar verða settar í
gildið í Føroyum. Men
síðani hetta landsstýrið
tók við, hava ríkislógar-
broytingar verið
raðfestar niðarlaga. M.a.
er revsilógin ikki dag-
førd í Føroyum síðani
1997
REVSILÓGAR-
BROYTINGAR
Jóanes N. Dalsgaard
Landsstýrið hevur ikki
tikið stig til at broyta
revsilógina í Føroyum
síðani á heysti 1997. Men
á sumri sama ár sendi
Løgmansskrivstovan
fútanum ein fyrispurning
um "hvorvidt en række
love om ændringer i
straffeloven kan sættes i
kraft
for
Færøerne".
Beint fyri jól í 1997 sendi
fútin Løgmansskrivstov-
uni svar uppá fyrispurn-
ingin. Síðani er einki hent
í málinum.
Tey eru fleiri, sum
undrast á, at einki meira
er hent í hesum málinum.
Ein teirra er Finn Ou-
gaard varafúti.
Hann sigur við Sosial-
in, at hann undrast á, at
arbeiði, sum fútin gjørdi í
sambandi við fyrispurn-
ingin frá Løgmansskriv-
stovuni í 1997, ikki enn
hevur verið brúkt til
nakað. Finn Ougaard vís-
ir á, at tað liggur rættiliga
stórt arbeiði aftanfyri eitt
tílíkt ummæli, og hann
heldur tað vera løgið av
Landsstýrinum at biðja
um at fáa tílíkt arbeiði
gjørt um tað kortini ikki
skal brúkast til nakað.
Sosialurin hevur vent
sær til deildarstjóran á
Løgdeildini undir Løg-
mansskrivstovuni, Rúna
Joensen, og spurt hann
um, hví einki er hent í
málinum. Rúni Joensen
greiðir frá, at hetta eru
ikki einastu málini, sum
liggja á láni. Hann sigur,
at heilt nógv mál um
ríkislógarbroytingar
liggja í Landsstýrinum,
og hann vísir við hond-
unum, at talan er um eina
stóra rúgvu. Rúni Joen-
sen sigur, at fullveldis-
samráðingarnar hava ført
til eina niðurprioritering
av øllum málum, sum
hava við ríkislóggávu at
gera. Hann sigur, at andin
í fullveldissamráðing-un-
um hevur verið, at einki
skuldi gerast við ríkis-
lógarmál.
Rúni Joensen sigur, at
málini eru ikki gloymd.
Hann sigur, at tá eitt mál
sum hetta steðgar upp, er
tað tí at onkur tekur eina
avgerð um, ikki at gera
meira við málið. Hvør tað
er, sum hevur tikið av-
gerðina í hesum førinum,
hevur Rúni Joensen einki
greitt svar uppá.
Væntandi broytingar
í revsilógini hava elvt
til eina margháttliga
rættarstøðu í Føroy-
um. Landsstýrið situr
við lyklinum til eina
loysn
HOL Í LÓGINI
Jóanes N. Dalsgaard
24. mei í 1999 var ein
dekksmaður áhaldsin um-
borð á Ternuni. Hann datt
niður av einum koyrirampa,
meðan hann skipaði fyri á
dekkinum. Maðurin fekk
deyðamein av fallinum.
Kanningar vóru beinan-
vegin gjørdar á vanlukku-
staðnum.
Skaðanevndin
staðfesti, at trygdarviður-
skiftini umborð á Ternuni
vóru ikki í lagi. Høvdu
trygdarforskriftirnar verið
fylgdar, var væl hugsandi,
at vanlukkan ikki var hend.
Tvey ár undan at van-
lukkan hendi, í juli 1997,
staðfesti Skipasýnið, at
trygdin á bildekkinum um-
borð á Ternuni ikki var í
lagi. Skipasýnið gav í hes-
um viðfangi Strandfara-
skipum Landsins (SSL)
boð um, at fáa trygdina í
rættlag. Í august sama ár
staðfesti Skipasýnið, at
boðini frá juli mánaða ikki
enn vóru fylgd, og gav tí av
nýggjum boð um, at trygd-
in á bildekkinum skuldi
fáast í rættlag. Tá skaða-
nevndin kannaði vanlukku-
staðin í mei 1999 kundi hon
staðfesta, at boðini frá
Skipasýninum, sum vóru
givin tvey ár undan van-
lukkuni, framvegis ikki
vóru fylgd.
Eftir vanlukkuna bleiv
ákæra reist ímóti skiparan-
um á Ternuni og ímóti SSL,
fyri brot á lóg um skipa-
trygd. SSL var, sum reiðarí,
ákærd
fyri
at
trygdin
umborð á Ternuni ikki var í
lagi. Skiparin varð ákærdur
fyri, at hava siglt, hóast
skipið ikki var í forsvar-
ligum standi, hvat trygdini
viðvíkti.
Dómur fall í málinum 22.
januar 2001. Føroya Rættur
dømdi skiparan at gjalda
5.000 krónur í bót, umframt
sakarkostnað. Men SSL
bleiv fríkend. Hetta hendi,
hóast
Føroya
Rættur
staðfesti, at SSL hevði
brotið lógina. Men Føroya
Rættur staðfesti eisini, at
SSL kundi ikki dømast,
orsaka av einum holi í lóg-
ini um skipatrygd. Holið í
lógini er, at revsiheimildin
ikki
umfatar
almennar
stovnar, sum t.d. SSL.
Dagføringar í Danmark bíða í Føroyum
Løgmansskrivstovan súltar
revsilógarbroytingar
Strandferðslan sek, men fríkend
Landsstýrið hevur ábyrgdina
av órímiligari lóggávu
Serfrøðingar mæltu í 1995
Fólkatinginum til at boyta
revsilógina, soleiðis at al-
mennir stovnar koma
undir revsiábyrgd.
Fólkatingið samtykti
broytingina í 1996. Í
Føroyum hevur
landsstýrið lagt seg á
málið, og hetta hevur havt
margháttligar avleiðingar
HOL Í LÓGINI
Jóanes N. Dalsgaard
Broytingar í donsku revsi-
lógini koma ikki av sær
sjálvum í gildið í Føroyum.
Eftir ásetingum í heima-
stýrislógini vera broytingar í
revsilógini oftast ikki settar í
gildi í Føroyum, uttan so, at
føroyskir
myndugleikar
biðja um tað. Mannagong-
din í slíkum førum er tann,
at danskir myndugleikar,
umvegis
ríkisumboðið,
senda broytingarnar til før-
oyskar myndugleikar til
ummælis. Ríkisumboðið ber
broytingarnar út í Tinganes,
og har verður so mett um,
hvørt málið skal leggjast
fyri Tingið. Verður málið
lagt fyri Tingið, tekur Tingið
endaliga støðu til, hvørt
broytingarnar skulu setast í
gildi í Føroyum ella ikki, við
tillaðingum ella ikki.
Áðrenn farið verður í
Tingið, kann Landsstýrið
biðja um ummæli frá ymisk-
um myndugleikum í Føroy-
um, sum hava serkunnleika
til ríkislógávuna, sum um-
ræður. Í sambandi við broyt-
ingar í revsilógini er tað
fútin, sum verður mettur at
vera sakkunnleikin á økin-
um. Tíðliga á heysti 1997
sendi Løgmansskrivstovan 9
mál um broytingar í revsi-
lógini til ummælis hjá fút-
anum. Ímillum tey 9 málini
var ein broyting, sum javn-
setti almennar stovnar við
privatfólk og virkir, viðvíkj-
andi revsiábyrgd.
Beint fyri jól sama ár,
fekk Løgmansskrivstovan
ummælið frá fútanum. Um
broytingina
viðvíkjandi
javnsettari
revsiábyrgd
skrivar fútin, at broytingin
"kan uden ændringer sættes
i kraft for Færøerne". Síðani
er einki hent í málinum.
Ein
avleiðing
av,
at
Landsstýrið hevur súltað
málið, er ein margháttligur
dómur, sum Føroya Rættur
feldi í 2001, har rætturin
ikki ivaðist í at Strandfara-
skip Landsins (SSL) hevði
brotið lógina um skipatrygd,
men kortini fríkendi stovnin
fyri ákærurnar um sama
lógarbrot. Ístaðin fall øll
ábyrgdin fyri teirri syndar-
ligu vanlukkuni, tá ein
dekksmaður doyði umborð á
Ternuni II, aftur á skiparan.
Serliga løgið og órímiligt
kann hetta tykjast, tá hugsað
verður um, at skiparin var
frítíðaravloysari, og hevði
einans verið umborð í 3 dag-
ar, tá vanlukkan hendi.
Leiðslan á SSL hevði har-
afturímóti vita um væntandi
trygdina í 1_ ár, uttan at gera
nakað við tað.
Ráðgevandi nevndin hjá
løgmálaráðnum, tað so-
nevnda
Straffelovrådet,
mælti í 1995 Fólkatinginum
til at broyta lóggávuna so-
leiðis, at tað órímiliga í
ábyrgdarbýtinum ímillum
alment og privat varð rættað.
Fólkatingið tók tilmælið frá
Straffelovrådet til eftirtektar
longu í 1996. Føroyskir
myndugleikar hava enn ikki
tikið stig til at fáa broyt-
ingina setta í gildi í Før-
oyum.
Ein vanlukka umborð á Ternuni í 1999 kostaði eitt mannalív.
Hóast Strandfaraskip Landsins høvdu ábyrgdina fyri trygdini
umborð, og hóast rætturin staðfesti, at SSL hevði framt
lógarbrot, kundi stovnurin ikki revsast. Eitt hol í føroysku
lóggávuni, sum í Danmark varð typt í 1996, var orsøkin til
margháttliga dómin
Hóast landsstýris-
maðurin í lógar-
málum ikki hevur
yvirlit yvir, hvørji mál
um revsilógarbroyt-
ingar liggja í lands-
stýrinum, er hann
sannførdur um, at
eingi av hesum mál-
um eru átroðkandi
REVSILÓGAR-
BROYTINGAR
Jóanes N. Dalsgaard
Sosialurin hevur vent sær
til landsstýrismannin í lóg-
armálum Høgna Hoydal,
fyri at vita, hví sitandi
Landsstýrið ikki hevur tikið
stig til at dagføra revsi-
lógina. Landsstýrismaðurin
sigur, at hann ikki hevur
havt nakað mál um revsi-
lógarbroytingar á borðin-
um, í sínari tíð, sum lands-
stýrismaður.
- Tað hevur nokk sínar
orsøkir í, at teir síðstu fyri-
spurningarnir eru komnir
áðrenn eg kom út í Tinga-
nes. Tað sum so er hent
víðari er, at vit hava sent
tað víðari til fútan. Og tað
síðsta, sum vit hava sent,
hava vit ikki fingið svar
uppá enn, sigur Høgni
Hoydal.
- Nú ljóðar tað á tær sum
um at tað er fútin, sum
tekur stig til at leggja
málini fyri landsstýrið?
- Nei. Men sum eg skilji
á embætismonnunum, so
hava teir sent eitt bræv til
fútan og spurt um broyt-
ingar í revsilóggávuni nú.
Tað er sent í 2001 og er so
ikki svara enn. Tað er so
tann vanliga proseduran.
- Finn Ougaard varafúti
sigur, at fútin hevur avgreitt
sín part av málinum.
- Mannagongdin hevur
verið tann at man eisini
spyr fútan eftir. Tá tað
kemur eitt skriv frá einum
danskari ráðharrastovu so
kann
landsstýrið
antin
leggja tað fyri tingið ella
lata vera. Men eingin slíkur
fyrispurningur hevur verið
á borðinum hjá mær hesi
árini. Sum sagt, tað einasta
sum eg kenni til hatta
málið, tað er at ein fyri-
spurningur er farin víðari
til fútan í 2001. At eitt skriv
er komið í ‘97 havi eg ikki
vita um.
- Deildarstjórin á Løg-
deildini sigur, at fullveldis-
politikkurin hevur ført til
eina niðurprioritering av
øllum málum, sum hava við
ríkislóggávu at gera?
- Nei orsøkin til at málið
ikki hevur verið á mínum
borðið er helst tann, at tað
er reist langt áðrenn eg kom
í Tinganes.
Hvør eigur revsilógina
í Føroyum?
- Deildarstjórin á Løg-
deildini sigur, at tað eru
komnir nógvir fyrispurn-
ingar síðani tú tók við í
1998. Hann sigur, at tað
liggur ein rúgva av málum
um ríkislógarbroytingar í
landsstýrinum, sum einki er
gjørt við?
- Nei tað veit eg einki
um. Og tað er ikki rætt at
vit hava niðurprioritera
allað ríkislóggávu. Vit hava
kanska koyrt nakað nógva
ríkislóggávu niðan í Tingið,
hóast vit hava havt full-
veldismál. Tað hava verið
mál, sum hava verið á-
troðkandi fyri at ting skulu
kunna fungera, t.d. við-
víkjandi
broytingum
í
rættargangslógini um at
man skal tosa føroyskt við
dómstólarnar. Men broyt-
ingar í revsilóggávuni havi
eg ikki viðgjørt á mínum
borðið.
- Ein maður doyðið av
vanlukku umborð á Ternuni
í 1999. Føroyar rættur
"fandt
det
bevist",
at
Strandferðslan hevði brotið
lógina um trygd umborð á
skipum. Men av tí at eitt
hol var í lógini, kundi
Strandferðslan ikki revsast
Hvat sigur tú til tað?
- Sum sagt: eg havi ikki
havt nakað slíkt mál á
mínum borðið.
- Tú situr sum lands-
stýrismaður í lógarmálum.
Hevur tú so ikki ábyrgdina
fyri revsilógini í Føroyum?
- Nei tað havi eg nú ikki.
Men tað er ein annar
spurningur. Problemið er
netupp tað, at tann sum
hevur ábyrgdina av lógini
ikki situr við tí til dagligt.
Og teir stovnarnir, sum
hava við revsilógina at gera
hoyra ikki undir undir
landsstýrið,
men
undir
danska løgmálaráðið.
- Hvør er tað so, sum
hevur ábyrgdina av tí før-
oysku útgávuni av revsi-
lógini?
- Tað er samanumtikið
heimstýrismyndugleikarnir.
Tað er løgtingið og lands-
stýrið.
- Hevur landsstýrismað-
urin í lógarmálum so ikki
ábyrgdina av at revsilógin
verður dagførd?
- Jú, og eg kann nevna
tær tíggjutals dømir um av
vit royna at fáa lóggávu
dagførda, sum ikki blívur
dagførd. Tað er ein gene-
rellur trupulleiki við øllum
sum eitur ríkislóggáva, at
tað er eitt ómetaliga tungt
system at fáa fram.
- Nógv hevur verið tosað
um, at danskir myndug-
leikar liggja á ríkislógar-
málum, sum eru avgreidd
úr Føroyum. Er hetta ikki
eitt dømi um, at tað eru
føroyskir
myndugleikar,
sum liggja á málunum?
- Jú tað er møguligt, eg
veit ikki.
Politikkur ella
fyrisiting?
- Tú kendi ikki til málið um
vanlukkuna umborð á Tern-
uni, sum vísti, at ein al-
mennur
stovnur
kann
fremja lógarbrot uttan at
kunna revsast. Tá tú nú ert
kunnaður um hetta málið,
fert tú so at gera nakað við
tað?
- Ja tað vil eg gjarna
hyggja uppá, tað er klárt.
Men annars havi eg ikki
nakað neyvt yvirlit yvir
aðrar broytingar sum eru
átroðkandi, tað havi eg ikki
fingið nakað at vita um.
- Hvør tekur avgerð um,
hvørji mál koma á borðið?
- Har er tað vanliga so-
leiðis, at antin biðja vit
sjálvir um broytingar, tí vit
eru gjørdir varugir við tað
antin av teimum, sum eru
brúkarar ella av teimum
sum eru viðgerðarar av
hesum málsøkjum, sum eru
donsk. So koma tað eisini
skriv frá donskum mynd-
ugleikum, har spurt verður,
hvørt broytingar, sum eru
framdar í Danmark, eisini
skulu setast í gildið í
Føroyum. So vurderar man
um broytingarnar skulu
setast í gildi sum tær eru,
ella við ávísum broytingum
tillagaðar til føroysk viður-
skifti. Tað er tann vanliga
mannagongdin.
- Og ummælið frá fútan-
um er eitt skjal úr hesari
mannagongdini.
Men
mannagongdin er steðga
upp aftaná at fútin hevur
givið sítt ummæli.
- Tað er ikki tikin nøkur
politisk avgerð um, at
málið ikki skal fram.
- Er tað embætisverkið,
sum hevur avgjørt, at einki
meira skal gerast við
málið?
- Ja, ella tað hevur verið
prioritera lægri enn onnur
mál, sum eru broytt.
- So tú sigur við øðrum
orðum, at tað er embætis-
verkið, sum stendur fyri
prioriteringini?
- Nei, ikki um tað kemur
eitt skriv beinleiðis á mítt
borð. So hevði eg avgjørt
um tað skuldi fara víðari
ella ikki. Men revsilógina
hava vit prioritera rættiliga
niðarlaga, tí vit hava jú sagt
at vit skulu hava eina
føroyska revsilóg, sigur
landsstýrismaðurin í lógar-
málum.
Høgni Hoydal sigur at
enda við Sosialin, at nú
hann hevur fingið kunn-
leika til holið í revsilógini,
fer hann at royna at fyri-
reikað málið, soleiðis at eitt
uppskot
til
ríkislógar-
tilmæli kann leggjast fyri
Tingið eftir valið.
Fullveldið kemur framum
revsilógarbroytingar
Høgni Hoydal landsstýrismaður í lógarmálum
kennir einki til, at átroðkandi tørvur er á
dagføringum av teirri føroysku revsilógini.
Hann ásannar tó, at hann ikki hevur nakað
yvirlit yvir, hvørji mál liggja og bíða eftir at
vera avgreidd. Men hann hevur fult álit á, at
embætisverkið kunnar hann, um átroðkandi
mál skuldu stungið seg upp
C
M
Y
K
19
18